Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 19. september 2002 23 Hóast Frank Skytte er vónbrotin um uppsøgnina á Toftum, so ivast hann ikki í, at tá ein tíð er fráliðin, so verður gongdin hjá B68 og fyrsti sekkurin í 24 ára longu venjarakarrieruni ein lærdómur hjá nú fyrrverandi B68 venjaranum VENJARAUPPSØGN Jákup Mørk Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Frank Skytte ikki longur er venjari hjá B68. Formaðurin í B68 segði, at vánaligu úrslitini síðani summarsteðgin vóru orsøk- in til uppsøgnina. Tað var fyri at fáa ein virðiligan enda upp á árið, at teir nú gjørdu av at frítaka venjar- an restina av árinum. Hann ásannaði, at tá gongdin hevur verið so soltin, so eru tað ivaleyst fleiri í felagn- um, sum kunnu grípa í egn- an barm. Men leiðslan helt bestu loysnina vera, at venj- arin fór úr starvi, soleiðis at lagið kundi gerast betri, áðrenn fótbólturin fór í vetrarfrí og síðani, at tað verður farið undir at fyri- reika nýggja kappingarárið. Men Frank Skytte, sum nú riggar av á Toftum, sigur seg ikki skilja avgerðina hjá nevndini: – Hevði felagið sagt meg úr starvinum, tá soltna tíð- arskeiðið byrjaði, og meðan tað framvegis var møguligt at venda gongdini, so hevði eg havt forstáilsi fyri tí, sjálvt um tað ongantíð er stuttligt at verða uppsagdur. Men at koma við hesum nú, tá vit hvørki kunnu røkka einum ella øðrum, tað skilji eg ikki. Mest av øllum lík- ist hetta eini takk fyri sein- ast, og um so er, so haldi eg, at man gongur í smáum skóm, sigur Frank Skytte, og sipar her helst til grein í Sosialinum fyrr í ár, har hann millum annað segði, at hann og B68 ikki hósk- aðu saman. Um sjálva uppsøgnina sigur Frank Skytte, at hon er jánkaslig, og at hann nógv heldur hevði viljað, at hann hevði fingið greið boð um hetta. – Leiðslan kom til mín og spurdi, um vit kundu gera eina semju, sum gekk út uppá, at vit steðgaðu sam- starvinum, men tað hevði eg so ongan hug til. Eg royni at gera mítt arbeiði saman við spælarunum, og eg havi so ongantíð verið tann, sum hevur runnið undan ábyrgdini. Eg hevði framvegis eitt arbeiði, sum skuldi gerast liðugt, og tað ætlaði eg mær ikki at steðga við uttan víðari. Tað haldi eg eisini, at leikararn- ir ætlaðu, og tað torførasta hjá mær var í øllum førum at skula siga farvæl við teir. – Hetta skal ikki skiljast soleiðis, at eg nú skal kasta við steinum og skúgva ábyrgdina yvir á onnur. Eg sigi bara, at tað eru vit øll, sum hava havt ábyrgdina. Leikarar, venjari og leiðsla eru øll felags um hetta, og har eru tað so nøkur, sum ikki hava viljað staðið við síni ábyrgd, heldur fyrrver- andi B68 venjarin. Tankavekjandi støða Annars heldur Frank Skytte, at tað er ein tanka- vekjandi støða, sum før- oyskur fótbóltur nú er kom- in í. Hann sipar til, at helm- ingurin av venjarunum í bestu deildini hava mist starvið hetta kappingarárið. – Hetta er vandamikil gongd, og tað er okkurt, sum bendir á, at ambitión- irnar og veruleikin ikki altíð samsvara. Føroyska fyrsta deildin fevnir í løtuni um sjey lið, sum øll vilja verða meistarar, og trý lið, sum ikki vilja flyta niður, og tá hesi mál ikki verða rokkin, er tað venjarin, sum fær skuldina. – Ikki tí. Eg havi altíð sagt, at venjarayrkið er heimsins besta arbeiði. Men samstundis ert tú sera einsamallur sum venjari, og sjálvandi kenni eg vandarn- ar í hesum. Er spælið gott, fáa leikararnir æruna, með- an venjarin fær skoluna, um tað gongur illa. Soleiðis hevur tað altíð verið. Men feløgini mugu eisini sanna, at tað má vera samsvar millum stórar ætlanir og veruleikan. Minnini og lærdómurin Tað kundi soleiðis verið líkt til, at Frank Skytte er ein vónbrotin maður, nú hann ger seg til at fara í vetrarfrí nakað fyrr, enn hann annars roknaði við, at hann skuldi fara av landin- um. At uppsøgnin hevur rakt meint, tykist einki at vera at ivast í, men hinvegin heldur venjarin ikki, at tú bara skalt hyggja at tí negativa. – Tað kennist sjálvandi sera svárt at fáa eina slíka uppsøgn, og fyrstu tímarnar var eg mest sum skelkaður um hetta. Nú ræður tó um at fáa hetta eitt sindur burtur. Tá ein tíð er fráliðin, so ivist eg ikki í, at eg eisini fari at hava góð minnir her av Toftum. Tí tað hevur so sanniliga eisini verið ein góð tíð hóast alt, sigur venj- arin, sum eisini sigur, at hann hóast alt hevur lært eitt sindur av hesum. – Tú lærir jú alla tíðina, og sjálvandi havi eg eisini lært nakað. Eg havi verið venjari í 24 ár, og havi ong- antíð verið í hesi støðuni fyrr, so tað sigur seg sjálvt, at hetta er nýtt fyri meg. Eitt, sum eg tó heilt víst havi lært, er, at eg skal ikki aftur játta at verða venjari í einum felag, har eg ongan møguleika havi at seta mín dám á hópin. Tá eg skrivaði undir við B68, var tað longu greitt, at hetta vóru teir leikararnir, sum eg hevði at arbeiða við. Somu- leiðis var greitt, hvør mál- setningurin hjá leiðsluni var – nevnliga at koma út aftur í Europa. Næstu ferð veit eg í øllum førum, at eg eisini vil hava eitt orð at siga, tá leikarahópurin skal samansetast, um kravið tá eisini er eins stórt. Einki um framtíðina At enda er sjálvandi nær- liggjandi at spyrja Frank Skytte, um hann longu nú veit, hvar ella um hann verður venjari komandi ár, men til hetta er tað ikki so øgiliga nógv, sum venjarin hevur at viðmerkja. – Sjálvandi havi eg prát- að leysliga við nøkur feløg, men tað er so einki ítøkiligt komið úr nøkrum sum helst, og so leingi, sum eingin undirskrivað avtala fyriliggur, so haldi eg ikki, at nakað er at tosa um í so máta, sigur hann avgjørdur. Sostatt er enn ikki greitt, hvar Skytte verður komandi ár, men tað tykist tó víst, at tað verður onkra staðni inn- an fótbóltin. Ella sum hann sjálvur sigur: – Eg sigi jú framvegis, at venjarayrkið er heimsins besta. Eg havi altíð brent fyri fótbóltinum, og onkun- tíð hevur hetta eisini havt ávirkan á privata yrki mítt annars, men hvar og um eg verði fótbóltsvenjari í næstu framtíð, dugi eg ikki at siga enn, sigur altso Frank Skytte at enda. Skytte skilir ikki sekkin – Eg havi verið venjari í 24 ár, og havi ongantíð verið í hesi støðuni fyrr, so tað sigur seg sjálvt, at hetta er nýtt fyri meg, sigur Frank Skytte, sum tó tykist vera vísur í, at framtíðin onkursvegna fer at innihalda nakað av fótbólti Í donsku miðlunum verður eisini fylgt við, nú Frank Skytte fyri fyrstu ferð í 24 ár hevur roynt at fingið sekkin sum venjari B68-VENJARIN Jákup Mørk Tað er ikki bara í Føroyum, at vit gera burturúr upp- søgnini hjá Frank Skytte. Danska Ekstra-Blaðið hevði í gjár eina grein, har Frank Skytte beinleiðis rópar nevndina í B68 fyri dupultmoralska. – Tað er ein ófatuligur dupultmoralur í Føroyum. Leiðslan kann gott úttala seg kritiskt, men um tú sum venjari fert í fjølmiðlarnar og sigur tína hjartans meining, er fanin leysur. Tað kann eg ikki liva við, tí eg vil hava loyvi at siga tað, sum eg vil, verður fyrrver- andi B68 venjarin endur- givin fyri at siga. Víðari staðfestur Ekstra- Blaðið, at tað helst bert verður í stutta tíð, at at Skytte er leysur maður í Føroyum, tí sambært blaðnum hava onnur før- oysk feløg spurt seg fyri, meðan ófriðurin á Toftum hevur staðið á. FSF hevur ásett, nær seinastu og avgerandi dystirnir í 4. deild skulu spælast Ymsu landskapping- arnar eru so smátt um at røkka seinastu dystun- um, og eftir at 5. deild varð avgjørd seinasta vikuskiftið, er tað nú 4. deild, sum stendur fyri tørni. Har hav EB/Streymur og Skála spælt seg fram til finaluna, og hendan verður leikt í Runavík leygardagin klokkan. 17.00. Dysturin um 4. plássið verður somuleiðis leikt- ur leygardagin. Her hava AB og Sumba spælt seg fram til finaluna, og verður hon leikt á Tvør- oyri kl. 15.00. Dagfinn Olsen úr NSÍ skal døma finaluna, og Mihi Mathai úr TB døm- ir dystin um bronsuna. 4. deild skal avgerast Danir fylgja við 23 Nr. 179 • hósdagur • 19. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo TB venjarin farin av landinum Lynge Nielsen helt tað vera betri fyri felagið, um tað var ein annar, sum stóð við stýris- vølin seinastu týdn- ingarmiklu dystirnar VENJARAR Jákup Mørk Føroyska venjarakarusellin koyrir við fullari ferð. Nú er tað fyri aðru ferð í ár TB, sum stendur fyri tørni. Fyrr í ár varð danin, Lynge Niel- sen, settur sum venjara fyri Zoran Mancic, men nú er greitt, at tað ikki verður danski venjarin, sum fer at standa við stýrisvølin, tá TB skal leika tríggjar teir seinastu dystirnar á árinum. Einki rok Oddur Dimon, sum er for- maður í fótbóltsnevndini hjá TB, váttar fyri Sosiali- num, at Lynge Nielsen er farin av landinum.men hann sigur samstundis, at talan ikki var um nakra uppsøgn. - Lynge valdi sjálvur at leggja frá sær. Hann greiddi okkum frá, at hann ikki longur kendi tað, sum fekk hann sett leikararnar nóg væl upp til dystirnar, og tí helt hann tað vera betri, um tað var onkur annar, sum stóð við ábyrgdini seinastu dystirnar. - Vit hava eisini ein óhugnaliga týdningarmikl- an dyst, tá vit annað viku- skiftið skulu spæla á Skála, og tí hava vit tikið fráboð- anina frá Lynge til eftirtekt- ar, sigur Oddur Dimon. Johannesen við róðrið Víðari sigur Oddur, at tað sum eftir er av árinum, verða tað teir báðir, Jón og Óli Johannesen, sum fara at hava ábyrgdina av liðnum. TB byrjaði árið sera væl, tá tað eydnaðist at vinna grannauppgerðina móti VB í fyrsta landskappingar- dystinum, men síðani hevur fyri tað mesta gingið ein veg. Bert tríggjar ferðir hevur tað eydnast liðnum at fáa javnleik, meðan hinir ellivu dystirnir eru taptir. Tríggir dystir eru eftir at leika. Tveir teirra eru á heimavølli móti ávíkavist NSÍ og HB, har vánirnar fyri stigum ikki munnu vera av teimum allarbestu. Og so er tað útidysturin á Skála, sum eftir øllum at døma fer at avgera, hvørt tað verða TB ella Skála, sum flyta beinleiðis niður í aðru deild. Danska løgreglan metir dystin hjá FCK ímóti svenska Djur- gården so álvarsligan, at teir hava nógv fólk til reiðar at taka sær av møguligum ófriði millum áskoðararnar EUROPA-CUP Jóannes Hansen Í kvøld skal einasti føroy- ingurin, sum er eftir í Eur- opa-Cup kappingini, aftur í eldin. Talan er um Toda Jónsson, sum saman við FCK skal spæla í fyrsta umfarinum í UEFA-Cup kappingini. Dysturin verð- ur í Parkini klokkan 19.10, og mótstøðuliðið verður Djurgården úr Stokhólmi. Um Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu, var ikki greitt, tá vit frættu úr Keypmannahavn. Sven- ski FCK-venjarin, Hans Backe, hevur úttikið átjan spælarar. Millum hesar eru allir fýra álopsspælararnir, sum FCK hevur havt hetta kappingarárið. Umframt Toda Jónsson er talan um Peter Møller, Jørgen Pätt- ersson og Sibusiso Zuma, sum hevur veirð leikbann- aður tvær teir síðstu ferðir- nar í landskappingini. Í innleiðandi umfarinum vann FCK samantalt 7-2 á Georg iska Lokomitovo Tbilsi. Ta ferðina var FCK eisini fyrst á heimavølli, og tá var Todi Jónsosn stóra hetjan, tí hann skoraði tvey av teimum trimum heima- málunum í 3-1 sigrinum. Í Europa-Cup hava heimadystirnir sera stóran týdning. Tá FCK spældi í Parken ímóti georgiska liðnum, komu gestirnir á odda. Tað var sera óheppið, tí útivallarmál kunnu verða altavgerandi. Undan dysti- num í kvøld verður hildið, at tað kom sera væl við hjá FCK, at teir í landskapp- ingardystunum sunnudagin móti AB megnaðu at halda tætt í verjuni. Í kvøld verð- ur tað heilt avgerandi, at Djurgården ikki fær mál. Í Svøríki er landskapp- ingin komin til endaspurtin. Djurgården er við í kapp- ingini um meistaraskapin. Teir kappast við Malmö FF og Örgryte. Sunnukvøldið vann Djurgården 3-1 í Helsingborg. Tað var Hans Backe eygnavitni til. Tættur spenningur Áskoðararnir hjá Djurgård- en hava ikki so ógvuliga gott orð á sær. Teir kunnu – tíverri sum viðhaldsfólk hjá so nógvum øðrum feløgum – gera um seg upp á ein ikki serliga hepnan máta. Tað eru ikki nógvar vikur síðani, at hetta síðst kom fyri. Tí hevur løgreglan í Keypmannahavn gjørt seg væl út til í kvøld. Teir meta uppgávuna at vera eins álvarsama, sum tá Arsenal fyri trimum árum síðani var í Keypmannahavn og spældi finalu í UEFA-Cup. Ta ferðina var tað sera ófriðarligt og vandamikið, tá illstøða stóðst millum viðhaldsfólkini hjá Arsenal og tey hjá turkiska Galata- sary. Tað verða umleið fimm túsund viðhaldsfólk hjá Djurgården í Parkini í kvøld. Samlaða áskoðara- talið fer ivaleyst at verða omanfyri tey 25 túsund. Fyri aðru ferð í ár hevur TB skift venjara. Lynge Nielsen er nú farin av landinum, og ístaðin verða tað teir báðir, Jón og Óli Johannesen, sum fara at hava ábyrgdina av liðnum seinastu dystirnar Todi í europeiska eldin í kvøld C M Y K 22