mikudagur 2. oktober 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 188 - 2. oktober 2002
21
Dreingirnir og gentur
14–17 ár fara at spæla
annan leygardag,
meðan smágenturnar
og smádreingirnir
fara at spæla nú leyg-
ardagin
STEYPAKAPPINGAR
Jóannes Hansen
Nú er skráin løgd fyri,
hvussu steypakappingarnar
í yngru fótbóltsdeildunum
skulu avgreiðast. Sambært
kappingarskipanini skuldu
allar steypakappingarnar
havt verið liðugt spældar
undan summarsteðginum.
Men orsaka av verkfallin-
um kom ólag í fótbóltsárið,
og so gjørdi kappingar-
nevndin hjá FSF av, at
kappingarnar skuldu út-
setast inntil landskapping-
arnar vóru liðugt spældar.
Talan er um steypakapp-
ingarnar í dreingjadeildini,
smádreingjadeildini, gentur
14–17 ár og smágentu-
deildini.
Tey yngru
Smádreingirnir og smá-
genturnar skulu sambært
nýggju skránni spæla nú
leygardagin.
Smádreingirnir
skulu
spæla í trimum bólkum í
høvuðsstaðnum.
Seinni
sama dag skulu teir tríggir
bólkavinnararnir
spæla
finaluumfar á Argjum. Allir
dystirnir verða tvær ferðir
fimtan minuttir.
Í bólki A, sum fer at
spæla á Argjum, eru AB,
EB/Streymur og KÍ. Í bólki
B, sum fer at spæla í
Gundadali, eru B68, HB og
VB, og í bólki C, sum eisini
fer at spæla í Gundadali,
eru B36, B71 og NSÍ. Í fjør
vann HB Cadbury steypið.
Smágenturnar
skulu
spæla á Toftum og í Runa-
vík. A bólkurin fer at spæla
í Runavík, og í honum eru
B36, EB/Streymur, HB,
NSÍ og VB. Í B bólkinum,
sum fer at halda til á
Svangaskarði, skulu spæla
B68, B71, ÍF og KÍ.
Finaluumfarið verður í
Runavík. Tá skulu bestu
liðini í teimum báðum
bólkunum
dystast
um
fyrsta plássið, og næstbestu
liðini skulu spæla um triðja
plássið.
Hvør
dysturin
verður tvær ferðir tíggju
minuttir. Í fjør vann HB
Niels L. Arge steypið.
Tey eldru
Dreingirnir
og
gentur
14–17 ár fara at spæla
annan leygardag.
Dreingjakappingin verð-
ur í Vágum. Í A bólkinum,
sum verður avgreiddur í
Sørvági, verða luttakararnir
B36, B68, KÍ og SÍ/SÍF. Í B
bólkinum, sum verður í
Sandavági, verða luttakar-
arnir B71, TB og VB, og í
Miðvági, har tað verður
spælt í C bólkinum, verða
luttakararnir HB, ÍF og
NSÍ.
Finaluumfarið
millum
teir tríggjar bólkavinnar-
arnar verður í Sørvági. Allir
dystirnir vera tvær ferðir
fimtan minuttir. Í fjør vann
HB Koyriskúlasteypið.
Gentur 14–17 ár fara at
dystast í Vági. Har verður
hvør dysturin tvær ferðir
tíggju minuttir, og allir teir
fimm luttakararnir skulu
spæla ímóti øllum hinum.
Feløgini, sum hava boðað
frá luttøku, eru AB, B36,
EB/Streymur, HB og VB. Í
fjør vann HB Mótasteypið.
Venjarin heldur ikki,
at hann kann lasta
spælarunum fyri, at
teir ikki royndu tað,
sum teir kundu, tá
teir taptu 8–0 ímóti
Rumenia
U-17 EM UNDAN-
KAPPING
Jóannes Hansen
Bill Jacobsen, venjari hjá
u-17 landsliðnum, hevur
síðani í fyrrakvøldið havt
ein stóran setning. Hesin
hevur verið at royna at lyfta
føroyska liðið, sum er í
rumenska høvuðsstaðnum
Bukarest, upp og harvið at
fyrireika teir til næstu upp-
gávuna, sum er á skránni í
kvøld. Tá skal føroyska
liðið spæla ímóti Eystur-
ríki.
At uppgávan hjá venjar-
anum og spælarunum er
stór, er einki at ivast í. Teir
vóru í sonnum ódnarveðrið
mánakvøldið, og sárini,
sum teir fingu ímóti ru-
mensku vertunum, er tað
ikki bara sum at siga tað at
lekja.
Rumenia vann 8–0, eftir
at teir í fyrra umfarinum
høvdu verið frammanfyri
2–0. Málini í 1. hálvleiki
komu í 16. og 31. minutti.
Hvør hálvleikurin er 40
minuttir, og eftir steðgin
skoraði Rumenia í 50., 52.,
57., 59., 60. og 63. minutti.
Føroyska liðið legði fyri í
1–4–4–1 uppstilling, men
tá fyrra umfarið var næstan
liðugt, løgdu teir um til
meiri 4–4–2. Tað gekk als
ikki, og síðstu tjúgu minutt-
irnar løgdu teir um aftur til
tað, sum teir vóru byrjaðir
við.
– Vit vórðu regulert av-
hølvaðir. Tá vit í summar
vóru við í NM kappingini í
Svøríki taptu vit 4–0 bæði
ímóti Noregi og Onglandi.
Serliga Ongland spældi
væl. Men teir vóru ikki á tí
støði, sum Rumenia vísti
mánakvøldið, sigur Bill
Jacobsen úr Bukarest.
– Teir spældu typiskt
eystureuropeiskt. Teir vóru
góðir við bóltinum, og teir
spældu bóltin skjótt ímill-
um sín.
Men tølini boða ikki frá,
at avrikð hjá tínum monn-
um hevur verið nakað ser-
ligt?
– Fyrstu lítlu løtuna sá
tað ikki so illa út. Páll M.
Joensen var einsamallur á
toppinum. Tvær ferðir fór
hann sjálvur og hevði góðar
royndir. Eftir at teir høvdu
skorað málini í 1. hálvleiki
tóktist tað, sum um okkara
fótaðu sær leikliga. Tá
broyttu vit til 4–4–2. Men
gongdin
fyrrapartin
av
seinna umfarinum vísti, at
tað vóru vit ikki førir fyri.
Tað gjørdist alt ov tunnt í
verjuni, og mótstøðumenn-
inir komu aftur og aftur
ígjøgnum á miðásinum.
Hugburðinum bilti einki,
men bitin var alt ov stórur.
Bill Jacobsen sigur, at tað
kom stak illa við, tá verju-
álitið, Poul N. Poulsen úr
VB, mikukvøldið varð so
mikið illa skaddur, at hann
ikki kundi fara við til
Rumenia. Í síðsta lands-
kappingardystinum, sum
meistararnir úr VB spældu
ímóti HB – havnarmenninir
vunnu 5–1 – varð Poul
knæskaddur.
Teir
vóru
bangnir fyri, at talan var um
liðbandsskaða.
Nýggjar avbjóðingar
Í kvøld fer føroyska liðið at
spæla ímóti Eysturríki, og
fríggjadagin verður mót-
støðuliðið
Makedonia.
Mánakvøldið vann Eystur-
ríki 2–0 ímóti Makedonia,
– Vit sóu ein part av tí
dystinum, og vit fingu stað-
fest, at tað verður torført
mikukvøldið. Makedonia
tykist ikki at vera eins væl
fyri, sum hini bæði liðini
eru.
Men
avbjóðingin
verður heilt víst sera stór
hjá okkum, heldur venjarin.
Føroyska liðið sá soleiðis
út mánakvøldið ímóti Ru-
menia: Gunnar Nielsen,
Frem – Fritleif í Lamb-
anum, ÍF – Allan Tungá,
OB (Steffan Kalsø, KÍ,
38.), Jústinus H. Hansen,
NSÍ (Borgar Kristiansen,
Skála, 66.), Jónas Þór Næs,
Frem, Svenn D. Jacobsen,
HB (Jón Jacobsen, KÍ, 66.)
– Bogi Hermansen, Frem,
Emil Nolsøe Leifsson, lið-
formaður, Frem, Mikkjal T.
Hentze, B71, Ovi Magn-
ussen, B68 – Páll M. Joen-
sen, HB.
Tað er rættuligt heystar-
veður í Bukarest – vindur,
regn og hitastigini eru ikki
fleiri enn fimm.
Longu leygardagin
verður greitt, um
tað verður NSÍ ella
B68, sum komandi
kappingarár skal
eiga rættin at spæla
í næstbestu deildini
ENDASPÆL
Jóannes Hansen
Burtursæð frá í 1. deild
eru allar landskapping-
arnar liðugt spældar.
Men tað ber ikki enn til
hjá øllum teimum, sum
hava verið við í lands-
kappingunum, at sleppa
øllum fótbóltshugsanun-
um og í staðin bara at
hugsa um og brúka tíð-
ina til fjall og fletting.
Endaspæl
eru
á
skránni, og fyrsti dystur-
in verður longu í kvøld.
Tá skal NSÍ, sum endaði
næstaaftast í 2. deild, á
heimavølli spæla ímóti
B68, sum endaði næst-
ovast í 3. deild. Seinni
dysturin
verður
á
Svangaskarði
leygar-
dagin, áðrenn B68 í 1.
deild fær vitjan av
Skála.
B68 tryggjaði sær
silvurmerkini í 3. deild
leygardagin. Teir vóru í
Vágum og vunnu 4–2.
Superveteranurin Aksel
Højgaard skoraði øll
fýra málini. Eftir venj-
araskiftið á Toftum hev-
ur Aksel havt ábyrgdina
av liðnum í 3. deild.
Hann hevur spælt í 3.
deild alt kappingarárið,
og tað kann ikki sigast
annað, enn at hann
rættuliga
kendi
sína
ábyrgd leygardagin.
NSÍ var við sínum 2.
deildarliði
í
Sumba
leygardagin. Teir megn-
aðu málleysan javnleik,
og harvið komu teir
undan beinleiðis niður-
flytingini, sum teir und-
an leygardegnum høvdu
møguleika at koma í. At
HB tapti í Klaksvík
hevði við sær, at NSÍ
hevði sloppið undan
beinleiðis niðurflyting-
ini, sjálvt um teir einki
høvdu fingið í Sumba.
Næstu leygar-
dagarnar
Umframt
endaspælið
um eitt pláss í 2. deild
eru eisini endaspøl á
skránni um pláss í 1. og
3. deild. Tað er greitt, at
B71, sum vann silvur í
2. deild, verður annar
parturin í stríðnum um
eitt pláss í bestu deildini.
Tað er ikki heilt greitt
enn, hvat hitt liðið verð-
ur. Tað verður avgjørt
leygardagin. Alt bendir
á, at tað verður Skála,
sum skal spæla ímóti
B71. Men í teoriini ber
tað til hjá Skála at
sleppa
framum
EB/
Streym.
Leygardagin
skal 1. deildarliðið hjá
Skála spæla á útivølli
ímóti B68, og EB/
Streymur skal spæla á
heimavølli ímóti GÍ.
Virgar Hvidbro á FSF
skrivstovuni, sum saman
við kappingarnevndini
hevur havt við lands– og
steypakappingarnar at
gera, sigur, at tað ikki er
greitt enn, nær dystirnir
um plássið í 1. deild fara
at verða spældir, men at
tað ivaleyst er mest
sannlíkt, at teir verða
spældir tvey tey næstu
vikuskiftini,
eftir
at
landskappingin í 1. deild
er liðugt spæld.
AB vann 3. deild, og
teir hava harvið tryggjað
sær pláss í næstbestu
deildini. HB hevur tikið
sítt lið úr 3. deild. Tí
verður eingin onnur
beinleiðis niðurflyting
úr 3. deild. Skála vann 4.
deild, og tí flyta teir
beinleiðis upp í 3. deild.
B71 endaði næstaftast í
3. deild, og tí verða teir
annar parturin í enda-
spæli um rættin at taka
lut í 3. deild. Mótstøðu-
liðið hjá teimum verður
EB/Streymur, sum tapti
finaluna í 4. deild ímóti
Skála. Fyrri dysturin
millum B71 og EB/
Streym verður á Sandi
nú
leygardagin,
og
seinni dysturin verður á
Eiði annan leygardag.
NSÍ og B68
spæla í kvøld
Yngru deildirnar skulu nú
spæla um steypini
Dreingirnir taptu stórt
í Bukarest
Føroyska U-17
landsliðið er
her á veg inn á
vøllin í NM-
kappingini,
sum herfyri
varð hildin í
Umeå í Svøríki
21
Nr. 188 • mikudagur • 2. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tveir vinstrabeintir fingu sekkin
Umframt Øssur Han-
sen er Helgi L. Peter-
sen nýggjur á lands-
liðnum. Tað hevur við
sær, at Sjúrður Jacob-
sen og Heðin á Lakj-
uni ikki verða í ferða-
lagnum til Litavia og
Týskalands
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Ivaleyst fer ferðin, sum
landsliðið fer undir miku-
dagin í komandi viku, altíð
at standa sera frammarlaga
í huganum á spælarunum,
sum fara við. Ikki so nógv
av ferðini til Litavia. Har
var landsliðið fyri fýra ár-
um síðani, og burtursæð frá
málleysa
javnleikinum
leygardagin 10. oktober í
1998 var tann ferðin einki
serstakt upplivilsi.
Heldur er tað ferðin til
Týskalands, sum man tykj-
ast spennandi. Tað verður
ikki á hvørjum ári, at føroy-
ingar fara at spæla ímóti
teimum, sum bara fyri ein-
um stórum fjórðingsári síð-
ani vóru annar parturin í
finaluni um heimsmeistara-
heitið.
Tveir spælarar, sum vóru
á átjan manna liðnum í 2–2
javnleikinum ímóti Skot-
landi, fáa ikki boð til
spennandi uttanlandsferð-
ina. Talan er um Sjúrð Jac-
obsen og Heðin á Lakjuni.
Teir eru báðir vinstrabeint-
ir, og hesa ferð hevur lands-
liðsvenjarin gjørt av, at teir
skulu vera eftir í Føroyum.
Øssur Hansen hevur fingið
annað plássið, og Helgi L.
Petersen hevur fingið hitt
plássið.
At Øssur aftur skuldi fáa
landsliðsboð
var
greitt
longu fyrrapartin mána-
morgunin. Harfturímóti er
tað meiri óvæntað, at Helgi
L. Petersen aftur er í lands-
liðshitanum. Hann var mill-
um teir mest eyðsýndu NSÍ
menninar sunnudagin, tá
Henrik Larsen var í Runa-
vík og hugdi at dystinum
millum NSÍ og B68. Men
Helgi var ikki so eyðsýnd-
ur, sum hann var fyrr í
summar.
Tá Føroyar og Liktinstein
spældu, var Helgi sera eyð-
sýndur ta løtuna, sum hann
var á vøllinum. Men tá varð
hann skaddur, og nú tykist
venjarin vilja veita fram-
rættaða NSÍ miðvallara-
num eitt nýtt høvi at
prógva, at hann eigur at
vera nátúrligur partur av
landsliðnum.
Teir útvaldu
Teir, sum nú hava fingið
boð frá FSF um, at lands-
liðsvenjarin vil hava teir
við til Litavia og Týska-
lands eru Jákup Mikkelsen,
Molde, Jens Martin Knud-
sen, NSÍ, Óli Johannesen,
TB, Hans Fróði Hansen,
B68, Pól Thorsteinsson,
NSÍ, Jón Rói Jacobsen,
HB, Jóhannis Joensen, HB,
Jens Kristian Hansen, B36,
Øssur Hansen, B68, Fróði
Benjaminsen, B68, Julian
Johnsson, B36, Jákup á
Borg, B36, Rógvi Jacob-
sen, HB, Hjalgrím Elttør,
KÍ, Helgi L. Petersen, NSÍ,
John Petersen, B36, Christ-
ian Høgni Jacobsen, Vejle
og Andrew av Fløtum, HB.
Landsliðið fer úr Vágum
mikudagin. Henrik Larsen,
Jákup Mikkelsen og Christ-
ian Høgni Jacobsen fara
umvegis Keypmannahavn
og til Litavia.
Sjúrður Jacobsen úr NSÍ
noyhðist fyri fyrst at lata
landsliðssessin frá sær
Saman við Øssi Hansen er
Helgi L. Petersen sloppin inn
aftur í landsliðshitan
At Øssur er tikin innaftur, hevur helst gjørt sítt til, at Heðin á Lakjuni ikki sleppur við
landsliðnum hesaferð
C
M
Y
K
20