Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 188 - 2. oktober 2002 Nr. 188 - 2. oktober 2002 7 Landsverkfrøðing- urin harmast mest um, at kontoin, sum æt trygdartiltøk og størri ábøtur, ikki er á komandi fíggjarlóg FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Landsverkfrøðingurin hev- ur mist kontoina, sum var til at taka, tá gerast skuldu ábøtur og trygdartiltøk á landsvegunum. Tað harm- ast Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, um. Oyvindur Brimnes hevur ikki tær stóru viðmerking- arnar til fíggjarlógarupp- skotið, tí hann hevur ikki nærlisið tað enn, sigur hann við Sosialin. Hann sigur tó, at stovn- urin fær umleið tað sama í pengum, tá tær báðar havn- argerðirnar á Drelnesi og á Syðradali verða hildnar upp í móti tí, sum skarvað verð- ur av í vegagerðini. Hinvegin røkka tær seks milliónirnar til nýgerð av vegum ikki til nógv annað enn avrigging av arbeiðum, sum eru í gongd. Og einki av teimum verður endaliga liðugt kortini, sigur lands- verkfrøðingurin. Talan er um trý vegastrekki og ein tunnil. Tríggjar milliónir eru settar av til Gásadalstunn- ilin. Tað er tó ikki nóg mik- ið at gera tunnilin lidnan fyri, sigur landsverkfrøð- ingurin. Hann sigur, at við teim- um pengunum kann tað gerast koyrandi til Gása- dals, men tað verður ikki fyri almennari ferðslu. Kanska okkurt undan- taksloyvi til ein postbil, og møguliga onkran, sum býr í Dalinum. Men almenna ferðslan má enn sum fyrr um fjallið, tí tunnilin kann ikki latast upp, fyrr enn hann er heilt liðugur. So- leiðis eru nú reglurnar fyri nýggjar tunlar, vísir lands- verkfrøðingurin á. Tann kontoin undir ný- gerð av landsvegum, sum æt »Trygdartiltøk, størri ábøtur og at taka til«, er strikað í fíggjarlógarupp- skotinum, sum Karsten Hansen legði fram mána- dagin. Hon var á seinastu fíggjarlóg tríggjar miliónir krónur. Men hon kundi væl havt verið størri, tí brúk er alla tíðina fyri henni, sigur Oyvindur Brimnes, lands- verkfrøðingur. Hann harmast serliga um, at hon er burtur, tí hon varð nýtt til íløgur og ábøtur á støðum, sum ofta vóru vandamikil hjá fólki at ferðast á. Eitt nú støðum, har nógv fólk gekk yvir um vegir, ella til ger av buss- lummum, sigur hann. Hetta er nú burtur, og sostatt verða tey trygdartiltøkini færri. Ymisk arbeiði, sum eru í gongd, verða ávirkað av nýggja fíggjarlógarupp- skotinum. Eitt nú trygging- in og nútíðargerðin av tunl- unum. Arbeitt verður hetta árið út fyri teir, pengar, sum eru tøkir. Men har, sum komið verður til á nýggj- árinum, verða so tunlarnir standandi. Kanska onkur á hálvum gekki. Uttan ljós ella útsúgving og tað, sum nú verður kravt. Eitt arbeiði, sum hevur verið í gongd eina tíð, er vegagerðin um Gøtueiði. Har verður liðugt í ár, sigur landsverkfrøðingurin. Í hvussu er so væl, at koyr- andi verður eftir nýggja vegnum. Men ivaleyst verður okkurt eftir at hampa fram við vegnum og sovorðið, men tað fer so at bíða, til pengar fáast til tað, sigur hann. Harmast um trygdartiltøkini Hóast einki oyra er sett av á fíggjarlógar- uppskotinum til havnargerð í Vági, hevur borgarstjórin ikki mist vónina um, at tað fer at koma. Tí tað er jú lógarfest, vísir hann á FÍGGJARLÓG Edvard Joensen Borgarstjórin í Vági hevur ikki mist vónina um, at Vágs havn verður útbygd, hóast landsstýrismaðurin við vinnumálum sigur, at pengarnir eru fluttir til skúlabygging í Vági. – Tað hevur als einki við hvørt annað at gera, vísir Jógvan Krosslá, borgar- stjóri, á. Bæði málini eru lógarfest. Miðnámsskúlin er eitt landsmál, og havnina hevur Løgtingið eisini samtykt at gera, so har man fara at koma ein loysn, sum vit kunnu góðtaka, hevur hann álit á. Hann sigur seg havi skilt, at átta milliónir vóru ávegis til Vágs havn, men at tær síðan vórðu tiknar aftur. At tær skulu vera farnar til skúlabygging, ljóðar í hansara oyrum eitt sindur løgið, heldur borgarstjórin. Hann setir sítt álit á, at Løgtingið fer at taka undir við uppskotinum hjá Hen- riki Old og Johan Dahl, soleiðis at havnin kann verða bygd út. – Tað er ikki Vágs Býráð, sum hevur biðið um sam- ferðsluhavn her suðuri. Tað er komið aðrastaðni frá, vísir Jógvan Krosslá á. Men saman við samferðslu- havnini má ídnaðarhavnin eisini gerast, sigur hann. Hann sigur, at bæði ting- menn og landsstýrismenn hava alla tíðina verið positivir, tá vágbingar hava tosað um havnarútbygging. Ikki minst, tá teir fyri stuttum vitjaðu í Suðuroy. Tí væntar hann ikki, at málið fer at steðga upp nú. Men at blanda havn og skúla saman, vil hann ikki góðtaka. Nú er skúlamálið so mikið gaamalt, at tað skal loysast, uttan at tað gongur út yvir nakað annað virksemi í kommununi, sigur borgarstjórin í Vági. Vágbingar vóna enn Hóast einki er sett av í fíggjarlógaruppskotinum til havnarútbygging í Vági, hevur borgarstjórin álit á, at tað man fara at koma kortini Umframt íløguna í nýggja Smyril er samferðsluhavnin á Drelnesi størsta einstaka íløgan á samferðsluøkinum í komandi fíggjarlógaruppskoti Mynd: Edvard Joensen – Tað skal ein skatta- lætti til fyri, at eg skal geva mítt samtykki til fíggjarlógina, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Hann letur annars væl at játtanini til sítt egna ráð, sum hann heldur, at teir eiga og skulu klára at halda FÍGGJARLÓGIN Heri á Rógvi Játtanin til fiskivinnuna á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 er 174,5 mió. Hetta er á leið tað sama sum í 2002. Afturat teimum 174,5 milliónunum hevur fiskivinnan fingið tvær milliónir til íløgur í 2003. Tað er Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og hansara Fiskimálaráð, sum skulu umsita hesar pengar. Fiskimálaráðið hevur fing- ið játtan til tær meirút- reiðslur í sambandi við prísvøkstur og øktar lønar- útreiðslur, sum allar eru lógarbundnar. – Eg haldi, at tað er í lagi, at vit liggja á stórt sæð somu játtan sum í ár. Tað eiga vit og skulu vit klára, sigur Jørgen Niclasen. Landsstýrismaðurin greiðir frá, at teir internt í Fiskimálaráðnum hava – Eg kundi hugsað mær, at vit hildu fastari við út- reiðslurnar, og ikki hækk- aðu útreiðslunar, sum mann hevur gjørt í hesum fíggjar- lógaruppskotinum, sigur Jørgen Niclasen. Skattalættin Jørgen Niclasen ger heilt greitt, at fyri hann og Fólkaflokkinum er skatta- lættin ein treyt. Ætlaði skattalættin byggir á eina undirskrivaða avtalu í sam- gonguni, og hetta slepst ikki uttanum, sigur Jørgen. Á nýggjárinum skal ætlaði skattalætinn byrja at virka. – Skattalættin fer at merkja 115 mió. kr fyri landskassan yvir tvey ár. Barnafrádrátturin skal hækkast og fyri øll skal skattastigið lækkast. – Tað skal ein skattalætti til fyri, at eg skal geva mítt samtykki til fíggjarlógina. Talan er um eina undir- skrivaða avtalu millum flokkarnar, og vit hava fingið at vita ferð eftir ferð frá Karsten Hansen, at skattalættin er innroknaður í inntøkurnar í fíggjarlógini , sigur Jørgen Niclasen. Hjá Jørgen og Fólka- flokkinum kundi tað ikki verið meiri einfalt – skatta- lættin skal koma 1. januar 2003, og tað er ein ófrávíki- lig treyt. Skattalættin er treytin – Góða búskaparliga gongdin merkir eisini økt krøv frá fólki í Føroyum, og hetta sæst aftur í fíggjar- lógaruppskotinum, sigur Hermann Oskarsson, búskapar- frøðingur FÍGGJARLÓGIN Heri á Rógvi Fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 er júst vorðið al- mannakunngjørt, og sum vant hevur hetta set gongd á orðaskifti og fleiri ósemjur eru longu stungnar upp, áðrenn uppskotið er við- gjørt á tingið. Sosialurin ringdi í hesum sambandi við Hermann Oskarsson. Hann er bú- skaparfrøðingur, stjóri á Hagstovu Føroya og for- maður fyri Búskaparráðið. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 er ikki nakað, ið loypir hvøkk á Hermann. Rokna vit rentur og avdrøg sum vanligur útreiðslu, so kemur fíggjarlógaruppskot- ið fyri 2003 eitt »lítið« yvirskot – um tvær milli- ónir. – Tað, sum veruliga er hent, er, at vit hava skorið ríkisveitingina niður, sigur Hermann Oskarsson. Ríkisveitingin varð av seinastu samgongu skerd við góðum 366 milliónum, og núverandi samgongu hevur gjørt av, at ríkisveit- ingin skal fastfrystast, so- leiðis at hon minkar í virði ár fyri ár. – Vit kunnu siga, at yvir- skotið er lítið í ár í hesum uppgangstíðum, men vit hava havt yvirskot millum 400 og 600 mió undanfarin ár. Samstundis eru krøvini hjá okkum stór. Vit velja eisini politikarar eftir, hvat teir lova, sigur Hermann. Hann heldur ikki, at høvdu vit ikki skorið tær 366 mió. av, so stóðu 366 milliónir á niðastu linju í fíggjarlógini. – Vóru 366 milliónir aftur, og høvdu teir nokk lagt seg eftir at nýtt hesar pengarnar eisini, sigur Hermann. Hann ávarar eisini ímóti, at vit gerast alt ov bangin, um ikki øll tøl ovurstórt yvirskot. – Hall á almennum kass- um er ikki nakað óvanligt. Mann má rokna við, at tað kann enda við halli á handilsjavnanum og øðr- um, sigur Hermann Oskars- son. Fáa tað, vit velja Formaðurin í Búskapar- ráðnum er av teirri sann- føring, at størri búskaparlig framstig verða gjørd, tess størri krøv seta fólk. – Ein máti at síggja tað upp á, sum er hent í Føroy- um, er, at vit hava havt góð- ar tíðir, og landskassin hev- ur havt stór avlop. So er trýstið at gera íløgur og nýggjar tænastur er stórt. Fólk vilja barnagarðar, at samferðslan er í lagi osfr. Hetta sæst eisini týðulig, m.a. í atburðinum hjá polit- ikarunum, sum varða av teimum ymsu økjunum, ið hava tørv á størri íløgum og fleiri tænastum, sigur Her- mann Oskarsson. – Eg vildi tí mett tað sum eina natúrliga gongd, at tá vit hava havt góðar tíðir, og tað slakar eitt sindur av, so merkir hetta ikki, at krøvini hjá fólki slaka av, sigur Hermann. Ùtfrá hesum sigur Her- mann, at fíggjarlógarupp- skotið ikki er nakað yvir- raskilsi fyri seg. Spurdur, um tað ikki hev- ur størstan týdning, at vit halda eitt sindur aftur í hes- um ógvuliga góðum tíðum, og ístaðin gera størri íløgur, tá búskapurin hevur brúk fyri at hitast eitt sindur upp, sigur Hermann, at tað kann metast sum eitt ynski, men vit mugu ásanna, hvussu menniskju eru. – Tað hevði verið óført, um vit dugdu at halda eitt sindur aftur í teimum bestu tíðunum, og kanska løgdu nógv fyri í ringum tíðum, men vit menniskju seta nú einaferð stór krøv, og tað eru hesi krøvini, ið vit eis- ini mugu gjalda fyri, sigur Hermann Oskarsson. Tá er hetta er sagt, so heldur Hermann, at vit spjaða íløgur fyri fleiri ár, tí tær stóru íløgurnar, Suður- oyarferjan og Landssjúkra- húsið mugu gjaldast nú og kunnu ikki bíða. Sjálvur sigur Hermann, at hann er sera fegin um, at tað nú verða gjørdar íløgur í tað sosiala økið. – Hesar íløgur vilja fáa fleirfaldaðar aftur, sigur Hermann. Væl fyri Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 er lagt fram, so er hetta ikki nakað, ið fær Hermann Oskarsson til at ivast í, at føroyski búskap- urin er væl fyri. Tað slakar av í løtuni, men talan er ikki um nakra minking. Í alla mína tíð hevur føroyski búskapurin ikki verið so væl fyri, sum hann er nú, sigur Hermann Oskarsson. At blokkurin er fastfryst- ur roknar Hermann heldur ikki við fær tað stóru ávirkan á føroyska búskap- inum næstu fýra árini. Hermann Oskarsson um fíggjarlógaruppskotið: Krøvini geva útslag Jørgen Niclasen er nøgdur við sín part av køkuni í fíggjarlógaruppskotinum, men hann leggur dent á, at hann heldur vil hava skattalætti heldur enn hægri útreiðslur – Tað hevði verið óført, um vit dugdu at halda eitt sindur aftur í teimum bestu tíðunum, og kanska løgdu nógv fyri í ringum tíðum, men vit menniskju seta nú einaferð stór krøv, og tað eru hesi krøvini, ið vit eisini mugu gjalda fyri, sigur Hermann Oskarsson Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 7 6