mikudagur 2. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 2. oktober 2002
15
– Vit arbeiða við eini
umlegging av virk-
seminum, sum skal
verða liðug til árs-
skiftið. Virksemið í
Hósvík heldur ikki
uppat, og málið er at
seta øll fólkini í starv
aftur, sigur stjórin á
Mjólkarvirki Bún-
aðarmanna, Eirikur
Thorvaldsson
UPPSAGNIR
Vilmund Jacobsen
Mánadagin fingu øll ar-
beiðsfólkini hjá MBM-
Kjøti í Hósvík at vita, at tey
eru uppsøgd sambært gald-
andi sáttmálum.
Eirikur
Thorvaldsson,
stjóri á MBM, sigur, at
hetta í fyrsta lagi er ein
formell uppsøgn, nú arbeitt
verður við eini umlegging
av virkseminum hjá virkin-
um.
– Uppsøgnirnar merkja
ikki, at virksemið hjá
MBM-Kjøti heldur uppat.
Vit hava gott fólk í Hósvík
og gongur alt, sum ætlað,
vænti eg, at øll verða sett
aftur í starv, tá ið umlegg-
ingin er framd; tí fara vit
eisini heilt skjótt at kunna
fólkið um, hvat tey kunnu
vænta sær.
Á MBM-Kjøti er eisini
ein slaktaralærlingur, men
hann er ikki uppsagdur.
Eirikur sigur, at MBM
hevur valt at geva arbeiðs-
fólkinum ávikavist 3 og 4
mánaðar uppsagnartíð – alt
eftir, hvussu leingi tey hava
verið í starvi hjá felagnum.
Konseptið er ikki nóg
gott
Stjórin vísir á, at ein um-
legging er neyðug, tí virk-
semið hongur ikki saman
sum er. Ætlandi verður
henda umlegging liðug um
ársskiftið.
– Vit hava nú brúkt seks
ár at byggja hetta virksemi
upp, men kappingin frá eitt
nú Krás og Miklagarði er
ógvuliga hørð. MBM-Kjøt
hevur havt undirskot á
hvørjum ári, og í ár verður
talan um eina miljón, tá ið
alt er tikið við.
Eirikur sigur, at MBM
hevur hjálpt virkinum í
Hósvík at fóta sær, og hann
heldur einki skeivt vera í, at
hetta er gjørt.
– Men seks ár er long tíð
og tá ið tað, tú gert, ikki
gongur í longdini, er neyð-
ugt at gera okkurt annað.
Tað er hetta, vit fara at gera
nú. Konseptið er ikki nóg
gott og má broytast, sigur
hann.
Stjórin vil ikki siga ná-
greiniliga, hvussu virksem-
ið hjá MBM-Kjøti verður í
framtíðini, men hann vísir
kortini á, at tað eru fram-
leiðslur, sum geva meira og
aðrar, sum geva minni.
– Vit fara so í fyrsta lagi
at leggja okkum eftir teim-
um framleiðslum, sum geva
avkast.
Serliga neytini
Eirikur sigur, at tað primera
hjá MBM-Kjøti øll árini
hevur verið føroysku neyt-
ini og góðskingin av neyta-
kjøti. Fyri 2-3 árum síðan
fór MBM eisini at keypa
neytakjøt úr Danmark, sum
eisini hevur verið brúkt í
framleiðsluni av lidnum
vørum. Aftrat neytakjøti,
hevur MBM keypt nakað
av grísakjøti úr Danmark.
Spurdur, hvønn týdning
seyðurin hevur um heyst-
arnar, sigur Eirikur, at hetta
hevur meira at kalla verið
»hobby« aftrat tí, sum hev-
ur verið frammanundan, tí
tíðarskeiðið, seyðurin verð-
ur flettur, er so stutt.
Stjórin sigur, at henda
støðan á MBM-Kjøti er so
nýggj, at teir enn ikki hava
kunnað Poul Michelsen,
sum selir framleiðsluna fyri
virkið í Hósvík, um upp-
sagnirnar.
– Gongur alt, sum ætlað,
hava vit eitt nýtt konsept í
Hósvík um ársskiftið, sigur
Eirikur Thorvaldsson, stjóri
á MBM, at enda.
Øll arbeiðsfólkini hjá MBM-Kjøti eru uppsøgd
– Tað eru framleiðslur, sum geva meira og aðrar, sum geva minni. Vit fara í fyrsta lagi at leggja okkum eftir teimum framleiðslum,
sum geva avkast, sigur Eirikur Thorvaldsson, stjóri á Mjólkarvirki Búnaðarmanna
– Vit spæla við
opnum kortum, og
fólk eru positiv um
framhald, sigur
dagligi leiðarin á
MBM-Kjøti, Adolf
Johannesen
UPPSAGNIR
Vilmund Jacobsen
Sjey fólk eru í starvi hjá
MBM-Kjøti í Hósvík. Dag-
ligur leiðari er klaksvík-
ingurin, Adolf Johannesen.
Vit spurdu hann, hvussu
uppsagnirnar eru móttikn-
ar.
– Tað er altíð keðiligt at
noyðast at siga fólki úr
starvi, og ongum dámar
hetta betur enn nøkrum
øðrum. Men MBM hevur
valt at spæla við opnum
kortum og kunna fólkið um
tað, sum fer fram.
Adolf sigur, at fólk eru
positiv, og hann vónar, at
tey vilja halda fram, tá ið
tann tíðin kemur.
– Betur fólk enn tey, sum
í dag starvast hjá okkum,
fáa vit ikki. Hesi eru av
raskastu fólkum, leggur
hann dent á.
Eins og Eirikur, ásannar
Adolf, at kappingin við
stóru handlarnar er ógvu-
liga hørð, og tí noyðist
virkið í Hósvík í framtíðini
at leggja seg meira eftir
teimum framleiðslum sum
geva avkast og skera tær
burtur, sum geva undirskot.
Selja sjálvir
Adolf sigur, at MBM-Kjøt
hevur sáttmála við heitt nú
heilsøluna hjá Poul Michel-
sen um levering og sølu, og
hendan avtalan skal hald-
ast.
– Vit selja eisini til aðrar
heilsølur, men her hava vit
ikki sáttmálar í sama mun
sum við Poul Michelsen.
Hann vísir annars á, at
MBM-Kjøt selir helmingin
av framleiðsluni sjálvt, sum
virkið stendur fyri.
– Vit selja beinleiðis til
fólk, og vit selja eitt nú til
kantinur og stovnar, sigur
dagligi leiðarin.
Hann sigur, at MBM-
Kjøt er undir strongum
eftirliti og hevur brúkt
nógvan pening til eftirlit av
sínum vørum.
– Tað vil altíð vera so-
leiðis, at okkurt er, sum
kann gerast betur, men sum
heild hava vit nøgd við-
skiftafólk, sigur Adolf.
2000 seyðir
Nú skurðfjøll verða gingin,
spurdu vit leiðaran, hvussu
nógvar seyðir MBM-Kjøt
væntar at fletta í heyst.
– Vit flettu 1500 seyðir
síðsta heyst, og gongst sum
ætlað, verður talið 2000 í
heyst, og tá fer tað at líkjast
avkasti,
sigur
Adolf
Johanne sen at enda.
Vit fáa ikki betur fólk enn tey, vit hava
– Tað er altíð keðiligt at noyðast at siga fólki úr starvi, og ongum dámar hetta betur enn nøkrum
øðrum. Men MBM hevur valt at spæla við opnum kortum og kunna fólkið um tað, sum fer fram,
sigur dagligi leiðarin, Adolf Johannesen
15
14
Nr. 188 - 2. oktober 2002
Fiskiveiðieftirlitið
hevur steðgað øllum
føroyskum fiskiskapi
eftir svartkjafti
SVARTKJAFTUR
Heri á Rógvi
Øll veiða eftir svartkjafti
hjá føroyskum skipum er
steðgað. Øll skip, ið royna
eftir svartkjafti, hava fingið
greitt at vita, at nú er liðugt
við at royna eftir svart-
kjafti.
Mánamorgunin kom so-
ljóðandi fráboðan frá Fiski-
veiðieftirlitinum:
»Sagt verður frá, at Fiski-
veiðieftirlitið í morgun,
hevur steðgað føroyskum
fiskiskapi eftir svartkjafti.
Sambært § 1 í kunngerð
nr.
81/2002
var
felagskvotan 193.400 tons.
Skrásett eru 193.440 tons.
Tí hava skipini fingið boð
at steðga fiskiskapinum í
stundini.«
Avgerð takast
Sum nevnt er talan um eina
felagskvotu
aljóðandi
193.400 tons. Samlaða
kvotan er 200.000 tons. Tey
írestandi 6.600 tonsini ræð-
ur landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum, Jørgen
Niclasen, yvir.
Tá vit ringdu til hansara
týsmorgunin, segði lands-
stýrismaðurin, at hann enn
ikki hevði tikið støðu til,
hvar tey 6.600 tonsini skulu
plaserast. Tað vóru tó
greiðar ábendingar um, at
tey skipini, ið onga aðru
kvotu hava, fara at fáa gleði
av teimum 6.600 tonsun-
um.
Landsstýrismaðurin
greiðir frá, at avgerðin um
at hava eina felagskvotu
sum í hesum førinum var
tikin í samráð við vinnuna.
Avgjørt varð at seta 6.600
tons til landsstýrismannin
av ráða yvir.
– Nú hendi tað, sum vit
ikki roknaðu við, sigur
Jørgen Niclasen.
Landssstýrismaðurin ger
greitt, at skipanin ikki verð-
ur soleiðis sum nú komandi
ár.
Liðugt við svartkjaftinum
Krúnborg og hini skipini, ið royna eftir svartkjafti, mugu gevast
við hesum restina av árinum. Tað verða væntandi tey skipini, ið
ongar aðrar kvotur eiga, sum fáa ágóðan av teimum 6.600
tonsunum, landsstýrismaðurin hevur at ráða yvir
Danska blaðið
Information gevur
Clickhaze eitt sera
gott ummæli fyri EP-
útgávuna. Serliga er
ummælarin hugtikin
av tulkingini av
Kingo
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Danska blaðið Information
hevur lurtað eftir EP-fløg-
uni hjá Clickhaze, sum
kom út í Danmark í august
mánaði.
Og teir eru hugtiknir av
tónleikinum hjá føroyska
bólkinum
– Det siges at regne
meget på Færøerne og det
tror man gerne, når man
hører den debuterende sep-
tet Clickhazes stemmings-
ladede og sfæriske debut-
cd, seks sange med den
fordringsløse titel EP, fire
sange på engelsk, en på
dansk og en på lige dele
færøsk og dansk. Størst
indtryk gør de to sidst-
nævnte, hvis tone kun kan
betegnes som Nordisk For
Fuld Skrue og hvor origi-
naliteten er til at tage og
føle på, skrivar ummælarin
hjá blaðnum
Kingo á toppinum
Hann er serliga bergtikin av
Sorrig Och Gledje hjá
Thomas Kingo, sum bólk-
urin hevur gjørt ein spenn-
andi útgávu á.
– Arrangementet af den
klassiske
melodi
til
Thomas Kingos »Sorrig og
glæde« kan sateme få de
små hår på arme og i nakke
til at stritte, kan De tro!
Tonstungt og manende med
Eivör Pálsdóttirs såvel
smukke som skræmmende
vokal er det på en gang
selvlysende klart og dystert
uigennemtrængeligt...
lyden af at være faret vild i
fjeldet, fortabt i tågen,
kæmpende for livet i kolde
bølger osv. – man kan
virkelig mærke elementer-
nes rasen i denne tonstunge
og dog fjerlette musik,
skrivar Information.
Eisini sangirnir, sum eru
tiknir upp á konsertum, fáa
eitt gott orð við á vegnum.
– Cd‘ens tre velsiddende
livenumre
demonstrerer
suverænt hvor effektiv bru-
gen af dynamik kan være,
og i det hele taget emmer
dette tiltag af et impone-
rende potentiale. Clickhaze
er som en forelskelse af
både værste og bedste
skuffe:
Opløftende
og
berusende, men også fuld
af gråd og tænders gnidsel.
Vi bøjer os i støvet for
disse færøske fantaster.
Clickhaze fær rós
í Danmark
C
M
Y
K
14