mikudagur 2. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 188 - 2. oktober 2002
Nr. 188 - 2. oktober 2002
11
Mánadagin var so fíggjarlógaruppskotið 2003 lagt fyri
pressuna av einum framúr vælnøgdum fíggjarmálaráð-
harra. Sjálvt uppskotið er áhugavert og ikki minni áhuga-
vert er tann frágreiðing, ið fylgir við. Hóast sjálvt
fíggjarlógaruppskotið við øllum viðmerkingum fyllur
hálvtfimtahundrað síður, so tykist frágreiðingin uppá
bert 30 síður minst líka áhugaverd sum sjálvt tað tjúkka
fíggjarlógaruppskotið. Henda frágreiðing er í stóran mun
eitt politiskt skjal, ið lýsir búskapargongdina frá 1988 til
í dag, greiður frá innihaldinum í samgonguskjalinum og
frá tí búskaparpolitikki, ið fer at verða rikin í 2003. Tað
tykist skula prógva, at til fullveldissamgongan tók
valdið, gekk alt av skriðuni, men so fingu vit Karsten, og
alt varð sára gott. Kjarnan í smáritinum er, at landsstýrið
miðar í móti einum árligum rakstraravlopi (nevnt RLÚ),
ið alt, sum tað er, skal nýtast til at rinda avdráttir av
lánum hetta fram til 2008. Við tað at blokkurin er
minkaður við umleið 360 milliónum, verður alt avlopið
2003 nýtt til avdráttir. Um blokkurin ikki varð skorin,
hevði avlopið ligið um hálva milliard. Vit lata lesaran
sjálvan um at spekulera yvir, hvat henda upphædd hevði
kunna verið nýtt til! Fíggjarmálaráðharrin upplýsir, at
fíggjarlógaruppskotið inniheldur tvær høvuðsraðfest-
ingar við øktum játtanum: eldraøkið og serforsorg (25
mill.) og útbúgving og gransking (6 mill.). Hertil kunnu
játtast 20,5 mill. afturat, um hesar somu 20,5 milli-
ónirnar samstundis verða spardar! Verður annars sæð
burtur frá lógar-og sáttmálabundnum hækkingum og
teimum báðum raðfestu økjunum er fíggjarlógin 2003 á
útreiðslusíðuni óbroytt í mun til 2002.
Fíggjarlógaruppskotið er sum nevnt digurt verk stórt 450
blaðsíður, og perman er lilla at liti. Sambært litalfrøði
kann liturin lilla vera ímyndin um dreymar. Hetta hava
vit torført við sambinda við uppskotið hjá Karsteni. Her
er lítið pláss fyri dreymum! Ikki tí: um raðfestingarnar er
bert alt gott at siga, og tær mynda eitt ljóspunkt í lillalitta
myrkrinum. Tær eru dámligar og sera hart tiltrongdar,
men upphæddirnar eru so smáar, at tær gera at kalla
hvørki frá ella til. Tað eru ikki nógvir framtíðardreymar
í 25 milliónum til almannamálini og 6 milliónum til
granskingina, soleiðis, sum hesi øki eru viðfarin seinastu
8 árini! Hvat hinum uppskotinum viðvíkur (um at
játtaðar verða 20,5 milliónir meira, um sparast kunnu
aðrar 20 milliónir), so má tað í hvussu so er vera
dreymurin hjá einum hvørjum Molsbúgva, og man tí fara
at gagna føroyingum tilsvarandi.
Kann verða, at lillalitta fíggjarlógin gerst marra hjá
mongum. Andlitsliturin á formanni fólkaflokksins tóktist
í hvussu so er at taka lit eftir permuni, tá hann sá skatta-
lættan fara sama veg sum sigarroykurin! Meðan vit eru
við litin, kunnu vit nevna, at litalfrøðin sigur, at lilla
eisini kan ímynda vísdóm, ríkidømi, grammheit, girnd
og allergi fyri pengum! Vit lata tað verða upp til lesar-
arnar at umhugsa, hvørt hesi hugtøk hóska til lillalittu
Karstensbók 2003, handað heimsins elsta parlamenti í
gjár. Men vit fara komandi vikurnar so av og á at venda
aftur til ta lillalittu og viðgera ávísar tættir av henni bæði
í oddagreinum, viðmerkingum og í vanligum blaðgrein-
um.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Lilla at liti
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kristina Háfoss
Framsøgufólk í fíggjar-
málum fyri Tjóðveldis-
flokkin
Fíggjarlógaruppskotið fyri
2003 er nú almannakunn-
gjørt.
Fíggjarlógarupp-
skotið gevur eitt yvirskot á
150 mió. kr. - hetta hóast
eina øking í rakstrarút-
reiðslunum á 182 mió. kr.
og at íløgur verða gjørdar
fyri heili 260 mió. kr.
Vælferðin verður raðfest
høgt og eru tað serstakliga
almanna- og heilsumál um-
framt
útbúgvingar-
og
mentamál, ið fáa størri
játtan. Somuleiðis er ætlan-
in at fremja skattalættar á
góðar 50 mió. komandi ár.
Vælferð, virðir og virk-
semi fáa sostatt høga fíggj-
arliga raðfesting komandi
ár - men neyðugt verður
eisini at seta sparingar á
dagsskrá.
Fíggjarlógin - eitt amboð
at røkka málum
Uttan visiónir og málrætt-
aðar ætlanir kámast enda-
málið við býtinum av krón-
um og oyrum skjótt. Fíggj-
arlógin skal tí bert síggjast
sum eitt amboð til at náa
teimum málum, ið sam-
gongan hevur sett sær.
Hetta sæst eisini aftur í
fíggjarlógaruppskotinum - í
hvørtfall í ávísan mun.
Fyri at nevna nøkur dømi
eru eitt nú ætlanir at fremja
munandi ábøtur á eldra- og
serforsorgarøkinum, ið fær
økt játtan sína við 36 mió.
kr. (rakstur og íløgur) - og
somuleiðis eru áhugaverdar
ætlanir á útbúgvingar- og
granskingarøkinum, ið fær
økt játtan sína við 23 mió.
kr. (rakstur og íløgur).
Stórstu íløgurnar eru á
samferðsluøkinum. Her eru
tað serstakliga íløgurnar í
nýggja Suðuroyarskipið og
samferðsluhavnina á Tvør-
oyri, ið fáa hægstu raðfest-
ing við heili 132 mió. kr. av
samlaða íløgukarminum á
260 mió. kr.
Skattalættar fyri
framman
Fyri at økja inntøkur land-
sins í framtíðini umvegis
økt virksemi - heldur enn
umvegis økt skattatrýst - er
ætlanin at gera Føroyar til
eitt alsamt meira skattavin-
arligt land og verða skatta-
lættarnir komandi árini
liður í hesi ætlan. Ár 2003
verður talan um góðar 50
mió. kr. í skattalættum og
ár 2004 verður talan um
somu upphædd - harvið íalt
góðar 100 mió. kr. í skatta-
lættum komandi tvey árini.
Eisini eru fleiri onnur
fíggjarpolitisk tiltøk á veg,
ið verða til fyrimuns fyri
føroyingar.
Vøksturin í rakstrar-
útreiðslunum skal tálmast
Núverandi
fíggjarlógar-
uppskot inniber enn eina
øking í netto rakstrarút-
reiðslum landsins á 182
mió. kr. í mun til fíggjar-
lógina fyri 2002 - harav
góðar 50 mió. eru vøkstur í
lógarbundnum útreiðslum.
Tá hugsað verður um eyka-
játtanir og broytingarupp-
skot undir viðgerðini av
fíggjarlógini v.m. kann
vøksturin í rakstrarútreiðsl-
unum væl enda við at
gerast væl størri.
Havandi í huga, at skatta-
lættin á 50 mió. ikki er
innroknaður í fíggjarlógar-
uppskotið og at rakstarút-
reiðslurnar
væl
kunnu
væntast at vaksa meira enn
ætlað, er skjótt at yvir-
skotið á 150 mió. kr. tódnar
- um neyðugu sparingarnar
ikki verða framdar.
Neyðugt við nýhugsan
Við núverandi búskapar-
gongd er greitt, at skal væl-
ferðarsamfelagið Føroyar
verða rikið við yvirskoti
komandi árini er alneyðugt,
at rakstrarútreiðslurnar ikki
halda á við himmalferð
síni. Tí verður neyðugt at
fremja rationaliseringar og
lógarbroytingar, ið bera við
sær færri rakstrarútreiðslur
komandi ár. Komið skal
verða nærri inn á hetta í
komandi greinum.
Tað er ongantíð ov skjótt
at farið verður í holt við at
fremja nýhugsan og ný-
skipan soleiðis, at grund
verður løgd undir einum
sjálvberandi
føroyskum
vælferðarsamfelagi.
Fíggjarlógin raðfestir vælferð, virðir
og virksemi
Nicloina Jensen Beder
Tórshavn 28. september
2002
§ 70. Ingen kan på grund af
sin trosbekendelse eller
afstamning berøves adgang
til den fulde nydelse af og
politiske borgerlige rettig-
heder – eller unddrage sig
opfyldelse af nogen al-
mindelig borgerpligt.
Kirkjan er okkara upp-
runaliga grundstøði, bæði
við andaligum og borgar-
ligum
skyldum. Eingin
skuldi tessvegna kunna
melda seg úr kirkjuni fyri at
sleppa
undan
teimum
borgarligu skyldunum, líka
so lítið sum tað er gjørligt
at sleppa undan kommunu-
skatti ella sjúkrakassa, við
at flyta í annan trúarbólk.
Er tað navnið kirkjuskattur,
sum trúarbólkarnir hava ilt
við at góðtaka, kunnu teir
bara kalla tað borgara-
skattur.
Higartil hevur kirkjan
staðið sum ein eind undir
somu leiðslu. Eg trúgvi
neyvan, at tað borgarliga
arbeiði, ið kirkjan hevur
røktað, kann gerast betur
ella bíligari.
Viðmerking til greinina hjá Álvur Kirke. Sosialurin 24. september 2002
Hvat sigur danska grundlógin
VIÐMERKINGAR
John S. Myllhamar
Góða Brynhild, takk fyri
títt svar. Verjurøðuna fyri
starvsfeløgunum í Útvarp
Føroya, tími eg ikki at svara
uppá. Hon er ikki annað
enn tað, ið væntast kann av
einum starvsfelag. Sum
journalistur er tú í teirri
hepnu støðu altíð at kunna
bestilla tær atgongd til
mikrofonirnar í Útvarpi- og
Sjónvarpi Føroya, at lufta
tínar meiningar um onnur
menniskju og tíni áhuga-
mál, og hinvegin eisini at
vera spurd av teimum. Tann
møguleika hava vit vanligu
føroyingar ikki. So kunnu
vit tosa so vakurt, í demo-
kratiets hellige navn, um
ytringsfríheit.
Brynhild, hvar í grein
míni nevni eg orðið sjúka?
Og hvar havi eg sagt, at tey
samkyndu pr. automatik,
verða lekt við at ganga í
kirkju? Slutur. Bara sveim-
arar koma við slíkum pá-
standum, at øll verða lekt,
sum trúgva »nóg mikið« á
Guð. Eg segði, at samkynd
koma eisini í kirkju, (tað
eru tey nokk komin gjøg-
num allar tíðir, og verða
vælsignað saman við øllum
okkum øðrum syndarum,
ið har sita) men at tað ikki
eru hesi, ið seta kirkjuni
krøv, at hon skal laga lógir
og boðan eftir teirra ynskj-
um og tørvi.
Sjúka - ja, eg veit ikki,
hvussu vit definera hug-
takið. Kynsliga at verða
drigin at øðrum enn tí
mótsatta kyninum stríðir í
hvussu so er í mínum
hugaheimi móti náttúruni.
Nøkur menniskju vera eis-
ini drigin at m. a. neytum,
seyði, hundum, delfinum
og gásarungum. Fyri mær
ljóðar tað nokkso øvugt.
Skal ikki koma inn á skap-
anarorningina, fyri ikki at
vera tað ljóta orðið kristi-
ligur. Vit lóggeva kortini
ikki fyri slíkum, men geva
hesum menniskjum frið og
somu rættindi at búgva í
Føroyum, sum øll onnur -
og tað fáa tey eisini.
Forrestin, tá ið tú tosar
um sjúku, hví er tykkara
framhalding tá, at tey pedo-
filu hava tørv á psyko-
terapi? Kann slíkt við-
gerast?
Tú sigur teg hava sæð,
ella hava prógv fyri, at
føroyingar hava vanvirt og
gjørt seg inn á tey sam-
kyndu við hatursálopum og
við at smildra rútar inn á
tey. Samstundis skrivar tú,
at tú fer ikki sita hendur í
favn, men fer at stríðast
sum úlvur á skóg fyri at
verja hesi menniskju. Tað
fær meg at spyrja: Hví
meldaði tú so ikki hesi
herverk til løgregluna? Tað
hevði eg kent, sum mína
kristnu skyldu, óansæð
hvør taparin var, ið var
útsettur fyri slík álop.
Brynhild, tú heldur fram
við
slagorðinum,
sum
gongur aftur ferð eftir ferð í
kjakinum
í
Føroyum:
fundamentalisma.
Sam-
stundis sum tú sigur teg
verja allar bólkar í samfe-
lagnum fyri happing, liggur
diskrimineringin goymd í
hesum: Fundamentalistar-
nir í Føroyum! Tú førir
fram, at allir teir túsundtals
vanligu føroyingar, sum
vilja byggja á kristnu siða-
læruna, sum hevur verið
trúgv fedra okkara gjøg-
num túsund ár, nú brádliga
eru fundamentalistar tí teir
ikki ganga inn fyri, at
landið gerst eitt sekulari-
serað, eitt reint verðsligt
samfelag. Hvør er tað, sum
her happar, ja, meira enn
tað? Er tað ikki Brynhild
Thomsen? Við at rópa
rakstrarróp út í flokkin:
fundamentalistarnir!, sigur
tú, at ein stórur skari av før-
oyingum eru kriminellir,
eru voldsmenn, drápsmenn,
yvirgangskroppar,
sjálv-
morðsbumbufólk eins og
palestinensar og Al Quiata.
Hava tínir friðaligu lands-
menn slíkar skuldsetingar
uppibornar?. Tað ið kennist
so hugstoytt er, at tú sum
journalistur og, sum eisini
sigst vera sera fornuftig,
veit hvat vit seta í samband
við fundamentalismu. Øll,
sum tit hava lært at rópa
hetta herrópið, vita ikki,
hvat tað er, tey siga. Ein
maður segði ein dagin við
meg, at eg var funda-
mentalist. Spurdi hann,
hvat orðið merkir. Nei, tað
visti hann ikki.
Veit væl, at í Føroyum
eru víttgangandi átrúna-
bólkar, sum mangan bera
seg býttisliga at, og at lítið
høpi er í teirra útleggingum
av skriftstøðum, eins og tað
eisini eru skilaleysar og
einkisigandi greinar, sum
standa í bløðunum frá
tínum viðhaldsfólki. (Les
vavsturin »Samkynd og
samlevnaður« av Sámal
Matras Kristinasen) Men at
skera allar føroyingar yvir
ein kamb, sum vilja halda
fast við, at lógir okkara
eiga at byggjast á kristnu
lívsvirðini, at teir eru
fundamentalistar, er at fara
ov vítt.
Tá ið tú, Brynhild, uttan
konkret dømi, tosar um, at
samkynd verða niðurgjørd,
áspýtt og jagstrað úr land-
inum, so minnir hetta um
tey, sum tráa eftir martýr-
titlinum. Ein átrúnabókur,
sum gjørdi um seg í Før-
oyum í sjeytiárunum, brúkti
sama framferðarhátt. Hann
kravdi at øll tey, sum høvdu
sítt fasta gamla pláss í
kristnum samkomuhúsum,
skuldu frásiga sær sína
sannføring, og laga seg eftir
teirra amerikonsku mátum
og meiningum. Vágaði
onkur at siga teimum ímóti,
fóru tey grátandi og róp-
andi um allar geilar: Vit eru
stoytt út! og fingu sostatt
onnur at taka synd í sær.
Harvið eydnaðist teimum
so at ogna sær útnevning-
ina: Martýrar. Blaðmaður
sær eisini út til at smíðja
meðan jarnið er heitt, við
fyri tíðina at koyra eina
seriu í blaðnum. Hann hev-
ur hiðartil verið í sambandi
við tvey føroysk »offur« í
Danmark, sum gera seg til
martýrar, uttan at koma við
nøkrum ítøkiligum dømum
um jagstran og forfylging
her heima, men bara við
gitingum og við at lata
undirlutakenslurnar koma
til sjóndar.
Áhugavert hevði eisini
verið at vita, um tey sam-
kyndu, sum tú sigur eru
jagstrað av landinum, flyta
heimaftur, tá ið lógin um
skrásett parlag verður sett í
gildið í Føroyum?
At enda setur tú mær ein
spurning, og skal eg svara
tær soleiðis: Ein faðir, sum
elskaði son sín, skrivaði
honum arv til, ið skuldi
verða hansara eftir deyða
faðirsins. Pápin metti, at
hetta var líka ómakaleyst,
sum at teir báðir fóru á
kommunuskrivstovuna at
skráseta seg sum hjún/par.
Annars ynski eg tær,
góða Brynhild, alt tað
besta, har tú hevur títt yrki.
Um tú metir meg, eitt van-
ligt kirkjufólk, at vera
fundamentalist og alt tað
ónda, sum tað inniber, so
vil eg fyrigeva tær tað. Tú
er nokk eitt hampafólk,
sum bara hevur fingið eina
ranghugmynd av lands-
monnum tínum. Men ver
púra rólig, eingin av hesum
fremur nakra yvirgangs-
atgerð, hvørki móti tær ella
teimum samkyndum. So
trygt liva vit í gomlu
kristnu Føroyum - enn.
Bæði tú og tey sam-
kyndu, sum liva í útlegd,
eru eisini hjartaliga væl-
komin at flyta heimaftur, og
at keypa tykkum grundøki
og byggja tykkum heim
tætt uppat mínum heimi,
um tey eru til sølu. Eg fari
ikki at ynskja ella jagstra
tykkum burtur, sum onkur
ger við tey evnaveiku í
høvuðstaði okkara, haðani
tínar 300 undirskriftir fyri
tað mesta stava frá, hesin
minniluti, ið ikki hevur
nakran
stuðulsbólk
av
demokratum, sekularisist-
um, og humanistum at verja
seg.
Aftursvar til Brynhild Thomsen
Nevndin í Ljósinum
Helle Drews, Bára Skorá,
Jonna Djurhuus, Randi
Kúrberg, Ann Hansen
Hetta er ein viðmerking til
alla fjølmiðlaumrøðuna, fe-
lagið hevur fingið seinastu
tíðina í samband við, at vit
»eru sloppin inn« í Hoy-
víkarhøllina. Hvør, ið hevur
ábyrgdina av søguni, sum
hon er komin fram og/ella
viðgjørd í miðlunum, er
okkum líkamikið, – men at
músin er vorðin til elefant,
er so heilt vist.
Fýra tímar var alt
Fýra
tímar
fríggjadag
seinnapart,
15.00-19.00,
var alt, talan kundi verða
um. Ljósið hevur í mong ár
gjørt vart við sínar hølis-
trupulleikar, savnað pening
saman til høll, víst virkis-
fýsni og sam-starvsvilja við
Tórshavnar Býráð um allar
møguligar loysnir, men tað
er sum at sletta vatn á gás.
Kor og virkisumrøður
við Ljósinum
Ljósið hevur í dag oman
fyri 700 virknar limir, 90%
børn í aldrinum 2-14 ár. Vit
leiga 45 hallartímar um
vikuna, men tørvurin er
nógv størri. Vit royna veru-
liga sum frægast… Vit
húsast í 5 ymsum støðum í
býnum, og er hetta ein
ótolandi støða á mangan
hátt. Eitt er umsiting og
ábyrgd av eini rúgvu av
lyklum og nógv samskifti
við áðurnevndu støð, ið øll
hava sínar mannagongdir,
sum vit sjálvandi virða,
men lættliga kundu ør-
kymlast av, tí eitt sum
geldur her, er øðrvísi har.
Annað er, at vit skulu gera
fimmfaldaðar íløgur av
øllum møguligum av tí
sama, t.d. musikkanlegg,
læknataskur,
smáamboð
/lutir til spøl og íðkan. Men
tað ringasta, also mest
forargiliga er, at tað er so
torført at varðveita yvirlit-
ið, tá tímatalvan fyri vetur-
in skal leggjast. Hædd skal
eitt nú takast fyri, at leið-
arin nær úr Eysturskúl-an-
um, har hann sjálvur ger
fimleik, yvir í Kommunu-
skúlan
til
ásettu
tíð.
Samstundis er tað rættiliga
týdningarmikið, at tímarnir
í Kommunuskúanum og
Nonnuskúlanum
heldur
ikki fella saman, hvat lið-
aldursbólkinum viðvíkur, tí
summi gera bæði amboðs-
og
rútmiskan
fimleik.
Sostatt skulu tímarnir helst
liggja í forleingilsi hvør av
øðrum, men halt endiliga
ikki, at tað snildasta er at
vera í sama stað, – tvs. ant-
in í Nonnuskúlanum ella
Kommunuskúlanum! Tað
eru nevniliga ikki umstøður
til amboðsfimleik í Nonnu-
skúlanum. Og at brúka ein
tíma í Kommunuskúlanum
til rútmiskan fimleik er
oyðsl vegna tvørrandi ka-
pasitet, so íðkararnir mugu
renna í millum.
Enn er lættari, at fólk
flyta seg enn at sunda am-
boðini staðanna millum, og
tað er eisini í lagi, at so-
leiðis er eina tíð, um bert
útlit eru fyri onkrum fræg-
ari.
Framtíðin, Hoyvíkar-
høllin – hvør er mein-
ingin við Ljósinum?
»Alt er søtt hjá tí svanga!«
Og Ljósið er gorhungrað, tá
húsarúmd umræður. Tað
skal endiliga ikki misskilj-
ast sum, at vit eru ikki glað
fyri tímarnar í Hoyvíkar-
høllini, men, men… Gev
líka klokkutíðini og deg-
num gætur. Hatta eru vrak-
tímar, vit hava fingið!
Høvdu vit fingið tveir tímar
fríggjadag og tveir onkran
annan dag í vikuni, skuldu
vit tagt, men ístaðin fyri eitt
plástur á sárið, er tað sum
salt verður roðað í, og vit
fáa ikki annað enn gramt
okkum.
Hvussu verður raðfest?
Hvussu koma fólk fram til,
at skynsamligasta venj-
ingartíð fyri eitt felag, har
flestu limir eru yngri enn
14 ár, er fríggjadag seinna-
part? Tá eru øll móð og
troytt, og familjan vil vera
saman. Flestu eldru limir
felagsins,
sum
annars
kundu notið gott av góða
hallarplássinum, arbeiða
júst fríggjadag.
Hvat
verður
dentur
lagdur á? Hevur støddin á
felagnum einki at siga?
Hevur tað heldur einki at
siga, at vit eftirhondini
gjarna vilja gjalda til okk-
ara egna? Eisini í felags-
skapi við onnur, um tað er
loysnin! Og alt tað sum
fimleikurin gevur, bæði
likamliga, sálarliga og sam-
felagsliga! Er tað eingin,
sum hirðir at virðismeta tað
eitt sindur? Enn nokta vit at
trúgva, at tað er ramasti
álvarin, og vóna vit, at tey
finnast, ið virða stóra
arbeiðið, sum okkara leið-
arar trúliga gera hvønn
vetur. At vilji er onkustaðni
at tryggja okkum liviligar
umstøður.
Við fimleikakvøðu og
vón um at verða tikin í
álvara, sjálvt um vit um-
boða bleytu virðini og okk-
ara limir »bara« eru børn
og ung.
P. S.: Okkara limir verða
einaferð vaksnir og tjena
pengar.
Fimleikafelagið Ljósið og Hoyvíkarhøllin
C
M
Y
K
11
10