Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. oktober 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 188 - 2. oktober 2002 Nr. 188 - 2. oktober 2002 19 Í dag fyllir Einar Mortensen í Klaksvík áttati ár. Við stórum ágrýtni og sterkum vilja til ikki at gevast, var Einar ein hin fremsti at fáa nýggja Tekniska skúlan í Klaksvík bygdan. Einar hevur røkt fleiri álitisstørv, millum annað var hann í mong ár formaður í Føroya Handverks- meistarafelag. FØÐINGARDAGUR Rúna Sivertsen Einar Mortensen er føddur og uppvaksin í Sørvági, sonur Mariu við Neyst úr Hvalba og Poul Andrias Mortensen úr Sørvági. Einar er næstelstur av 8 systkjum. Sum flestu dreingir, fór Einar at biðja sær kjans við skipi. Einar er ikki stórur á vøkstri, so skiparin spurdi hann: “Hevur mamma tín givið tær loyvi?” Eftir at hava siglt sum messu- drongur eina tíð, varð hann biðin at koma í elektrikara- læru í Klaksvík. Rudolf Joensen, sum eis- ini var sørvingur, vildi hava hann at koma í læru hjá sær. Einar var tá 17 ára gamal. So vítt vit vita, var Einar hin fyrsti, ið fullførdi sína lærutíð sum el-lærlingur í Føroyum. Nøkur ár eftir lokna lærutíð, fór hann niður til Danmarkar, har hann tók installatørprógv við tekn- iska skúlan í Århus Tá Einar kom til Klaks- víkar at læra, hitti hann Kathrinu Mikkelsen, sum hann seinni giftist við. Kata og Einar búðu fyrstu 6 árini í Sørvági, men tá einki arbeiði var har, fluttu tey bæði norður aftur til Klaks- víkar. Kata átti dótrina, Mildrid og saman fingu Kata og Einar 7 børn; Hergerð, Onnu Mariu, Ásu, Eydnu, Kára, Marjun og Páll. Álitismaður Umframt at hava verið for- maður í Føroya Handverks- meistarafelag, hevur Einar røkt onnur álitisstørv. Tað gekk ikki long tíð, til hann varð valdur í nevndina hjá Klaksvíkar Handverk- arafelag. Seinni gjørdist hann formaður í Klaksvíkar Handverksmeistarafelag, og í mong ár var hann formaður í nevndini fyri Tekniska skúla í Klaksvík. Tíðina, Kata og Einar búðu í Sørvági, var hann stjóri á el-verkinum har. Í 1966 fór Einar undir egið virkið í Klaksvík. Og júst sama ár kom sonurin, Páll, sum nú førir fyritøk- una hjá pápanum víðari, til verðina. Mítt lívsverk Einar er stoltur og glaður um, at tað eydnaðist at fáa Tekniska skúlan í Klaksvík bygdan. - Tekniski skúlin er mítt lívsverk, sigur hann. Hetta váttar Jógvan við Keldu, sum í mong ár sat sum borgarstjóri í Klaksvík. Undangongumaður áttati Einar við heiðurstekininum, hann í 1984 fekk frá Håndværksrådet. Tað var eitt samt stýri, ið gjørdi av, at hann skuldi fáa henda heiður, sum Fríðrikkur tann 8. í 1965 hevði innsett. Grundgevingin fyri, at Einar fekk heiðurstekini, var, at hann við sínum persónligu, menniskjaligu eginleikum, hevði verið førur fyri at savnað tær fyriskipandi kreftirnar innan handverkaraheimin í Føroyum. Áhugin, Einar hevði víst føroyska handverkaraungdóminum í stríðnum fyri Tekniska skúla, viðvirkaði eisini til, at hesin heiður varð latin honum Mynd: Rúna Sivertsen Einar og vinmaðurin, John Thomsen. Teir hava kenst frá ungum av. Tá teir løgdu arbeiðið niður vegna aldur, styrktist vinarlag teirra, og nærum hvønn dag koyra teir báðir ein biltúr saman Mynd: Jan Müller Jógvan sigur soleiðis um Einar: - Einar Mortensen er ein persónur, sum fegin vil røkka tí, hann setir sær fyri. Hann gevst ikki, fyrrenn málið er nátt, og hann fer ikki frá hálvgjørdum verki. - Tað er einki at ivast í, at tað er mest Einari fyri at takka, at tað endaliga eydn- aðist okkum at fáa nýggja Tekniska skúlan bygdan her norðuri. - Einar hevur eisini tann eginleika at duga at fegn- ast, tá øðrum gongst væl, og hann er ikki bangin fyri at geva teimum æruna, sum eiga hana uppiborna. - Í 1993, mitt í kreppu- árunum, høvdu vit eina tunga uppgávu at loysa í býráðnum. Tá var Einar ein av teimum, sum veruliga gav okkum mót, hóast hann sjálvur hevði fingið sjúku at dragast við. - Hóast vit ikki hava sama politiska lit, ringdi Einar tíðum fyri at eggja mær og okkum, sum sótu við stýrið í býráðnum tá. - Hetta verður bara ein stutt tíð, so fer at ganga uppeftir aftur, plagdi hann lívgandi at siga. - Hetta eru dygdir, eg altíð fari at minnast Einar fyri, segði Jógvan við Keldu at enda, tá vit spurdu hann, hvønn týdning Einar hevur havt fyri Klaksvík- ina. Framúr gott minni Hóast høga aldurin, hevur Einar framúr gott minni. Tað er stuttligt at hoyra hann greiða frá øllum tí, sum hevur fylt hansara lív. Einar minnist ikki bara tað, sum hesum heimi hoyrir til; hann hevur lært seg fleiri kapitlar í Bíbliuni, og teir endurgevur hann, uttan at hyggja í Bíbliuna. Hóast Einar fyri nøkrum árum síðani fekk eitt slag, so hevur hann tað gott. Hvønn dag koyrir hann sær ein biltúr, og hann fylgir væl við í øllum, sum fyri- ferst í samfelagnum. Sosialurin ynskir Einari hjartaliga tillukku á áttati- ára føðingardegnum, og at honum má unnast eitt blítt lívskvøld. Einar og Kata í hugnaligu stovuni í heimi teirra við Nýggjaveg í Klaksvík. Tá Einar hevði tikið installatørprógv og skuldi velja sær arbeiði, vildi Kata hava hann at taka av einum tilboði úr Sørvági. Har búðu tey fyrstu 6 árini av hjúnalagnum. Vantandi arbeiði í Sørvági gjørdi, at tey flutu aftur til Klaksvíkar at búgva Mynd: Rúna Sivertsen C M Y K 19 18