leygardagur 13. august 1983síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ode
Ónýtilig skrå
Tå åtti
minsta krav til Fót-
Skipanin fyri lands-
kappingar FSF's í fót-
bólti 1983, sum kom út
í vár g kostaði 10 kr
kann ikki longur nýt-
Fótbóltssamband
Feroya hevur broytt
seinnu helvt av lands-
kappingini so mikið, at
| hesin bóklingur ikki
Í longur er eftirfarandi
| Ístaðin hevur Fót-
Í bóltssamband Feroya
sent felegunum og
pressuni nýggja skrá,
fyri tað, sum eftir er av
kappingarárinum
Men hendan er
heldur ikki bein!!!
Í unglingadeildini
eru minst trý lið, TB,
IF og Vágar, sum ikki
leika í landskappingini,
men hesi liðini standa
framvegis í nýggju
revideraðu kappingar-
skipanini, sum varð
gjørd um ólavseku-
at v erið eitt
bóltssamband Feroya,
sum umsitur áhugamál
hjá rættuliga stórum
parti av ítróttaráhug
aðum, at teir fylgdu so
frægt við í egnu lands-
kapping síni, at tílíkt
ikki kom fyri
Eitt annað er so tað:
Hvat er endamálið við
at geva ein bókling út á
vári við upplýsingum
um nær teir ymsu
dystirnir skulu leikast,
fyri so at broyta
skipanina heilt, tá kom-
ið er nakað inn í kapp-
ingarárið? Fólk hava
hóast alt goldið 10 kr.
fyri hendan bókling, og
fáa bert hálva nyttu av
honum.
Tað mátti borið til
hjá stersta sersam-
bandi innan ÍSF at
skipa betur fyri! sj.
Til Kolding
komandi ár?
Seinastu dagarnar hava
tíðindi gingið um, at Axel
Højgaard úr B68 skuldi
vera farin til Danmarkar
at leika fyri 1. deildarliðið
Kolding, og at hann skuldi
fáa 50.000 kr. fyri at leika
við liðinum seinna helm-
ing av kappingini.
Sosialurin setti seg í
samband við Axel Høj-
gaard og spurdi hann um
nakað hald var í hesum
tíðindum.
Axel sigur, at tað er
rætt, at hann hevur verið í
Danmark og royndarvand
við Kolding. Hann fór
niður um ólavsekumundi
og hevur verið niðri í 8
dagar og vant. Hesa tíðina
spældi hann m.a. tveir
venjingardystir við Kold-
ing
Axel Hejgaard kom í
samband við Kolding
gjøgnum Bent Levkvist,
sum var venjari hjå B68 i
1980. Løvkvist kennir
rættiliga væl venjaran hjå
Kolding, og fekk ti i lag, at
Axel fekk høvi at venja
við liðinum
Og Axel man hava sýnt
seg sum ein góðan fótbóts-
leikara, tí honum stóð nú
frítt um hann skuldi spæla
wd Kolding restina av
læppingarårinum ella ikki.
Axel valdi at koma heim
eftur
— Men, hann,
sigur
= mær dámdi væl í Kold-
ing, og eg havi ikki tikið
steðu til enn, um eg fari
niður aftur at spæla fót-
bólt. Teir høvdu útvegað
mær bæði hús at búgva í
og arbeiði, men tíðindini
um hsara 50.000 kr. eru
ikki sonn.
Axel sigur eisini, at um,
hann fer niður aftur,
verður tað ikki í hesum
kappingarárinum, men
hann fer at taka steðu tá
komandi kappingarár
byrjar.
Upp á fyrispurning um
venjingin í Kolding var
harðari og eðrvísi enn her
heima, sigur Axel Høj-
gaard, at tað var hon í
grundini ikki. Men hann
fekk nógv burtur úr venj-
ingini hesar dagarnar,
leggur hann afturat
Kolding er í 1. deild í
donsku kappingini, men
teir liggja millum tey nið-
astu liðini, á veg niður á 2
deild. Hóast metingarnar í
vár ikki vóru so vánaligar,
tykist tað at vera sera tor-
fort hjá liðinum at koma
úr niðurflytingarvanda-
num Kolding spældi
síðsta vikuskiftið úti móti
Ikast og tapti 1—0 upp á
brotsspark. Hetta var eitt
av teimum sonevndu milli-
meturbrotssparkunum,
har ivi er um bólturin var
innanfyri brotsteigin ella
ikki
Leygardagur 13. august 1983
Føroyska dreingjalandsliðið. Aftast frá vinstru: Heri Jacobsen, B68, Eyðun Christiansen, HB, Herning
Simonsen, SÍ, Hjalmar Jacobsen, VB, Eydbjørn Høgnesen, Kl, Petur Olsen, NSI, Dan Hansen, B68,
Petur Amon Dalbe, GI og Anfinn Danielsen, venjari.
Í miðjuni frå vinstru: Trúgvi Mortensen, NSÍ, Hilmar Hansen, SÍ, Bergur Magnussen, Streymur,
Gordon Martin Midjord, IF, Finn Jacobsen, B36, Herålvur Hansen, B36, Olavur Høghamar, EB og
Hartvig Joensen, B36.
Fremstir standa målmenninir báðir Petur Magnussen, MB (v.m.) og Jens Martin Knudsen, NSI.
Hósdagin fór feroyska
dreingjalandsliðið til
Noregs við Norrenu at
leika tveir dystir móti
norskum liðum.
Dystirnir verða móti
einum liði frá Bergen og
omegn og ein móti Busk-
erud. Fyrri dysturin var í
gjár og seinni verður í
dag, og dreingjalandsliðið
kemur aftur til Feroya við
Norrenu mánamorgunin.
Sosialurin hitti Anfinn
Danielsen, venjara hjá
dreingjalandsliðinum, áð-
renn teir fóru av stað og
spurdi hann hvussu vónir-
nar vóru.
Anfinn Danielsen sigur,
at hesi norsku liðini eru
sterk, minst líka sterk
sum íslendska dreingja-
landsliðið, sum vit spældu
móti fyrr í summar. Tá
spældu vit tveir lands-
dystir, sum báðir endaðu
við javnleiki 0—0.
— Men eg meti at lands-
liðið hjá okkum er heldur
betur fyri nú enn móti ís-
lendingum, so vit kunnu
vóna, at vit fara at standa
okkum hampuliga væl í
Noreg, sigur Anfinn.
— Men, leggur Anfinn
afturat, — tað er spell at
Ólavur Heghamar úr EB
ikki er við á Noregsferðini
orsaka av skaða, tí hann
vísir seg at vera sera mál-
sekin, men vit mega royna
at klára okkum uttan
hann.
Eitt ár afturat í Føroyum?
Tann 33 ára gamli fyrr-
verandi yrkisleikarin, Ole
Skouboe, sum eisini hevur
verið á danska landsliði-
sum flestum
kunnugt, í ár knýttur at
føroyskum fótbólti. Hann
er venjari hjá HB og hjá
num, er,
Fótbóltsskráin
13. august:
2. deild:
Fram—IF
Royn—Sumba
3. deild:
TB—VB
Skála — B36
HB—B71
4. deild:
VB—LIF
TB—HBa
Fram a—Kla
14. august:
1. deild:
MB—LIF
HB—B36
KI—B68
GI
4. deild:
TB—LIF
VB—HBa
Unglingar:
KÍ—LÍF
B36—VB
17. august:
2. deild:
SÍ—SÍF
NSÍ—EB
4. deild:
HBa—IF
Fram a—LIF
Streymur a
Kla
føroyska A-landsliðinum
Føroysku arbeiðs-
gevararnir hjá Ole Skou-
boe eru eftir ellum at
dema sera væl negdir við
tað arbeiði, ið Ole hevur
gjert tað fyrsta hálva árið
í Feroyum. Bæði HB og
Fótbóltssamband Feroya
eru sera áhugaði fyri at
leingja sáttmálan við Ole
Skouboe fyri 1984 eisini,
visti danska blaðið >Fod
boldmagasinet Tips Blad
et« at siga fyri kortum
Tað hevur veruliga
verið sera læruríkt at
arbeiða bæði við HB og
føroyska landsliðinum,
sigur Ole Skouboe Og
eg havi avgjert ikki at
angra, at eg segði ja at
koma til Feroya. Men tað
skal ikki vera nekur loyna,
at tað, at vera so langt frá
konuni og børnunum, ger
støduna eitt sindur kedi
liga
- Eg eri sjálvandi
glaður fyri at f feroyingar
eru negdir við mítt arbeiði
og vilja leingja sáttmálan
fyri eitt kappingarár
afturat, og av tí at eg haldi
arbeiði her vera sera
áhugavert og fylt av av-
bjóðingum, er tað ikki ó-
meguligt, at eg játti at
vera her eitt kappingarár
afturat
— Ein annar meguleiki
er at flyta aftur til Dan-
markar og sekja arbeiði
sum venjari hjá onkrufn
framseknum -divisións
felag“ ella at taka upp
aftur arbeiði sum yrkis-
leikari og hava »sabbatår«
frá venjarastarvinum. Eg
ri í letuni leikandi venjari
hjá HB, so venjingar
stødan er í lagi, og tå eg
enn avgjert havi hug
sjálvur at spæla, er einki í
vegin fyri, at eg kann
spæla enn eitt kappingar
ár við í donsku meistara
kappingini, sigur Ole
Skouboe við Tipsbladet.
Ole Skouboe hevur
lovad at geva HB endaliga
1
svarið í seinasta lagi 1
september
EÐ