Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 179 - 19. september 2002 Nr. 179 - 19. september 2002 11 Eitt mál sum hetta við siðsemisnevndini er egnað at fáa alt upp á gos. Tað er als eingin ivi um, at trivnaðarráðharrin er lopin framav. Tað er eingin ivi um, at hann hevur valt nevndarlimir eftir teirra áskoðan fram um teirra fakligu førleikar. Hervið skal als einki ilt verða sagt um hesi fólk annars, lat tað vera púra greitt. Henda hending eigur at føra til umhugsan, og er í hesum sambandi nevnt, at vit eiga at hava eina nevnd afturat. Vit skulu hava eitt etiskt ráð. Tað er eitt gott hugskot, men hugskotið eigur ikki at verða nýtt til at fjala út yvir maktmisbrúk hjá landsstýris- manninum. Etiska ráðið eigur ikki at vera valt av einum einstøkum landsstýrismanni, men eigur at vera valt av ein- um breiðum skara. Annars er málið um siðsemisnevndina avdúkandi fyri dupultmoralin í Tjóðveldisflokkinum. Tá formaðurin í Sosialinum mikudagin verður konfronteraður við óskilið, so hevur hann ongar viðmerkingar. Hann viðger ikki sam- gongumál alment! Hann viðger ikki innanfloksmál al- ment! Her er vent í holuni. Her eru nýggir tónar! Tað var tann tíð tá formaður Tjóðveldisflokksins gjørdi viðmerk- ingar til alt og øll uttan mun til, hvat slag av máli tað var. Men tá helt hann seg eisini hava fyrimunin av tí. Tá Signar á Brúnni skuldi fáast burtur frá politiskari ávirkan, so at tann harðmælti skiparin av Glyvrum kundi sleppa framat at gerast mentamaálráðharri, var alt endavent alment. Vit vilja hava reinføri, har Tjóðveldisflokkurin er við. Har Tjóðveldisflokkuirn er við skulu bert sakligar avgerðir takast. Tjóðveldisflokkurin borgar fyri politiskum rein- føri! Nú er so nakað fráliðið, síðan formaðurin kommenteraði alt og øll. Tjóðveldisflokkuirn er farin í samgongu við ein tann svartasta afturhaldsflokk, ið nakrantíð hevur virkað í Føroyum – hevur latið einum flokki umboðandi ein evarska lítlan minniluta av fólkinum verða 17. mannin í samgonguni! Latið honum upp í hendi nakað so týdning- armikið sum familju- og trivnaðarmál. Tjóðveldisflokk- urin hevur givið Miðflokkinum frítt spæl til at hóreiggja sær og til at spjaða sín boðskap! Tá so ráðharrin hjá Mið- flokkinum fellur í freistingar og mannar Siðsemisnevnd- ina við sínum politisku javnlíkum, hevur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum ongar viðmerkingar. Hví? kann verða spurt. Er tað tí hetta er so pínligt, at hann stendur seg best við at tiga? Er tað tí, at hann heldur hetta ikki vera Tjóðveldisflokkinum viðkomandi? Ella er hetta enn eitt dømi um ta opportunismu, sum hevur eyðkent Tjóð- veldisflokkin, síðan viðhaldsfólkið hjá formanninum tók valdið í flokkinum? Kanska spyrja vit ov nær! Kanska gera vit formanninum órætt. Kanska veit hann bara ikki síni livandi ráð. Kanska er einki svar uttan hetta, at alt politiska virksemi Tjóðveldisflokksins síðan vánaliga val floksins fyrr í ár snýr seg um at varðveita maktina og at halda Javnaðarflokkin uttan fyri politisku maktina. Sama ger, hvør orsøkin til tøgn formansins er. Hann hevur ivaleyst skilt, at hann stendur seg best við at tiga og vit kunnu bert minna hann á, at hann, ið tegir, hann sam- tykkir. Í hesum føri samtykkir hann í ódámliga og ódemokratiska leiki Miðfloksins á politiska leikpallinum. Hvat restin av Tjóðveldisflokkinum og floksins baklandi sigur til hesa tøgn kundi verið áhugavert at hoyrt. DAGSINS MEINING Sosialurin Siðsemi og dupultmoralur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Niels Pauli Danielsen Hans Eiler Hammer í Klakksvík, hin 17. septembur 2002 Undirritaðu sóknarprestar í Klakksvík loyva sær hervið at harmast ta ljótu og sera ósømiligu viðferð, sum bæði løgtingskvinna, granskingarráðsformaður og ikki minst bløðini, Dimmalætting og Sosialur- in, í oddagreinum sínum geva einum av sóknarbørn- um okkara. Anne-Lena Midjord Olofson, lektari, hevur einki annað gjørt enn at sagt ja til eina áheitan um at vera skotin upp sum limur í vísindaligu siðsemisnevnd- ini. Hon er væl lærd, hevur drúgvar royndir og dugir sera væl at arbeiða við sið- semiligum spurningum, sum nógv dømi eru um, og duga vit satt at siga ikki at koma í hug um nakran, sum skuldi verið betur skikkað enn hon til nevndararbeiðið í eini vísindaligari siðsem- isnevnd. Lagt verður eftir Onnu- Lenu fyri trúarlív hennara. Hon gongur regluliga í kirkju her hjá okkum og til altars, men verður hon í oddagrein í Dimmalætting (13.09.02) nærmast skírd »non grata«, t.e. ikki ynskt- ur persónur í fólkakirkjuni saman við manni sínum, og í oddagrein í Sosialinum (13.09.02) beinleiðis søgd at vera uttan fyri fólkakirkj- una. Vit øtast, hvussu løg- tingsfólk, bløð og almenn umboð fara við henni og hinum og spyrja, hvat ið hetta er fyri nakað. Hvat er hetta fyri samfelag, vit byggja. Og hvat er tað fyri ein kirkja, tit hugsa um??? Skal tað koma so langt, at fólk, sum kannska ikki síggjast í kirkjuni annað enn til Ólavsvøkuguðstæn- astuna og aðrar hátíðir, fara at jagstra og blaka tey út úr fólkakirkjuni, sum hava eitt guðslív og koma har reglu- liga, bæði í kirkju og til alt- ars? Heldur átti t.d. Dimma- lætting at kravt av sínum oddagreinskrivarum, at hesi vita um tað, sum tey halda seg til at skriva um, sum t.d. oddagreinskrivarin 05.09.02, ið skrivar, at bygging og varðveiting av kirkjugørðum eigur ikki at vera ein uppgáva hjá kirkjuliðnum einsamalt. Tað er rætt, at kirkjugarð- arnir í Danmørk hoyra undir fólkakirkjuna, men í Føroyum hoyrir bygging og varðveiting av kirkjugørð- um undir kommununa á staðnum, sum ber allar út- reiðslurnar. Hetta kundi oddagreinskrivarin fingið at vita, um hann ella hon frammanundan spurdi seg fyri um tað, ætlanin var at skriva um. Jógvan Arge Býráðslimur í Havn fyri tjóðveldisflokkin Tað er bara heilt fáum per- sónsmenskum beskorið at leggja grundina undir eina politiska læru. Borgarstjórin í Havn er eftir øllum at døma ein av hesum úrmælingum. Hann vil vera við, at stórur munur er á at vera í minni- luta og at vera í andstøðu, og hann gremur seg um, at minnilutin í Tórshavnar Býráð virkar sum andstøða. Læran hjá Jan Christian- sen tykist vera, at teir flokkar, sum verða settir uttanfyri eina meiriluta- samgongu, skula ikki vera ímóti politikkinum hjá meirilutanum. Teir skula helst slúka alt tað, sum samgongan kastar fyri teir. Hesi læru kann eg ikki taka undir við. Rokni við, at vit eru í hvør sínum parti í býráðnum av teirri ein- føldu orsøk, at vit ikki eru á einum máli um høvuðs- heitini í politisku kósini. Borgarstjórin hevur sjálvur valt sínar sam- starvsfelagar. Hann skipaði sjálvur fyri at seta minni- lutan/andstøðuna uttanfyri samgonguna uttan orð ella boð, og vit høvdu ikki ávirkan á tann politiska setningin, sum samgongan setti sær fyri. Men kortini hava vit okk- ara hugsan um, hvussu mál av samfelagsligum týdningi eiga at verða loyst, og okk- ara hugsan samsvarar ikki altíð við hugsanina hjá samgonguni í býráðnum. Tað gera vit javnan vart við, og samstundis kenna vit tað sum okkara einføldu skyldu at rópa varskó, tá samgongan fer av leið. Hetta er orsøkin til, at borgarstjórin heldur seg hava fingið nakrar óarga- ungar inn í býráðið, sum ikki duga at virka eftir hansara heimagjørdu polit- isku læru. Hann hevur framvegis ikki skilt, at meiningin við fólkaræðinum eitt nú er, at ein heilur fólkavaldur stovnur skal ikki enda sum ein klubbi, har nógv verður dult og annað avgreitt í skýmaskotum – uttan at borgarnir vita av nøkrum. At enda svar upp á báðar spurningar hansara í bløð- unum. Vit høvdu onki ímóti at Bussleiðin varð boðin út. Vit hava onki ímóti, at tikið verður av lægstu tilboðum, men vit hava nógv ímóti, at Bussleiðin ikki verður víðkað til eitt gott flutn- ingstilboð. Tíðin krevur meiri koll- ektiva ferðslu, tí trýstið á umhvørvið, veganetið og parkeringsplássini er ov stórt og verður bara størri. Í býráðnum hildu vit onga grund vera til at dylja hesa hugsan – sjálvt um hon ikki hóvaði borgar- stjóranum og hansara sam- gongu. Borgarstjórin og andstøðan Ódámlig viðferð! VIÐMERKINGAR Siðseminevndin - ein persónlig viðmerking Jens Wang, Løgfrøð- ingur, Hoyvík Tað hevur verið sagt fleiri ferðir í fjølmiðlunum síðstu dagarnar, at undirritaði og hini trý nývaldu í siðsemi- nevndini, ikki vórðu vald vegna okkara fagliga før- leika, men út frá tí at lands- stýrismaðurin í heilsumál- um kennir okkara (anda- ligu) meiningar, og at hann tískil hevur valt sítt egna fólk. Fleiri persónar hava stigið alment fram og sagt, at vit bert eru vald tí okkara sjónamið eru ”víðgongd”, ”ikki hóvlig” o.l., og at vit vegna okkara samkomutil- hoyri og/ella kristnu trúgv ikki eru egnaði at umboða Føroya fólk í siðseminevnd- ini. Eg kenni ongan av hinum trimum nývaldu persónliga, og er hendan grein tískil bert skrivað vegna meg sjálvan. Fyrst vil eg siga, at tað hevur verið ótespiligt at verða vorðin politisk kasti- bløka í hesum málið. Tá eg varð spurdur, um eg vildi taka av einum nevndarsessi í siðseminevndini, visti eg ikki hvør annar var vorðin spurdur, og grunaði eg tí heldur ikki, at hetta málið fór at gerast slíkt stór mál. Síðani skal eg her afturvísa tveir pástandir, ið hava verið frammi: Fyrsti pástandur: Lands- stýrismaðurin í heilsumál- um hevur valt sítt egna fólk í siðseminevndina! Sjálvur havi eg aldrig hitt ella tosa við landsstýris- mannin í heilsumálum. Ikki eina einastu ferð. Av somu orsøk veit eg heldur ikki, hvørjar hugsanir hann hev- ur um siðsemi og siðsemi- nevndina. Tað er jú siðsemi og siðseminevndina málið snýr seg um - ella hvussu? Eg havi aldrig úttala meg alment um hetta evnið. Av somu orsøk kann landsstýrismaðurin ikki kenna mínar hugsanir á hesum øki. Eingin hevur heldur spurt meg um mína hugsan - heldur ikki fjøl- miðlarnir, Anita á Fríðriks- mørk, Eyðun Andreassen ella nakar annar. Politiskt valdi eg tjóðveldisflokkin við síðsta løgtingsval. Eg vil halda uppá, at Bill kennir ikki mínar meining- ar, annað enn tað, at eg gangi út frá, at hann veit av, at eg havi ein virknan leik- lut í brøðrasamkomuni. Hví verið eg so alíkavæl skýrd- ur at verða ”víðgongdur” v.m.? Er tað mín leiklutur í brøðrasamkomuni, ið er trupuleikin? Tað skal ikki verða nøkur loyna, at eg eri samdur í læruni hjá brøðra- samkomuni. Høvuðsboð- skapurin í hesi læru, er sum flestu føroyingum kunnugt, at ein hvør, ið trýr á Jesus skal verða frelstur (sí t.d. Jóhannesar evangelium 3:16). Júst hesin boðskapur er sambært Martin Luther grundarsteinurin undir hansara læru, og harvið eis- ini undir føroysku evangel- isku luthersku fólkakirkj- uni - ella hvussu? Um hetta er rætt, hvat er tað so, ið ger meg ”víðgongdan” og har- við diskvalifiserar meg? Vísandi til omanfyri- standandi haldi eg fyri mítt viðkomandi, at tað eru ikki saklig sjónarmið, sum liggja til grund, tá sagt verður, at landsstýrismað- urin hevur valt sítt egna fólk í siðseminevndina, og at hetta er orsøkin til, at eg eri vorðin valdur. Annar pástandur: Ný- valdu limirnir eru ikki fak- liga kvalifiseraðir at sita í siðseminevndini! Tvær útgávur hava verið frammi í fjølmiðlunum síðstu dagarnar av hesum pástandi. Fyrra útgávan helt uppá, at tá ein persónur er so ”víðgongdur”, sum vit fýra nývaldu er vorðin skýrd at verða, so vil ein seta forboð fyri gransking og í besta føri bert nýta egnu serstøku bíbliutulkingar, sum grundalag fyri støðutakan í siðseminevndini. Eg kann bert úttala meg fyri meg sjálvan og siga, at eg mær kunnugt einki havi ímóti gransking. Eg havi ongar ætlanir um at seta forboð fyri gransking í Føroyum - tvørturímóti! Eg eri ongantí fyrr vorðin ákærdur fyri at missnýta mína trúgv í samband við fakliga partin av mínum løgfrøðiliga ar- beiði. Tá eg so alíkavæl verði ákærdur fyri hetta, av fólkum, ið als ikki kenna meg, ger tað meg forvitnan at vita, um hesir persónar hava nýtt grundreglurnar fyri góðari gransking sum grundarlag, áðrenn teir komu til hesa niðurstøðu? Seinna útgávan helt uppá, at nývaldu limirnir eru ikki fakliga (vísindaliga) nóg væl kvalifiseraðir at sita í siðseminevndini. Føroyska siðseminevndin skal ar- beiða eftir kongelig An- ordning nr. 962 af 30. nov- ember 1999 om ikrafttræd- en for Færøerne af lov om et videnskabsetisk komité- system og behandling af biomedicinske forsknings- projekter. § 3, stk. 1, pkt. 1, er soljóðandi: ”Den fær- øske regionale komite be- står af mindst 7 medlemm- er, hvoraf 4 udpeges af Landsstyremanden og 3 ud- peges af den færøske læge- forening.” Tað er ikki óvan- ligt, at slíkar ásetingar eru tá nevndir skulu mannast. Tá eingi faklig krøv verða sett til teir 4 limirnar, ið landsstýrismaðurin velur, skyldast tað vanliga at lóg- gávuvaldið ynskir eina fak- liga og menniskjaliga breidd, ið ikki skal avmark- ast til fólk við ávísum út- bugvingum. Tí er bakarin í prinsippinum líka væl egn- aður sum arbeiðsmaðurin og fulltíðargranskarin líka væl egnaður sum banka- maðurin, at sita í slíkari nevnd. Í hesum føri fall valið so á ein lektara, eina leiðandi sjúkrasystir, ein fyristøðumann og á ein løg- frøðing. Teir 3 limirnir, ið læknafelagið velur, eru sum verða mann læknar og kunnu á tann hátt tryggja at fakspesifikki kunnleikin er til staðar í siðseminevndini. Vísandi til omanfyri- standandi haldi eg fyri mítt viðkomandi, at tað eru ikki saklig sjónarmið, sum liggja til grund, tá sagt verð- ur, at nývaldu limirnir eru ikki fakliga kvalifiseraðir at sita í siðseminevndini. Lat meg enda við at siga, at eg veit væl at høvuðs- spurningurin í hesum mál- ið, snýr seg um at fleiri halda, at valið hjá lands- stýrismanninum í heilsu- málum av nevndarlimum ikki umboðar Føroya fólk nóg breitt. Eg havi onga ávirkan havt á hetta val, og ætli mær ikki her at taka dagar ímillum, um hetta val var sakligt ella ikki. Tað stendur tó sjálvandi einum og hvørjum frít í boði, at siga sína hugsan um hetta val, og er tað gott fyri demokratii, at slíkir spurn- ingar verða havdir á lofti. Tað hevði tó verið ynski- ligt at tey fólk, ið úttala seg um slíka vísindaliga nevnd, sjálvi hildu seg til grund- reglurnar fyri vísindaligum arbeiði. Her hugsi eg um t.d. objektivitet, sakligheit, at eftirkanna síni ástøði, o.s.fr. Fordómar eru vanliga ikki við í amboðskassanum hjá einum granskara/vís- indamanni. Eg ynski ikki at gerast partur av einum longri blaðkaki. Tí verða ikki fleiri orð søgd alment frá mínari síðu í hesum málið. FRÍTÍÐARSTOVA Tíðindaskriv 1. august vóru 10 ár síðani Frítíðarstovan í KFUM í Havn byrjaði virksemi sítt. Hetta var fyrsta frítíðarstovan í Havnini, har børn í for- skúla- og skúlaaldri fingu tilboð um ansing. Børnini, sum ganga í Frítíðarstovuni í KFUM, eru í aldrinum 6 – 8 ár. Í Frítíðarstovuni í KFUM eru 27 børn, sum verða ansað hvønn dag frá kl.10.30-16.45, og har starvast 4 fólk. Fríggjadagin 20. sep- tember kl. 15.00 verður skipað fyri eini hugna- løtu í Frítíðarstovuni í KFUM. Tá hittast børn, foreldur og stravsfólk og tey, sum hava arbeitt í Frítíðarstovuni í KFUM hesi 10 árini og onnur, sum hava tilknýtið til ar- beiðið. Frítíðarstovan í KFUM í Havn 10 ár C M Y K 11 10 STD. A-H 65-105 Dr. Jacobsensgøta 18 FO 100 Tórshavn Telefon 31 66 10 • Fax 31 66 10 Vit rudda fyri nýggjari vøru Vit rudda fyri nýggjari vøru Hósdagin og fríggjadagin -25% Leygardagin av frátiknum BH og silki nátttoy av frátiknum BH og silki nátttoy -35% Internet Lesið Sosialin