Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 188 - 2. oktober 2002 Nr. 188 - 2. oktober 2002 3 Jógvan Róin 75 ár Í dag, 2. oktober, verður Jógvan Róin, fyrrverandi yvirlækni, í Hoyvík 75 ár. Jógvan Róin er ættaður úr Fuglafirði. Hann er triður í røðini av átta systkjum, elstur er hann av trimum brøðrum, og fimm vóru systrarnar. Jógvan er sonur Lutheriu og Jákup Frants Róin. Jógvan gekk barnaárini í skúla í Fuglafirði. Hann fór til Havnar í preliminerskúla og seinni á stu- dentaskúla, sum var rættuliga sjáldsamt tá á døgum. Hann tók studentsprógv í 1946. Eftir lokið studentsprógv fór Jógvan Róin til Keypmannahavnar at lesa til lækna, og eftir loknan lestur fór hann at starvast sum lækni, fyrst í Keypmannahavn, síðani eitt skifti í Føroyum, 1960- 63, og síðani í Odense. Hann gjørdist serlækni í »internum medisini«, og í 1970 bleiv hann yvirlækni í Lemvig. Í 1973 flutti Jógvan Róin heim til Føroya, og hann tók við sum yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, har hann starvaðist til hann legði frá sær fyri aldur. Men hóast hann nú er farin átta ár framvið pensjónsaldrinum, so hava øll hesi árini verið boð eftir honum. Hann starvaðist eina tíð í Noreg og Svøríki beint eftir, at hann legði frá sær, men síðani hevur hann fleiri ferðir hjálpt til, bæði á Lands- sjúkrahúsinum og í Klaksvík, eins og hann eisini í fleiri skiftum hevur undirvíst á Sjúkrasystra- skúlanum. Í lestrartíðini í Keypmannahavn hitti Jógvan konuna, Lill. Hon var sjúkrasystir, og giftust tey í 1951. Tey fingu fimm børn, Bjørg, Ásu, Frants, Ruth og Andrass. Lill doyði í 1986, 59 ára gomul. Jógvan Róin gjørdist landskendur í Føroyum, tá hann veturin 1960/61 hevði sendingarnar »læknin hevur orðið« í Útvarpi Føroya. Hesa sendingina hevði hann, til hann fór av landinum aftur í 1963, og hann tók táttin uppaftur, tá hann kom aftur í 1973. Í Danmark gjørdist hann eisini landskendur, tá hann vísti dirvi eftir eina tokvanlukku á Fyn. Samrøður vóru við hann í fleiri bløðum og sjón- varpi, tí hann hevði gjørt so stóran innsats á van- lukkustaðnum. Um Jógvan má eisini sigast, at hann hevur »grønar fingrar«. Í urtagarðinum í Hoyvík hevur hann bæði epli, blommkál, broccoli o. a. m. Í heim- bygdini, Fuglafirði, hevur hann bæði seyð og bát. Jógvan hevur gjørt nógv fyri sukursjúkusjúklingar í Føroyum, og hann er framvegis aktivur limur í Diabetisfelagnum. Í 1986 skipaði hann fyri stórari læknaráðstevnu – við fleiri hundrað luttakarum – í Føroyum, tá fremstu serfrøðingar úr øllum heiminum hittust til stevnu í Norðurlandahúsinum. Jógvan býr saman við Malvinu á Dunga í heiminum í Hoyvík. Føðingardagin heldur hann saman við familjuni. Eiler Jacobsen, reið- ari, hevur givið út annað bindið av endurminningum sínum. Triða bindið kemur næsta ár BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Nú um dagarnar kemur út annað bindið av endur- minningunum hjá Eileri Jacobsen, »Skálvíksdrong- ur sildakongur«, út. Bókin verður send teimum, sum í fjør keyptu fyrsta bindið. Hendan bókin ber undirheitið »Á sløttum sum í brøttum« og fevnir um tað sera umskiftandi tíðina frá 1968 til 1986. Hetta tíðarbilið byrjaði við, at norðhavssildin hvarv, samstundis sum toskafiskiskapur okkara í Grønlandi minkaði í stór- um, so føroyingar stardu eina lemjandi kreppu beint í eyguni. Men ístaðin fyri kreppu fingu vit eitt hitt mesta vakstrarsekið í nýggjaru søgu okkara, tá føroyski fiskimenn brutu nýggjar slóðir, teirra millum skip- arin úr Skálavík, sum júst hevði latið fyrstu Sólborg byggja. Hon og onnur nótarskip glúpaðu so nógv »gull« úr Norðsjónum, at løgtingið helt tað í 1970 vera neyðugt at broyta skattalógina, sum Eiler fekk skyldina fyri. Norðborg royndist so væl, at hon man eiga met í støðugari manning, og Krúnborg skaraði í fleiri ár framúr sum besta nótarskip í Norðsjónum. Summi stúrdu og onnur skeldaðu, tá Eiler sjálvur annar á lítlum glastrevja- báti í trý samdøgur millum Noreg og Hetland bardist fyri lívinum í himmalsins ódnarveðri. Tá triðingurin av før- oyska útflutningsvirðinum seinna part av 70-árunum var skírt »Norðsjóvar- lygnin«, umboðaði Eiler tey 18 nótar- og 28 ídn- aðarskipini í orrustuni til valið í 1978, sum mundi vera eitt hitt beiskasta val- stríðið í nýggjari tíð. Eftir at øll londu høvdu flutt fiskimørkini út á 200 fjórðingar, bleiv tað strævnari hjá okkara mink- andi nótar- og ítnaðarflota at lívbjarga sær. Men tá hevði Eiler spjatt sín váða við at lata »reyðu« Sólborg byggja til rækjufiskiskap. Tað var tá vinna við vand- um vinningi. Tá nótarflotin hevði tað stríggið fyrra part av 80- árunum, skein Sólborg sum ein sól og skuplaði saman við ørðum rækjuskipum pening inn til manningar go eigarar, til land og fólk. Men tvær ferðir brann Sólborg og einaferð Krún- borg, so dramatikki var ovmikið av. Men tað ber itl at venda óhappi til møgu- leika, so at vanlukka royn- ist signing. Tá Eiler seldi »reyðu« Sólborg til Grønlands í 1986 fyri tvær ferðir byggiprísin á skipinum, stóð hann á einari av sínum lívs tindum, hámettur av summum og øvundaður av øðrum. Hetta annað bindið av Skálvískdrongi Sildarkongi er nærum 400 blaðsíður í vavi við nærum líka nógv- um myndum, 100-tals per- sónsnøvnum og nógvum spennandi avdúkingum um eitt hendingaríkt lív hjá einum av okkara mest litføgru núlivandi vinnu- lívsmonnum. »Á sløttum sum í brøtt- um« verður ikki, sum upp- runaliga ætlað, seinasta bind av endurminningum Eilers. Eitt triðja bind kemur nevniliga í næsta ár, sum snýr seg um tíðar- skeiðið frá 1986 upp til nútíðina. Eins og bind I kostar bind II 190 kr. Henda bókin fæst heldur ikki í bókabúðunum, men bert við at tekna seg fyri henni á Posthúsinum. Familjan hjá Eileri Jacobsen avmyndað í Skagen, tá Fríðborg og Sólvá fóru av bakkastokki. Karstens-feðgarnir t. v. Umframt brøðurnar við familju eru Palli Johannesen í Vestmanna við konu og børnum til staðar hendan dupulta hártíðardag. Elspa og Hjørdis standa høgrumegin Skálvíksdrongurin sum gjørdist sildarkongurin Tað var ein hátíðardagur, tá Eiler og Beinta, við lítlu Hjørdis og Sámali, stóðu á brúnni á Sólborg, fyrsta skipi, Eiler átti sjálvur, 38 ára gamal Føroyar og Grønland skulu sjálvi taka allar avgerðir í uttanríkis- politiskum viður- skiftum, sum einans viðvíkja teimum báð- um londunum. Utt- anríkispolitikkurin skal flytast úr danska Uttanríkisráðnum til landsstýrini í Grøn- landi og Føroyum. Nýggir tónar frá danska forsætisráð- harranum í setanar- røðuni, hann helt í Fólkatinginum í gjár SETANARRØÐA Magnus Dam Christiansborg Danska stjórnin er sinnað at eftirlíka føroysku og grønlendsku ynskjunum um størri ávirkan á síni egnu uttanríkispolitikisku viðurskifti. Mál, sum bert viðvíkja Føroyum og Grønlandi, skulu ikki til Danmarkar at venda, áðrenn endaligu av- gerðirnar verða tiknar. Før- oyar og Grønland skulu hava myndugleika at taka allar slíkar avgerðir heima hjá sær sjálvum. Uttan at danir leggja seg útí viður- skiftini. Hesum boðadi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, frá, tá Fólkatingið vard sett í gjár. Bæði Føroyar og Grønland vilja sleppa at spæla ein størri leiklut á uttanríkis- politiska økinum, vísti for- sætisráðharrin á. Og hóast heimastýrislógin ásetur, at danir umsita uttanríkis- politikkin vegna alt ríkið, so skal hetta ikki vera nøk- ur forðing, segði Forsætis- ráðharrin í setanarrøðuni í gjár. Lóggeva fyri broytingunum Danska stjórnin er sinnað at lóggeva, so málsræðið verður flutt úr Keypmanna- havn til Føroya og Grøn- lands. – Stjórnin er sinnað at umrøða eina skipan, sum ber í sær, at føroysku og grønlendsku landsstýrini fáa heimild at taka avgerðir vegna ríkið í millumlanda viðurskiftum, sum einans víðvíkja Føroyum og Grøn- landi. – Ein tílik heimild liggur uttanfyri heimastýrislógirn- ar, men stjórnin er sinnað at lóggeva, so føroysku og grønlendsku landsstýrini fáa eina tílíka heimild, segði forsætisráðharrin frá Fólkatingsins røðarapalli. Talan er um eina stóra broyting í mun til tær mannagongdir, sum eru galdandi í dag. Í dag kunnu Føroyar og Grønland ikki av sínum eintingum gera sáttmálar – um eitt nú fiski- vinnurættindi – við onnur lond. Danska Uttanríkis- ráðið er altíð umboðað í millumlanda samráðingum og skal geva sítt endaliga loyvi. Tað hevur eisini mangan verið frammi, at Danmark hevur ilt við at røkja før- oysk áhugamál, tí Danmark er limur í ES, og tað eru Føroyar ikki. Tað ber ikki til at røkja áhugamálini hjá bæði Føroyum og ES, tá ið ES hevur eina aðra al- menna støðu enn Føroyar í ávísum málum, eitt nú við- víkjandi hvalaveiðu. Hvussu umfatandi broyt- ing, talan verður um, er ógreitt enn, tí forsætisráð- harrin leggur upp til, at hetta er ein samráðingar- spurningur millum Føroyar, Grønland og Danmark. Menna sjálvstýrið – í ríkinum Anders Fogh Rasmussen heldur tað vera náttúrligt, at Føroyar og Grønland vilja hava størri ávirkan á egin viðurskifti. – Tað liggur nakað grundleggjandi sunt í, at avgerðir verða tiknar so nær teimum fólkunum, sum avgerðirnar viðvíkja, sigur hann. Stjórnin styðjar tí einari gongd, sum ber í sær, at Føroyar og Grønland yvirtaka ábyrgdina av so nógvum uppgávum sum gjørligt, leggur hann aftur- at. Forsætisráðharrin vísir á, at samráðingar í løtuni eru millum stjórnina og lands- stýrið um at yvirtaka løg- reglu- og rættarskipanina, familjurættin, fólkakirkj- una, útlendingaøkið og málsøki á vinnurættarliga økinum. Hesa gongdina tykist danski forsætisráðharrin at vera væl nøgdur við. Fyri tað fyrsta, tí hetta er tað, føroyska landsstýrið ynskir og í øðrum lagi, tí hesar samráðingar liggja innan- fyri karmarnar í Ríkisfel- agskapinum. Og í Ríkisfelagsskapin- um vil danski forsætisráð- harrin varðveita Føroyar og Grønland, samstundis sum hann er sinnaður at endur- nýggja felagsskapin mill- um tey trý londini. Fyrimunir í ríkinum – Føroyska heimastýrið hevur virkað í meira enn hálva øld, tað grønlendska í kvarta øld. Tíðin er komin til broytingar. Tíðin er kom- in til at endurnýggja heima- stýrisskipanirnar, heldur Anders Fogh Rasmussen. – Men allar broytingar, sum verða gjørdar, eiga at fara fram innanfyri Ríkis- felagsskapin, leggur hann afturat. – Stjórnin heldur, at tað er ein fyrimunur, um gongdin móti øktum sjálv- stýri fer fram innanfyri karmarnar í Ríkisfelags- skapinum. Tað eru so sterk bond millum Grønland, Føroyar og Danmark, at tað er náttúrligt hjá okkum at standa saman og hjálpa hvør øðrum, segði forsætis- ráðharrin, sum tó undir- strikar, at endaliga avgerðin um framtídarstøðuna liggur hjá føroyska og grøn- lendska fólkinum. Hetta seinna er ein endurtøka av støðuni, sum danska stjórnin hevur haft seinastu mongu árini, men í samband við uttanríkis- politikkin er talan um nýggjar tónar frá danska forsætisráðharranum. Uttanríkispolitkkkurin skal flytast til Føroya – Stjórnin er sinnað at umrøða eina skipan, sum ber í sær, at føroysku og grønlendsku landsstýrini fáa heimild at taka avgerðir vegna ríkið í millumlanda viðurskiftum, sum einans víðvíkja Føroyum og Grønlandi, segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri í fyrstu setanarrøðu síni, tá Fólkatingið varð sett á middegi í gjár, týsdagin. Anfinn Kallsberg, løgmaður og Edmund Joensen, løgtingsformaður vóru til staðar, tá tingið varð sett C M Y K 3 2