Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 179 - 19. september 2002 Nr. 179 - 19. september 2002 19 Postbilar á frímerki Flutningsbilar hava í fleiri ár verið brúktir á donskum frímerkjum. Í ár eru tað danskar postsúkklur og postbil- ar. Ein Nimbus motor- súkkla við síðuvogni, ein Bedford vørubilur, ein Renault 4, sum vit eisini høvdu her í Før- oyum, áðrenn post- verkið varð yvirtikið, og ein Volvo trailari Kelda: Transport Magasinet Skoda undir í vatni Vatnflóðirnar í Mið- evropa hava gingið hart út yvir VW kon- sernina. Serliga hjá Skoda og VW í Leip- zig. Hjá Skoda í Tjekkia stóðu fleiri hundrað nýggir bilar undir í vatni uttanfyri verksmiðjuna Kelda: Motor Magasinet 600.000 Fabia Síðan Skoda Fabia kom á marknaðin um heystið 1999, hevur verksmiðjan í Tjekkia framleitt 600.000 bilar. Teir fyrstu vóru hatch- back, í 2000 kom Combi og í 2001 kom sedan útgávan á marknaðin Kelda: Motor Magasinet Bilmekanikarin og koyrilærarin á Kambsdali, Johan Beder, arbeiðir nú sum verkførari á plátu- og lakkerings- verkstaðnum hjá Reyni Service í Hoy- vík. VERKFØRARI Magnus Gunnarsson Johan Beder, ið er best kendur sum koyrilærari, arbeiðir nú sum verkførari hjá Reyni Service. Johan er úr Fuglafirði. Hann lærdi til bilmekanikara á bilverk- staðnum hjá Bjarna Eliasen í Fuglafirði frá 1979-83. Eftir tað arbeiddi hann hjá Bjarna Eliasen til 1989, har hann var verkførari tá Bjarni var til skips. Síðan arbeiddi hann á Volvo verkstaðnum hjá Brøður Petersen í Fuglafirði frá 1989 til 1990, tá hann fór til Danmarkar á koyrilær- araskúla í umleið 1 ár. Síðan arbeiddi hann sum koyrilærari fulla tíð til 1998. Hann hevði egnan bilverkstað á Kambsdali frá 1998-2000, samstundis sum hann eisini koyrdi skúlakoyring. Í 2001 hendi tað, at bilur hansara bleiv ákoyrdur aftanífrá, og Jo- han fekk skaða í ryggin. Hetta førdi við sær, at hann varð noyddur at fáa sær annað arbeiði. Hann kundi ikki halda fram sum koyri- lærari. Johan arbeiðir í dag sum verkførari á plátu- og lakkeringsverkstaðnum hjá Reyni Service. Leiðari á deildini er Páll á Teiginum. Johan Beder – koyrilærarin arbeiðir sum verkførari Johan Beder er útbúgvin bilmekanikari og koyrilærari. Hann arbeiðir í dag sum verkførari á plátu- og lakkeringsdeildini hjá Reyni Service Tá nýggja Corolla serian kom higar fyrst í árinum, var tað eitt ivamál um Cor- olla sedan, ið verður gjørdur í Turkalandi, fór at koma hendan vegin. Men nú er bil- urin komin til landið sum sedan við fýra hurðum og stórum viðførisrúmi BILAR Magnus Gunnarsson Nýggi Corolla bleiv eins væl móttikin her hjá okkum sum í restini av Evropa og aðrastaðni við. Bilurin er designaður við evropeiska marknaðnaðinum fyri eyga. Corolla sedan verður verð- ur framleiddur í Turkalandi, og er eins og hinir Corolla bilarnir sera rúmligur í allar mátar. Viðførisrúmið er heilar 428 litrar, ið má sigast at vera stórt fyri ein bil í hesum klassanum. Bil- urin er góðar 20 cm longri enn hatchback, tað er sama longd sum stationvognurin. Komforturin og koyrieg- inleikarnir eru, eins og í hinum útgávunum, heilt í topp. Tríggir motorar eru at velja í.Tveir bensinmotor- ar, ein 1.4 litur VVTi við 97 hk, ein 1.6 litur VVTi við 110 hk. Síðan er tað 2.0 lit- ur D-4D dieselmotorurin við commonrail innspræn- ing við 90 hk. hesin koyrir 17,5 km/l. Nú fæst Corolla sum hatchback við 3 og 5 hurðum og sum T Sport, sum stationcar, Verso og nú eisini sum sedan. Harvið er Corolla serian við at verða heilt komplett. Toyota Corolla - nú eisini sum sedan Toyota Corolla 1.6 Terra sedan Motorurin 1.6 litur 4 syl. VVTi við 110 hk 0-100 km/t 10,2 sek Bensinnýtsla 14,3 km/l Dekkstødd 195/60-15 Stødd og vekt: Longd 439,0 cm Breidd 171,0 cm Hædd 147,0 cm Eginvekt 1200 kg Prísur kr. 191.600,- Søluumboð Reyni Service Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 353040 www.reyniservice.fo Nýggi Corolla er nú komin sum sedan. Viðførisrúmið er heilar 428 litrar Tvey stjørnuskot hava konsert saman Føroyski Brandur Enni og Íslendska Jóhanna Guðrún TÓNLEIKUR Pop.fo Brandur er okkara Jóhanna ella umvent. Allir íslend- ingar kenna Jóhannu Guðrún, sum 10 ára gomul sang seg inn í hjarta hjá børnum og vaksinum í Íslandi. Hennara fyrsta fløga seldi meira enn Bubber og Bjørk í heim- landinum, og nú hon fyllir 12 ár er Ísland ov lítið til hennara. Hetta seinasta summarið hevur hon verið í Florida. Á næstu fløguni skal hon syngja á enskum og við síni yndisligu kláru rødd kann Jóhanna Guðrún bráddliga gerast ein víðagitin pop stjørna. Brandur Enni hevur rokkið hægstu tindarnar her heima og við síni veingjaðu rødd hevur 13 ára gamli tvøroyadrongurin fingið tað flogið, sum kann vera hann víðari fram á leið. Á nýggju fløguni hjá Brandi, sum verður markn- aðarførd uttanfyri Føroyar út heyst, syngja hann og Jóhanna Guðrún eisini du- ettina „Still Friends“ sam- an. Tey møttust fyrstu ferð í Íslandi februar 2001 og hittust aftur í mai 2002. Nú trína tey á pallin saman í vakra mentanarhúsinum í Fuglafirði, leygardagin 28. september klokkan 20. So tað er lagt upp til eina stóra konsert í Fuglafirði við veingjaðum røddum úr norðuratlantarhavinum. Ein genta og ein drongur, sum bæði hava víst sínar dygdir á palli og á fløgu. Ein kon- sert við sangum á føroysk- um, íslendskum og ensk- um. Ein samanrenning millum samáar tjóðir, sum vilja hoyrast í framtíðini. Eitt vikuskiftið har sangir verða sungnir og søga verð- ur skrivað. Brandur er í løtuni í Danmark og syngur sangir til sína nýggju fløgu Íslendska barnastjørnan Jóhanna Guðrún kemur til Fuyglafirðar at syngja saman við Brandi enni C M Y K 19 18