Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 179 - 19. september 2002 Nr. 179 - 19. september 2002 7 Heimfelagsskapur hvalaveiðimanna fer í komandi viku at halda ársfund í Norðurlandahúsinum HVALAFUNDUR Edvard Joensen Komandi vikuskifti fer Heimsráð Hvalaveiði- manna at halda fund í Før- oyum. Fundurin verður í Norðurlandahúsinum hós- dagin og fríggjadagin í næstu viku. Evnið, sum viðgjørt fer at verða á fundinum, er hvalaveiða í framtíðini. Tað eru nevniliga ikki bara føroyingar, sum veiða hval, hóast vit kanska kenna tað sum, at so er. Luttakararnir á fundinum verða umleið 70 í tali, og teir koma víðan úr heimi. Bæði úr USA og Kanada koma luttakarar, eins og úr Japan, Ný Sælandi og Karibisku londunum. Sjál- vandi eru eisini íslendingar, grønlendingar norðmenn við, verður sagt í tíðinda- skrivi frá Grindamannafel- agnum, sum sent er um dagarnar. Grindamannafelagið sig- ur í tíðindaskrivinum um Heimsráð Hvalaveiði- manna, at talan er um al- tjóða felagsskap, ið hevur sum endamál at virka fyri og verja rættin hjá limunum til mentunarliga, samfel- agsliga og búskaparliga menning, sum er grundað á framhaldandi burðadygga gagnnýtslu av tí tilfeingi, sum í havinum er. Ein slíkur fundur er at meta við ein altjóða pall, har allir luttakararnir kunnu bera fram síni sjónarmið, sum eisini fer at verða gjørt, vænta fyrireikararnir. Málini, sum sett verða á skránna, fara at snúgva seg um burðardygga nýtslu av havsins súgdjórum, hvali og kópi. Fundarluttakararn- ir fáa so høvi at siga sína hugsan og greiða frá sínum royndum og sjónarmiðum, eins og eisini verður lagt upp til kjak luttakaranna millum um evni, sum mett vera at hava felags áhuga og týdning. Eisini á matskránni, sum hoyrir stevnuni til, verður hvalurin at finna. Vertirnir í Føroyum, Grindamannafel- agið, hevur skipað so fyri, at kokkar ymsastaðni úr heiminum fara at matgera við slíkum, sum av hvali er. Tilgjørt á ymsan hátt eftir sum tað kemur frá. Tað verða kokkarnir á Hotel Hafnia, Guðmundur Guðmundsson og Kristvin Jacobsen, sum fara at sam- skipa hesa matskránna. Altjóða hvalaveiðifundur í Havn Hvalur og hvalaveiða verða viðgjørd á altjóða hvalaveiðifundi í Norðurlandahúsinum í næstu viku Um mánaðarskifti fór SvF so smátt undir vetrarskránna tá undirhaldssendingar nar SATSA og Borð um borð komu á skánna. Mánadagin fer vetrarskráin veru- liga av bakkastokki SJÓNVARP Ingrid Bjarnastein Umleggingar av tilfarinum í SvF verða veruliga settar í verk mánadagin. Føroysku sendingarnar, sum verða at síggja í vetur koma á skránna, og meira verður til børnini enn áðrenn. Vikudagar sleppa børnini framat longu klokkan 18.00 ístaðin fyri klokkan 18.30 sum áðrenn. Nú verður til- far til børnini í ein heilan tíma. Sendingar til ung- dómin, sum hava verið víst- ar mikudagar, verða nú fluttar til leygardag seinna- part. Mikukvøldið verður tí merkt av lættari undirhladi og dokumentarsendingun- um, m.a úr savninum. Endursendingar – SvF ásannar, eins og støðirnar í londunum rund- an um okkum, at um tú vilt hava tínar egnu sendingar sæddar, so er ikki nóg mikið at senda tær bara einaferð ella tvær. DR endursendir onkrar send- ingar upp í seks til sjey ferðir og BBC hevur eisini tað fyri, at endursenda eina sending upp til 20 ferð í eini viku, sigur SvF í tíð- indaskrivi. Føroyski hyggjarin fjakk- ar nógv millum ymsu rás- irnar, og fyri at geva øllum møguleikan at síggja send- ingarnar nógv orka er løgd í at gera, er neyðugt at senda sendingarnar fleiri ferðir. Tí verða allar undir- halds- og mentanarsending- ar endursendar tvær ferðir í vetur. Einaferð seint um kvøldið ella í um viku- skiftið og so einaferð aftur- at tíðliga um kvøldið. Aktu- ellar sendingar verða end- ursendar einaferð, oftast dagin eftir, tær hava verið sendar fyrstu ferð. SvF, sum fyri stuttum legði 4. dag og viku tíð- indasendingina á skránna, fer at halda fram á henda hátt í vetur. Afturat hesum verða aktuellar sendingar hvørt mánakvøld, týskvøld og hóskvøld í vetur. Tær verða Breddin, Kjakið og Fokus. Breddin verður føst sending eftir Dag og Viku mánakvøld. Breddin er at síggja sum ein journalistisk sending, har djúpari verður farið inn í málini enn vanligt. Evni verða tikin fram, sum krevja meira viðgerð enn møguligt er at gera til eina tíðindasending. Í Breddan- um verður pláss fyri bak- grund, reportasju, gestum og samandráttum. Annað hvørt týskvøld eftir Dag og viku verður Kjakið á skránni. Har verð- ur høvi at hoyra sjónvarmið frá fleiri pørtum í senn. Eisini er ætlainin, at luttak- arnir kunnu grundgeva meiri gjølla fyri sínum sjónarmiðum. Kjakið verð- ur merkt av politiskum spurningum, men pláss verður eisini fyri øðrum evnum. Millum tveir og fýra luttakarar verða við hvørja fer, saman við vert- inum Øssur Winthereig. Tá Kjakið ikki er á skránni verður Fokus eftir Dag og Viku. Tá verður ein samrøða við ein persón, sum er knýttur at teimum hendingum, sum eru frammi júst tá. Grannar Okkara verða nú á skránni eftir Dag og viku hóskvøld. Undirhald og barnasendingar Heilt inn til mars komandi ár verður SATSA á skránni hvørt leygarkvøld. Fyrst eru 26 innleiðandi umfør, síðani tríggjar triðingsfin- alur og endað verður við eini stórari finalu, har sig- ursharrin fer avstað við 50.000 krónum. Umframt SATSA eru framleiddar 14 sendingar afturat av Borð um borð, so henda undirhaldssendingin verður á skránni til desem- ber mánaða. Ein nýggj fiktiónsrøð er gjørd til børn. Serlingar, sum nýggja sendingin kall- ast er á skránni hvørt fríggjakvøld. Regin D. Patursson er maðurin aftan- fyri hugskot og handrit, og Hans Petur Hansen hevur staðið handan filmstólið. Eisini verður røðin ! á skránni, sum Vár Bergham- ar Jacobsen skipar fyri. Hon ger samrøður við børn um ymisk evni, og í hvørj- ari sending kemur eisini eitt idol hjá børnunum at vitja. Jólasendingarnar eru longu umhugsaðar, og tær verða í ár framleiddar í samstarvi við Útvarp Før- oya. Tað verða Vár Berg- hamar Jacobsen, Páll Dani- elsen, Katrin Nolsøe Joen- sen og Kári Sólstein, sum fara at gera jólasendingarn- ar í ár. – Kokkasendingarnar koma aftur í nýggjum líki. Talan verður um stytri sendingar, sum savna seg um ein rætt, og har meira verður gjørt burturúr eitt nú, hvaðani rávørurnar koma. Vertirnir verða tveir: Guðmundur Guðmundson og Kristvin Jacobsen. 20 sendingar verða framleidd- ar og tær verða sendar fríggjakvøld ímillum Dag og viku og Gekkin, sigur SvF í tíðindskrivi. Undan væðingini er ein nýggjur táttur hjá SvF. Sendingarnar eru her gaml- ar sendingar úr savninum, sum verða vísar í síni heild. Malan Johannesen verður vertur í sendingunum, og hon fer at greiða frá og innleiðir í hvørjari sending við bakgrundini til send- ingina. Undan væðingini verður hvørt mikukvøld í vetur. Fjølbroytt vetrarskrá í SvF SvF fer nú at seta vetrarskránna í gongd. Á skránni verður nógv fjølbroytt Uppboðssølan havt ómetaliga stóran týdning Olaf Olsen sigur, at uppboðssølan hevur havt við sær, at marknaðarprísurin hevur sligið ígjøgnum til skipini, og hetta er í sjálvum sær ein stór broyting. - Uppboðssølan hevur eisini viðvirkað til, at dygdin á fiskin- um er vorðin betur, og hugburðurin er broyttur, sigur nevnd- arformaðurin í Fiska- marknaði Føroya. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Saman við Jógvani I. Ol- sen, Páll Gregersen og øðr- um góðum monnum, var Olaf Olsen ein teirra, sum gekk á odda til stovnan av Fiskamarknaði Føroya, sum týsdagin hevði 10 ár á baki. Tað vóru minni enn so øll sum trúðu, at hugskotið við eini ella fleiri uppboðs- sølum í Føroyum var nakað gott hugskot. – Eg vil siga, at tað vóru fáir, sum høvdu mót um, at hetta fór at bera til, bæði fíggjarliga og á annan hátt. Tað var eisini tungt tey fyrstu 3-4 árini, og rakstrar- úrslitið javnvigaði á eini knívsegg, ásannar sigur Olaf Olsen, nevndarfor- maður í Fiskamarknaði Føroya, sum saman við fýra øðrum privatpersónum eis- ini setti nakrar krónur í fel- agið. Í dag, 10 ár seinni, gong- ur hampiliga væl hjá Fiska- marknaðinum. Olaf sigur, at nú er fastari undir fótum, men í slíkum arbeiði verður ongantíð komið á mál. – Ein hugburðsbroyting er komin so við og við, og eg vóni, at Fiskamarknaður Føroya er komin fyri at vera, sigur hann. Onkuntíð verður tosað um fleiri uppboðssølur, t.d. eina í Klaksvík, eina í Vági og eina í Sørvági, men tað rætta er, at vit hava bara eina uppboðssølu í Føroy- um, og hon er á Toftum. Hitt eru landingarmiðstøð- ir, sum virka í tøttum sam- starvi við skrivstovuna á Toftum. Veldugan týdning Olaf Olsen sigur, at Fiska- marknaður Føroya hevur havt ómetaliga stóran týdn- ing fyri føroyska fiski- vinnu. – Uppboðssølan hevur fullkomiliga broytt mynstr- ið í samband við sølu og keyp av fiski, og einki iva- mál er um, hvønn týdning hetta hevur havt. Við upp- boðssøluni kundu skip og bátar selja fiskin í smáum – og ikki sum fyrr, har virkini eisini noyddust at keypa tey fiskasløg, sum tey ikki vildu hava og sum meira vóru til fortreð enn nakað annað. Olaf vísir á, at tá ið upp- boðssølan kom, kundu skipini selja t.d. havtasku og hvíting til teirra, sum vildu hava hesi fiskasløg og kundu geva meira fyri tey. – Soleiðis øktist prísurin á ymiskum fiskasløgum, sum lítið fekst av, 2-5 ferðir og havtaskan, sum virkir áður lótu 3, 4 ella 5 krónur fyri, verður nú seld fyri 20- 30 krónur fyri kg. Nýggja skipanin gjørdi, at virkir kundu leggja seg eftir ávísum fiskasløgum og keypa hesi burtur úr eini stórari last av fiski. Marknaðarprísurin sligið ígjøgnum Olaf sigur, at uppboðssølan hevur havt við sær, at marknaðarprísurin hevur sligið ígjøgnum til skipini, og hetta er í sjálvum sær ein stór broyting. – Uppboðssølan hevur eisini viðvirkað til, at dygd- in á fiskinum er vorðin bet- ur, og hugburðurin í hesum sambandi er broyttur, sigur nevndarformaðurin í Fiska- marknaði Føroya, Olaf Olsen. Heilsufrøðiliga Starvs- stovan hevur sett krav fram um, at landingarmiðstøðir skulu hava móttøkuhøli við køling, men enn er langt á mál. Á Fiskamarknaði Føroya arbeiða tey við at fáa hesi viðuskifti uppá pláss. - Uppboðssølan hevur full- komiliga broytt mynstrið í samband við sølu og keyp av fiski, og einki ivamál er um, hvønn týdning hetta hevur havt, sigur Olaf Olsen, nevndarformaður. Mynd: Edvard Joensen Nýggju trolararnir hjá Beta ein mánaða seinkaðir – Sambært sáttmálan- um skuldu vit yvir- taka skipini, 27. sep- tember, men nú verð- ur tað ikki fyrr enn síðst í oktober, sigur Olaf Olsen, reiðari. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nýggju trolararnir, sum P/F Beta letur byggja á Astiller- os M. Cies í Vigo í Spaniu, vórðu flotaðir ávikavist 21. og 26. august. Skipini hava bygningsnummar 111 og 112. Í Vigo eru einar 8-10 skipasmiðjur, og av hesum er M. Cies ikki ein av teim- um stóru og heldur ikki ein av teimum gomlu. Skipasmiðjan hevur júst leverað ein nýbygning til eitt felag í Spaniu, og áðr- enn hesin varð latin, hevði M. Cies saman við báðum skipunum hjá Beta fimm skip í gerð samstundis. Seinkaðir Olaf Olsen, reiðari, sigur, at arbeiði við skipunum hevur gingið hampiliga væl, men nú tað líður ímóti endanum, er greitt, at trolararnir verða seinkaðir ein mánaða ella so. - Sambært sáttmálanum skuldi yvirtøkan verða, 27. september, men nú verður hon ikki fyrr enn síðst í oktober. Reiðarin sigur, at skipa- smiðjan hevur havt nógv at gera, og orsøkin til seink- ingina er, at heldur lítil ar- beiðsorka hevur verið tøk okkurt skifti til føroysku trolararnar. Nú skipini vórðu flotaði fyri einum mánaði síðan, vóru skrokkarnir málaðir upp til lúnningina, men brúgv, gálgar og mastrar vóru ómálað. Á dekkinum vóru spølini ikki komin upp at standa, tí dekkið skuldi fyrst sand- blásast. Tá ið Sosialurin tosaði við Olaf mikumorgunin, visti hann, at tríggir mans frá maskinverkstaðnum, FJM í Runavík, vóru farnir til Spaniu at seta arbeiðs- dekkið upp. - Hetta eru pavnar, kryvjilinja, flutningsbond og annað til dekkið og lastina, sigur hann. Eingi nøvn og skiparar Olaf Olsen vil enn ikki siga, hvussu nýggju skipini fara at eita; tí eru nøvnini framvegis bara bygningsnr. 111 og 112. Spurdur, hvørjir skiparar fara niður til Spaniu eftir trolarunum, sigur Olaf, at hann vil ikki tosa alment um nøvn enn. Sosialurin ivast tó ikki í, at bæði nøvnini á skipunum og nøvnini á skiparunum eru komin uppá pláss, men eingin orsøk er hjá reiðar- ínum at avdúka hesi, fyrr enn tíðin er komin. Myndirnar eru tiknar, tá ið nýggju trolararnir hjá Beta vórðu flotaðir í Vigo, 21. og 26. august. C M Y K 7 6