Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 19. september 2002 15 14 Nr. 179 - 19. september 2002 Andras Mortensen bestu yrkisbókmentina Ritgerðin hjá Andrasi Mortensen um før- oyska bátin fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkis- bókmentir HEIÐURSLØN Heri á Rógvi Andras Mortensen fekk fyri ritgerð og bók sína um føroyska bátin handaða Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Gunnar Isholm, umboð- andi dómsnevndina, segði á samkomu týskvøldið, at bókin hjá Andrasi, umframt at líka øll faklig krøv, eisini var ógvuliga spennandi og góð at lesa. »Andras hevur í ritgerð síni »Hin føroyski róðrar- báturin« á dyggum søgu- vísindarligum grundarlagi greitt frá søguni um gamalt føroyskt bátasmíð, hvussu róðrarbáturin varð nýttur i dagligum yrki, og hvønn týdning hann hevði í før- oyska samfelagnum«, stóð m.a. at lesa í grundgeving- ini frá dómsnevndini. Víðari verður sagt: »Tað var í tøkum tíma, at hetta evnið, sum í øldir hevði avgerandi týdning fyri alt lív í Føroyum, varð tikið upp til søguvísinda- liga viðgerð, og nevndin iv- ast ikki í, at Andras við hesi ritgerð hevur givið lands- monnum sínum eitt í allar mátar virðismikið og fyri- myndarligt verk.« Sjálvur gjørdi Andras ógvuliga lítið burturúr sær sjálvan, men nýtti heldur høvið at minnast á teir per- sónar, sum høvdu gjørt eitt stórt arbeiði fyri føroysk fornminni og sláa fyri í arb- eiðinum hjá sær. Hann nýtti eisini høvið til at minnast aftur á M.A. Jacobsen sjálvan, og tað arbeiði, hann hevur gjørt fyri før- oysk fornminni og samfel- agið. Hann fór undir arbeiðið, tí hann í starvi sínum á Før- oya Fornminnissavnið skuldi hava bátarnar hjá savninum um hendi. – Fyri meg hevur bókin um bátin ikki bara snúð seg um at skyna á, hvat var vert at goyma av bátum og ikki. Eg hugsi, at forvitni mítt heldur gjørdi, at uppruna- trupulleikin bara gjørdist størri, sum áhugin vaks. Men eg haldi eisini, at eg kann siga, at tað fyri meg hevur serliga snúð seg um at skilja mentanarligar samanhangir úr fortíðini, sum hava týdning fyri til- veru okkara í dag, tí tað er hetta, sum bókin í grundini snýr seg um. Bátarnir úr fortíðini vóru tengdir at sosialum viðurskiftum, og tað er hetta, sum eg havi roynt at fanga, sigur Andras Mortensen Ritgerðin er skrivað sum PhD. ritgerð á Fróðskapar- setri Føroya. Andras Mort- ensen er upprunaliga út- búgvin cand.mag í søgu og latín á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Ritgerðin er skrivað við stuðuli frá Statens Humanistiske Forskningsråd. – Helst er tó alt ikki sagt og skrivað enn, og nógv er eftir at tríva í á sama øki, segði Andras Mortensen, tá hann takkaði býraðnum fyri heiðurin. Fyri sína PhD. ritgerð um føroyska róðrarbátin fekk Andras Mortensen M.A. Jacobsens virðislønina fyri yrkisbókmentir Fyri hennara barna- og ungdómsbøkur fekk Sólrún Michel- sen Barnabóka virðis- løn Tórshavnar býráðs HEIÐURSLØN Heri á Rógvi –Sólrún Michelsen hevur á livandi og løttum máli skrivað áhugaverdar, skemtiligar og spennandi søgur, sum børn og ung taka til sín. »Argjafrensar« og »Útiløgukattar« lýsa á sera fløvandi, skemtiligan og sannførandi hátt barna- og ungdómsár rithøvund- ans. »Hini útvaldi« og »Geislasteinar« føra okk- um inn í ein spennandi, hendingaríkan og hugtak- andi ævintýrheim. Sólrún Michelsen hevur við bókum sínum sýnt, at hon spennir víða, hevur hugflog og fjølbroyttar gáv- ur. Soleiðis ljóðaði tað í grundgevingini hjá dóms- nevndini at lata Sólrún Michelsen barnabókavirð- isløn Tórshavnar býrað. –Eg eri glað fyri at kunna geva aftur, sigur Sólrún Michelsen. Í sínari takkarrøðu segði Sólrún m.a., at hon var sera fegin um at hava fingið heiðurin. Hon nevndi, at hon altíð hevði glað fyri at lesa og bøkur sum heild. Hon helt, at hóast børn høvdu nógv onnur tilboð, so vóru framvegis góðar vónir, tí nógvum børnum dámar væl at lesa. Sjálv hevur hon altíð hildið, at tað er sera spenn- andi at skriva fyri. Tú mást líkasum skriva í fleir løg- um, segði hon. –Børn eru eisini teir mest erligu lesararnir, sigur Sól- rún Michelsen. Hon leðgi harafturat dent á, at tað hevur stóran týdn- ing, at lisið verður fyri børnum. Tað var kanska eitt sindur seint, at Sólrún byrjaði at skriva, men síðani hon byrjaði, hevur hon ikki steðga áaftur. Glað fyri at geva aftur Sólrun Michelsen heldur tað vera spennandi at skriva fyri børnum Virðisløn M.A. Jacobsen fyri mentanaravrik varð latin Kristiani Blak HEIÐURSLØN Heri á Rógvi Á føðingardegi Mads And- rias Jacobsens vórður virð- islønirnar í hansara navnið handaðar á samkomu í Sjónleikarhúsinum seinna- partin. Virðislønin fyri mentan- aravrik varð latin tónleik- aranum og tónasmiðinum Kristiani Blak. Gunnar Hoydal, umboð- andi dómsnevndina, segði, at Kristian Blak hevði gjørt nógv fyri føroyska mentan. »Síðani hann kom til landið, hevur Kristian verið íbirtari, vegleiðari og lut- takari í at kalla øllum tón- leiki, frá fólkatónleiki, rytmiskum tónleiki til ný- skrivaðan føroyskan parti- turtónleik. Lítillátin og ósjálvsøkin hevur hann saman við konu síni, Sharon, verið sálin í ótali av framførslum og framleiðslum, og verk teirra hevur víst okkum, hvønn týdning tað hugað fólk uttan úr heimi leitar til okkara og ríkar føroyska menta«. Soljóðandi er grundgev- ingini hjá dómsnevndini fyri at heiðra Kristian Blak Dómsnevndin nevndi, at Kristian Blak var sera lítil- látin, og hetta prógvaði hann eisini í røðu sínari. –Eg trívist best í sam- starvi við onnur, og hendan virðislønin er samstundis eisini ein virðisløn til øll tey feløg og samstarv, har eg eri virkin, segði Kristian Blak. Kristian tosaði eisini um, at hann var komin til Før- oya sum tilflytari, og hann skuldi upprunaliga bara vera eitt ár í Føroyum, men valdi at vera hangandi í hesum partinum av heimi- num. –Í veruleikanum eru nógvar hurðar til restina av verðini í Føroyum, segði Kristian Blak. Kristian kom til Føroya í 1974, og upprunaliga ætl- ani var bert at vera her í eitt ár, men steðgurin gjørdist naka drúgvari. Hann undir- vísti frá byrjan av í Hoydøl- um á Studentaskúlanum- og HF-skeiðinum, og hetta hevði hann eisini gjørt í Danmark. Hann er útbúgv- in cand.mag í tónleiki og fronskum, og hann undir- vísti eisini í hesum læru- greinum í Hoydølum. Hansara avrik sum tón- leikari og tónasmiður eru at kalla øll gjørd í Føroyum ella í føroyskum høpi. –Eg haldi tað var Willi- am Heinesen, sum segði, at tú verður hálaður inn, tá tað er brúk fyri einum, og tað var nakað tað sama, sum hendi við mær. Tú gerst partur av einum umhvørvi, og tað føroyska umhvørvið hevur mær altíð dámað sera væl, sigur Kristian Blak. Hann hevur frá byrjan verið ógvuliga virkin innan føroyskt tónleikalív. Hann setti á stovn, saman við øðrum, bæði Spælimenni- nar í Hoydølum, Havnar Jazzfelag, Ygdrasil og ann- að. Hann er virkin í einari longri røð av feløgum, eitt nú Tutl og Felagið føroysk tónaskøld. Sum nevnt metir hann, at viðurkenningin eigur at fella á hesar felags- skapir, og hann er eisini sera fegin um at hava fingið heiðurin í sambandi við síni mongu samstørv. –Eg eri sera glaður fyri, at feløgini verða viðurkend. Vit hava allatíðina roynt at skapa umstøður fyri tón- leikinum í Føroyum, men nú er tíðin komin hartil, at vit fáa hava betri umsiting, tí uppgávurnar veksa nógv, og hetta krevur eisini, at samfelagið tekur sær um reiggj og sigur, hvat tað ynskir, sigur Kristian Blak. Hann hevði als ikki rokn- að við hesum heiðurinum, og hann fegnast almikið. –Hetta gevur mær hug at halda fram. Seinastu mán- aðirnar havi er verið fult upptikin so at siga hvønn dag, og eg kendi meg ógvu- liga troyttan, men hetta gevur mær hug at halda fram við mínum arbeiði, sigur Kristian Blak. Kristian Blak ætlar at halda fram í teimum bólk- um, har hann er virkin, og hann hevur eisini onkra spennandi verkætlan í stoypiskeiðini. Kristian Blak heiðraður fyri mentanaravrik Kristian fekk serligu virðislønina fyri mentanaravrik fyri sítt íkast til føroyska mentan Fyri skaldsøgu sína »Tá eg havi málað summarhúsið« fekk Oddvør Johansen M.A. Jacobsen virðislønina fyri fagrar bókmentir Tað gjørdist Oddvør Johansen, sum fekk virðis- løn M.A. Jacobsen virðis- lønina fyri fagrar bókment- ir. Hon fekk virðislønina fyri skaldsøgu sína “Tá eg havi málað summarhúsið”. Bókin snýr seg um ung- lingan Pedda, ið fyllir seyt- jan ár hin 6. oktober 1992, tá Sjóvinnubankin fór av knóranum. Hesin sami Pedda hevur rótað seg út í rúsevnismisnýtsla, og hann kemur skjótt í trupulleikar við løgregluna. Í bókini fylgja vit honum og hans- ara vinfólkum í svára tíðar- skeiðinum i nítiárunum í Føroyum. Talan er um níggjundu bókina hjá Oddvør. Oddvør er fødd í 1941, og hon telist millum teir meira virknu rithøvundar í Føroyum hesi seinnu árini. Hetta er heldur ikki fyrstu ferð, at hon fær M.A. Jac- obsens virðisløn. Tað var í 1983 fyri skaldsøguna Lívsins summar, ið er eisini umsett til bæði danskt og svenskt. –Tað er ikki minni gott hesaferð. Fyrstu ferð var so óroynd og var ikki rættiliga komin inn í henda heimin sum rithøvundi, men nú er tað eitt rættiligt herða- klapp, sigur Oddvør Johan- sen. Turið Sigurðardóttir, um- boðandi dómsnevndina, segði, at bókin tekur rús- evni upp sum evni, og hetta er forkunnugt í føroyskum bókmentum. Sjálv takkaði Oddvør fyri heiðurin. Hon segði, at hon kendi tað sum ein heiður at sleppa at skriva á føroysk- um máli. Grundgevingin er soljóð- andi: »Í Skaldsøguni »Tá ið havi málað« summarhúsið« er rúsevnisvandamálið fyrstu ferð tikið upp í før- oyskum bókmentum. Nort- ið verður við stórar spurn- ingar sum kriminalisering- ina av hassji, sum kann hava verri evnismisnýtslu og onnur lógarbrot við sær. Hetta evnið verður lýst innanífrá gjøgnum frásøgn- ina hjá tí unga Pedda. Lív hansara og tað hjá vin- monnunum eru dømisøgur um, hvussu hassj og onnur rúsevni kunnu skeikla lívs- leiðina. Evnisliga er bókin land- nám í føroyskum bókment- um. Hon sigur frá búning- arárunum hjá nøkrum dreingjum í einum avger- andi tíðarskeiði í Føroya søgu, 1990-árunum. Hon setir á nøkur evni, ið tola neyvari viðgerð.« –Vit hava øll eitt summ- arhús, ið vit ætla at mála, segði Oddvør Johansen, tá hon takkaði fyri heiðurin á samkomu seinnapartin týs- dagin. Sambært Oddvør sjálvari er næsta skaldsøgan rætti- liga langt burturi. –Í løtuni haldi eg eina skrivipausu, staðfestir Odd- vør Johansen. Vit hava øll eitt summarhús... Evnisliga er bókin landnám í føroyskum bókmentum, varð sagt um bókina “Tá eg havi málað summarhúsið”, sum Oddvør Johansen nú er heiðrað fyri HEIÐURSLØNIR Orð: Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Á samkomu í sjónleikar- húsinum týskvøldið vórðu M.A. Jacobsens virðisløn- irnar og Barnabókavirðis- løn Tórshavnar býráðs latn- ar. Virðislønirnar hava sein- astu árini verið latnar á føð- ingardegi M.A.Jacobsens, sum er 17. september. Tað var í 1958, at Rithøvunda- felag Føroya, sum var sett á stovn árið fyri, heitti á Tórshavnar býráð um at seta á stovn eina árliga bók- mentavirðisløn í navni Mads Andriasar. Í nevndini fyri Mentanar- virðisløn M. A. Jacobsens eru fimm limir: Egon Han- sen, Jákup Jacobsen og Er- ling Isholm, valdir av bý- ráðnum. Gunnar Hoydal er valdur av Rithøvundafelag- num og Turið Sigurðardótt- ir er vald av Fróðskapar- setri Føroya. Nevndin hevur heimild at lata 3 virðislønir: eina fyri yrkisbókmentir, eina fyri fagurbókmentir og eina fyri mentanaravrik. Virðislønin fyri mentanaravrik verður latin fólki, sum hevur av- rikað eitthvørt, sum hevur týdning fyri føroyska ment- an. Nevndin kann gera av, ikki at lata virðislønirnar, ella onkra teirra, um hon heldur, at einki verk ella av- rik er virðislønarvert. Men, sum tit síggja í skránni, verða 3 virðislønir latnar í ár. Í nevndini fyri Barna- bókaheiðursløn Tórshavnar býráðs eru eisini fimm lim- ir, har av 2 eru fastir. Annar er barnabókavørðurin, sum er Malan Hilmarsdóttir. Hon er eisini skrivari. Hin er formaðurin í mentamála- nevndini, sum samstundis er formaður í nevndini. Í hesum valskeiðinum er tað Heðin Mortensen. Hildur Eyðunsdóttir og Poulina Slættanes eru valdar av bý- ráðnum og Hervør Jákups- son er vald av Felagslærara- ráðnum í Havn. Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð handað í 1976. Virðislønirnar eru allar 20.000 kr. í ár. Aðrstaðni á síðunum sæst meira um teir ymsu vinnararnar. Sosialurin ynskir teimum øllum hjartaliga tillukku. M.A. Jacobsens virðislønirnar latnar Týskvøldið vórðu M.A. Jacobsens virðislønirnar og Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs latnar C M Y K 14