mikudagur 2. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 188 - 2. oktober 2002
Nr. 188 - 2. oktober 2002
9
Ein bjargingarroynd í
Suðuroy mánakvøldið
vísti, at sjálv bjarging-
in eftir eina álvarsliga
ferðsluvanlukku gekk
væl, men ymsir
trupulleikar vóru við
samskiftinum, ikki
minst við alarm-
sentralin
BJARGINGARROYND
Áki Bertholdsen
– Tað er hend ein ferðslu-
vanlukka í Suðuroynni.
Tað eru tveir bilar, ein
bussur og ein persónbilar,
sum hava rent á hvønn
annan beint við munnan
Trongisvágsmegin á tunl-
inum ímillum Trongisvág
og Hvalba og tað eru fleiri
fólk í bilunum. Eldur er í
øðrum bilinum og fólk sita
føst í bilununum.
Hetta vóru boðini, sum
alarmsentralurin fekk kl.
20.25 mánakvøldið.
Men hetta var bara ein
bjargingarroynd,
sum
sjúkrahúsið á Tvøroyri og
sløkkilið og bjargingar-
feløg í Suðuroynni høvdu í
oysandi regni mánakvøldið.
Talan var ikki um nakra
próvtøku, men royndin
varð gjørd fyri at vita,
hvussu arbeiðið gekk í eini
slíkari bjarging, hvussu
samstarvið og samskiftið
ímillum teir ymsu partarnir
í einum slíkum arbeiði
riggaðu, um teir ymsu
partarnir gjørdu, tað, sum
kravdist av teimum - og so
fingu teir eisini roynt tey
ymsu amboðini fyri at vita
um tey riggaðu.
Niðurstøðan av bjarging-
arroyndini var í stuttum, at
sjálvt bjargingararbeiðið
gekk væl, men at trupul-
leikar vóru við samskift-in-
um og ikki minst vóru tað
mong, sum sótu eftir við
eini kenslu av, at alarm-
sentralurin hevði svikið.
Tað gingu ikki meiri enn
10 minuttir til tann fyrsti
sjúkrabilurin kom á staðið
og fimm minuttir seinni
kom ein afturat.
Men tað var ikki so nógv
hjá portørunum at gera, tí
eftir
mannagongdunum
kunnu teir ikki fara til bilin,
fyrrenn eldurin er sløktur
og brandbmeistarin hevur
Bjargingin gekk sum hon skuldi
Tvær gentur, sum sótu fastar í bilinum, hava fingið plast niður um høvdið at verja tær ímóti
glassplintrum, tá ið bilurin varð kliptur upp
Tær báðar gentur, sum sótu fastar í bilinum, hava nú fingið kraga um hálsin fyri at tryggja, at
møguligt hálsbrot ikki versna
Sjúkrabilarnir vóru skjótir á
staðið, men portørarnir fingu
onki gjørt, tí sløkkiliðsbilurin
koyrir seinni enn hann hevur
loyvi til og eldurin skuldi
sløkkjast og brandmeistarin
skuldi tryggja, at eldurin var
sløktur og at tað var trygt at
fara framat bilinum
v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
grønur, 5 hurðar,
árg. 1996.
89.000
Nissan Almera 1,6 SR
gulur, 3 hurðar,
árg. 1996, 89.000 km.
78.000
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
reyður, 4 hurðar,
árg. 1998, 119.000 km.
110.000
Nissan Primera 1,6 A/C
reyður, 4 hurðar,
árg. 1998, 70.000 km.
125.000
Nissan Primera 2,0 SLX
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 45.000 km.
95.000
Peugeot 306 DT 1,9
bláur, 4 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
90.000
Peugeot 306 Diesel
bráur, 5 hurðar,
árg. 1996, 134.000 km.
78.000
Peugeot 106 Diesel
bláur, 3 hurðar,
árg. 1997, 71.000 km.
65.000
Peugeot 406 ST 2,1 DT
beige, 4 hurðar,
árg. 1997, 136.000 km.
143.000
Peugeot 406 ST 1,9 DT
grønur, 4 hurðar,
árg. 1998, 77.000 km.
145.000
Peugeot 406 ST 2,0 Hdi
vínreyður, 4 hurðar,
árg. 1999, 120.000 km.
164.000
Opel Astra 1,7 DT
brúnur, 4 hurðar,
árg. 1998, 91.000 km.
95.000
Opel Astra 1,6 16V
bláur, 4 hurðar,
árg. 1999, 30.000 km.
125.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 60.000 km.
67.000
Opel Astra 1,7 DT
brúnur, 4 hurðar,
árg. 1996.
75.000
Opel Astra 1,7 DT
vínreyður, 5 hurðar,
árg. 1997, 101.000 km.
89.000
Opel Astra 1,6 Club Station Car
reyður, 5 hurðar,
árg. 1996, 98.000 km.
70.000
Opel Astra 1,6 St. Car
bláur, 5 hurðar,
árg. 1993, 116.000 km.
55.000
Opel Astra 1,6
beige, 4 hurðar,
árg. 1997.
78.000
Opel Astra 1,6
5 hurðar,
árg. 1998.
92.000
C
M
Y
K
9
8
givið grønt ljós av tí at
eldur var í bilinum.
Og tað gekk tað mesta av
einum hálvum tíma, til
sløkkiliðið á Tvøroyri kom
fram, men tað hevur sínar
orsøkir.
Sløkkiliðsbilarnir á Tvør-
oyri eru eitt kapittul fyri
seg. Teir eru næstan 30 ára
gamlir og hava so lítla
motorkraft, so bara ein lítil
mótbrekka er, sum í hesum
føri, klárar annars so dánt
30 km um tíman og hin 40
km., um tíman - og tað er
við mvg og øllum, siga
tvøramenn speiskliga.
Tað er týðiligt, at teir eru
argir um at hava so vána-
ligar bilar, tí, sum teir siga,
tað er so íðuliga, at prult og
skutarar yvirhála teir á veg
á eitt vanlukkustað.
Men nú verður arbeitt við
at fáa betri bilar.....
Tá ið alt var riggað til,
gekk arbeiðið at bjarga
fólkunum rættiliga gott og
at hvør gjørdi sítt og fólkini
vórðu flutt á sjúkrahús.
Samskiftið sveik
Ein trupulleiki er, at á veg-
num niðan ímóti tunlinum
er onki fartelefonsamband,
so at tað var neyðugt at fara
fleiri hundrað metrar frá
vanlukkustaðnum at boða
frá.
Sjúkrabilarnir og sjúkra-
hús og bjargingrfeløg hava
tó serliga útferð, sum hoyr-
ist.
Men niðurstøðan eftir
royndina var eisini, at sam-
skiftið var ikki nóg gott.
Tað vóru útvið 40 fólk við í
royndini og tað var ikki
altíð, at eyðkennisbúnarnir
vóru so eyðkendir og at
frábrigdini ímillum tey
ymsu liðini á vanlukku-
staðnum, vóru so týðiligar
at tað altíð var greitt, hvør
var hvør.
Tað var eisini ein trupul-
leiki, at teir ymsu leiðarar-
nir ikki vóru týðiliga frá-
merktir og alt hetta seink-
aði samskiftinum.
Petur Olsen, leiðari á
Brunaumsjónini, segði, at
hetta vóru viðurskifti, sum
áttu at verið tikið upp.
Annars var tað eisini
týðiligt, at samskiftið við
Alarmsentralin var ikki nóg
gott.
Alarmsentralurin
skuldi boðað bjargingarfe-
lagnum í Hvalba frá, men
tey boðini komu ongantíð.
Hvalbingar frættu um
vanlukkuna aðrastaðni frá
og komu sjálvbodnir á stað-
ið. Kona ein bjargingar-
mann var í bindiklubba, har
hon frætti um vanlukkuna
og boðaði manninum frá.
Ein annar hevði fingið boð
frá privatfólki á Tvøroyri,
sum ringdu at vita, hvat var
á vási....
Tað var heldur ikki
Alarmsentralurin,
sum
ringdi til bjargingarfelagið
í Fámjin.
Á sjúkrahúsinum á Tvør-
oyri er eisini eitt sjúkralið
av
sjúkrasystrum,
sum
skulu við sjúkrabilunum á
vanlukkustaðið. Tær skulu
hjálpa portørunum at geva
fyrstuhjálp og at raðfesta
sjúklingarnar og gera av,
hvørs skal flytast fyrst og
hvør, skal bíða.
Alarmsentralurin skuldi
geva teimum boð, men tey
boðini komu heldur ikki.
Tá ið ein løta var farin,
ringdi
Sjúkrahúsið
á
Alarmsentralin at spyrja,
um tað ikki var okkurt, teir
høvdu gloymt, men tá
hevði vaktarskiftið júst
verið á alarmsentralinum
og tann, sum nú hevði vakt,
visti onki, hann visti heldur
onki um nakra vanlukku.
– Spurningurin, sum síð-
ani er reistur, er, hvussu
heppið tað er, at vaktar-
skiftið er á alarmsentralin-
um mitt í eini vanlukku-
støðu.
Tá ið alarmsentralurin
boðaði sjúkrabilunum frá,
brúkti hann vanligu tele-
fonina hjá sjúkrahúsinum
og ikki tað serligu linjuna
sum skal brúkast til bráð-
neyðug boð.
Sløkkiliðsmenn og bjarg-
ingarlið saknaðu eisini, at
alarmsentralurin
hevði
samband við teir av og á at
tryggja sær, at alt var, sum
tað skuldi- ella at boðað
frá, at samband ikki fekst
við onkran av teimum, sum
skuldi vera við. Tí tað hevði
hjálpt ein hóp at vita, hvør
var við í arbeiðnum og
ikki...
Prísverdugt
Petur Olsen á Brunaum-
sjónini heldur, at tað er
prísverdugt, at so nógv fólk
tíma at vera við í slíkum
arbeiði.
– Hetta eru fólk, sum
onga løn fáa og sum ongan
góðan eiga, so tað er alla
æru vert, at tey vilja leggja
rygg til slíkt, heldur hann.
Hann leggur eisini dent á,
at hetta var ikki ein próv-
tøka.
– Hetta eru fólk, sum
onga útbúgving hava og tað
ber ikki til at koyra fólk til
próvtøku, uttan at tey hava
fingið eina útbúgving fyrst.
Vit kunnu bara fegnast um,
at teir eru til reiðar, nátt
sum dag.
Ætlanin var at fáa ymisk
viðurskifti fram og tað
heldur hann eydnaðist, so í
so máta er ymiskt at ar-
beiða víðari við, so at
ymisk brek kunnu rættast.
Hann segði, at endamálið
var at fáa nøkur viðurskifti
fram, talan var um at sløkka
eld, fyribyrgja eld, seta ljós
upp, so at tað var arbeið-
andi, syrgja fyri, at ferðslan
ikki tarnaði arbeiðnum,
forða fyri dálking, tí talan
kundi havt verið um ein bil
við vandamiklum evnum
og at rudda vanlukkustaðið
aftaná.
Hann heldur, at nomið
var við øll hesi viðurskifti
og tað riggaði gott.
Summir hildu, at í fyrst-
uni tóktist alt tann besi
ruðulleiki, men tað ger tað
ofta í slíkum støðum, men
tað er skjótt, at skil fæst á
og tað var tað eisini hesu-
ferð.
Petur Olsen setti fram tað
hugsaðu støðu, at summi av
fólkunum, ikki vóru komin
til skaða, men máttu her-
bergast og vóru flutt á
hotel. Nú hevur hotellið
skrivað eina rokning upp á
3.500 krónur, Hvør skal
gjalda?? Tað var onki greitt
svar til tann spurningin.
Summi
av
teimum,
høvdu skrætt sær klæðini
so illa, at tey máttu fáa onn-
ur klæðir, so nú kom ein
rokning frá klædnahandlin-
um upp á 2.500 krónur,
hvør skuldi gjalda?
Semja var um, at var
bilurin tryggjaður og var
talan annars ikki var um
ólóglig viðurskifti, var
hetta ein rokning, sum
tryggingin átti at gjalda.
Hvør hevur sína uppgávu í eini neyðstøðu. Her syrgir ein fyri, at bjargingarliðið hevur
arbeiðsljós
Sjálvt arbeiðið gekk væl, men samskiftið sveik, ikki minst við alarmsentralin, var niðurstøðan á fundinum aftaná bjargingina,
har royndin varð eftirmett
Vit hava nógv fólk og nógvan
vilja, men onga útbúgving og
tí er tað prísverdugt, at so
nógv tíma at taka lut í
slíkum arbeiði, sigur Petur
Olsen á Brunaumsjónini, tá
ið hann eftirmetti
bjargingarroyndina