mikudagur 2. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 188 - 2. oktober 2002
Nr. 188 - 2. oktober 2002
13
Johan Dahl
løgtingsmaður
Politisk telving tá ið hon er
beroknandi og ísakøld við
tí fyri eyga at fløkja alt upp
í ein ellibita og so sita eftir
við einum úrsliti, har ein
sleppur frá at seta nakran
pening av til eitt ávíst øki -
tað er tað, sum Bjarni Djur-
holm og hansara menn ætla
at gera, nú hestarnir eru
farnir at bítast, tí krubban
er um at verða tóm!!!!!
Lyftini til ung sum eldri,
lógarfestar ætlanir og fram-
tíðar løgu ætlanir, sum
skulu haldast, vísa seg nú at
verða sera truplar at fáa at
ganga upp í eina størri eind,
tí tær milliardaupphædd-
irnar, sum tosað hevur ver-
ið um, at andstøðan kundi
mala rundanum og nýta
sjónina av men sum vit ikki
skuldi fáa loyvi til at for-
koma nýtist ikki okkara
hjálp til - tað hevur sam-
gongan so sanniliga sjálv
klárað!!!
Teir seinastu dagarnir
hevur verið nógv tosað um
eitt mál, sum undirritaði
saman við Hendrik Old
hava reist í tinginum viðv.
útbyggingini
av
Vágs
Havn, sum var samtykt við
eini stuðulslóg á Føroya
Løgtingi tann 26. mars
2002 - altso árðrenn valið
2002 við 28 stemmum fyri
3 blonkum og ein sum ikki
avgreiddi atkvøðu, tí við-
komandi var burturstaddur.
Málið er politiskt avgreitt
sum sæst við stórum meiri-
luta, men orsakað av nøkr-
um »tekniskum justering-
um« sum neyðugt er at
gera, vil eg hervið greiða
eitt sindur frá málinum, so
vanlig fólk sum kanska ikki
kenna so væl til málið fáa
eitt sindur betri fatan av tí.
Gongdin er henda:
Uppskot til løgtingslóg um
stuðul í mesta lagið 18,5
mió kr.til at útbyggja havn-
ina í Vági bleiv samtykt við
løgtingslov nr. 45 frá 26
marts 2002.
Tað vóru 28 atkvøður
fyri og 3 blankar atkvøður -
Kári P. Højgaard, Katrin
Dahl Jacobsen og Anita á
Fríðriksmørk
atkvøddu
blankt - ein atkvøddi ikki.
Eina partur av viðmerk-
ingunum í samband við
lógaruppskotið og málsvið-
gerðina
vóru
m.a.
at
tryggja, at málið skuldi fáa
eina nøktandi politiska
viðgerð, áðrenn avgerðin at
fremja verkætlanina bleiv
tikin og eins og fyri at geva
løgtinginum innlit í málið.
Í ørðum føri er ásett í
játtanarskipanini, at tá talan
er um størri íløgur, sum
ofta fevna um fleiri fíggj-
arár, er meginreglan, at ser-
stakt lógaruppskot verður
lagt fyri Løgtingið.
Sambart játtanarskipan-
ini er neyðugt við serstakari
lóg um byggingina, um
landsstýrismaðurin
skal
kunna gera avtalur, sum
hava við sær byggiútreiðsl-
ur fyri komandi figgjar-
árum eisini.
Hendan lógin (stuðuls-
lógin) er samtykt av allari
samgonguni sum sat sein-
asta valskeið við undantaki
av tveimum limum, ið at-
kvøddu blankt.
Víðari í somu viðmerk-
ingum til stuðulslógina
verður eisini sagt:
Ætlanin er at gera bind-
andi
avtalu
við Vágs
Kommunu um felags verk-
ætlanina, og er tað ein
fortreyt fyri at binda landið
fíggjarliga í fleiri ár , í eini
slíkari avtalu, at ein verk-
lagslóg er samtykt!!!!
Í løgtingslóg nr. 82 frá 15
mai 2001 um fólka og
farmaflutning er ásett at
siglast skal á Vág og tað
liggur tí á landsstýrismann-
inum at skipa soleiðis fyri
at havnarviðurskiftni í Vági
er nøktandi - eisini hjá
nýggja suðriarskipinum.
Hetta er ikki eitt mál sum
einans hevur ligið sum
áhugamál fyri Vágs komm-
unu at fáa loyst úr lagdi,
men so sanniliga eisini hjá
Landsstýrinum, tí sambært
skrivið frá 8. august 2001
fekk kommunan svar frá
vinnumálastýrinum,
har
skotið var upp at komm-
unan, vinnumálastýrið /
landsverkfrøðingurin sam-
starvað um eina felags
verkætlan,- og á fundi
millum landsverkfrøðingin
og Vágs Býráð tann 13
sept. 2001 var síðan avtalað
at
landsverkfrøðingurin
skuldi gera eitt tilmæli um
hvussu samferðslu-viður-
skiftini kunnu verða loyst á
frægasta hátt.
Í Dec. 2001 fekk vinnu-
málastýrið eina frágreiðing
við niðurstøðu frá lands-
verkfrøðinginum
um
havnaviðurksiftini í Vági.
Á landstýrisfundi fyrst í
Februar 2002 fekk lands-
stýrismaðurin
undirtøku
fyri at søkja um játtan til at
fremja tað loysn, - har at-
løguplássið
hjá
nýggja
Suðriarskipinum
verður
gjørt sum ein partur av ein-
ari heildarloysn í samstarv-
ið við Vágs Kommunu, tó
at kostnaðurin í mesta lagi
skuldi verða helvtin av
øllum kostnaðinum, og ikki
meira ein 18,5 mio kr.
Hetta er tað sum er sam-
tykt tann 15. marts 2002 og
bleiv til lóg nr. 45 frá 26.
marts 2002.
Tað skal viðmerkjast, at
upprunaliga ætlanin hjá
Vágs kommunu var at
byggja eina Djúphavn, men
vinnumálastyrið metti tað
skilabetri at fremja eina
felags verkætlan, har sam-
ferðsluhavnin eisini var ein
partur av ætlanini, og at
landið skuldi standa fyri
verkætlanini, til hon var
liðug, tvs. projektering,
útbjóðing og bygging.
Hvat er síðani hendt í
málinum?
Tað hevur alla tíðina
síðan stuðulslogin bleiv
samtykt og seinni í við-
merkingunum í henni verið
gjørt vart við frá umsit-
ingini á løgtingsskrivstov-
uni , at ein verklagslóg var
neyðug fyri at Landstýrið
sum byggiharri kundi takað
ábyrgdina av verkætlanini
herundir fíggjarliga váðan-
um í byggitíðini , so skuldi
ein verklagslóg gerast, sum
skuldi avloysað løgtingslóg
nr. 45 frá 2002,- sum er
stuðulslógin.
Og tað er just tað sum
hetta uppskotið snýr seg
um.
Ein av viðmerkingunum
frá umsitiningi er tann um
hvør ber váðan við einum
evt. meirkostaðnaði um
hesin skuldi uppstaði í
byggitíðini av einari ella
arðari orsøk, - her meti eg,
at alneyðugt er við so
grundigum forarbeiði at
slíkt ikki kemur fyri, og um
neyðugt, at gera eina fast-
prís avtalu, sum álagt
verður landstýrismanninum
at syrgja fyri verður yvir
hildin.
Nevnast skal eisini her at
undirritaði hevur fingið ein
yvirslagsprís uppá ætlanina
sum ,sigur at kostnaðurin
verður 30-32 mio. og ikki
37,5 sum vænta og kann
hetta eisini verða gjørt sum
ein fastprísavtala.
Tað sum eisini verður
verður biði um at fáa gjørt
í samband við verklags-
lógina, er at fáa flutt stuð-
ulsjáttanina uppá krónur
500 túsund, yvir til at verða
ein verklagsjáttan til pro-
jektering.
Hetta er ikki nakar eyka-
kostnaður, men ein flyting
frá eini játtanarkonto til
arða.
Fyri at fáa greiðar linjur
og ábyrgdarfordeiling í
byggitíðini, so er handan
verklagslóg neyðug, og
vóna vit at tikið verður
undir við henni, - tí hon
førir ongan meirkostnað
við sær í mun til uppruna-
ligu stuðulsjáttanina, hetta
er einans ein spurningur
um ábyrgdina av ætlanini
frá byrjan til arbeiði er
liðugt.
Hetta skuldi veri gjørt
við upprunaligu lógini,
men málið bleiv sum øllum
kunnugt skunda ígjøgnum
uttan at verða endaliga
viðgjørt í vinnunevndini og
endaði í marts aftur í løg-
tinginum til endaliga av-
greiðslu.
Tað at Bjarni Djurholm
nú byrjar at trúða okkum
við at um havnin í Vági
skal gerast, ja so verður
ongin tunnil kunnu vit ikki
takað fyri fult,- tí tunnilin
er sum øllum kunnugt við í
langtíðar løgu ætlan lands-
stýrisins og skal byrja
seinast 2004 og hesum vilja
vit halda Bjarna Djurholm
fastan við at halda seg til.
Hinvegin, - at úttalað seg
so dundrandi óseriøst sum
tað bleiv gjørt í sjónvarpin-
um av vinnumálaráðharr-
anum fyri vikum síðani
viðv. hesum málið haldi eg
er langt úti, - havandi í
hugað at tunnilin Hov -
Øravík nokk kostar 80-90
mio kr. og tað sum skal
gjaldast av landium til Vágs
Havn er ivaleyst maksi-
mum 14-16 milliónir, so
havandi hetta í hugað, er
spurningur um tunnilin
byrjar hálvt ár fyrr ella
seinni.
Bjarni Djurholm lovaði
frá Tingsins røðarapallið í
næstseinastu viku, at út-
gerðin skuldi flyast frá
Gásadals tunnlinum og til
suðriar tá liðugt var at
borað ígjøgnum til Gása-
dals.
Nú løgtingslimir hava
verið á vitjan í suðri hava
teir eisini sæð hvat er gott í
suðri og hvat krevur stórar
ábøtur og vóni eg at viljin
eisini er til staðar at fremja
ábøturnar tá hartil kemur.
Bláa húsið í Smærugøtu
Bláa húsið í Smærugøtu
Bláar rósur í vindeygunum
Heit blá hjørtu sláa eymt
Úti er kalt og vindar blæsa
Ein óvinarligur gjóstur merkist.
Lívsins skuggasíða er døpur
Eingin velur sjálvur at liva har
Í tí bláa blómugarði vaksa rósur
Vakrar bláar og viðbreknar eru tær
Fyri urtagarðsmanninum eru tær alt
Leggur lív og sál í at lívga og verja
Øll eiga pláss og lív her í verð.
Reyðar bláar og hvítar rósur
Ein sera vøkur sjón fyri øll eygu
Okkara dýru litir í krossmerkinum
Veitrar fyri gleði og svárari sorg
Fylgissveinur gjøgnum foldarlívið.
Tak bláu rósurnar burt í Smærugøtu
Tak bláu luftina burtur og anda
Tak bláa litin úr Merkinum og vita
Um vit eru eitt livandi ella deytt fólk?
Bláa húsið í Smærugøtu má til
Skulu vit nevnast eitt livandi fólk
Har reyðar bláar og hvítar rósur vaksa.
Rituvík: Eyðálvur Kári Nielsen
VIÐMERKINGAR
Tunnil Øravík-Hov og samferðsluhavnin
í Vági
– og amanvevjing landsstýrismansins í vinnumálu m av hesum málum
VEITARASAMTØK
Tíðindaskriv
Eftir umbøn frá vinnuni
skipar TK Stovan, í sam-
starvi við Føroya Hand-
verksmeistarafelag
og
havnar- og menningar-
stjóranum í Klaksvík,
Rana Nólsøe, fyri skeiði,
sum lýsir møguleikarnar í
Veitarasamtøkum.
Eitt veitarasamtak er til
dømis, tá nøkur virkir
ganga saman í eitt samtak
og bjóða uppá eina størri
verkætlan
(entreprisu),
sum tey hvør sær eru ov
lítil at klára. Møguleikar
fyri at gera veitarasamtøk
í Føroyum eru innan
nógvar vinnugreinar. Til
dømis innan byggivinnuna
og oljuvinnuna, har nógv-
ar uppgávur eru stórar í
mun til, hvat føroysk
virkir megna við teirra fáu
starvsfólkum og avmark-
aðu fíggjarligu styrkum.
Millum annað verða
hesi evni umrødd:
• Møguleikar í einum
veitarasamstarvi
• Spælireglur í einum
veitarasamstarvi
• Tilrættaleggjan av
einum veitarasamstarvi
• Ymiskir
samstarvshættir
• Leiðsla av einum
veitarasamstarvi
Skeiðleiðararnir
eru
Kristin Balslev Munks-
gaard, forskningsassistent,
Jane Vestergaard Møller,
forskningsassistent, Torb-
en Damgaard, lektor, Poul
Rind Christensen, profess-
or og Mette Schmidt,
amanuensis frá Syddansk
Universitet. Teir hava,
saman við vinnuni í Suð-
urjútlandi og á Fjóni (tí
sokallaða tríkantsumráð-
num), arbeitt nógv við
ymiskum modellum og
møguleikum fyri veitara-
samtøkum. Syddansk Uni-
versitet hevur evnað nøkur
amboð til smá og miðal-
stór virkir at brúka í veit-
arasamtøkum. Á skeiðin-
um fáa luttakandi virkir
kunning um, hvussu tey
kunnu nýta hesi amboð.
Eitt hugsað dømi:
Ein stórur bygningur skal
byggjast í Suðri. Ongin
EL- ella HSV- innleggjari
er so mikið stórur í Suðri,
at hann einsamallur kann
átaka sær arbeiðið. Tí ferð
arbeiðið til eitt størri virki
frá meginøkinum, ella
entá til eitt útlendskt virki,
tí ongin í Føroyum hevur
nóg góð kappingarevni og
nóg góðan førleika.
Ein loysn kundi verið
veitarasamtøk millum før-
oysk virkir við tí endamáli
at betra um kappingarevni
og førleikan mótvegis
størru virkjunum.
Meira kann lesast á
heimasíðuni www.tk.fo
Leiðin til styrkt
kappingarevni
UTTAN ÚR HEIMI
Fjala seg í Svøríki
Bretska sjónvarpið BBC
vil vera við, at Svøríki er
tað landið, har tað er
lættast hjá yvirgangs-
monnum at fjala seg.
Í sendingini News-
night mánakvøldið varð
sagt, at Svøríki er eitt
reiður hjá yvirgangs-
monnum. Víst varð á
málið um tann 29 ára
gamla mannin, sum varð
tikin í Svøríki fyri einum
góðum mánað síðani, tá
hann var umborð á eitt
flogfar
við
einari
skammbyrsu. Mánadagin
varð
maðurin
latin
leysur.
- Sama hvat maðurin
ætlaði at nýta vápnið til,
tykist Svøríki hava álv-
arssamar trupulleikar við
at handfara yvirgang. Tað
er tí ikki so løgið, at
landið leingi hevur verið
mett sum tað tryggsata
skjólið hjá yvirgangs-
monnum, varð sagt í
sendingini.
Fyri og ímóti Blair
Landsfundurin
hjá
bretska arbeiðaraflokk-
inum gav Tony Blair,
forsætisráðharra stuðul
til at leypa á Irak, men
fundurin kolldømdi ætl-
anina hjá stjórnini at ein-
skilja almennar uppgáv-
ur.
Blair hevur alla tíðina
sagt, at hann tekur undir
við ætlanini hjá ameri-
kanska
forsetanum,
George W. Bush, at leypa
á Irak og at fáa Saddam
Hussein frá, og á lands-
fundinum fekk forsætis-
ráðharrin stuðul frá 60
prosentum av luttakarun-
um.
Men tá fundurin at-
kvøddi um ætlanina hjá
stjórnini at einskilja al-
mennar uppgávur, fekk
stjórnin ein frammaná.
Heili 67 prosent av fund-
arfólkinum
atkvøddu
ímóti ætlanini. Hetta er
fyrstu ferð í átta ár, at
Tony Blair hevur havt
meirilutan
av
einum
landsfundi hjá Labour
ímóti sær.
Fáa sær fartelefon
Nógv eldri fólk í Dan-
mark fáa sær nú fartele-
fon. Handlarnir siga, at
umleið 20 prosent av
teimum, sum nú keypa
fartelefon, eru eldri enn
60 ár.
Í einum handli í Keyp-
mannahavn, sum selur
fartelefonir, siga tey, at
áhugin er støðugt vaksin
seinastu tvey árini. Tá
vóru bert fimm prosent
av
viðskiftafólkunum
eldri enn 60 ár, men í dag
halda tey, at næstan 40
prosent av teimum, sum
fáa sær fartelefon, eru
oman fyri tey 60.
Donsku eldrafeløgini
siga, at tað eru tvinnar
orsøkir til, at nógv eldri
fólk keypa sær fartele-
fon. Onnur er, at nógv
eldri eru einsamøll, og
hin er, at fólk kenna seg
tryggari við einari far-
telefon, skuldi okkurt
borist á.
Røkke aftur »fátækur«
Kendi norski ríkmaðurin
Kjell Inge Røkke hevur
mist so stór virði tey
bæði seinastu árini, at
hann er nú líka "fátæk-
ur", sum tá hann kom
aftur til Noregs í 1993
eftir at hava búð í USA.
Eitt yvirlit yvir múgv-
andi norðmenn vísir, at
ognirnar hjá Kjell Inge
Røkke eru verdar umleið
1,9 milliard krónur. Fyri
tveimum árum síðani var
virðið um seks milliardir
krónur.
Høvuðsorsøkin til tann
stóra munin er fallið á
partabrøvunum í stór-
fyritøkuni
Kværner.
Sjálvur heldur Røkke, at
ognir hansara eru meiri
verdar,
enn
yvirlitið
sigur.
Tríggir amerikanskir
kongresslimir, sum
eru á vitjan í Irak,
mæla stjórnini í
Washington til at
bíða við álopsætl-
anini og heldur geva
irakum ein møguleika
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Teir tríggir kongresslim-
irnir, Jim McDermott úr
Washington,
David
E.
Bonior úr Michigan og
Mike Thompson úr Kali-
fornia, hava á vitjanini hitt
fleiri
irakskar
leiðarar,
teirra millum varaforsætis-
ráðharran Tariq Aziz og
uttanríkisráðharran
Naj
Sabri.
Teir tríggir kongresslim-
irnir siga seg hava fingið
váttan fyri, at vápnaeftir-
litsmenninir hjá ST fáa frítt
at fara í Irak, so leingi teir
virða landsins sjálvræði og
átrúnað.
- Boð okkara til ta
iraksku stjórnina og til
okkara egnu stjórn eru
greið. Kríggj er ikki loysn-
in. Tað eru aðrir hættir at
loysa hetta málið, segði
David Bonior í Bagdad í
gjár.
Teir tríggir kongresslim-
irnir, sum allir eru demo-
kratar, siga seg bera ótta
fyri, at amerikanska hótt-
anin um at nýta vápnamegi
fer at darva arbeiðnum hjá
vápnaeftirlitsmonnunum.
Teir tríggir halda, at USA
og ST-trygdarráðið eiga
ikki at leypa framav, men at
tað er rættari at bíða og
vita, um eftirlitsmenninir
hjá ST fáa frítt at fara,
soleiðis sum irakar hava
lovað.
Republikanararnir í USA
eru sum vera man ikki
fegnir um Bagdad-ferðina
hjá teimum trimum demo-
kratisku kongresslimunum.
- Tá amerikanskir kon-
gresslimir í Bagdad siga, at
amerikanski forsetin vill-
leiðir amerikanska fólkið,
er talan um eitt álvarssamt
mál, segði republikanski
senatorurin Don Nickles í
gjár. Ein av teimum kendu
republikansku senatorun-
um, John McCain, heldur
ikki, at Saddam Hussein fer
at geva ST-vápnaeftirlits-
monnunum frítt at fara, og
somu áskoðan hevur repu-
blikanski leiðarin í senat-
inum, Trent Lott.
George W. Bush, forseti
hevur fyrr funnist at teim-
um
demokratisku
kon-
gresslimunum, sum mæla
USA frá at leypa á Irak.
Í dag kann Gøran
Persson gerast tann
fyrsti svenski for-
sætisráðharrin, sum
fær misálit í
ríkisdegnum
SVØRÍKI
Árni Joensen
Svenski ríkisdagurin fer í
dag at atkvøða um eitt upp-
skot um misálit á ta sosial-
demokratisku stjórnina hjá
Gøran Persson, forsætis-
ráðharra. Tað er Hóvligi
Savningarflokkurin, sum
hevur lagt uppskotið fram,
og sum er bendir alt á, at
allir flokkar uttan sosial-
demokratarnir fara at taka
undir við tí.
Eygleiðarar í Stockholm
eru á einum máli um, at
hurlivasi er í teirri politisku
støðuni eftir valið tann 15.
september. Nýval kann
vera ein loysn. Síðani 1971
hevur lógin heimilað ný-
vali, men higartil hevur
tann reglan ongantíð verið
nýtt.
Valúrslitið tann 15. sep-
tember gav sosialdemo-
kratunum og Vinstra-flokk-
inum 174 av teimum 349
tingmonnunum.
Sostatt
restaði ein tingmaður í, at
teir báðir flokkarnir fingu
meiriluta, og tað bar í sær,
at
Umhvørvisflokkurin
gjørdist tungan á vágskál-
ini. Ta støðuna hevur flokk-
urin eisini nýtt til fulnar
seinastu fjúrtan dagarnar,
og flokkurin hevur m. a.
kravt at fáa sæti í stjórnini
aftur fyri at stuðla Gøran
Persson.
Men sosialdemokratiski
formaðurin hevur verið líka
avgjørdur og hevur blankt
víst kravinum hjá Um-
hvørvisflokkinum
aftur.
Tað hevði við sær, at Um-
hvørvisflokkurin fór at tosa
við fýra av teimum borg-
arligu flokkunum ístaðin
fyri, men heldur ikki her
kom nakað burturúr, og
seinasta fríggjadag slitnaðu
tær samráðingarnar. Mode-
ratarna vórðu ikki bodnir
við í hesar samráðingarnar.
Tá so samráðingarnar
millum sosialdemokratar-
nar,
Vinstraflokkin
og
Umhvørvisflokkin slitnaðu
sunnudagin, legði Hóvligi
Savningarflokkurin upp-
skot fyri ríkisdagin um
misálit á stjórnina hjá
Gøran Persson.
- Ein minilutastjórn, sum
ikki hevur meirilutan aftan
fyri seg, eigur at fara frá,
segði formaðurin í Hóvliga
Savningarflokkinum, Bo
Lundgren, tá hann legði
uppskotið fram.
Hevur bestu kortini
Eygleiðarar í Stockholm
vænta, at verður uppskotið
um misálit samtykt, fer
Gøran Persson at skipa eina
nýggja minnilutastjórn um
nakrar dagar. Ein borgarlig
stjórn við stuðli frá Um-
hvørvisflokkinum, men utt-
an Moderatarna, hevði bert
havt 120 tinglimir aftan fyri
seg, og tí er tað Gøran Pers-
son, sum situr við teimum
bestu kortunum, sjálvt um
stjórn hansara fær misálit í
dag.
Nýval er sum nevnt ein
møguleiki, og júst tann
møguleikin kann gerast
bjargingin hjá sosialdemo-
kratisku stjórnini, tí Um-
hvørvisflokkurin er neyvan
serliga hugaður fyri einum
vali júst nú. Flokkurin
liggur beint oman fyri
minstamarkið, sum er fýra
prosent, og tað er alment
kent, at flestu veljararnir
hjá flokkinum vilja hava
eina
sosialdemokratiska
stjórn heldur enn eina
borgarliga. Tí er ivasamt,
um
Umhvørvisflokkurin
torir at fella stjórnina hjá
Gøran Persson.
Kann enda við nývali
í Svøríki
Kríggj er ikki loysnin
Tríggir amerikanskir kongresslimir halda, at vápnaeftirlitsmenninir eiga at fáa ein møguleika,
áðrenn tosað verður um at leypa á Irak. Her tingast ST og Irak um tað ætlaða eftirlitið. Fremst
t. v. formaðurin hjá eftirlitsmonnunum, sviin Hans Blix
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
13
12