Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. august 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

er RUNUR A SAR A Í annaðkveld fellur avgerðin tíma nú, 1.7.84 niður í 10'/2 tíma og 1.1.85 niður í 10 Sunnukveldið skal so avgerðin falla: tekur Smyril Line undir við krevunum frá sjómannadeildini hjá FF ella standa teir fast við sítt við ti úrsliti, at Norrena verður legd mánadagin ? Semingsfundur var hóskveldið, tí leiðslan á Smyril Line slapp ikki til Feroya mikudagin. Men semings- maðurin útsetti samráðingarnar, til sunnukveldið í semju við báðar partarnar. Í letuni fær fólkið á Norrenu sum kemur undir sáttmálagkið hjá sjómannadeildini hjá FF 9.070 kr. um mánaðin. Hetta er fyri 20 arbeiðsdagar á 12 tímar, ella 240 tímar í alt. Soleiðis er tímalenin 34,15 kr. uttan feriulen. Sjómannadeildin krevur arbeiðsdagin niður til 10 tímar. Hetta vil deildin gera stigvíst. Niður í 10% Ég vil hava pápa búgvandi: tímar. Tað skilst, at sjómannadeildin víkir ikki frá hesum kravinum. Men Smyril Line vil ikki ganga við til minni tíma- tal Sosialurin hevur fingið upplýst, at partarnir ann- ars eru blivnir samdir um eina mánaðarlen upp á 9.450 kr. nú. Tá tímatalið er lækkað svarar hetta til eina tímalen uppá 40,14 kr. Hetta er væl minni enn vanlig arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnulen, ið nú er yvir 53 kr. Krevini hjá sjómannadeild FF's eru samsvarandi tí, sum sáttmáli er fingin um við reiðararnar á farma- skipunum. jo-mo Leygardagur 13. august 1983 Kenslan av at verða avbyrgd frá umheiminum — er torforast at liva við, sigur dóttur, sum hevur 95 ára gamla pápa sín heima. Hann er blindur og seingjar- liggjandi. Tað hevði hjálpt munandi, um ein kveldtænasta ella nát tartænasta var til at taka, t.d innan Heimahjålparskipanina, so tey ið høvdu pleygusjúklingar í heiminum, fingu eina fríletu av og á, sigur ein kvinna við Sosialin, í samband við at vit hava lýst eftir avvarðandi til gomul fólk, sum búgva heima Eg havi ongantíð viljað, at pápi skuldi fara á ellis- ella rektarheim, men kort- ini kenni eg tað sum at verða við sviðið soð, tí eg onga hjálp fái frá sam- felagnum. — Eg og nógv við mær spara samfelagnum fyri hópin av útreiðslum, men fyri hetta fáa vit stein omaná byrðu. Vit noyðast at skúgva okkara persón- liga lív til viks, og bert liva fyri, at okkara gomlu fáa semilig kor, tíðina tey hava eftir. Abyrgdin Kvinnan vit tosa við er av bygd, har foreldur og try systkin hennara búðu. Hon er yngsta barn og tí fekk hon starv i bygdini og búði heima hjá foreldr- unum, sum vanligt var tá. Í 60'unum fekk hon al- ment starv í Havn, men tá mamman var deyð og páp- in sat einsamallur eftir, helt hon tað vera náttúr- ligt, at pápin flutti við til Havnar. — Hetta er tað gamla mynstrið, sum hevur verið í okkara tíð. Nú er pápin vorðin so gamal og hevur ringa heilsu — eg eri heldur ikki ung meira, so nú byrjar at tátta í. Hon er farin um tey 60 árini. — Tað er strævið at hava heildagsarbeiði og so pleygukrevjandi sjúkling í heiminum. Ég eri tó so væl fyri, at eg ikki havi mann ella bern við síðuna av. Tí havi eg innrættað gerandisdagin heilt og fult eftir tí, sum pápi krevur av mær. — Tað er heldur ikki so lítið, tí hann er ófriðarlig- ur og rópar eftir mær í heilum. Tá eg komi til hansara hevur hann gloymt tað hann vildi, og so heldur tað fram á henda hátt, til hann á kveldi sovnar. Tíbetur svevur hann um næturnar, tó at eg altíð noyðist at hað= oyruni hjá honum, um okkurt skuldi verið áfatt. — Síðan november mán- aða í fjør hevur tað bert staðið á og versna. Hetta hevur givið mær ávís sjúkratekin, at eg eri ov- byrgjað, men tað noyðist eg at skúgva til viks, — hvat hendir við pápa, um eg ikki havi heilsuna longur ? Fólk hjálpsom — Tú hevur ikki bert ábyrgdina fyri tí gamla og sjúka, men eisini fyri, at einki óvæntað hendir, sum kann koyra um koll tað tú hevur bygt upp! Kenslan av at verða uttanfyri vanliga sam- felagsmynstrið er eisini torført at liva við. Eg kann ikki fara útum huré- ina eitt tíðarbil. Vinir og kenningar skilja væl steðu mína, og tey siga eisini, at eg skal ringja, um eg havi brúkfyri at sleppa út nakr- ar tímar. — Hetta var veruleiki í summar, tá familju- feðingardagur var og øll mini kæru savnaðust saman. — Tað var so óheppið, at okkurt serligt var í bý- num. Eg ringdi til fýra steð at vita um onkur kundi sita hjá pápa eina letu, men øll vóru upptikin av eðrum. — Nú havi eg valt at sita heima, tí tað er so keðiligt hjá mær at verða atvoldin til, at fólk kenna tað sum at svíkja meg, tá tey kortini ikki hava stundir. — Hetta ferir við sær, at eg nú eri fullkomiliga av- byrgd frá umheiminum Góð heimahjálp — Ein glotti er tó í ger- andisdegnum, og tað er heimahjálpin, sum fult út lúkar krevini. Av tí at eg eri einsamøll, so noyðist eg við síðuna av heima- hjálpini at hava fasta hjálp í húsinum, sum kann vera hjá pápa, tá eg eri til arbeiðis. Mangan sigi eg við míni nærmastu, at nú orki eg ikki meira, men av tí at eg havi sterka trúgv, so stuðlar tað meg sálarliga. Um eg ikki var sálarliga sterk, so hevði hetta als ikki borið til. Noyðist at bera útreiðslurnar — Eitt hjartasuff havi eg kortini, at eg skal gjalda fyri útreiðslur, sum eru av at hava pápa heima. Pápi fær ellisrentu og rindar skatt. Tá útreiðslurnar eru goldnar, so eru 2.555 krón- ur eftir — bert fyri heili- vág, blæður o.a. sum skal til í gerandisdegnum, verður goldið umleið 1000 krónur um mánaðin. Fyri at klára útreiðsl- urnar, noyðist eg at gjalda um 1500 krónur um mán- aðin av egna lønarposa, og tá er matur og uppihald ikki vid! Um pápi hevði búð einsamallur, so hevði hann ikki átt fyri mat og íbúð. Tað er ikki rætt, at vit skulu hava tey gomlu heima, tá samfelagi sparir útreiðslur, og at vit ikki fáa endurgoldið tað vit spara samfelagnum fyri ! Tað slítur alt meira — Tað er nógv at hava ábyrgdina fyri, — og ser- liga tungt er at verða á- skoðari til, hvussu pápi viknar í hverjum. Hann er ófriðarligur og ótryggur, er í barndemi — í veruleikanum at sam- meta við pinkubarn. Serliga fast tekur tað mær, tá hann spyr: >Hver eru tygum?< — eins og hevur hann ongantíð sæð meg áður. Hetta kom einu ferðina hann var á pleygudeildini til kanningar. Tað var so stórur skelkur fyri hann, at hann eins og ikki kemur burturúr tí aftur. Hann heldur meg ivaleyst verða eitt starvsfólk. Tað tykist so vónleyst at standa Hitt skerda frammanfyri song hans- ara og royna at fáa hann at skilja, at eg eri dóttur hansara. Tí er tað umráðandi fyri meg, at eg ikki gerist sjúk, tí tá veit eg ikki, hvussu pápi skal klára seg. — Tú hevur ikki bert ábyrgdina fyri tí gamla og sjúka, men eisini fyri tín- ari egnu heilsu, — ikki fyri egna vinning, men fyri at fáa gerandisdagin at ganga, sigur dótturin at enda. Dag. Eru fleiri demi ? Sosialurin vil fegin í samband við avvarð- andi, sum hava somu trupulleikar at berjast við, sum í greinini lýst- ar Vit vilja fegin hava so nógvar frágreið- ingar sum gjerligt, Ringið og biðið um at tosa við Dagny á tlf. 11820.