Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 188 - 2. oktober 2002 Nr. 188 - 2. oktober 2002 5 Stórur eftirspurningur eftir ídnaðarøkinum P/f Norðoya tunnilin hevur søkt um at fáa tvey grundøki á ídn- aðarøkinum í Klaks- vík í samband við arbeiðið upp á undir- sjóvartunnilin um Leirvíksfjørð. Hetta hevur ført við sær, at Klaksvíkar Kommuna hevur sett seg í sam- band við fyritøkuna Elmar Zachariassen um møguligt aftur- keyp av teirra grund- øki á ídnaðarøkinum ÍDNAÐARØKI Solby A. Eliasen Klaksvík:P/F Norðoya- tunnilin hevur søkt um at fáa tvey øki á ídnaðarøki- num. Økini talan er um , eru tvey grundøki, sum liggja eystarumegin inn- koyringina til ídnaðarøkið. Karl Heri Joensen, for- maður í Teknisku nevnd í Klaksvíkar Býráð sigur við Norðlýsið fríggjadagin, at Tekniska nevnd fer at mæla býráðnum til at keypa eitt grundøki, sum fyritøkan Elmar Zachariassen eigur, aftur, soleiðis at P/f Norð- oya tunnilin kann fáa teir 4.000 fermetrarnar, sum teir siga seg hava tørv fyri, meðan arbeiðið at gera tunnilin fer fram. Stórur eftir- spurningur Aftanfyri alt hetta liggur ein onnur søga. Fyritøkan Elmar Zachariassen eigur sum sagt eitt økið, sum liggur vestarumegin inn- koyringina til ídnaðarøkið. Teir hava havt tørv á at fáa størri pláss til teirra virk- semið, sum umfevnir last- bila og trailarakoyring, um- framt at teir hava eitt verk- stað úti á Bumshamri. Men nú tá Norðoyatunnilin hev- ur søkt um at fáa tvey øki á ídnaðarøkinum til teirra virksemið, hevur Klaksvík- ar kommuna sett seg í sam- band við Elmar Zacharias- sen um møguligt keyp av økinum. - Hetta er gjørt fyri ikki at missa hesi øki, sum talan er um. Tí eftirspurningurin eftir grundøkjum á ídnaðar- økinum er so stórur. So hava vit hugsað, at ein ann- ar møguleiki er, at komm- unan keypir økið frá Elmari ímóti, at hann fær bygt út á Bumshamri, har fyritøkan heldur til. Men hetta liggur alt framvegis á samráðing- arstøði. Onki er avgjørt, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík. Hann sigur, at eftirspurn- ingurin eftir økjum á ídnað- arøkinum er sera stórur. Einans trý øki eru eftir, og tað liggja, sum er, 11 um- sóknir inni. - Eg vænti, at vit kunnu koma til at stoyta onkran, um vit nú lata Norðoya- tunnilin fáa tvey øki, tí tað eru so mong onnur, sum eru áhugaði í at fáa burtur av ídnaðarøkinum, sigur Steinbjørn, og leggur eina við, at her er ikki talan um, at kommunan fer at leggja seg tvøra og gera arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin um Leirvíksfjørð trupult. - Vit fara at gera alt, tað vit kunnu fyri at arbeiðs- fólki, sum fer at arbeiða við tunlinum skal fáa so góðar umstøður sum yvirhøvur gjørligt, sigur hann. Steinbjørn sigur, at tað sum tað ræður um er, at finna eina virðiliga loysn fyri allar partar og sam- stundis vísir hann á, at tað finnast aðrir møguleikar hjá Norðoya tunlinum at fáa grundøki á ídnaðarøki- num. - Tað eru onnur, sum eis- ini eiga grundøkir á ídnað- arøkinum, og tað ber til hjá Norðoya tunlinum at royna at útvega sær pláss harfrá, hóast tey økini ikki eru byggiklár, heldur Stein- bjørn Jacobsen. Tað er uppgávan hjá P/f Norðoya tunlinum at út- vega sær økir til teirra virk- semi, og Steinbjørn skilir væl, at tey venda sær til kommuna fyri at fáa hesi bæði økini, tí tað er tað lættasta, nevniliga tí hesi bæði økini eru byggiklár. Hann leggur tó dent á, at málið við økinum hjá Elm- ari Zachariassen framvegis bert er á samráðingarstøðið og tí er onki avgjørt har enn. - Tá vit nú fara at sam- ráðast við Elmar Zacharias- sen, er tað klárt, at hann fer at koma við sínum krøvum. Fyritøkan hevur ynski um at etablera seg á Bums- hamri, har tey halda til frammanundan, og kunnu vit koma til eina avtalu har, sum báðir partar kunnu liva við, er tað jú bara gott, sig- ur borgarstjórin og leggur aftur at, at tann bráðneyð- ugi tørvurin hjá Elmari Zachariassen er at fáa pláss til allar bilarnar, sum í dag standa parkeraðir ymsa- staðni runt í Klaksvík, tí økið á Bumshamri, sum tað sær út í dag, er alt ov lítið. Grundøkini á ídnaðarøki- num, sum talan er um, eru 2.300 fermetrar til støddar. Økið, sum fyritøkan hjá Elmari Zachariassen stend- ur í boði at fáa á Bums- hamri, um avtala verður gjørd millum partarnar, er umleið 4.000 fermetrar. Lurtarakanning hjá ÚF: Sama mynstur – lægri tøl Ein lurtarakanning sum Útvarp Føroya lat gera fyrr í vár vís- ir, at føroyingar lurta mest eftir útvarpi- num, tá høvuðstíð- indasendingarnar eru. Og hóast ein lækking er í tølunum, so sigur Jógvan Jesp- ersen, stjóri, at tað kann staðfestast, at Útvarp Føroya fram- vegis hevur nógvar lurtarar LURTARAKANNING Solby A. Eliasen Kanningin vísir, at í meðal lurta 60 % av føroyingum eftir tíðindunum á døgurða, meðan 70 % lurta eftir tíð- indasendingini á kvøldi. Og so liggur talið um tey 30 til 40 %, sum lurta gjøgnum dagin. Men Jógvan Jespersen sigur, at talið á lurtarum gjøgnum ein heilan dag er sera skiftandi. Men liggur fyri tað mesta millum 30 og 40 %. - Hetta er tað sama mynstrið, sum ein kanning, sum vit gjørdu í 1996 vísti, men tað er ein lækking far- in fram í tølunum, kortini, sigur Jógvan Jespersen. Men hann leggur afturat, at tað undrar tey ikki, at lurtaratølini eru farin eitt vet niður, tí tað er so nógv hent síðani 1996. - Tað eru komin so av- bera nógv onnur tilboð síð- ani tá. Til dømis internetið, aðrar lurtara rásir og eisini eru munandi betri tilboð at fáa innan sjónvarpsheimin, vísir útvarpsstjórin á. Hann sigur, at sjálvandi vil Útvarpið altíð hava so nógvar lurtarar sum gjør- ligt, og ein tílík kanning gevur teimum betur innlit í, hvat tann einstaki lurtarin heldur. Tað er so, at í kann- ingini, sum varð gjørd í vár, kundi lurtarin eisini koma við sínum boði uppá, hvat kundi havt verið gjørt øðr- vísi ella betur. - Á henda hátt kunnu vit eisini nýta eina tílíka kann- ing til íblástur til framtíð- ina. Tað er sera áhugavert at fáa at vita, hvat lurtarin heldur. Henda kanningin var um- fatandi, tað vil siga, at nógv fólk vórðu spurd. Tað bleiv ringt til umleið 200 lurtarar hvørt kvøld í eina viku, og tá avtornaði vóru 1.620 fólk við í kanningini. Jógvan Jespersen sigur, at tey høvdu kunnað hugs- að sær at gjørt tílíkar lurt- arakanningar oftari, tí tær eru vælegnaðar at nýta sum íblástur til framtíðina. Nú er summarið farið aft- ur um bak, og veturin stendur fyri durum. Og tað merkir, at Útvarp Føroya skiftir frá summarskrá til vetrarskrá. - Skiftið frá summarskrá til vetrarskrá fer spakuliga fram í ár. Nakrar broytingar eru farnar fram, og í næstu viku skuldi allar broyting- arnar verið gjørdar, og so er vetrarskráin komin upp á pláss, sigur Jógvan Jesper- sen, stjóri í Útvarpi Føroya at enda. Eftirspurningurin eftir grundøkjum á ídnaðarøkinum í Klaksvík er sera stórur Lurtarakanningin hjá Útvarpi Føroya vísir, at føroyingar lurta mest eftir útvarpinum, tá høvuðstíðindasendingarnar eru Almannamál eru nógv størsti parturin av útreiðslunum hjá landskassanum, og tí kann væntast, at stórur partur av teimum 50 millión- unum, sum skulu sparast í heyst, skulu finnast her. Páll á Reynatúgvu ynskir ikki at seta skerjingar á almannaøkinum upp í móti skattalætt- anum, sum sam- gongan hevur bundið seg til at veita FÍGGJARLÓG Jón Brian Hvidtfeldt Útreiðslurnar til málsøkið Almannamál eru í fíggjar- lógaruppskotinum fyri næsta ár mettar til 1.229 milliónir krónur. Harum- framt eru tilsamans 25 milliónir krónur settar av til íløgur á økinum, 20 milli- ónir til eldrasambýli og fimm milliónir til bústovn- ar til serforsorgina. Í ár, eins og undanfarin ár, hava Almanna- og heilsumál verið eitt málsøkið, men sum kunnugt eru hesi øki nú býtt upp í tvey, við hvør sínum landsstýrismanni. Nú tað er greitt, at lands- stýrismenninir komandi mánaðirnar skulu finna sparingar fyri tilsamans 50 milliónir krónur, er Páll á Reynatúgvu, landsstýris- maður í almannamálum, greiður yvir, at hansara økið eisini kann verða rakt av sparingum. – Tað er greitt, at al- mannamál er eitt stórt og tungt málsøki, sum fer við stórum parti av fíggjarlóg- ini, og tí kann væntast, at partur av pengunum til skattalætta skal finnast her, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann vísir tó samtíðis á, at eitt samt landsstýri hevur sett sær fyri at raðfesta almannamál, og serliga eldraøkið og serforsorgina, hægri næsta ár, sammett við undanfarin ár. Landsstýrismaðurin í al- mannamálum hevur ikki stórvegis hug at gera við- merkingar til, hvørt hann heldur kundi hugsað sær at varðveitt játtanina, hann hevur fingið í fíggjarlógar- uppskotinum, heldur enn at framt sparingar, so skatta- lættin kann gerast veru- leiki. – Eg haldi ikki, at tað er rætt at samantvinna upp- raðfestingina av almanna- økinum við spurningin um skattalætta, sigur Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at sjálvandi fer tað at merkj- ast, verður neyðugt at fremja sparingar á al- mannaøkinum, men hann vil tó ikki siga, hvar spari- knívurin fyrst fer at raka, gerst tað neyðugt. Páll á Reynatúgvu sigur, at arbeitt verður í løtuni við rational- iseringum, m.a. í samband við at alt eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar næsta ár. Men hesar rationaliseringar eru tó ikki so langt ávegis, at tær gera nakran mun í samband við fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár. – Skattalættin upp á 50 millliónir krónur skal fíggjast við al- mennum sparingum, og eydnast tað ikki landsstýrismonnunu m at finna pengarnar verður eingin skatta- lætti næsta ár, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Óli Breckmann, formað- ur í fíggjarnevndini, setir hart móti hørðum: - Samgong- an hevur bundið seg til at lækka skattin, og tí skulu pengarnir finnast, so ella so, sigur fíggjarnevndar- formaðurin FÍGGJARLÓG Jón Brian Hvidtfeldt Tá samgonguskjalið varð undirskrivað 6. juni í ár bundu teir fýra flokkarnir seg til at lækka skattin við 115 milliónum krónum, tvey tey fyrstu árini av sam- gonguskeiðinum. Eftir hesi ætlan skal skatturin lækka umleið 50 milliónir krónur, longu 1.januar næsta ár. Men í uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár, sum varð lagt fram mána- dagin, er ikki pláss til skattalættar. Yvirskotið er 150 milliónir krónur, men landskassin hevur bundið seg til at gjalda 148 milli- ónir krónur í avdráttum av láninum úr ríkiskassanum, og tí eru bara tvær milliónir eftir, tá avdráttirnir eru goldnir. Karsten Hansen, lands- stýrismaður í fíggjarmál- um, sigur, at fíggjarlógar- uppskotið fyri næsta ár er gjørt út frá teimum for- treytum, sum eru galdandi í løtuni, og tí er skattalættin ikki tikin við. Fleiri lógar- broytingar skulu gerast, áðrenn skattalættin kann veitast, og tað arbeiðið fer í gongd nú. Landsstýrismað- urin ásannar, at fíggjarlóg- aruppskotið, sum tað sær út í løtuni, ber ikki nakran skattalætta, og tí verður neyðugt at finna tær 50 milliónirnar við at fremja sparingar. Og sparingarnar skulu finnast, áðrenn fíggj- arlógin verður endaliga samtykt, væntandi síðst í desember. – Tað er púra greitt, at skattalættin skal fíggjast við sparingum, og tí verður tað nú uppgávan hjá lands- stýrismonnunum at fáa sparingar framdar, sigur Karsten Hansen. Hann leggur afturat, at ynskja landsstýrismenninir ikki at spara, ella eydnast tað ikki teimum at fremja sparingar, so kemur einki uppskot um skattalætta frá fíggjarmála- ráðharranum. Eisini skal fíggjarlógaruppskotið gjøgnum eina drúgva við- gerð í Løgtinginum, og tí er møguligt, at fleiri broyting- ar verða gjørdar, áðrenn fíggjarlógin fyri 2003 verð- ur endaliga samtykt. Fyrsta viðgerð av fíggjar- lógaruppskotinum verður týsdagin í næstu viku, og síðan skal tað í tveimum umførum í Fíggjarnevndina – millum fyrstu og aðru viðgerð, og millum aðru og triðju viðgerð. Óli Breck- mann, formaður í fíggjar- nevndini, ætlar sær at fylgja væl við, hvør lagnan verður hjá skattalættanum, sum samgongan hevur bundið seg til at fáa framt. – Samgonguflokkarnir hava skrivað undir uppá at skattatrýstið skal lækka við 115 milliónum eftir tveim- um árum, og hetta skal haldast – alt annað er avtalubrot, sigur Óli Breck- mann. Tí fer hann at tryggja sær, at skatturin skal lækka við 50 milliónum næsta ár. Hvør skal gjalda Karsten Hansen, landsstýr- ismaður, hevur ikki stór- vegis hug at gera við- merkingar til, hvar almenn- ar sparingar skulu fremjast ella hvussu nógv hvør landsstýrismaður í sínum lagi skal spara, fyri at skattalættin uppá 50 milli- ónir krónur kann fíggjast. – Eg kann bara siga, at arbeitt verður við at fáa framt sparingarnar, og pen- ingurin verður funnin í heyst, sigur Karsten Han- sen. Hann vil ikki nevna nakað dømi um, hvar hann kundi hugsað sær at framt sparingar, men sigur tó, at talan verður ikki um at siga fólki úr starvi av hesi orsøk. Karsten Hansen leggur aft- urat, at hóast skotbráið er stutt, so væntar hann, at tað fer at eydnast at finna spar- ingarnar. Óli Breckmann, formað- ur í Fíggjarnevndini, sigur, at hann í fyrstu atløgu ikki fer at leggja seg so nógv út í, hvar sparingarnar verða framdar. Men hann vísir samtíðis á, at sparingar eiga í høvuðsheitum at verða framdar hjá teimum lands- stýrismonnum, sum hava fingið økta játtan næsta ár, sammett við í ár. Við hesum sipar hann serliga til stóru málsøkini Almannamál, Familju- og heilsumál, um- framt Útbúgving og gransking. Á fíggjarlógini 2002 eru útreiðslurnar til Almanna- og Heilsumál 1.652 milliónir, men í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár eru útreiðsl- urnar til málsøkið, sum nú er býtt upp í Familju- og heilsumál og Almannamál, øktar við 73 milliónum krónum, upp í tilsamans 1.725 milliónir krónur. Útreiðslurnar til málsøkið Útbúgving og gransking eru á fíggjarlógini fyri 2002 settar til 651 millión- ir, men næsta ár vaksa út- reiðslurnar til hetta málsøki upp í 678 milliónir. Útreiðslurnar til málsøkið Fíggjarmál økjast næsta ár við 16 milliónum upp í 216 milliónir, meðan útreiðsl- urnar til Fiskivinnumál vaksa úr 169 milliónum upp í 174 milliónir. Har- afturímóti eru útreiðslurnar til málsøkið Vinnumál lækkaðar úr 339 milliónum á fíggjarlógini í ár niður í 333 milliónur næsta ár. Játtanin til Oljumál hækkar úr 24 upp í 29 milliónum krónum. Í øllum tølum er bara talan um rakstrarút- reiðslur og ikki íløgur. Óli Breckmann sigur seg ivast í, um teir landsstýris- menninir, sum hava fingið eina økta játtan í fíggjar- lógaruppskotinum næsta ár, yvirhøvur hava hug at fremja nakrar sparingar. – Eg má siga, at tað kem- ur rættuliga óvart á, at hædd als ikki er tikin fyri skattalættanum í fíggjar- lógaruppskotinum. Eg havi higartil fingið at vita, at skattalættin var tikin við í uppskotið, og tí kann tað tykjast, sum um Karsten Hansen nú roynir at smoyggja sær undan at lækka skattin, sigur Óli Breckmann. Hann leggur afturat, at skatturin skal lækka, sjálvt um eingin vilji verður at fremja al- mennar sparingar. – Vísir tað seg seinni í heyst, at landsstýrismenn- inir ikki megna at lækka útreiðslurnar við 50 milli- ónum krónum, so noyðast vit at taka henda pening av gjaldførinum hjá lands- kassanum, tvs. úr Lands- bankanum, sigur ein av- gjørdur Óli Breckmann. Hann vísir á, at við eini fíggjarlóg, har yvirskotið, eftir at avdráttirnir eru goldnir, bara er tvær milli- ónir, er stórur vandi fyri, at neyðugt kortini verður at fara í Landsbankan eftir pengum, kemur okkurt óvart á. Skattalætti skal fíggjast við sparingum Páll á Reynatúgvu: Vandi fyri, at almannaøkið skal spara - Skattalættin uppá 50 milliónir verður bara veittur, um landsstýrismenninir megna at finna sparingar, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. – Samgongan hevur skrivað undir uppá, at skattalætti skal veitast, og tí skulu pengarnir útvegast, um neyðugt úr gjaldførinum, tvs. úr Landsbankanum, sigur Óli Breckmann, formaður í Fíggjarnevndini C M Y K 5 4