Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

veldisflokkurin hevði, tá var um Erlend í hverki kørgu sambandsmonn- Erlendur Patursson fylti Dimmalætting ella Dag- unum. ') ár. Undir einari mynd blaðnum. Lat Dagblaðið Men sjálvandi stendur s,68ð. at einasti flokkurin fara, tí fólk vilja hest tað upp til hvert einstakt loksformaður sum sleppa undan at verða blað, hvat tað skrivar ella eilsadi upp á Erlend á nevnd í ti blaðnum tí ikki. Og sjálvandi er áhug- eðingardegi hansara, var køstarennuni — men eðr in hjá einum blaði fyri ein- BY nkudagin, vóru myndir rá måttøkuni sum tjóð- i Dam, formaður í javn- ðarflokkinum. Mong við mær hava tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lysingar: Årni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Røktarheimsbygging oddagrein NU eru lidin år sidani Javnadar- flokkurin visti å serliga tørvin, sum gjørdi seg meira og meira galdandi um at fåa røktarheim i høvudsstadnum. PENINGALIGU vidurskiftini metti Javnadarflokkurin kunna greidast vid låntøku, annars kundi eingin bygging fåast i brædi. FYRSTA stigið var eftir Javnaðar- floksins metan, at taka deildina P5 á landssjúkrahúsinum í nýtslu sum røktardeild. Tað hevði bøtt um støduna, sum hon er í løtuni. Men hóast hetta kundi verið loyst við lítlum peningi, sýtti sitandi landsstýrissamgonga at fremja hesa ætlan í skundi. VIÐ tí úrsliti, at ein heil sjúkradeiid nú hevur staðið púra tóm og óbrúkt síðani andveikaforsorgin í 1980 flutti í n yggju hús síni, Eirðar- garður. MEN tilmæli Javnaðarfloksins sær nú til endans út til at verða fylgt av landsstýrinum, so at røktardeild kemur sum er hart til- trongd. Men enn skal eitt heilt ár ganga, áðrenn henda deild kann verða tek. Her hevur skortað vilji ” stýrismaðurin til at fremja eina skjóta og neyð- uga hjálp. Í BLAÐNUM í dag hevur lands- Eilif Samuelsen greitt frå røktarheimsbygging i Tórshavn. Vit fegnast um at lands- stýrið nú at enda tekur hetta mål í tí álvara, sum Javnaðarflokkurin nú í áravís hevur arbeitt fyri. Síðst við uppskoti um at loysa málið við låntøku. T* uttanum låntøku verður málið ikki loyst og eingin bygging framd í bræði, heldur ikki um tvey ár. Hetta er tann nakni veruleikin, tí eisini tær byggingar, sum nú eru, verða bygdar við partvísari lán- tóku, tí tøkur peningur er ikki í grunninum, sum er fíggjaður við hver sínari helvt frá statinum og landskassanum. TÁ røktarheimsbygging í Suður- streymi nú er tíkin í álvara av landsstýrinum, skuldi møguleiki verið at fingið eina skjóta loysn, tá - havt verður í huga, at formaðurin í sosialu nevndini í Tórshavnar kommuni, Leivur Johannesen longur hevur fullfiggjad uppskot um røktarheim. ER vilji til stadar — so er ikki neyðugt at bíða heili tvey år aftrat til skjøtil verður settur á. Ein smálig Dima og ófólkaligur sambandsflokkur 14. Sept., sum kom undrast á hetta, og fleiri høvdu tað á orði seinasta vikuskifti, at ikki eitt orð vísi er við Dimmalætting su: er eitt alment blað við tað hon er lýsingarblað okkara. Ikki eitt orð og enn tá ein tað sigur ikki so lítið um smáligu muruna í teimum um mótsteðumanni minni partamaður fyllir. Men eitt blað, sum ' er frísinnað og byggir á tryggum demokratiskum grundvelli, hevði íkki himprast. Men tað ger Dimmalætting so íkki. Tað hava vit sæð fyrr, tá politiskir mótsteðumenn ikki hava fingið innivist. Teir eru álopnir, hava skrivað aftursvar, sum ikki er komið í, men hava kortini fingið aftursvar frá Dimmu, uttan at lesarin kendi innihaldið í brævi- num til Dimmalætting. Aftur eitt demi um smá- sinni sambandsmanna. Men ikki nóg mikið við tí, at Dimma tagdi. Semdi tað seg ikki legmanni, Paula Ellefsen, at farið at heilsa upp á elsta tingfor- mannin, ellisformannin, og tingmannin sum hevur havt sæti longst á tingi? Jú, og tað var líka mikið um hann var tjóðveldis- maður, javnaðarmaður, Nr. 98 — 27. august 1983 fólkafloksmaður ella hvat hann var. Tí tað hoyrir til vanliga fólkaligheit. Annars skal Atli Dam hava takk fyri at hann heilsaði upp á ellisfor- mann legtingsins og at Sosialurin hevði greinir um formann tjóðveldis- floksins. Hetta var demi um góða muru, stórsinni og vanligt feroyskt kurt- teisni. Demokratur Frá Landslæknanum: Meningococmeningitis Meningitistittleikin er framvegis stórur i Føroy- um. Meningitis er bruni i heila- og mønuserki og er ein ålvarsom sjúka. Í 1982 vóru 25 tilburðir : av meningitis ella blóð- eitran (sepsis), elvdir av bakteriunum menin- gococcum, og higartil í ár (24. august), er fráboðan komin um 17 tilburðir. Ein tilburður var í januar, tveir í februar, fimm í mars, fimm í apríl, tveir í mai, ein i juni, eingin í juli og ein i august. Meningococcarnir smit- ta við dropasmittu frá nasa- og svelgrúmi. Tað eru fleiri sløg av menin- gitis, men tað er bert hetta eina slagið, sum er smitt- andi. Royndir vísa, at tað er bert heilt sjáldan at bakterian, meningococcur- in, elvir meningitis. Van- liga livir bakterian í nasa- ella svelgrúmi hjá ti smittaða uttan at hetta ferir við sær sjúku. Tað er ein rættiliga stórur partur av frískum fólki, ið gongur við meningoccunum, ser- liga børn. Tað kann hugs- ast, at millum 10 og 35% av okkum i Føroyum i løt- uni hysa hesum bakterium. Tær halda sær i okkum í vikur ella kanska upp í nógvar mánaðir. Sum nevnt feri rhetta vanliga ikki til sjúku hjá okkum. Hví tað eru nekur okkara, sum fáa meningitis, tað vita vit ikki. Sum tað skilst, so er hetta ein bakteria, ið er vanlig okkara millum, og tí er fyribyrgjan torfer. Tær fyribyrgjandi at- gerðir, sum hava verið nýttar móti meningococ- meningitis, hava verið skiftandi. T.d. kann nevn- ast, at áður varð sulfa brúkt at fyribyrgja við. men hetta kann ikki brúk- ast longur, av tí at bak- teriurnar eru vorðnar res istentar ella mótsteðu ferar móti sulfa. Tær fyribyrgjandi at- gerðir, ið vit í letuni fylgja her i'Føroyum, eru komn- ar í lag eftir samráð við STatens Seruminstitut og Sundhedsstyrelsen Keypmannahavn, sum vit hava samband við viðvíkj- andi tí ekta títtleikanum av meningitis, sum enn er i Føroyum. AV hesum fyribyrgj- andi atgerðum er tann, ið hevur nógv sterstan týdn- ing, at tey, ið hava havt nært samband við menin- gitissjúklingin í tíðini við sjúkubyrjan, skulu vera serliga ansin við sjúku- teknum, ið kunnu stava frá meningitis, serliga eitt nú hevuðverkur, skjálvta, fepur, ússalig almensteða, eitt útbrot við smáum blødingum í húðini, ið kunnu gerast sterri, spýggja, svimbul og stirni í nakka og ryggi (fáa ikki hekuna niður á bringuna), og tey skulu, sum sjúku- tekin vísa seg, beinan- vegin fáa fatur á lækna við skjótari viðgerð fyri eyga. Hin atgerðin er fyri- byrgjan við heilivági, van- liga rifampicin, sum vit í Feroyum hava nýtt við at- liti til fyribyrgjan síðan 1981. Rifampicin verður mett betur hóskandi sum fyribyrgjandi evni enn penicillin, ið varð nýtt tíl 1981. Í teimum førum, har talan er um ein einstakan tilburð av meningococ- meningitis, verður mælt til, at rifampicin verður givið til fólk í næsta um- hvervinum, tað vil í flestu forum siga til húsið. Rifampicin verður givið í tveir dagar. Tolir fólk ikki rifampicin, ella er annað, ið ger, at tey ikki skulu taka tað, verður annar heilivágur givin. Allir kommunulæknar i Føroyum hava henda heili- våg tøkan at geva teimum fólkum, ið skulu hava hann eftir nærri tilskil- aðum reglum. Tað er av stersta týdn- ingi at tey, ið fáa hesa viðgerð, eru sera ansin ella at ansað verður væl eftir teimum, so at tey við Lyrj- andi sjúkuteknum sum skjótast verða sædd av lækna, ti tað er eingin trygd fyri, at rifampicin í øllum førum verjir móti sjúkuni. Snýr tað seg um ein til- burð í barnagarði, veggu- stovu ella barnaheimi, skulu øll bernini á barna- stovninum og starvsfólkið viðgerast við rifampicin. Harumframt skal húsið hjá tí sjúka viðgerast, men ikki húskini hjá starvsfólkinum ella hinum børnunum. Snyr tad seg um ein til- burð hjá skúlabarni skulu ell bernini í flokkinum oig lærararnir, ið undirvisa flokkin, viðgerast við rifampicin. Húskið hjá tí sjúka skal eisini hava viðgerð, men ikki húskini hjá hinum bernunum ella lærarunum. Bern og starvsfólk í dagrøktarstovnum og í flokkum, id eru i pro- fylaktiskari viðgerð, nýtast ikki at halda seg við hús undir viðgerðini, eins og fólk annars, ið fáa profylaktiska viðgerð, vanliga kunnu rekja dag- liga arbeiði sítt. Talið á meningococ- sjúkutilburðum er fram- vegis nógvar ferðir sterri í Føroyum enn í hinum norðanlondunum sum heild í mun til fólkatalið. Í 1978 var í Feroyum ein deyðatilburður av meningococsjúku, í 1979, vóru tríggir, í 1980 tveir, í 1981 tveir og í 1982 tveir. Higartil í ár er eingin deyður av sjúkuni. Viðvíkjandi fyribyrgjan skulu vit taka upp aftur, at tað, ið hevur stersta týdning er, at tey, ið hava havt nært samband við meningitissjúkling í tíðini við sjúkubyrjan, skulu vera serliga ansin við teimum áðurnevndu sjúkuteknum, ið kunnu stava frá meningitis, soleiðis at tey, um slík s sjukutekin = vísa seg, beinanvegin fáa fatur á lækna. Vit hava her nevnt, at tey, ið hava havt bein- leiðis ella nært samband við meningitissjúkling, skulu vera serliga ansin. Hetta er galdandi fyri eitt nú húski, arbeiðsfelagar, floksfelagar og foreldur hjá hesum. Hetta ansnið fyri áður- nevndu sjúkuteknum skal tó eisini vera galdandi fyri okkum onnur í hesi tíð, har vit hava ein so stóran títtleika av meningitis- sjúkuni í Feroyum. Høgni Debes Joensen