Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 179 - 19. september 2002 Nr. 179 - 19. september 2002 21 MC Hár á ferð í Føroyum Í døgunum frá 20. til 22. september fer MC-Hár á tónleika- rundferð í Føroyum. Bólkurin fer at spæla til trý tiltøk í tríggjar dagar á trimum ym- iskum oyggjum TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Fríggjakvøldið 20. septem- ber byrjar tónleikarund- ferðin hjá MC Hár. Tað byrjar við dansi í Borgini – fyrr Lognbrá – í Klaksvík. MC-Hár fara at borðreiða við góðum heimagjørdum rokki, og tulkingum av kendum løg- um, og ja, tað er loyvt at dansa, siga teir. Leygarkvøldið 21. sep- tember stendur Suðuroygg- in fyri tørni, og Royn-høll- in verur karmur um dans við MC-Hár. Eitt kvøld, har kærleikin er í hásæti, og har tað sanniliga eisini loyvt er at dansa. Sunnudagin 22. september er MC-Hár aftur í miðstaðarøkinum. Har luttekur bólkurin á TUTL 25 ár konsertini í Útvarps- høllini saman við øðrum bólkum. MC-Hár spældu í summ- ar fyri yvir 4.000 fólkum á trimum tiltøkum. Síðan hetta hava limirnir ikki ver- ið saman á palli. Fleiri av tónleikarunum búgva utt- anlands, og tí er hetta eitt forkunnugt høvi at síggja bólkin. MC-Hár arbeiðir í løtuni við nýggjum tilfari, og okkurt av hesum verur framført á hesum tiltøkum. Teir, sum spæla í MC Hár, eru Niels Uni Dam (rødd), Allan Mortensen (rødd), Rókur Jakobsen (sang), Eyðun Ásason (sang), Jens Virgar Jakob- sen (gittar og sang), Jónas Bloch Danielsen (gittar), Heri Reynheim (bass), Brynjálvur á Heygum (ljómborð) og Rani Christi- ansen (trummur). Týr fær nýggjan sangara Pól Arni Holm hevur takkað fyri seg, og tí hevur Týr fingið nýggjan sangara. Bólkurin hevur fleiri spennandi uppgávur á skránni næstu mán- aðirnar TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Pól Arni Holm er ikki long- ur sangari í rockbólkinum Týr. Tað boðaði bólkurin frá í týsdagin. Avloysarin er eisini funn- in, og tað er Allan Streym- oy. – Týr hevur leingi staðið á vegamóti, um tónleikurin skal vera hobby ella livi- breyð. Hesa støðu kenna flestir tónleikarar, tí tað er hart at liva av tónleiki, áðrenn tað byrjar at geva av sær, men samstundis er mest sum ómøguligt at koma fram uttan at arbeiða fyri tí fulla tí, sigur bólk- urin. – Týr venur 5 dagar um vikuna, 4 tímar hvørja ferð og enn meir upp undir tiltøk. Hartil fer nógv tí til promotion og annað. Hetta ger tað torført at hava starv við síðuna av. Hetta er orsøkin til, at Pól Arni Holm hevur valt at tikið seg úr bólkinum. Nýggi sangarin í Týr er beiggi trummuspælaran, Kára Streymoy. Nógv spennandi fyri framman Nýggja manningin í Týr hevur vant saman í eina tíð, og tað gongur væl, siga teir. Tí fer bólkurin í studio fyrstu vikuna í oktober, tá teir fara at taka ein stak- fløgu upp við »Ólavi Ridd- ararós«, sum er nógv umbiðin í Íslandi. Fyrsta konsertin við nýggja sangaranum verður í Sumpinum á Oyrasundi 12. oktober, og eftir tað bíða spennandi uppgávur í Noregi, Letlandi og Íslandi. Tann 17. oktober skal Týr spæla á væl umtókta staðn- um Smuget í Oslo, og dag- in eftir fara teir at spæla á Scanart festivalinum í norska høvuðsstaðnum. 7. november fer Týr at spæla í Riga í Letlandi, og frá 20. november til 1. des- ember fer Týr at ferðast í Íslandi, og í tí sambandi verður nýggja stakfløgan givin út, og sjónbandalagið »Hail to the Hammer« verður framsýnt. C M Y K 21 20