Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 179 - 19. september 2002 Nr. 179 - 19. september 2002 3 Fýra av ellivu japanum, sum norðurkoreanar burturfluttu í sjeyti- og áttatiárunum eru framvegis á lívi í Norðurkorea. NORðURKOREA Árni Joensen: Japanar hava leingi hildið uppá, at norðurkoreansku myndugleikarnir rændu og burturfluttu ellivu japanar í sjeyti- og áttatiárunum. Norðurkorea hevur øll árini víst hesum aftur, men undir samráðingunum við jap- anska forsætisráðharran, Junichiro Koizumi, týsdag- in viðgekk norðurkoreanski leiðarin, Kim Jung-il, at japanski illgrunin var rætt- ur. – Eg biði tygum og jap- anar um umbering. Slíkt skal ongantíð henda aftur, og tey seku verða revsað, segði Kim Jung-il, tá hann og Koizumi hittust í norð- urkoreanska høvuðsstaðn- um Pyongyang. -– Eg eri skelkaður. Tá eg hugsi um tað, sum skyld- fólkunum hjá hesum neyð- ars fólkum hevur verið fyri, er tað næsta ikki til at fata, segði japanski forsætisráð- harrin, sum samstundis lov- aði, at tey fýra, sum eru eftir á lívi, sleppa heim- aftur. Á fundinum greiddu norðurkoreanar frá, at teir burturfluttu japanarnir vórðu nýttir til at læra norðurkoreanskar njósnarar japanska málið. Rænd í Keypmannahavn Ein av teimum ellivu japan- unum, sum norðurkoreanar rændu og burturfluttu, var Keiku Arimoto. Hon var farin til London at útbúgva seg, men á einari lestrarferð til Keypmannahavnar í 1983 møtti hon nøkrum norðurkoreanskum diplo- matum, sum fingu hana at koma við sær til Norður- korea, har hon skuldi fáa eitt spennandi starv. Kaiku Arimotu var tá 23 ára gom- ul, og síðani hevur eingin frætt frá henni. Ikki fyrr enn nú. Navn hennara stendur á tí yvirlit- inum, sum norðurkoreanar handaðu japanum týsdagin. Men har stendur eisini, at hon er ikki á lívi longur. Soleiðis er eisini við Megumi Yokata. Hon var bert 13 ára gomul, tá norð- urkoreanar rændu hana og fluttu hana til Norðurkorea í einum kavbáti. Í dag hevði hon verið 38 ár. Líka síðani burturflyting- arnar hevur tað verið eitt fólkakrav í Japan, at myndugleikarnir skuldu fáa greiði á, mhvat varð av teimum ellivu fólkunum. Junichiro Koizumi, forsæt- isráðharri hevur eisini lov- að fólkinum at fáa greiði á málinum. Tað hevur hann nú fing- ið. ST og Irak eru farin undir samráðingar um, nær vápnaeftir- litið kann takast uppaftur IRAK-KREPPAN Árni Joensen: Formaðurin hjá ST-vápna- eftirlitsmonnunum, sviin Hans Blix, samráddist í gjár við irakskar umboðs- menn um, nær eftirlits- menninir hjá ST kunnu fara aftur til Irak at kanna lands- ins vánagoymslur og -verk- smiðjur. Samráðingarnar vóru í Wien, og aftan á fundin søgdu irakskir talsmenn, at tær verða tiknar uppaftur um tíggju dagar. Fyrr hevur irakski uttanríkisráðharrin, Naji Sabri, sagt, at eftirlits- menninir kunnu koma aftur til Irak beinanvegin og treytaleyst. Hans Blix hevur 63 ser- frøðingar av ymiskum slagi at hjálpa sær, og sum skilst verða teir fyrstu ætlandi sendir til Irak fyrsta dagin at kanna, um Irak hevur tey kemisku og biologisku hópoyðingarvápnini, sum amerikanarar vilja vera við. Millum teir 63 serfrøðing- arnar eru fleiri norðurlend- ingar. Amerikanska stjórnin hevur longu gjørt greitt, at hon hevur ikki stórvegis vónir um, at eftirlitsmenn- inir sleppa at síggja alt, tá teir einaferð koma til Irak. Fyrrverandi leiðarin hjá eftirlitsmonnunum, sviin Rolf Ekeus, heldur, at ST ella USA eiga senda einar 50.000 hermenn til granna- londini hjá Irak, haðani teir kunnu hjálpa vápnaeftir- litsmonnunum, skuldi tað hent, at irakar leggja teim- um forðingar í vegin. Burturflutt úr Keypmannahavn til Norðurkorea – Eg biði japanar og tygum um umbering. Slíkt skal ongantíð henda aftur, segði norðurkoreanski leiðarin, Kim Jung-il, tá hann kunnaði japanska forsætisráðharran, Junichiro Koizumi, um lagnuna hjá teimum ellivu japanunum Samráðast um vápnaeftirlit Ein niðurlendsk sjúkra- systir hevur í rættinum avsannað, at hon skal hava beint fyri fimm børnum og átta eldri fólkum á ymsum sjúkra- húsum í Niðurlondum. Ákæruvaldið hevur ákært hana fyri at hava beint fyri teimum trettan fólkunum í tíðarskeiðin- um frá februar í 1997 til september í fjør. Sam- bært ákæruritinum gav hon teimum so nógvan doyvandi heilivág, at tey doyðu. Tað yngsta barnið, sum tann 40 ára gamla sjúkrasystirin skal hava beint fyri, meðan hon starvaðist á ymsum sjúkrahúsum í Haag, var yngri enn eitt ár, og tað elsta fólkið var 91. Í teimum trettan førunum er kvinnan ákærd fyri morð, og í fimm øðrum førum er hon ákærd fyri morðroynd. Ein gøla um heima- bryggj hevur skelkað norðmenn. Tveir menn eru deyðir eftir at hava drukkið heimabryggj, og týsdagin varð ein maður lagdur á sjúkra- húsi til viðgerðar fyri metanoleitran. Løgreglan hevur tikið ein mann, sum hevur viðgingið, at hann hevur selt nakrar dunkar av heimabryggi, og maður- in hevur síðani játtað at hjálpa løgregluni við at fáa fatur á dunkunum við tí vandamikla inni- haldinum. Higartil hev- ur løgreglan funnið mill- um 160 og 180 litrar av tí vandamikla heima- brygginum, men bryggj- arin sigur, at hann hevur selt meiri enn tað. Upprunaliga stúrdi løgreglan fyri, at mat- stovur høvdu keypt heimabryggj, men mað- urin hevur greitt løgregl- uni frá, at tað vóru bara privatfólk, sum keyptu frá sær. Fyrrverandi amerik- anski løgmálaráðharrin, Janet Reno, viðgekk í gjár, at hon hevði tapt uppstillingarvalið hjá demokratiska flokkinum í statinum Florida. Tí verður tað handilsmað- urin Bill McBride, sum skal royna at vinna guvernørvalið ímóti sit- andi guvernørinum Jeb Bush, sum er bróður George W. Bush, for- seta. Uppstillingarvalið var fyri átta døgum síðani, men eins og undir for- setavalinum fyri tveim- um árum síðani vóru aftur hesaferð trupul- leikar við uppteljingini í Florida. Atkvøðurnar í Miami og Broward máttu teljast umaftur fleiri ferðir, og tá avtorn- aði, fekk Janet Reno 5.000 atkvøður minni enn Bill McBride. Hetta hevur hon nú góðtikið. Trupulleikarnir við uppteljingini komu óvart á myndugleikarnar í Florida, tí síðani for- setavalið hava teir keypt nýggja útgerð fyri 30 milliónir dollarar. Men tað hevur so ikki víst seg at vera nóg mikið. Russiski forsetin, Vladi- mir Putin, sigur nú, at teir russisku hermenn- inir í kekenia verða ikki tiknir heimaftur. Putin sigur, at her- menninir verða verandi í kekenia, so teir kunnu hjálpa myndugleikunum har at tryggja lóg og landaskil. – Tað hevði verið skeivt at tikið hermenn- inar burtur haðani. Fólk doyggja fyri eygum okk- ara, og yvirgangsmenn- inir fara ikki úr kekenia við góðum, sigur Putin, ið sum forsætisráðharri sendi russiskar hermenn til Kekenia í oktober í 1999. Sjúkrasystir ákærd fyri morð Doyðu av heimabryggi Tapti valóskil Verða verandi Til minnis um ommu mína, Agnes Mortensen Ein kirkja við havið stendur og lavir, í myrkrinum skínur hin lavandi stavur. Meðan vit tiga og lýða á støpulin – høgt hann man riða – man ósædd hon gleðast – handandi obolin Táið í kassa vit látast at føra hana, beint við, óansað, deyðin, tú rør hana Hostandi hálshvítin hevur upp hond, setur sær sjón út um suðuroyar-rond, sær ei hvar báturin leggur at strond Alt sum við Tvøroyri tíðinnar hav tí verðsligu fjøruni máar burt av Agnar – Umframt tann bókliga partin í lestrartíðini eru samanhald og trivn- aður kanska tey mest týðandi helt for- kvinnan í LFÚ fyri, tá hon setti ítróttar- og mentunardagin í gjár TILTØK Jan Müller Í gjáramorgunin varð ítrótt- ar- og mentanardagurin fyri næmingar í miðnámsskúl- unum og hægri skúlunum settur á Vaglinum í Havn. Tað var forkvinnan í LFÚ, Turid Christophersen, sum setti dagin. Eftir tað fóru næmingarnir til tey tiltøk teir høvdu valt sær. Og her var nógv at velja í: list, pol- itikkur, sjónleikur, yrkis- skriving, tónleikur, aero- bics, borðtennnis, bowling, bridge, dart, kurvabóltur, fótbóltur, svimjing, talv, tennis og fjølmiðlar. Tiltøk- ini fóru fram ymsa staðni í Havnini og endaðu á Tórs- vølli, har Poul Michelsen handaði heiðursmerki til tey umleið 1200 fólkini úr miðnámsskúlum og hægri skúlum kring landið. Fyrr hevur dagurin verið hildin sum ítróttardagur men er mentanin nú komin aftrat. Fyrr vóru tað Studentaskúlin og Handils- skúlin, sum skipaðu fyri, men tá var tað so onkur, sum fekk hugskotið at biðja Landsfelag Føroyinga í Út- búgving, sum hevur skriv- stovu og fólk, til at taka sær av tiltakinum. Tað hava tey gjørt við gleði og hava brúkt nógva tíð og orku til tess. Í sambandi við Ítróttar- og Mentunardagin verður konsert í Badmintonhøllini leygarkvøldið 28. septem- ber, har ymiskir tónleika- bólkar spæla. Vit prenta her røðuna, sum forkvinnan í LFÚ helt á Vaglinum í gjár: – Hetta er tann dagurin í okkara skúlaári, har vit sum næmingar kunnu møtast og hugna okkum saman, sam- stundis, sum vit møtast og koma at kenna hvønn annan. Eru við til eitt tiltak, sum onkusvegna hevur okkara áhuga. Tað er hend- an samanseting, sum er reyði tráðurin, fyri ítróttar- og mentunardagin 2002 Landsfelag Føroyinga í Útbúgving er okkara felag. Ert tú lesandi er tað títt fel- ag. Tað hevur til endamáls at virka fyri tínum áhuga- málum og fyri at betra um korini hjá tær. Tá vit hugsa um okkara lestartíð, og hvat vit fáa tíð- ina at ganga við, er ein partur tann bókligi – skúla- ting. Her kenna vit nokk okkum øll aftur, men vit skulu ikki gloyma mest umráðandi partin – saman- haldið. Hetta er parturin, ið er við til at skapa trivnað. Hava vit ikki tað, verða okkara lestarár minni huga- lig – fyri ikki at siga ótol- andi. Hetta er tí eisini ein partur, sum LFÚ hugsar um. Og hevur tí valt at skipa fyri ítróttar- og mentunar- degnum í ár. Tað merkir, at næmingar frá øllum skúlum í Føroyum, á ein ella annan hátt hava haft ávirkan á dagin, ein patur av hesum næmingum hava, dag og nátt í longi tíð, kýtt og strekt seg fyri at fáa leysu og føstu endarnar til tiltakið at hanga saman. Er fari at enda við byrj- ani, og við hesum siga takk til øll sum hava gjørt tiltak- ið møguligt. Havið ein góð- an dag. Spennandi ítróttar- og mentunardagur: Samanhald og trivnaður Nøkur av teimum ungu á Vaglinum mikumorgunin Mynd Jens K. Vang Turid Christophersen, forkvinna í LFÚ setir ítróttar- og mentanardagin á Vaglinum í Havn Mynd Jens K. Vang. C M Y K 3 2