Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-13, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 1983síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

javnaður braðralag| Nr. 105 * týsdagur 13. september 1983 56. árg. * kr. 5, »Dreingjastuldur« í Vágum: Gafflaðu try hol í pengaskap Fingu trý hol í peningaskápið við at raka tað við gafflunum á einum trucki — men fingu ongar pengar kortini Les á síðu 3 Tórshavnar Skipasmiðja: Smiðja nú skip eftir steðg útvið fyra år … Teir eru i ferd vid ein nyggjan hekkutrolara til Midvågs FARVE. Fótbóltur man vera ein av teimum ítróttargreinum, sum hevur størstan áhuga millum smádreingir. Tað er bæði spennandi og stuttligt at spæla fótbólt — ikki minst, tá ið tú vinnur. Leygardagurin, sum júst er farin aftur um bak, var dagur í viku hjá piltunum hjá B36. Aftaná nógvar strævnar dystir fingu teir steypið. Lesið um hetta í ítróttinum Royn og TB sent inn kærur TB hevur sent inn kæru til Fótbóltssambandið um dystin móti LÍF Kæran snýr seg um, at LÍF hevur nýtt ein leikara, ið als ikki stóð skriv- aður á dómaraseðilinum. Av Tveroyri verður sagt, at tað er við ringum tannabiti, at teir senda inn tílíka kæru, men tá MB í vár fekk viðhald í sínari kæru um dómara- sedilin í dystinum MB—HB, og tí møguliga kann bjarga lívinum í 1 deild, vil TB eisini royna hesa mannagongd — hóast tað býður teimum ímóti. Royn hevur eisini sent inn kæru um dystin í Fuglafirði. Kæran hjá Royn snýr seg um, at ein av leikarunum hjá ÍF longu áðrenn Royn- dystin hevði fingið tvey gul kort og tí, sambært vidtøkum FSF's, átti leikbann. Royn hevur sett seg í samband við dómaran, ið demdi dystin millum NSÍ og ÍF, har ÍF-leikarin fekk seinna gula kortið, og hevur hesin váttað, at hann sendi inn dómaraseðilin mánadag aftan á dystin, so Royn metir at FSF hevði ivaleysa langa tíð at boða IF frá leikbann- inum. Lesið ítróttin á síðunum 7, 8, 9 og 10