Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1983síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Steen Cold, leiðari i Norðurlandahúsinum : Hálvar loysnir kosta dupult so nógv — sigur Steen Cold í samreðu við Sosialin, um ógreiðu viðurskiftini á stovninum, sum enn ikki er liðugur og handaður eigarunum, Norðurlendska Ráðharraráðnum og Landstýrinum Orð og mynd: Dagny Joensen Tað er ein leiðilig støda vit eru komin í, at húsið ikki er liðugt og greitt at taka í nýtslu, sum upp- runaliga ætlað, sigur Steen Cold. Hóast ábyrgdin áliggur ellum Norðanlond- um í felag, so er tað kortini lættari hjá t.d. svi- um at liva við, at húsið ikki lúkar tey ásettu krev- ini. Steðgur í byggingini Í juli mánaða kom fram, at steðgur var komin í bygg- ingini í Nordurlandahusi- — Tað eru kortini feroy- ingar, sum verða við svið- ið soð. Teir fáa í boði eitt mentannarhús, sum skal hava ymiskt virksemi og sum teir hava goldið fyri. Sum viðurskiftini nú eru, fáa fólk ikki fult gagn av stovninum. num, sum varð tikið í nýtslu í mai mánaða í ár. Tá varð upplýst, at orsekin var eitt nú havna- verkfallið í Danmark, tí tilfarið ikki var komið til tíðina. Ursliltid varð, at nógvar framsýningar og annað virksemi, sum var lagt til rættis eitt ár fram í tíðina, varð útsett ella datt heilt niðurfyri. A fundi í Keypmanna- havn í juli mánaða í ár millum stýrisbólkin fyri byggingini eðrumegin, og Ola Steen, arkitekt, hinu- megin, skuldi greiða fáast á hesum viðurskiftum. Jan Stiernstedt, for- maður í stýrisbólkinum, segði tá við Sosialin, at úr- slitið av fundinum var væleydnað og at rættlag nú kom í viðurskiftini við- víkjandi liðugtgerðini av stovninum. Í august skuldi full- fíggjað búskaparligt og tekniskt yvirlit fyriliggja, sum vísti, hvat stovnurin kostaði at fáa lidnan. Nú hevur fundur verið aftur í Keypmannahavn í farnu viku. Stýrisbólkurin fekk handað fyribils fram- tíðarútlit (prognosu) yvir byggikostnaðin, og hetta vísti, at kostnaðarætlanin helt upprunaligu hæddina. — Um so er, so er pen- ingur tekur til teir, ið hava staðið fyri arbeiðnum, sigur Steen Cold og skoyt- ir uppí, at ein fyribils framtíðarútlit ikki er nóg gott prógv fyri, at steðan er í lagi. Til Tróndheim Stýrisbólkurin gjørdi av á fundinum, at Jan Stiern- stedt skuldi fara til Trónd- heim í næstum, at fáa full- fíggjað yvirlit yvir byggi- roknskapin og tað sum enn væntaði at húsið verður endaliga handað eigarunum. — Vit hava nú yvirtikið ein part av húsinum, sigur Steen Cold. Tað er åbyrgdarleyst at húsið er opið fyri almenninginum, tá vit kortini nýta alt hús- ið. Um nakað hendir ella stovnurin ikki lúkar tey krev, sum vóru sett, áðrenn farið varð undir bygging og sum vit hava goldið fyri, so kunnu vit ikki krevja endurgjald. — Hetta er ikki gagnligt í longdini, sigur Steen Cold. Vit hava higartil fingið góðan stuðul frá Leygardagur 27. august 1983 Norðurlanda- - húsið Steen Cold, leiðari i Norðurlandahúsinum : „Eitt framtíðaryvirlit yvir búskaparligu stoðuna viðvíkjandi byggingini, er einki progv fyri, at ásetta figgjarupphæddin heldur.« listafólkum og eðrum bólkum í Norðanlondum, sum hava fingið sýningar teirra útsettar fleiri ferðir. Øll hava skilt steðu okk- ara og góðtikið hetta. Hesa góðvild kunnu vit ikki rokna við í allari framtíð, og einaferð fara listafólk at leiðast av viðurskiftunum. Tað kann fáa týdning fyri framtíðar- virksemið í Norðurlanda- húsinum. Donsk-norsk skipan Í Norðurlondum eru tvær skipanir galdandi í slíkari bygging. Talan er um eina dansk-norska skipan, sum gevur byggimeistaranum (i hesum føri arkitekti- num) fulla ábyrgd og av- gerðarrætt viðvíkjandi byggingini — bæði tekn- iskt og búskaparliga. Hin skipanin er svensk-finsk, sum gevur byggimeistara- num ábyrgd undir stød- ugum eftirliti frá stýris- bólkinum. Í hesum feri, nú Norður- landahúsið skuldi byggj- ast í Feroyum, og tí arki- tekturin var úr Noregi, varð samtykt at nýta norsk-donsku skipanina. Hverjar avleiðingar fær tað fyri stovnin, at hann ikki er liðugur enn ? — Tað er greitt, at hálv- ar loysnir kosta dupult so nógv, og tí er steðan tann í dag, at vit ikki kunnu nýta húsið eftir uppruna- ligu ætlanini. Hetta er ein torfer steða vit eru komin í. Av tí at útgjeldini til byggingina vóru steðgað 9. mai í ár, tí einki yvirlit var yvir pening, sum longu tá var goldin, so er ikki meguleiki hjá undir- entreprenerunum, at fáa pengar, sum teir eiga til góðar hjá okkum. Nú hava vit verið noyddir at taka pening av rakstrarkontoini, sum er ætlað til virksemið í húsi- num — bert fyri at fáa mest neyðturviligu gerðarmálini í gongd. Greiði á hvussu húsið er skikkað Steen Cold: — Niðursteða mín sum leiðari í Norður- landahúsinum við ábyrgd fyri tí virksemi, sum her skal fara fram er, at eg nú fari at venda mær til Byggedirektoratet í Dan- mark, fyri at fáa serkena kanning gjerda, sum vísir, hvussu Norðurlandahúsið á núverandi steði kann nýtast. Síðan fari eg at heita á serkenar innan sjónleikteknikk og ljóð- viðurskifti, sum skal siga okkum, hvussu hesi viður- skifti nú mynda seg. Trupulleikin er tann, at so leingi sum húsið ikki er liðugt, so verða kanningar ikki gjerdar, sum góð- kenna at upprunaligu vidurskiftini eru eftir byggiætlanini. — Eitt er tó vist, — Norðurlandahúsið lúkar ikki enn krevini, sum upp- runaliga vóru sett, og kann tí heldur ikki fyribils dríva virksemi her sum var tað fullfíggjað.