Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. september 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Utgevart; p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lysingar: Årni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Fría »monopol«-kapping Fólkafloksins oddagrein Í TÝSDAGSBLAÐNUM høvdu vit ein tíðindastubba sum segði frá, at aðir enn Føroysk Saltsøla vóru farnir undir at flyta salt til Foroya. Sostatt var »saltmonopolid« hjá Føroysk Saltsølu brotið, stóð í greinini. Í somu grein varð somu- leiðis sagt, at tey fyrstu 300 tonsini longu eru seld til føroysk flakavirki. SUM KUNNUGT hevur Føroysk Saltsøla í langt áramál verið ein- asti innflytari av salti til Foroya og hevur hon eisini einkarrætt av Ibizasalti. TAD TYKIST sum hesi tidindi i Sosialinum hava skapt åhuga mill- um fólk. Millum annað hevur stavnamaðurin hjá Fólkaflokki- num grein í Dagblaðnum í gjár. Har grætur hann síni mødugu tår yvir brotna saltmonopolið, sam- stundis sum hann fegnast um, at vit hava fría kapping handilsliga í Føroyum. KLAGASONGUR Fólkafloksins Í! | - BR rybjitilig) IE VI teknar Undirritadi haldara av Sosialinum Navn: Bustadur: Kannad posthusinum kenna vit tå onkur av »teimum stéru« verður hóttur. Tað vil siga, tá tekin verunliga eru til, at vit fáa fría kapping. Frí handilskapping hevur altíð verið ræðslan hjá félkafloksmonnum. Frí kapping í fólkaflokseygum merkir tað sama sum, at ein ella fá sita oman á øll- um. HVUSSU sárur var klagusongurin ikki, tå ein útlendskur banki gjørdi eina roynd at geva teim føroysku kapping? Hvussu var klaga- songurin ikki, tá onkur royndi at kappast við Fiskasøluna? Hvussu er »metodurnar« ikki, tá onnur hava aðra meingin enn Fólka- flokkurin? — Øl blød, sum ikki hava góða gamla fólkafloksmein- in skulu boykottast fyri ein og hvønn pris. Ja, sjálvt útvarpið kundi ikki fáa arbeiðsfrið, tí har hevði Fólkaflokkurin víst, at tað er hann sum eigur at sensurera tað, ið sent verður, — og kann destru- era tað, id ikki passar í hansara kramm. SKULU VIT hava fría kapping í Føroyum skal hon so sanniliga eisini vera fri. Og ikki bert fri um hon hóskar Fólkaflokkinum. seg sum Opostað SOSTALURIN rindar postgjaldið Postbox 76 — 3800 Tórshavn ti Brennistødin Nr. 100 — 1. september 1983 rusk! Løgtingspolitikkur — rusk? I Oyggjatidindum, frigg- jadagin hin 26. aug. 83, kann man lesa, at Fríð- rikkur Olsen, løgtings- maður, setur hart ímóti herðum, um staðfesting av eini meguligari bygg- ing av brennistød. Og út- talar hann við blaðið í samband við meguliga flyting úr ætlaða staði á Saltnesi til, sum hann kallar, Svangaskarði: >Ég havi frætt um hasar ætl- anirnar, men eg trúgvi ikki. at landsstýrið torir at fremja tær. Tað vildi verið ein háðan ímóti fólkinum, sum er ímóti brennisteðini á Heganesi, at givið loyvi nakrar fáar metrar ytri.«..… So sum framgongur av pråti Oyggjatidind'sins, fær ein ta uppfatan, at her er talan um reystmennir, rættuligar avrekskappar, sum seta hart ímóti herðum og tora ella ikki tara Hver er hvat? Sagt skal vera beinan- vegin, hvatið reystmonn- um viðvíkur, at í vinnu- lívinum hevur Fridrikkur Olsen sýnt sítt dirvi og áræði til lítar, tó lagnan beyðst honum herð. Men haðani og til leg tingsmann at reka leg- tings/landspolitikk, er nakað annað. Min góði kunningi, Fríðrikkur Olsen. Tygum eru valdur inn á ting, hvar fólk hava víst sítt álit á tygum, sum legtingsmað- ur skynsamiliga at vera við til at viðgera og av- gera tey ymisku sam- felagsmálini. Og ikki um at tora ella ikki tora. Og tá tygum úttala, at tað er ein háðan ímóti fólkinum, sum er ímóti brennisteðini á Heganesi, haldi eg ikki, at tygum hava rettu fatan av týdninginum háðan. Ein kann hinvegin spyrja: „Hvat so við fjøldini kring oyggjarnar, sum valt tyg- um hava, tá tað skal vera ein háðan ímóti hesum 5 á Toftum og 5 í Heiðunum, sum vóru ímóti og klag- aðu til ina? Hevisklig mannagongd ! Tað rakar einhvenn íbúg- va landsins, hvussu fólka- vald legtingsfólk arbeiða við samfelagsspurning- um, sum framkoma í ein- staklinginum, sum, um spurningurin er samfel- agsháttaður, verður lagd- ur fyri næstliggjandi kommunustýri, sum er fólkavalt, at umhugsa ein- staklinga ynskir, og við- gera spurningin so, at ein megulig avgerð tænir kommunalu heildini, sum so einstaklingurin eisini nýtir fylgjurnar av. ' Um spurningurin er av landsumfatandi = áhuga, eru tá fólkavaldu leg- tingsfólkini at viðgera spurningin við hesum í huga, hvatið best tænir yvirheilsunevnd- landsins heild. Og er í øll- um førum kommunustýrið millumlið millum legting- ið og einstaklingin. Og ikki, sum í hesum rusk- spurningi, harra Fríðrikk- ur, hvar tygum stridast, sum úlvur á skóg, fyri 10 einstaklingum, uttanum kommunala stýrið, sum annars skuldi verið at hitt vegna einstaklingsins hugsan og metan. Samgongudygd Um tinggáttin er so lág, at rusk kann slíta eina politiska landsstýrissam- gongu, er hendan sam- gongan ikki rættuliga høgt í metum hjá honum, ið tílíkar treytir setir. Vestmanna, hin 30. aug. 83 Hjallgrímur Janusarson