hósdagur 19. september 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 179 - 19. september 2002
Nr. 179 - 19. september 2002
13
– Vit leggja stóran
dent á at læra tær
ungu genturnar, sum
koma á Húsarhalds-
skúlan at gera før-
oyskan mat. Tað vísir
seg, at føroyskur mat-
ur er næstan ein
útdoyggjandi siður,
sigur Jóhanna á
Tjaldrafløtti, leiðari á
Húsarhaldsskúlanum
í Klaksvík
HÚSARHALDSSKÚLI
Ingrid Bjarnastein & Solby
Eliasen
Klaksvík:
Blái bygningurin í Klaks-
vík er sermerktur. Sjálvt
um hann ikki hevur nakað
serligt sermerki, uttan tað,
at tað stendur Húsarhalds-
skúli Føroya á, so kundi alt
møguligt verið inni har.
Men nú er tað soleiðis, at
her inni húsast Húsarhalds-
skúlin. Tann
einasti
í
Føroyum.
Í gongini, har vit koma
innar, standa ein rúgva av
skóm. Prátið hoyrist oman
gjøgnum trappurnar, og frá
einum rúmi í kjallaranum,
sum seinni vísir seg at vera
køkurin. Inni í køkinum
sita eini 10 gentur, og sam-
an við teimum er leiðarinn,
Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Genturnar sita og lurta,
meðan Jóhanna greiðir frá,
hvussu dagsins døgurði
skal gerast. Í dag er okkurt
við fiski á skránni. Nakrar
skulu baka, meðan nakrar
gera døgurða.
– Vit býta genturnar upp í
tveir bólkar. Annar bólkur-
in er í køkinum fyrrapart,
meðan hin bólkurin hevur
hondarbeiði ella teorifrá-
læru. Soleiðis er í eina heila
viku. So verður aftur býtt
um, greiðir Jóhanna á
Tjaldrafløtti frá.
Hon sigur, at tað kanska
er strævið at skula gera
døgurða og nátturða í eina
heila viku, men so ganga
heili átta vikur áðrenn gent-
urnar aftur eiga tørn. Tí
næstu ferð holdið eigur í
køkin, skulu tær genturnar,
sum bakaðu breyð, bollar,
køkur og annað, gera døg-
urða, meðan tær, ið gjørdu
døgurða skulu bakað.
So tað stutta av tí langa
er, at aðru hvørja viku kem-
ur tú til dekka borð, og aðru
hvørja viku, dekkar tú borð.
Stórur áhugi
Ikki er nógv pláss inni, men
stak hugnaligt er tað. Gent-
urnar ganga og mala aftur
og fram, meðan leiðarinn
prátar við okkum. Viðhvørt
bróta tær av og biðja um
ráð.
– Í ár hava vit 21 gentur á
skúlanum, og tá er fult. Tað
koma dreingir viðhvørt,
men ógvuliga fáir. Eg haldi,
at tað hava verið fimm
dreingir tilsamans, sigur
Jóhanna.
– Ógvuliga stórur áhugi
er fyri at koma á Húsar-
haldsskúla. Vit hava eins
nógvar umsóknir, sum HF-
skeiðið og Tekniski skúlin,
og tað er verri enn so ikki
pláss fyri øllum.
Til hetta skeiðið, ið stutt
síðani er byrjað, vóru yvir
40 umsøkjarar.
– Skúlin er so lítil, og tað
er ógvuliga keðiligt at siga
nei. Bíðilistin er eisini
ógvuliga langur.
Jóhanna á Tjaldrafløtti
vísir á, at um skúlin hevði
verið eitt sindur størri,
hevði verið møguleiki fyri
fleiri valfakum. Nú bara
konufólk eru á skúlanum,
so verða fakini eisini har
eftir. Men um fleiri dreingir
høvdu komið á skúlan, so
høvdu fakini sjálvsagt verið
broytt eitt sindur til teirra
fyrimun.
– Skúlin hevur ongar
upptøkutreytir, so tað ræður
bara um at verða fyrstur at
søkja. Vit taka inn eftir eini
beinari røð, so tey, sum eru
fyrst framat, sleppa fyrst
inn.
Ein dagur í skúlanum er
soleiðis hættaður, at byrjað
verður klokkan átta á
morgni. Tá ganga tvær ella
tríggjar gentur runt og
vakja hinar, og síðani verð-
ur morgunmatur gjørdur.
Morgumaturin er klárur eitt
korter til níggju. Øll hava
møtiskyldu til allar máltíð-
irnar, sjálvt um genturnar
kanska búgva í Klaksvík.
– Soleiðis hava vit betur
tamarhald á støðuni, sigur
Jóhanna. – So gera vit ikki
ein leskiligan nátturða, og
bara fýra gentur koma til
borðs.
Jóhanna sigur eisini, at
tað eru fleiri gentur, sum
koma á Húsarhaldsskúlan,
sum als onki duga. Ikki so
frægt, sum at kóka epli.
– Vit leggja stóran dent á,
at læra genturnar at gera
føroyskan mat. Hetta vísir
seg at vera ein siður, sum er
við at doyggja út, greiðir
Jóhanna á Tjaldrafløtti frá.
– Hetta meta vit verða
umráðandi, tí nógvar av
gentunum koma als ikki í
samband við føroyskan
Húsarhaldsskúlin í Klaksvík:
Læra ungar gentur at gera føroyskan mat
Í køkinum á Húsarhaldsskúlanum skiftast genturnar um at baka og gera døgurða
Jóhanna á Tjaldrafløtti,
leiðari á
Húsarhaldsskúlanum, greiðir
her eini gentu frá, hvussu
hon skal bera seg at
mat. Eg krympi meg tá eg
hoyri um Sunset Boulevard
og Burger King og tílíkt, og
tað er skjótt at vit enda í
sama skili sum Danmark og
Amerika. Ikki tí, tað er gott
við hvørt, men tað er nógv
betri at duga at gera før-
oyskan mat.
Dýrt hjá suðuroy-
ingum
Umleið einaferð um mán-
aðan verður skipað fyri
hugnakvøldum. Tá koma
fólk úti frá og hava fyri-
lestrar, har ymisk evni
verða tikin upp.
– Gentunum dámar væl
at fáa vitjan av til dømis
einum kostemologi ella
stylisti. Vit hava eisini havt
ein blomsturbindara her,
sigur Jóhanna.
Eisini verður skipað fyri
evnisvikum. Einaferð var
evnið neytakonur. Tá var
Eyðun Andreasen, fólka-
lívsfrøðingur á skúlanum
og greiddi frá. Í fjør var
evnið føroyski búnin. Tá
fingu næmingarnir góð ráð
og hjálp frá Nicolinu Beder.
Eitt skeið á húsarhalds-
skúlanum er sjey mánaðar.
Frá august til seinast í
februar.
Hóast genturnar skulu
vera inni á midnátt, so er
ongantíð nakar trupulleiki
við teimum, sigur Jóhanna.
Um vikuskiftini skulu tær
heim, men eini trý viku-
skifti er opið á skúlanum.
Tá nýtist gentunum sjálv-
sagt ikki at vera inni klokk-
an 24.00. Hesi vikuskifti
verða sum oftast løgd tá
okkurt serligt er í Klaksvík,
sum til dømis sølustevna.
Tvær
suðuroyargentur
eru á skúlanum hesuferð.
Eftirsum húsarhaldsskúlin
er ein privatskúli, so skal
alt gjaldast úr egnum
lumma. Bæði skúlagongd,
matur og ferðing aftur og
fram um vikuskiftini. Og
hetta er serliga dýrt hjá suð-
uroyargentunum. Umframt
at skula gjalda fyri skúla,
hava tær ein eykakostnað
uppá 1200 krónur um mán-
aðan bara fyri ferðing.
Hetta metir Jóhanna ikki
verða rætt, tá næmingarnir,
sum ganga í tekniska skúla
skulu gjalda nógvar ferðir
minni.
– Men av tí, at skúlin er
ein privatskúli, so hugsa
øll, at tey klára seg sjálvi.
Men tað er ein stórur eyka-
kostnaður hjá gentunum úr
Suðuroy at skula ferðast so
langt.
Handarbeiði
Vit fara nú ein túr niðan
gjøgnum trappurnar. Har er
uppihaldsstova
og
ein
seymistova og inni í einum
stórum rúmi, sita eini 10
gentur afturat. Tær flestu
brodera eitt ella annað,
meðan summar gera dýnu-
vár og koddavár. Hjá teim-
um er ein leiðari, sum
hjálpir teimum áleiðis. Lát-
urin er nógvur, og sussið
hoyrist langt út í gongini.
Tær hugna sær!
Síðani fara vit at hyggja
eftir restini av skúlanum.
Upprunaliga vóru húsini
skúlin er í bara eini vanlig
sethús. Fyri tólv árum síð-
ani varð bygt uppí, so nú er
plássið munandi betri enn
tað var áðrenn.
Eftir eini gongd eru køm-
ur, wc og brúsur. Jóhanna
vísir okkum, hvussu væl er
farið um alt.
– Tað er ongantíð málað
inni her ella gjørt ístand
síðani hetta av fyrstan tíð
varð bygt fyri tólv árum
síðani. Tað er heilt fantast-
iskt. Og so siga tey ung-
dómurin fer so illa við, men
tí kann eg als ikki taka
undir við.
– Og so eitt afturat: Ein
verður veruliga góður við
genturnar sum eru her. So í
veruleikanum hevði eg als
ikki viljað, at skúlin varð
størri, sjálvt um tørvurin er
stórur á tí..
Døgurðalukturin byrjar
spakuliga at breiða seg um
alt húsið, meðan vit ganga
unt og hyggja. Vit gera eitt
lítið legg inn aftur í køkin
har genturnar framvegis
standa og gera mat. Vit
takka fyri okkum og leita
okkum út aftur í heitu
heystsólina.
Her situr ein genta og
granskar uppskriftina, sum
hon um eina løtu skal í holt
við
Í handaarbeiðararúminum sita genturnar og brodera
Hear genturnar eiga tørn at baka. Næstu ferð tær verða í køkinum, eiga tær at gera døgurða
C
M
Y
K
13
12