Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1983síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Mótstoða hevur tikið seg upp ímóti eini samtykt hjá bygdaráðnum at breiðka niðara vegin norður gjognum bygd- ina. Ein áhugabólkur og ein bygdaráðslimur mæla til eina millumloysn. * Tørvur á breiðari vegi til handlar og virki Bygdaráðsformaðurin í Fuglafirði roknar ikki við, at ferðslan fer at okjast. Hann vísi. á, at vegurin er ov smalur, og at ferðslan tí gongur illa. Eg veit ikki at siga, hvat 1540 fólk vilja. Men nógv hava koyrt á fyri at fáa vegin gjerdan. Bygdaráðsmaðurin i Fuglafirði, Steintór Lar- sen sigur seg ikki duga at meta um, um ein meiriluti av fuglfirðingunum er ímóti at breiðka bygda- vegin frá Gjógvará og norður igjøgnum bygdina. Men mótsteða hevur tikið seg upp. Fleiri urta- garðar rúka. Og við teim- um eini 75 tre og runnar. Nekur hús aftrat teimum 11 sum longu eru farin skulu rívast niður. Og har- afturat eru fólk bangin fyri øktari ferðslu vid ekt- ari ferð. Hetta eru m.a. grund- gevingarnar hjá einum á- hugabólki, sum hevur tikið seg upp. Ahugabólk- urin er ikki ímóti, at veg- urin verður breiðkaður og bøttur, men áhugabólk- urin er ímóti verandi ætlan, sum ein stórur meiriluti í bygdaráðnum hevur samtykt at fremja. Ahugabólkurin heldur seg hava hampiliga góða undirtøku. Mikukvøldid skipadi hann fyri einum fundi i fimleikarhøllini. Fundarevnid var sokall- aða »saneringin í Fugla- firdi«. Talsmaður fyri áhugabólkin, Niels Mid- jord, upplysir, at av teim- um útvið 100 følkunum, ið vóru á fundi, var meiriluti móti ætlanini. Men, verður skilað til, tað vóru kanska bara mótsteðu- fólk, ið mettu til fundin. Kanska fyri bygdaráðið Áhugabólkurin hevur sent bygdaráðnum í Fuglafirði skriv, har mælt verður frá at fremja ætlanina. Steintór Larsen sigur, at tað er ikki lætt at siga, um bygdarráðið fer at lurta eftir mótsteðufólki- num. Men bygdaráðið hevur fingið eitt skriv, og tað er eitt av teimum fyrstu málunum, bygda- ráðið fer at taka upp, nú bygdaráðsarbeiðið byrjar aftur eftir summarfrí- tíðina. Hann vísir á, at ein stór- ur meiriluti í bygdaráð- num er fyri at gera teir fyrstu 300 metrarnar, sum samtykt er at gera í ár. Enn er ikki greitt, nær vegarbeiðið byrjar. Bygdarráðið hevur av- gjørt at ognartaka lendið, men landsstýrið hevur enn ikki svarað, um tað góðtekur ætladu ognar- tekuna. Arbeiðið byrjar ikki, fyrrenn svar er kom ið Vegastrekkið, ið bygda ráðið hevur samtykt at gera í ár, gongur frá brúnni um Gjógvará og norður til »Krossin«, um leiðina har prestagarðurin liggur. Kostnaðurin fyri at breiðka hetta strekkið — keypa lendið, leggja klo- akk- og vatnleiðing, seta upp ljós og gera gongu- breyt — er mettur til eina mill. kr. Kommunan skal sjálv gera arbeiðið. Steintór Larsen upp- lýsir, at í fyrstu syftu er ætlanin at stoypa stuðuls- múr í niðara borðið. Urta- garðarnir liggja í ovara borði, so einki fer í fyrstu atløgu. Arbeiðið er ætlað til hálvtannað ár. Men hesir 300 metrarnir eru bert fyrsta sig av sterri ætlan. Ætlanin er at allur vegurin gjegnum bygdina skal breiðkast, men enn er steða ikki tikin til næsta vegapettið. Bygdaráðsformaðurin vís- ir á, at næsta ár er komm- unuval, so eitt nývalt bygdaráð kann finna útav tá, hvussu restin av vegn- um skal breiðkast. Nútre — til adra tid bøur ella fjøra Men er tad ikki spell, um eitt umhvørvi við treum og gerðum rýkur, og fer tað ikki at skemma bygdamyndina? — Vit eru keddir av at taka garðarnar, men ofta er tað uppdyrkaður beur sum fer. Her er tað garðar, men aðrastaðni er tað viðhvert vekur fjera sum fer. Steintór Larsen leggur dent á, at bygdaráðið hevur sett sær fyri, at gera vegastrekkið so hampiligt sum til ber við grótlaðaðum gerðum. Somuleiðis er bygdaráðið sinnað at planta aftur tað, sum fólk vil hava plantað. Hann roknar ikki við, at ferðslan gjøgnum bygdina fer at økjast munandi. Hinvegin visir hann å, at noråuri i bygdini eru fleiri virkir, ið hava brúk fyri góðum vegasambandi, eins og fleiri stórir handlar eru í bygdini. Sum er, gongur ferðslan illa, tí vegurin er smalur, og last- bilførar stúra ofta á vetrardegi við kava at fara gjøgnum bygdina. — Aðrastaðni í Feroy- um hevur man ringar royndir at leggja høvuds- vegir — ella framhald av landsvegi — gjegnum bygdir. Hvi gera tit slikt Vandin fyri ferðslu- vanlukkum økist fleirfalt Harafturat fara hús, urta- garðar og tre fyri skeytið — Vit eru ímóti at breiðka vegin so nógv, tí vit vænta ikki at fáa gagn av tí. Vit halda ikki, at tað er so stórur tervur á einum breiðum vegi. Nakað soleiðis sigur Niels Midjord. Hann er ein teirra, sum hevur vent sær ímóti ætlanini hjá Fuglafjarðar bygdaráð um at breiðka vegin gjøgnum bygdina, soleidis at hann í stødum er 11 metrar breiður. Tað er við gongu- breyt. Hann vísir á, at øll virk- ini norðuri á havnagkinum eru knýtt at sjóvinnuni. Tey fáa ikki nógva veru eftir landi og tey avskipa sjóvegis. Í hesum sambandi nevn- ir hann eisini, at møguleik- á havna- Bert tvey in at víðka um út økinum er lítil grundeki eru havnagkið skal stað, krevst stó eitir Um Y iðka: t á verandi arbeiði fara Spurningurin er ti, um út viklingurin ikki má henda úti á Toftanesi, ið liggur undir Kambsdali Planlegging fyri bilar — ikki fólk Niels Midjord tekur eisini vandan fram: — Fólk eru annars mest bangin fyri — tá vegurin er breiðkaður og verður framhald av landsvegi í fullari breidd — at ferðin verður nógv og steðgar ikki á fyrrenn úti á havna- økinum. — Sum nú er, steðgar ferðslan upp við trongan á vegnum aftaná Gjóvará, men tað fer hon ikki at gera, tá vegurin fær fulla breidd. Vandin fyri ferðsluvanlukkum fer tí at økjast fleiri ferðir. — Vit halda, at tað er skeivt at leggja landsveg umaftur? — Fuglafjerður er ein endastød. Ferðslan skal ikki víðari,so ferðslan fer at fjara út sum hon kemur longur inn í bygdina. Fólk eru komin til bygdina eftir einum góðum landsvegi og fara ikki at skunda sær víðari. Heldur Steintór Larsen. Hann heldur somuleiðis ikki, at tað er rætt at velja eina »millumloysn« — ein gjøgnum bygt øki. Tå man planleggur slíkt, plan- leggur man fyri bilarnar og ikki fyri fólkið. — Vit eru ikki ímóti at breiðka vegin, tí vegurin treingir harðliga til ábetur, men tað eigur at verða hugsað um tey virði sum finnast, soleiðis at tey verða varðveidd so væl sum meguligt. Men vit eru ímóti landsvegi gjøgnum bygdina. Hetta er man farin frå aðra- staðni, sigur Niels Mid jord. Elstu og størstu trøini Men áhugabólkurin er ikk bert ímóti ætlanini, ti breiður vegur við skjótar ein og tungari feråslu er vandamikil fyri bern og vaksin, og tí at hann ikk heldur tervin vera stóran Vit 1mot i elrsIimi ætlanini. ti hon serlige gongur út yvir ten húsini, sum geva bygdini ein karakter. Men kortini ikki aktuelt. | letuni er aktuelt at .ata urtagaråar fara Frå Gjógvará og norður til Krossin fara stórtsæð umleið fýra metrar av hverjum garði. Í hesum gerðunum standa tey elstu og sterstu treini og standa við vegin. Hetta eru m.a. garðarnir hjá reiðaranum Haraldsen og Victor Danielsen, greiðir Niels Midjord frá. Vegaætlanin er fleiri ár gomul. Í hesum sambandi hevur kommunan rivið fleiri hús niður. Tey sein- astu fóru ifjør. Um alt pro- jektið skal fremjast, sum tað fyriliggur nú, skulu eini 6—8 hús takast niður afturat, heldur Niels Midjord. goml tað er jo-ma veg sum hevur breiddina av hálvuaðru vegbreyt Við slíkari loysn verður ikki pláss fyri gongubreyt í ovara borðinum. Tá verður aftur talan um blandaða ferðslu — fólk, súklur og bilar hvert um annað. Tí heldur bygdaráðsfor- maðurin fast við ein veg, sum í meðal er góðar sjey metrar breiður. jo-mo