hósdagur 1. september 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
É
Laksamaður:
Gevið ikki eftir
men ekið kvotuna
— tí laksafiskiskapurin hevur ómetaliga nógv at siga fyri
bæði tosa- og hýsustovnin. Teir 30 laksabátarnir minka
um trýstið á toska- og hýsustovnin við umleið 12.000
tonsum árliga.
Um tveir mánaðir byrjar feroyska laksaveiðan aftur.
Kvotan í fjør var uppá 625 tons. Fyri nekrum árum
síðani var hon umleið 1300 tons. Eftir hvat Sosialurin
hevur fingið at vita, so hevur landsstýrið enn ikki gjørt
av, um kvotan frá í fjer skal varðveitast ella hon skal
broytast.
Hetta verður helst nakað, sum landsstýrið fer at taka
steðu til
í samband við samráðingarnar við EF.
Undanfarin ár hevur landsstýrið avgjert steddina á
laksakvotuni við samráðingarborðið í Bruxelles, har tað
hevur gingið við til at minka kvotuna hvert ár.
Herfyri bar Útvarpið tey tíðindi úr EF, at teir har eru
sera væl negdir við avgerð landsstýrisins í fjør at lækka
laksakvotuna og skiltu hetta sum eina positiva steðu
frá feroyskari síðu. At hetta kemur fram nú hevur
meguliga nakað við komandi samráðingar at gera.
Avgerð landsstýrisins at
lækka laksakvotuna ár
undan ári hevur mett harða mótsteðu frá laksamonn-
um. Ein teirra,i fyrr ferdi laksabát, men sum nú er
reiðari og hevur arbeiði á landi, er Gardar Joensen í
Sandavági. Hann sigur seg vera sera vónsviknan um, at
landsstýrið ferð eftir ferð hevur givið eftir trýsti frá EF
og latið kvotuna minkað so nógv.
Norðmenn:
Norskur laksur
til Foroya
og Grenlands
Tað fyriliggja nú
vísindalig prógv fyri,
at laksurin, sum er
sleptur út í Neiden og
Tana-áirnar í Noregi
ferðast bæði til Gren-
lands, Feroyar, til Kola
og Hvítahavið og
somuleiðis framvið
norsku strondini.
Hetta sigur fiskarí-
konsulenturin í Finn-
markini, Anton Rik-
stad við Norska blaðið
Fiskaren. Tað er merk-
ing av smolt, sum
finskir og norskir
granskarar gjørdu i
endanum av
1970'unum, sum
prógva hetta.
— Men nekur stór-
hending er hetta ikki,
tí vit hava havt var-
hugan av hesum leingi.
Men nú hava vit so
fingið prógv fyri tí,
sigur norðmaðurin.
— Vit hava leingi
hildið, at finnmarks-
laksurin verður
veiddur av denum við
Feroyar og Grenland.
M.a. hava vit funnið
restir av fiskireiðskapi
í kjaftinum á laksinum.
Kanningar vísa, at reið-
skapurin stavar frá
donskum skipum. Men
uppaftur betri prógv er
tað, at vit nú hava fing-
ið vísindalig prógv fyri,
at laksurin frá Finn-
markini verður fisk-
aður av dønum.
Víðari sigur sami
Rikstad, at hesar upp-
lýsingar verða gott
kort á hondini í altjóða
samráðingunum fyri at
steðga donsku laksa-
veiðuni enn meira.
Frágreiðingin frá
umrøddu kanningum
verður klár til heystar.
(I greinini stendur
einki um feroyskar
laksabátar. Um Norð-
maðurin eisini hugsar
um feroyskar bátar, tá
hann nevnir teir
donsku, sigur segan
einki um. Blaðm.)
— Men heldur tú lands-
stýrið hevur havt nakað
annað í at velja enn at
slaka fyri trýstinum frá
Noregi, Íslandi og EF?
— Nú dugi eg ikki at
siga, hvussu samráðingar-
nar hava verið, men eg
hevði í hvussu so er togað
eitt sindur meira ímóti,
enn teir hava gjert.
- Kvotan var uppruna-
liga 1280 tons. Síðani
lækkaði hon til 1050 tons,
síðani 750 tons og síðani
625 tons. Hevur verið
nokk av laksi at fáa undir
Føroyum?
Tað hevur verið ov
mikið til. Roynandi hevur
verið sera víða, og fiski-
skapurin hevur verið
javnt góður ell árini.
— Hvussu sær úrslitið
út hjá Breiðanesi aftaná
seinastu laksasesong ?
— Tað sær gott út. Men
eg meti tó 25 tons vera ov
lítið at liva av hjá einum
100 tons báti. Tí trola vit
um summarið fyri at fáa
endarnar at rekka saman.
Men hevdu vit fingið eina
kvotu uppá 35 til 40 tons,
so hevði úrslitið verið eitt
heilt annað.
Í laksatíðini eru
mans við Breiðanesi. Tá
trolað verður eru teir 5.
Laksatíðin í fjør var frå
15. nov. til 15. mai.
— Hava vit fingid loyvi
at fiska aftur til heystar?
— Vit hava ikki fingið
tað skrivliga, men tað
rokna vit við.
seks
Færri bátar!
Gardar Joensen upplýsir
annars, at tað í vetur helst
vera færri bátar at fiska
kvotuna. Nakrir bátar eru
umbygdir til aðra veiðu og
nakrir eru farnir at fiska
við línu.
Gardar Joensen sigur
víðari, at tað er avgjert
neyðugt hjá feroyingum
at halda uppá og helst
økja um laksafiskiskapin
aftur, tí tað er talan um
einar 25 til 30 bátar sum
liggja í steddini úr 50 uppí
knepp200 tons í stedd.
Var laksurin ikki, so fóru
teir allir at fiska tosk og
hýsu undir Feroyum alt
árið ístaðin.
— Siga vit 30 bátar,so
skulu teir fiska 400 tons
um árið — serliga tosk og
hýsu. T.v.s. at har er ein
sparing í hýsu og toska-
stovninum uppá 12.000
tons. So tað er sera posi-
tivt við laksafiskiskapi-
num, umframt tað at út-
flutningstelini fyri laksin
eru rættiliga heg. Vit
høvdu ein miðalprís uppá
65 kr. kilo til skipið í fjer.
Kanningar
— Hvat vil tú sum laksa-
fiskari mæla okkara
politikarum til, tá teir
næstu ferå skulu seta seg
við samráðingarborðið og
tosa um laksin ?
— At fáa kanningar í
verk. Tað er sera av-
gerandi at vita, hvat tað er
fyri laksur vit fiska. Vit
skulu vísa vælvild í teim-
Nr. 100 — 1. september 1983 tíðindablaðið E | Si lurin Síða 3-
um kanningunum. Men
vit skulu ikki bert trúgva
einum og hverjum av
teimum tjóðum, sum siga,
at vit fiska teirra laks. Tí
eingi kanningarúrslit
higartil siga nakað kon-
kret um tað.
— Hevur landsstýrið ov
skjótt givið skarvin yvir í
samráðingum um laksin ?
- Við EF í fjer góvu vit
alt ov skjótt >fortapt<
Men landsstýrið
hevur jú víst á, at av-
marka vit okkum ikki, so
fær hetta avleiðingar fyri
feroyskan fiskaútflutning
t.d.!!
— Um EF byrjar at boy-
kotta, so ivist eg, um vit
yvirhevur áttu at sam-
ráðst við teir. Tá kundu
vit farið aðrar vegir.
jan
Frá heimselite
x
Stórt úrval av súkklum í øl
við 3-5-6-10 og 12 gearum.
Fa. André
TA
lum støddum
Andrésen
Vardagøtu 19 — tlf. 11829
Torshavnar súkklufelag:
Motionskapping
leygardagin
Tervar tær motión, so hev-
ur tú meguleikan leygar-
dagin, tá Tórshavnar
súkklufelag skipar fyri
eini motiónskapping úr
Havn til Kaldbaks.
Byrjað verður frá ítróttar-
hellini á Hálsi kl. 15.
Eisini verður skipað so
fyri, at hevi verður hjá lut-
takarunum at fáa leski-
drykkir á vegnum. Og
hetta verður ókeypis.
Hetta er aðru ferð, at
Tórshavnar súkklufelag
skipar fyri tílíkari moti-
ónskapping. Fyrru ferð
var í juni mánað, og tá lut-
tóku 40 fólk.
Formaðurin í súkklu-
felagnum, Magnus
Jergensen, sigur, at
felagið hevur ikki skipað
fyri nakrari veruligari
súkklukapping enn, men
hann roknar viðat tað
verður gjert næsta ár. Í
Tórshavnar súkklufelag
eru um hundrað limir.
Annars kann verða
nevnt, at felagið hevur
motiónssúkkling hvert
týskveld, og ætlanin er at
halda fram við hesum.