mikudagur 2. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 188 - 2. oktober 2002
Nr. 188 - 2. oktober 2002
17
Leygarkvøldið hevði
Brandur Enni konsert
í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði. Eisini var
íslendska, Jóhanna
Gúðrun á pallinum,
og saman megnaðu
tey at geva áhoyrar-
um eina fjølbroytta
og góða konsert
TÓNLEIKUR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Jens Kr. Vang
Røðin av fólki stóð langt
niðan á vegin longu klokk-
an 19.30 leygarkvøldið.
Sjálvt um konsertin ikki
skuldi byrja fyrr enn klokk-
an 20, so vóru tey flestu
komin í nóg góðari tíð fyri
at fáa eitt gott pláss.
Útselt var til konsertina,
og tað sást beinanvegin aft-
ur á stóru áhoyrarafjøldini,
sum hevði leitað sær til
Fuglafjarðar.
Fólk í øllum aldri vóru
hjástødd. Ung, gomul og
heilt niður í tann aldurin,
har tú ikki dugir at ganga
sjálvur.
Salurin fyltist so við og
við, og til endans var hann
so fullur, at tað bar illa til at
flyta seg aftur og fram.
Fremst við pallin stóðu tær
ungu genturnar – allar púr-
asta forliptar uppi í ungu
stjørnuni.
Ein stjørna
At Brandur er vorðin ein
stjørna í Føroyum ber illa
til at taka frá honum. Tá
hann kom á pallin vóru
skríggini, lógvabrestirnir
og rópini nógv. Og at hann
dugir at sjarmera seg inn í
hjartað á teimum ungu
gentunum, ger tað ikki
verri.
Brandur legði út við
tveimum friðarligum sang-
um. Síðani kom eitt sindur
meira av lívi í.
Tær
ungu
genturnar
høvdu úr at gera. Tá Brand-
ur kom fram við vóru arm-
ar at síggja allastaðni. Tær
veipaðu og royndu at
sleppa at nerta við hann –
júst sum tú sært á teimum
stóru konsertunum í út-
londunum.
Orkestrið hjá Brandi var
mannað av Kim Hansen á
piano, Benjamin Petersen á
gittar og Kaj Johannesen á
slagverkum.
Harafturat
hevði hann tveir kórsangar-
arar, umframt dansarar,
sum komu á pallin í seinna
umfari.
Ungi gittarleikarin vísti
av álvara, at hann er ein
evnaríkur spælari, sum
helst fer at koma langt inn-
an tónleikaheimin.
Tá Brandur hevði sungið
nakrar sangir og veruliga
hitað áskoðarafjøldina upp,
kom íslendska Jóhanna
Gúðrun á pallin. Hon er
eins kend í Íslandi og
Brandur er í Føroyum.
Sjálvt um áskoðararnir
kanska ikki kendust so væl
við hana, so tóku teir væl
ímóti henni.
Jóhanna Gúðrun sang
nakrar sangir. Okkurt eitt
sindur jazzut, og hon megn-
aði fullvæl at sannføra fólk
um, at hon hevur eina rødd,
sum telist ímillum tær heilt
stóru.
Kanska kundi hon tó
tykjast eitt sindur smæðin.
Men hóast tað, so kláraði
hon væl at fáa lív í áskoðar-
arnar, sum tóktust at dáma
væl hennara framførslu.
Hon endaði við at syngja
hittið hjá Shakiru »Under-
neath your clothes«, og hon
var fylgd av pallinum við
nógvum lógvabrestum.
Síðani kom Brandur Enni
aftur á pallin. Nú var ferðin
veruliga sett upp, og hann
byrjaði
við
at
syngja
»Waiting in the Moon-
light«. Og aftur hesaferð
megnaði hann at fáa tær
ungu genturnar at rodna og
veipa við ørmunum. Vakt-
armenninir høvdu úr at
gera við at ansa eftir, at tær
ungu genturnar ikki togaðu
Brand av pallinum.
Fyri at »peppa« showið
eitt sindur upp, so hevði
Brandur tríggjar dansarar
við sær. Tvær gentur og ein
drong. Tey komu væl frá
uppgávuni, og gjørdu, at
pallurin gjørdist eitt sindur
lívligari at hyggja eftir.
Tað er kanska at undrast
á, hvussu væl unga og
evnaríka
stjørnuskotið
dugdi at brúka pallin. Tað
vóru ikki bara tey, ið stóðu
mitt fyri, ið sluppu at síggja
hann og kanska enntá nerta
við hann. Eisini tey, ið
stóðu uttast við sluppu
framat, tí Brandur dugdi
væl at flyta seg aftur og
fram á pallinum. Heilt vist
eitt herðaklapp vert!
Brandur endaði konsert-
ina við einum lagi, sum
hann sjálvur hevði gjørt.
Eitt friðarligt enskt lag,
sum hóskaði seg væl. Sum
rosinan í pylsuendanum,
tók Brandur at enda trom-
petina fram og spældi
sjálvur
fyri
øllum
áskoðarunum. Heilt vist
eitt fínt »touch«, sum
riggaði væl í heildini.
Tá konsertin var ein góð-
an tíma gomul, takkaði
Brandur fyri seg og fór av
pallinum. Men rópini og
lógvabrestirnir vóru so
nógvir, at hann varð noydd-
ur at venda inn aftur. Hesu-
ferð fylgdur av Jóhonnu
Gúðrun, og saman sungu
tey ein sang - »Still
Friends«.
At enda, hóast áskoðara-
fjøldin ikki dámdi tað so
væl, fór Brandur so endi-
liga av pallinum, men frið-
ur var ikki fyri tað. Nógvar
vóru genturnar, sum vildu
hava autograf, og eisini tá
hann var farin upp á loftið,
stóðu nógvar gentur tolnar
og bíðaðu um hann nú
skuldi komið oman aftur.
Vaktarmaðurin hevði úr at
gera við at halda allar gent-
unar burtur, men tær stóðu
allar og bíðaðu í vónini um
at sleppa síggja unga
stjørnuskotið bara einaferð
afturat. Um hann so kom
niðuraftur sigur søgan onki
um.
Men samanumtikið kann
ein róliga siga, at í Brandi
býr ein stjørna.
C
M
Y
K
17
16