Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 20. august 1983 % —- na 6 borð er vand upp til at gera undir slíkum umsteð- um sum hesari. Og at manningin lærir, hvussu eitt skip kann haldast flót- andi, sjálvt um sjógvur kemur inn. Um íkki annað so fyri sína egnu trygd. Nú er tað soleiðis, at eg sjálvur havi fingið mína útbúgving innan handils- flotan, og eg havi ongantíð siglt við fiskiskipum. Men eg rokni við, at krevini til trygdina umborð á einum handilsskipi og einum fiskiskipi eru eins strong g góð, soleiðis at mann ingin kann fyribyrgja ella minka um fylgjurnar av einum óhappi. Antin talan so er um handilsskip ella fiskiskip, so eru ávísar grundleggj- andi trygdarreglur galdandi, og tað er tann, sum hevur ábyrgdina umborð, sum skal syrgja fyri, at manningin veit, hvussu hon skal fyrihalda sær undir teimum ymsu umsteðunum, antin eitt skip er við at sekka ella eldur er í. — Men eg ivist ikki í, at feroyskir sjómenn við teirri útbúgving teir hava, sjálvandi gera tað teir eru ferir fyri m.a. at skipa fyri trygdarvenjing umborð av og á. — Ert tú vísur í at hetta verður gjert til fulnar ? — Tað er so ikki mítt arbeiðsumráði, men tað vóni eg. Eftirlit — Men hevur tú persón- liga varhugan av, at trygdarviðurskiftini um- borð á feroyskum fiski- skipum eru ikki sum tey eiga? — Tað er helst einki loyndarmál, at tað verður iki gjørt nóg nógv við at hava tryggleikavenjingar umborð á feroyskum fiski- skipum. — Eg kundi hugsað mær, at myndugleikarnir, tå teir eftirkanna trygdar- útgerð umborð, eisini kannaðu um manningin dugir at brúka hesa út- gerð, soleiðis at ein í hvussu so er eina ferð um árið sá, um manningin er for fyri at greiða trygdar- spurningar men aftur til tær vatntettu hurðarnar umborð á Geyta Reyda. Varð hetta at læsa hesar hurðar gjert undir slíkum tryggleikavenjingum heldur tú tá, at manningin umborð á Geyta Reyða hevði læst tær rættstund- is og tí kunnað bjargað skipinum ? — Fyribils verður hildið at hol møguliga er komið á skipið framman og sjógv- ur er fossaður inn. Tær vatntettu hurðarnar eru longri afturi í skipinum. Hevði manningin beinan- vegin latið hesar hurðar- nar, ið eru út til sjálvt hevuðsdekkið aftur, so hevði afturskipið, uttan mun til um restin av skipi- num var fult í sjógvi, verið flótandi. Hetta má tó tak- ast við fyrivarni. Bjargad ! — Heldur tú, at skipið kundi verið bjargað? — Skipið átti ikki at sokkið, um tær vatntettu hurðarnar vórðu latnar aftur rættstundis. Kundi ein so ikki koma til hesar hurðarnar, tá kundi ein stongt tær vatntettu hurðarnar i keysingini. Sjálvt um sjógvur var komin í síðuskúrini, so hevði skipið kunnað hildið sær flótandi til hjálp kom fram. Tá skal so maskin- skottið halda eisini. — At manningin ikki hevur roynt at læsa tær vatntettu hurðarnar út til hevuðsdekkið — er tað ein fylgja av teirri vánaligu venjingini, sum er umborð á føroyskum fiskiskipum, tá talan er um at hava tryggleikavenjingar ? - Tað er so lætt at kriti- sera. Men eg haldi, at veruleikin i dag er tann, at føroyski fiskimaðurin er so hart kroystur av arbeiði, at stundir eru als ikki til at hugsa um trygg leikavenjingar. Føroyski fiskiflotin má leggja so nógv fyri at kunna veiða tær negdir, sum skulu til fyri at hetta samfelagið0 kann koyra, at ein uttan at hugsa um tað ikki í nóg stóran mun tekur trygg- leikaviðurskifti til eftir- tektar. Tí hetta er jú ikki tað ein heldur verða tað mest neyðuga í daglig arbeiðinum. Ikki fyrr enn onkur sigur, at nú má hatta og hatta gerast, verður tað gjørt. Annars trúgvi eg ikki, at feroyskir fiskimenn við vila sleppa sær undan nakrari ábyrgd, tverturímóti haldi eg, at teir gera sítt besta fyri at kunna fortjena til lívsins uppihald, soleiðis at kreftir eru ikki at hugsa um slík viðurskifti sum tryggleikavenjingar. Ole Lauritsen sigur víðari, at meginparturin av teimum sjóskaðum sum henda í dag, í øm Føroyum og aðrastaðni, eru av mannaávum heldur enn av tekniskum orsek- um. — Er tá orsekin til, at Geyti Reyði sakk, ein menniskjaligur feilur ? Tað kann eg ikki siga nakað um, og tað hevði verið ábyrgdarleyst at gjørt tað, tí vit vita ikki, hví stabiliteturin brádd- liga broyttist. Men tá talan er um at kunna bjarga skipinum við at læsa tær vatntettu hurðarnar og tað ikki verður gjert, tá haldi eg talan er menniskja- ligar feilir. um Skipasýnið — Hver hevur nú ábyrgd- ina av, at meira verður gjørt fyri at loysa hetta málið ? Hevuðsábyrgdin liggur altíð hjá teimum, sum fyrisita lógina. Tað vil her siga Skipasýnið, sum skal syrgja fyri, at greinarnar í sjólógini verða hildnar. Tað er eingin ivi um, at Skipasýnið er hugað fyri at fáa fleiri upplýsingar. Men tað kann taka langa tíð. Eg haldi, at málið við Geyta Reyða eigur at verða kannað meira. Tí all- ir partar eiga at verða hugaðir fyri, at tað verður loyst. Eisini manningin, ið jú fleiri gitingar, sum koma fram, jú verri er tað fyri allar partar. Øll, sum hava havt tilknyti til hetta mál mugu vera fegin um, at allir upplýsingar koma fram. Eingin dámar gitingar, tí teir fera til, at ósek verða mistonkt. SKITTIÓ Ein stórur partur av ellum sjóskaðum bæði í Feroyum og aðrastaðni kemur av mannaáv- um. Hetta vísa sannroyndir og hagtel. Men ikki altíð kemur hetta fram fyri almenningi- num. Ein av orsøkunum til at tað mangan eru menniskju, sum eru atvoldin til skaðar og óhapp á sjónum, er m.a. at trygdar- viðurskiftini eru ikki altíð í lagi. Herfyri sakk føroyskt fiskiskip á Feroya Banka í besta veðri. Enn hevur eing in loyst gátuna, hví skipið Reyði sakk so bráddliga Skipið koppaði, t sum hann átti Men hví? eitt (revti tabiliteturin år 1KKl undan óhappinun Var skipið smíðað úr ov vånal týskari skipasmiðju Var sveisiarbeiðið á Skála i samban« leingjing av skipinum ikki sum tað átti ! Ella kom hol bráddliga á skipssíðuna av onkrari heilt aðrari orsøk | Hetta eru spurniongar, sum enn eingin kann svara. Nú er so spurningurin, um vit nakrantíð fáa rætta svarið. Tíðindablaðið Sosialurin hevur skrivað um hetta málið, og tað fara vit framvegis at gera Frammanundan eru tvey skip av sama slag sum Geyti Reyði sokkin, eisini av ókendari orsøk. Tey vórðu smíðað á sama plássi og bæði longd á Skála skipasmiðju eins og Geyti Reyði Tad er bæði skeivt og órættvíst at seta fram illgitingar um orsekina til hesi óhapp. Men tað er rætt og rættvíst at seta spurn- ingar sum kunnu vera við til at loysa gátuna. Og teir spurningar Tíðindablaðið Sosialurin framhaldandi at seta fyri at málið ikki skal fara í gloymibókina Í dag hava vit tosað við umboðsmannin hjá Bureau Veritas í Feroyum, Ole Lauritsen á Strondum. Hetta er tað klassafelagið, sum hevur eftirlit våi Saturn og hevði eftirlit við Geyta Reyða og Havalduni, sum bæði eru sokkin Ole Lauritsen sigur seg ikki kenna orsek- ina til hetta seinasta óhappið, men hann heldur tað er rætt, at avvarðandi myndug- leikar royna at finna fram til orsekina, so vit sleppa undan gitingum. Uttan mun til hver orsekin var til, at Geyti Reyði sakk, so heldur Ole Lauritsen, at skipið kundi verið bjargað, um so var at manningin hevði latið tvær vatntættar hurðar út til høvudsdekki8 aftur. Tað gjerdi manningin ikki, og Ole Lauritsen setur tí eitt spurnartekin við ta venjing í trygdarspurningum, sum eigur at vera ein sjálvsagdur táttur umborð á ellum skipum — eisini føroyskum fiskiskipum. ter — Og er tað ikki júst nóg væl! tað, sum hendir í letuni ? — Jú, so er. Tí mugu vit halda fram við kanning- unum. Eisini eri eg fegin um, at eitt blað sum tykk- ara tekur eitt slíkt mál upp. — Soleingi málið ikki er loyst, verður Klassin eisini mistonkur fyri ikki at hava gjert sítt arbeiði — Rætt er tað. Men vit kunnu bert halda okkum til tær kanningar vit hava gjørt og tær finnast í okk- ara frágreiðingum. Har stendur stutt og greitt, at Geyti Reyði, sum varð yvirhálaður í fjør, var í góðum standi, endar Ole Lauritsen. jan.