hósdagur 19. september 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 179 - 19. september 2002
Nr. 179 - 19. september 2002
5
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum tekur
ikki undir við hug-
skotinum um at selja
húsalánsgrunnin fyri
at kunna brúka meiri
pening til útbygg-
ingar
FÍGGJARLÓGIN 2003
Áki Bertholdsen
– Tað fær onga ávirkan á
fíggjarlógina fyri komandi
ár, at ríkisveitingin úr Dan-
mark er skerd yvir 366
millión ir krónur um árið.
Tað sigur Karsten Han-
sen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Hann sigur, at hendan
samgongan hevur sett sær
fyri at fáa ríkisveitingina
heilt burtur.
– Vit eru fegin um, at tað
hevur eydnast okkum at
skerja blokkin 366 millión-
ir. Og so er tann upphæddin
minni í búskapinum og tað
eiga vit at vera greið yvir
og at leggja búskaparliga
politikkin eftir tí.
Hann sigur, at tað er ikki
peningatrot, sum avmarkar
útreiðslurnar á fíggjarlógini
og tað er sostatt heldur ikki
blokkniðurskurðurin, sum
ávirkar fíggjarlógini
– Tað er fyri so vítt ikki
peningur, okkum tørvar.
Var tað bara ein spurningur
um pening, hevði tað borið
til at brúkt meiri pening enn
ætlanin er at brúka næsta ár
eftir uppskotinum til fíggj-
arlóg fyri 2003, sum verður
løgd fyri tingið um slakar
tvær vikur.
– Orsøkin til, at vit ikki
brúka meiri pening, enn vit
gera, er, at tað er ikki ráði-
ligt at brúka meiri, soleiðis
sum búskapurin er í løtuni,
blokkur ella ikki blokkur,
og í so máta merkist niður-
skurðurin ikki. Tí brúka vit
ov nógvan pening, kann ov
nógv ferð koma á búskapin
og avleiðingarnar av tí
kenna vit væl frá kreppuni
fyri nøkrum árum síðani.
Karsten Hansen sigur, at
sostatt verður eisini roknað
við einum yvirskoti á fíggj-
arlógini fyri næsta ár.
Annars er tað ógvuliga
avmarkað, hvat fæst at vita
frá honum um fíggjar-
lógina.
Men hann váttar, at lagt
verður upp fyri, at búskap-
arligi vøksturin ikki longur
er so stórur, sum hann hev-
ur verið, tí vit vita, at tíðirn-
ar blíva ikki við at vera so
góðar, sum tær hava verið
Samstundis váttar hann,
at tað, sum verður sett av til
útbygginginar, er heldur
minni enn í ár, tó at enda-
liga upphæddin ikki er
endaliga ásett.
Men tað er á einum rími-
ligum støði, leggur hann
afturat.
Í ár er upphæddin, sum er
sett av til almennar útbygg-
ingar umleið 280 milliónir.
Vísa hvønn sín veg
Av somu orsøk er Karsten
Hansen ikki serliga hug-
aður at selja Húsaláns-
grunnin við tí endamáli at
fáa meiri pening at byggja
samfelagið út fyri.
Seinstu dagarnar er ann-
ars eitt uppskot umrøtt um
at selja Húsalánsgrunnin og
at brúka peningin til at
gjalda skuld hjá landinum
við. Tað fer at spara rentu-
útreiðslur, sum so kunnu
brúkast at byggja út fyri.
– At gjalda skuld og at
byggja út eru tvey mál, sum
vísa hvønn sín veg. At
gjalda skuld er gott, tí taå
sparir okkum rentuútreiðsl-
ur og tað ger okkum sjálv-
sagt betri fyri.
– Men hinvegin er ikki
peningatrot í landinum, so
tað er ikki neyðugt at selja
nakað sum helst fyri at
byggja meiri út. Er ætlanin
at byggja meiri út, er bara
at gera tað. Men orsøkin til,
at vit halda aftur, er ikki
peningatrot, men tí at tað er
ikki ráðiligt at brúka meiri
pening fyri ikki at seta enn
meiri ferð á búskapin.
– Annars er málið um at
selja Húsalánsgrunnin ikki
viðgjørt í samgonguni og
tað kunnu verða ymsar
meiningar um tað, sigur
Karsten Hansen.
– Eitt hugskot, sum hevur
verið frammi, hevur verið
at umskipa grunnin, so at
hann í minni mun skal vera
við í vanligari sethúsafígg-
ing, men at hann afturfyri í
størri mun skal hjálpa til at
fíggja serligar byggingar og
tað er alt spurningar, sum
eiga at viðgerast.
Helst verður tað
estlendska ferjan St.
Ola, sum fer at
avloysa Smyril, tá ið
hann fer í dokk í
vetur
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Strandferðslan hevur nú
funnið eitt skip, sum tey
halda er væl hóskandi at
leiga til at loysa Smyril av,
tá ið hann fer í dokk í vetur.
Talan er um ferjuna St. Ola,
sum eitt reiðarí í Estlandi
júst hevur keypt frá P & O í
Skotlandi.
Reidar Nónfjall sigur, at
Strandferðslan hevur havt
fleiri skip í kikarunum,
men teir eru nú fyribils
komnir til tað niðurstøðu,
at hetta skipið lýkur tær
treytir, sum Strandferðslan
setir til ferð, sjódygd,
kapasitet og annað.
Í næstu viku fara umboð
fyri
Strandferðsluna
at
kanna skipið nærri, áðrenn
endalig avgerð verður tikin.
St. Ola er bygt í 1971 og
Reidar Nónfjall sigur, at
hon er á áleið sama støði,
sum Smyril er.
Hon siglur 16 míl, hon
tekur 120 bilar og 500 fólk,
hon er góðar 86 metrar long
og góðar 16 metrar breið,
so munurin ímillum hana
og Smyril er ikki stórur.
Og so hevur hon eisini
stabilisatorar, men hon hev-
ur ongar koyggjur.
Hon hevur verið skrásett
í Aberdeen og hevur siglt
ímillum
Screabster
og
Stromness á Orknoyggjum.
Reidar Nónfjall sigur, at
verður ferjan góðkend,
verður farið at vita, um tað
ber til at fáa semju við
reiðaríið um ferjuna.
– Í stórum eru samd við
reiðaran um prísin, men
smálutirnar fara vit ikki í
holt við, fyrrenn vit hava
góðkent ferjuna og vita ná-
greiniliga, at hetta er ferj-
an, vit vilja hava.
Tað, sum liggur í kortun-
um, er, at Smyril skal í
dokk eftir nýggjár og eitt,
sum greiða má fáast á, er,
um tað ber til at fáa ætlan-
irnar hjá Strandferðsluni at
ganga upp við ætlanirnar
hjá reiðarunum við ferjuni,
tí hann hevur eisini aðrar
møguleikar at leiga hana.
Stjórin á Strandferslan
sigur, at miðjað verður eftir
at leiga ferjuna í einar 10-
11 vikur.
Arbeiðið
at
umvæla
Smyril tekur fýra- fimm
vikur. Men ætlanin er at
gera annað dokkarbeiði í
sama viðfangi, nú hann
stendur uppi kortini, so
væntandi fer Smyril at
verða í dokk í einar átta
vikur.
– Men Dúgvan skal eisini
til eftirlit og vit lúra upp á
at fáa tvey fyri eitt og at
leiga St. Ola so leingi, at vit
eisini hava eitt avloysara-
skip í tær tvær, tríggjar
vikurnar tað tekur at gera
arbeiði á Dúgvuna, so at
vit sleppa undan at leiga
fleiri ferjir.
At blokkurin er skerdur
fær onga ávirkan á fíggjarlógina
Orsøkin til, at vit ikki brúka meir, er tí, at tað er ikki ráðiligt at
brúka meir. Tað er ikki tí, at vit ikki hava peningin til tað, sigur
Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Fara at hyggja eftir skipi at avloysa Smyril
Hetta verður helst ferjan, sum skal avloysa Smyril, tá ið hann
fer í dokk í vetur. Strandferðslan ætlar at fáa Dúgvuna til eftirlit
í sama viðfangi, so tey sleppa undan at leiga fleiri avloysaraskip
www.tele.fo/cards
C
M
Y
K
5
4