hósdagur 19. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 179 - 19. september 2002
Nr. 179 - 19. september 2002
9
Ferðslulógin er ikki
nóg góð og tí verður í
løtuni arbeitt við at
gera eina heilt nýggja
lóg, sigur Bjarni
Djurholm, lands-
stýrismaður. Millum
annað skal parturin
um treytaða frá-
døming av koyrikort-
inum, tá ein hevur
koyrt ov skjótt, end-
urskoðast.
FERÐSLA
Jón Brian Hvidtfeldt
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
metir ikki, at ferðslulógin
virkar nóg væl. Eitt dømi
um hetta eru ferðamáting-
arnar hjá Landsverkfrøð-
inginum, sum vísa, at tveir
av trimum bilum í Streym-
oynni koyra skjótari enn 80
km/t á landsvegi, og at ann-
ar hvør bilur í Eysturoynni
ger tað sama.
Landsstýrismaðurin
heldur tvær orsøkir vera til
at fólk koyra ov skjótt. Fyri
tað fyrsta verður ferðslu-
lógin av mongum mett at
vera meira rúmlig enn
gamla lógin, serliga áset-
ingarnar um treytaða frá-
døming av koyrikortinum,
tá koyrt verður ov skjótt.
Harumframt
avspeglar
ferðin
á
búskapinum,
hvussu fólk koyra, og tá tað
gongur væl í samfelagnum,
keypa fólk nýggjar bilar, alt
skal ganga skjótt og ferðin
handan rórið økist eisini,
vísir Bjarni Djurholm á.
Nýggja ferðslulóg
Bjarni Djurholm metir ikki,
at ferðslulógin, við teimum
broytingum sum komu í
gildi 1.juli 2000, er nóg
góð. Tí verður í Vinnumála-
ráðnum arbeitt við at
smíðja eina heilt nýggja
ferðslulóg, sum eftir ætlan
skal vera liðug um eitt ár
ella so. Ein arbeiðsbólkur
við fakfólki er settur og
eisini er ein fulltrúi í
Vinnumálaráðnum settur at
taka sær av arbeiðinum
burturav.
Ein broyting, sum lands-
stýrismaðurin kundið hugs-
að sær at fingið við í
nýggju lógina, er at mest
loyvda ferð á landsvegi og
bygdum øki ikki verður
ávíkavist 80 km/t og 50
km/t allastaðni, men at atlit
verða tikin at umstøðunum,
so t.d. verður loyvt at koyra
90 km/t á summum økjum,
meðan mest loyvda ferð
verður lægri aðrastaðni.
– Í dag eru vegirnir so
góðir, at væl hevði borið til
at koyrt 90 km/t á summum
strekkjum á landsvegnum,
og eisini eru summir vegir,
t.d. í høvuðsstaðnum, so
góðir, at hámarksferðin
kundi verið 60 km/t. Har-
afturímóti er væl hugsandi,
at ferðin átti at verið lægri á
øðrum strekkjum, bæði á
landsvegi og í bygdum øki,
sigur Bjarni Djurholm.
Hóast landsstýrismaðurin
longu við galdandi lóg hev-
ur heimild at áseta eina
hægri hámarksferð enn tær,
sum eru galdandi í dag,
hevur Bjarni Djurholm ikki
hug at gera broytingar bein-
an vegin. Hann vísir á, at
fyrst skulu metingar gerast
av, hvar ferðin møguliga
kann setast upp, og í sama
viðfangi skal eisini hyggj-
ast at, hvar mest loyvda
ferð møguliga eigur at
lækkast. Landsstýrismaður-
in kundi ímynda sær, at
mest loyvda ferð á ymsum
strekkjum fyrst varð broytt
í eini royndartíð, møguliga
næsta summar. Men at hava
ymiskar (differentieraðar)
hámarksferðir er avgjørt
nakað, sum verður tikið við
í eini nýggjari ferðslulóg,
sigur Bjarni Djurholm.
– Høvuðsendamálið við
at gera eina nýggja ferðslu-
lóg er at økja um ferðslu-
trygdina, so vit avmarka
talið av skaddum og deyð-
um í ferðsluni so nógv sum
gjørligt. Eisini er neyðugt
at vit fáa eina lóg, sum er
sambærlig við ferðslulógir-
nar í okkara grannalondum,
sigur Bjarni Djurholm og
vísir á, at galdandi ferðslu-
lóg er ein gomul lóg, einans
við nøkrum broytingum og
dagføringum.
Treytaða frádømingin
endurskoðast
Bjarni Djurholm kundi
hugsað sær, at parturin um
treytaða
frádøming
av
koyrikorti, tá ein hevur
koyrt ov skjótt, verður
herdur. Eftir galdandi lóg
missir ein persónur koyri-
kortið treytað í trý ár, koyrir
viðkomandi meira ein 30
km/t skjótari enn hámarks-
ferðina, umframt at hann
ella hon skal upp til nýggja
koyriroynd. Hetta er gald-
andi, óansæð hvussu nógv
ov skjótt viðkomandi koyr-
ir.
Men hetta eigur, sambært
Bjarna Djurholm, at broyt-
ast, so tað ikki er líka mik-
ið, hvørt ein koyrir 31 ella
kanska 71 km/t ov skjótt.
Hann kundi ímynda sær ein
leist, sum liggur onkustaðni
ímillum ta gomlu lógina,
har ein misti koyrikortið
beinanvegin, og verandi
lóg. Tað vil siga, at lógin
varð herd, so at tey sum
koyra alt ov skjótt, missa
koyrikortið
beinanvegin,
meðan tey, sum koyra eitt
sindur ov skjótt, sleppa við
treytaðari frádøming og
nýggjari koyriroynd. Hvar
markið skal ganga, dugur
hann ikki at siga í dag.
– Hetta eru alt spurning-
ar, sum arbeitt verður við í
samband
við
nýggju
ferðslulógina, og tí er ov
tíðliga at siga, hvat úrslitið
verður, sigur Bjarni Djur-
holm. Hann væntar, at ein
nýggj ferðslulóg er klár at
leggja fyri løgtingið um eitt
ár ella so.
Spurningurin um treytaða
frádøming av koyrikortinum
skal takast upp av nýggjum,
sigur Bjarni Djurholm, sum
eisini kundi hugsað sær, at
hámarksferðin varð broytt á
summum strekkjum.
Ferðslulógin endurskoðast
Bjarni Djurholm er farin í
holt við at gera eina heilt
nýggja ferðlsulóg. Galdandi
lóg er á fleiri økjum ikki nóg
góð, heldur
landsstýrismaðurin sum
væntar, at ein nýggj lóg er
liðug um eitt ár ella so.
Eftir umfatandi um-
vælingar letur Klaks-
víkar Klubbi nú upp-
aftur. Leygardagin
verður móttøka í ný-
umvældu hølunum.
Jan Gardar, sum skal
samskipa dansitiltøk
og annað sigur, at í
fyrstu atløgu fara tey
at leggja seg eftir at
hava opið hóskvøld til
sunnukvøld
UMVÆLING
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Tað fyrsta ein hugsar, tá ein
kemur inn í dansihølið í
neðra í Klaksvíkar Klubba
er, at hetta ikki kunnu verða
somu høli, sum ein var inni
í fyri umleið tveimum mán-
aðum síðani.
Tá sóu hølini ikki gott út.
Tey vóru niðurslitin og lítið
tiltalandi hjá fólki at koma
inní. Ongin barr var tá, bert
eitt lítið skapilsi av eini
barr, sum var sett saman av
einum hálvveggi og nøkr-
um hvítum hillum. Haraftur
at var ongin pallur til ork-
estur ella plátuvendara.
Nú eru hølini hamskift.
Ein avbera flott, myrkt ma-
hogni barr er sett upp og
ein pallur er eisini gjørdur.
Framvið tí eina vegginum
stendur ein lang sofa við
lítlum rundum borðum
frammanfyri
og
stólar
eisini. Veggirnir eru málað-
ir myrkt reyðir og tey áður
so slitnu gólvini við einum
ótali av brennimerkjum eru
nú skift út við kirsuberja-
littar gólvplátur. Eisini eru
ljósviðurskiftini munandi
broytt. Tað sum áður var at
meta við lítlar køkslampur
uppi yvir borðunum eru nú
vorðin til smáar ”spottarar”
í loftinum. Nakað sum gev-
ur hølunum ein sera hugna-
ligan dám. Jú, sanniliga eru
dansihølini í Klaksvíkar
Klubba vorðin til eini av-
bera flott høli, har ein kann
hugna sær, um ein fer út
okkurt kvøldið.
Í erva eru broytingar eis-
ini framdar, men ikki so
umfatandi sum í neðra. Tað,
sum vanliga verða nevnt
Norðpólurin hevur fingið
nýggjar møblar og ein um-
gang av hart tiltrongdari
máling. Eisini hølið í erva,
har barrin er, hevur fingið
onkrar smávegis umvæl-
ingar, millum annað er
teppið, sum var har fyrr nú
eisini skift út við kirsju-
berjalittar plátur.
Áðrenn vóru pool- og
billiardborðini í neðra, men
tey eru so flutt upp á nú.
Strangari eftirlit
Sonhard Johannesen, for-
maður í Klaksvíkar Klubba
og Jan Gardar eru týðuliga
ernir av klubbanum, sum
hann sær út nú. Teir siga, at
teir eru sera spentir upp á at
lata uppaftur og síggja,
hvussu fólk fara at taka
undir við teimum tiltøkun-
um, sum koma at verða í
Klubbaum framyvir.
Sonhard
sigur,
at
eftirlitið nú verður munandi
strangari.
– Ja, tað kanst tú ætla, at
tað verður strangari. Nú eru
hølini blivin so flott og
sjálvandi ganga vit útfrá, at
fólk fara væl um, men fyri
tað verður strangt eftirlit
kortini. Ongin óhøviskur
atburður verður góðtikin.
Viðkomandi, sum ikki dug-
ir at uppføra seg, verður
stutt sagt tveittur á dyr, sig-
ur formaðurin avgjørdur á
málinum.
Tað verður Jan Gardar,
sum fer at samskipa tey til-
tøkini, sum skulu verða í
Klaksvíkar Klubba.
– Í fyrstu atløgu fara vit
at skipa fyri dansi fríggja-
kvøld og leygarkvøld. Og
so verður tað eisini opið
sunnudag, sjálvandi, greið-
ir Jan frá og leggur aftur at,
at hann umhugsar eisini at
fara at royna at gera hós-
kvøld til eitt kvøld, har fólk
kunnu støkka inn á gólvið
og hugna sær eina løtu.
Hann sigur eisini, at hann
umhugsar møguleikarnar
fyri at skipa fyri øðrum til-
tøkum eisini, men enn er
onki ítøkiligt á skránni.
Dansurin skal fíggja
Sonhard sigur, at tað eru
212 limir í Klaksvíkar
Klubba, sum gjalda árligt
limagjald. Men tað er ikki
tað, sum fíggjar klubban.
– Dansurin kemur at
fíggja
klubban,
greiðir
hann frá. Hann sigur, at
áðrenn farið var í holt við
umvælingarnar, var tað so,
at tað mól runt fíggjarliga,
men hann vónar, at tað nú
fer at verða betri undirtøka
millum fólk at koma í
klubban.
– Vit fóru undir hetta eftir
ynski frá limum og fólki
annars, sum komu her javn-
an, so gangast má út frá, at
undirtøkan fer at verða góð
nú hølini eru vorðin so
snøgg.
Bæði Sonhard og Jan
halda, at hetta er ein góð tíð
at lata uppaftur. Tí tey
myrku kvøldini fara at
koma aftur nú og summarið
er farið, so væntast kann, at
fólk fara at koma meiri út
aftur nú um vikuskiftini.
Sonhard vísir á, at henda
umvælingin eisini hevur
stóran týdning frameftir,
um hugsað verður um ætl-
aða
undirsjóvartunnilin
undir Leirvíksfjørð.
– Vit eru klárir til at taka
ímóti eysturoyingum, tá
undirsjóvartunnilin einaferð
er komin – um hann kemur.
Tað kann meiri enn so vera,
at tað eru fleiri eysturoy-
ingar, sum fara at koma
hendavegin eitt vikuskift-
iskvøld heldur enn at fara til
Havnar, heldur hann.
Jan Gardar kemur sum
sagt at verða hann, sum
skipar fyri, at tað verða
tiltøk at fara til í Klaksvíkar
Klubba framyvir. Hann
hevði
ábyrgdina
av
ungdómsdiskotekinum,
Lognbrá, í átta ár, tann tíð
tað var. Har er nú virksemi
byrjað aftur, men tað er ikki
Jan, sum nú tekur sær av tí.
Jan sigur, at tað kann ikki
samanlíknast at hava eitt
ungdómsdiskotek og so
klubban.
- Tað er stórur munur á
teimum báðum, men eg
síggi hetta sum eina stóra
og spennandi avbjóðing,
sigur hann.
Klaksvíkar Klubbi letur
sum sagt uppaftur leygar-
dagin. Tað verður móttøka
frá klokkan 17 fyri limum
og øllum teimum, sum á ein
ella annan hátt, hava verið
uppi í umvælingararbeiðin-
um. Frá klokkan 22 um
kvøldið verður so opið fyri
almenninginum.
Klaksvíkar Klubbi letur upp aftur leygardagin
Myndatekstur til Jan og
Sonhard: Bæði Jan Gardar
og Sonhard Johannesen vóna
og vænta, at nógv fólk fara at
koma í klubban, sum nú er
vorðin sera snøggur eftir
umvælingarnar
Turid Mørkøre, sum
ættað er úr Klaksvík,
vardi í seinastu viku
doktararitgerð um
alifisk á norskum
landbúnaðarháskúla
DOKTARARITGERÐ
Seinasta fríggjadag vardi
Turid Mørkøre, sum er
ættað úr Klaksvík, dokt-
araritgerð við landbúnað-
arháskúlan í Ås í Noreg.
Heitið á ritgerðini var
»Fettinnhold og produkt-
utbytte i laksefisk«. Rit-
gerðin er grundað á kann-
ing, Turid Mørkøre hevur
gjørt av millum øðrum
føroykum alifiski.
Mett verður, at kanning-
arnar, sum doktararitgerð-
in er grundað á, kunnu
fara at fáa stóran týdning
fyri alivinnuna yvirhøvur.
Turid Mørkøre, er 37 ára
gomul. Hon las lívfrøði
við Århus Universitet,
men tók í 1995 kandidat-
útbúgving við landbúnað-
arháskúlan í Ås í Noreg,
har evni hennara var hús-
djór og alivinna.
Turid Mørkøre hevur
arbeitt við Akvaforsk í Ås
og millum annað skrivað
bók um fóðurlæru. Hon
hevur luttikið í fleiri norð-
urlendskum og europeisk-
um verkætlanum í sam-
starvi við ymsar gransk-
ingarstovnar.
ej
Føroyskur fiskadoktari
í Noreg
C
M
Y
K
9
8