hósdagur 1. september 1983síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Bárður hevur
teknað frímerki
við tjóðarbúnum
………—…—e—
TILLPOS:08 00 % 40
.
I ANDA
AR
på .
.
HÚSIÐ Í FØROYUM
mánað
gevur Postverk
Feroya út ein blokk við
trimum frímerkjum.
Tey verða givin út í
Í november
1983
sambandi við at
Norðurlandahúsið er
tikið í nýtslu.
Tey trý merkini av-
mynda niggju búnar úr
Norðurlondum: Håls-
ingland í Sveríki, Fyn í
Danmark, Telemark í
Noregi, Finnmerk,
Ostra Nyland í Finn-
landi, Islandi, Alandi,
Grønlandi og
Føroyum.
Bárður Jákupsson,
listamaður, hevur
teknað merkini. Tey
eru prentað á seðla-
prentsmiðjuni hjá
finska tjóðbankanum í
Helsinki.
Virdi: 3250 oyru
Breddanummer: FR
084. FR 085, FR 086
Stedd á blokkinum:
67X120 mm
Blokkurin kostar: 7,50
kr.
Tey, ið ynskja at
geva upplýsingar um
frímerki til vinir og
kenningar uttanlands,
kunnu fáa tilfar við at
venda sær til Postverk
Føroya, Frimerkja-
deildina, 3800 Argir.
Dansifelag
fær roykstovu
at dansa i
Klaksvikar Dansifelag
hevur leingi tosad um,
at felagid skuldi fåa
sær eitt høli at dansa i
og goyma øll tey mon-
gu ting, felagið eigur.
A eykaaðalfundi
seinasta sunnukveld
varð avgjert at lata
byggja eina roykstovu
í húsunum hjá Norðoya
Fornminnissavni.
Roykstovan verður
gjørd sum tær gomlu
sóu út. Tó verður lagt
gott trægólv í. Men
koyggjur, beinkir
framvið og grúgvu-
pallur verða eisini.
Í hesum sambandi
fær felagið góðan kok,
stovu at fundast í,
toylettir og gardiropu.
Roykstovan skal
nýtast at dansa í, hava
kveldsetur í og upp-
lestur, somuleiðis
barnadans.
Felagið fyllir 30 ár
tann 16. okt. 1984, og
vónar felagið, at helini
verða tek til feðingar-
dagin.
Tvey
gasstangaskip
skulu byggjast
Eitt nýtt felag hevur gjert sáttmála við há-
lendska skipasmiðju um bygging av tveimum
gass-tangabátum. Felagið kallast Transmar og
hevur heimstað í Havn. Stjóri í felagnum er Helgi
Niclasen.
Kostnaðurin fyri skipini er um 65 mill. kr. Tey
skulu árliga sigla fyri 30 mill. kr. hvert. Tey ferma
hvert 900 tons av gassi.
Stjórin á felagnum hevur sjálvur starvast innan
Kosangas í fleiri ár. Reiðaríið hevur sekt lands-
stýrið um 10 pst. í stuðulsláni og um 15 pst. í veð-
haldi av byggikostnaðinum.
Tveir bussførarar á Bygdaleiðum:
Vit koyra ikki
hálvsovandi á oynni
— Vit mugu avsanna tað,
at vit koyra hálvsovandi
millum Havnina og Vest-
manna. Eru vit troyttir,
fara vit ikki á oynna. Og
tað hevur ongantíð verið
nakar trupulleiki at fingið
ein annan bussførara, tå
onkur av okkum hevur
hildið seg vera ov móðan.
Hetta siga tveir bussfer-
arar á Bygdaleiðum, Jens
Pauli Rein og Jóannes
Stakslíð.
Í Sosialinum týsdagin
varð í eini grein upplýst,
at bussferarar á Bygda-
leiðum bert fáa hvíld í
fimm seks tímar nekur
kveld í tí vikuni, tá teir
koyra. Frá tveimum fyrr-
verandi bussferarum
hevði Sosialurin fingið
upplýst, at tað hendi seg,
at teir koyrdu hálv-
sovandi, og at nakrir vóru
farnir úr starvi, tí arbeiðið
var ov strævið.
Til tað at fleiri
bussferarar, sum hava
koyrt eftir oynni millum
Havnina og Vestmanna,
eru farnir úr starvi, siga
Jens Pauli og Jóannes, at
onkur hevur verið ónegd-
ur við arbeiðstíðina, men
summir eru eisini farnir, ti
teir hava fingið eitt betri
arbeiði.
Í greinini týsdagin varð
upplýst, at koyritíðin í
eina viku er 80 tímar
roknað út eftir seks vik-
um. Jens Pauli og Jóannes
vísa hinvegin á, at tann
effektiva koyritíðin er ikki
so long. Hon liggur um 68
tímar. Restin fer til sokall-
Bussforararnir á Bygdaleiðum koyra eina viku — frá morgni til kvold — og
hava frí eina viku. Í Sosialinum týsdagin segði ein fyrrverandi bussførari, at
arbeiðið var strævið, og at teir koyrdu hålvsovandi av og á. Hetta nokta tveir
bussforarar fyri. Teir siga, at eru teir troyttir, verður onkur annar settur at
koyra
aðan uppstart og til frí-
leturnar í Vestmanna og í
Havn
Skal setast niður
Annars varð eisini upplýst
í týsdagsblaðnum, at
Samferåslunevndin hevur
gjørt eitt nýtt uppskot til
koyrisáttmála, men sum
landsstýrið ikki hevur av-
greitt enn. Sambært hes-
um sáttmálanum skal
koyritíðin setast niður í 65
tímar. Tá er uppstartur
o.a. roknað við.
Jens Pauli og Jóannes
siga, at teir hava einki
ímóti, at tímatalið verður
sett niður. Men hinvegin
siga teir, at allir buss-
forararnir vilja koyra eina
heila viku og so hava frí
eina viku.
Vit koyra jú hvenn
dag, hvert kveld, alt viku-
skiftið og halgidagar ta
vikuna, tá vit koyra. Tí
vilja vit hava frí eina heila
viku og vikuskiftið við,
siga teir.
Sosialurin visti á, at
tann stutta hvíldartíðin er
grovt brot á >11-tíma-regl!-
un< í arbeiðsverndarlóg-
ini. Men teir siga, at tað er
Nr. 100 -
bert triðja hvert kveld, at
brotið er grovt á lógina
um arbeiðaaravernd. Hini
kvøldini gevast teir nakad
fyrr. Teir siga seg einki
hava ímóti at halda ar-
beiðsverndarlógina, men
so siga teir, at ell skulu
gera tað.
— Politiið, sum ofta er á
oynni, kennir okkum so
mikið væl, at teir vita, at
vit fara ikki á oynna, um
vit eru troyttir, siga Jens
Pauli Rein og Jóannes
Stakslíð.
jo-mo
Stjórin á SL fríkendur á trukk-máli
Dómur er í summar fallin í
sakarmálinum millum
ákæruvaldið og stjóran á
Strandfaraskipum Land-
sins, Johan Restorff
Jacobsen. Démarin
frikendi Johan R. Jacob-
sen.
Orsøkin til ákæruna
móti stjóranum á Strand-
ferðsluni er brot á lógina
um arbeiðaravernd. Og
tað beinleiðis brotið á ar-
beiðsverndarlógina er
koyring við deseldrivnum
trukkum inni á pakkhúsi-
num hjá Strandferðsluni á
eystara havnaøkinum í
Havn.
Spurningurin um koyr-
ing við trukkum í pakk-
húsinum var fleiri ferðir
ktuellur i seinri helvt av
70-unum, og el-trukkar
blivu eisini keyptir. Men
eftir tað vórðu kortini
diseltrukkar av og á
brúktir, hóast forboð var
sett ímóti koyring við slík-
um.
Arbeiðseftirlitið = kom
fyrstu ferð uppí í 1977, tá
eftirlitið gevur eina leið-
beining um, hvussu brúk
av diseltrukki kann fara
fram innanhýsis. Hetta
kundi gerast við útluft-
ingarútbúnaði, sum skifti
luftina út 20 ferðir um
tíman.
Men slíkur útbúnaður
varð ikki fingin til vega.
Tá so Arbeiðseftirlitið
kannaði pakkhúsið, eftir
at tað varð tikið í brúk í
1978, vísti tað seg, at
mongdin av eitrandi luft-
slegum var alt ov heg. SL
fekk boð um at fáa viður-
skiftini í rætt lag, men tá
einki hendi, setti arbeiðs-
eftirlitið í mai 1978 forboð
móti, at trukkar við for-
brenningsmotori blivu
brúktir í pakkhúsinum.
Seinri varð so sak reist.
Grundgevingarnar fyri
at frífinna stjóran á
Strandferðsluni eru
starvssetanarviðurskift-
ini. Sagt verður í dómi
num, at eftir vitnisfrá-
greiðingarnar verður lagt
til grund, at SL ikki er
fyritøka hjá tí åkærda,
men ein hálvalmenn fyri-
teka, rikin og ogn hjá
Føroya Landsstyri.
Sambært bytinum av
arbeiðsuppgávunum mill-
um ákærda og restina av
leiðsluni = hevur ákærdi
ikki straffrættiliga ábyrgd
í teimum viðurskiftum, ið
ákæruskrivið viðgerð. Tí
verður Johan Restorff frí-
funnin.
Undir rættarfundinum
vórðu fleiri vitni avhoyrd
— starvsfólk í pakkhús-
unum, teknisk og fyrisit-
ingarlig leiðsla, og arbeiðs-
eftirlitið.
Sambært útskriftini úr
dómsbókini sæst, at
Johan R. Jacobsen hevur
dagliga raksturin, bók-
hald og fíggjarviðurskifti
undir sær.
jo-mo
1. september 1983
—
k
UL
#
þ
£
3
&