týsdagur 13. september 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosiaturin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Trúverdugheitin horvin!
oddagrein
Í POLITIKKI er einki ført. Tað er
einaferð enn váttað. Einaferð
afturat er tað eydnast Sjálvstýris-
flokkinum at halda eina sam-
gongu og eina tjóð fyri gjøldur.
Fólk kunnu ikki taka tað sum
menn í hesi samgongu siga og
boða frá fyri fult longur. Verandi
samgongumenn hava nógvar
tungur í sama heysi.
DØMINI UM hetta er mong. Tað
seinasta er helikoptaramálið.
Øllum kunnugt hevur í longri tíð
verið tvídráttur um, hvussu hetta
fyri landið neyðuga tiltak skuldi
loysast. Og nú sást endiliga ein
loysn fyri stavn, tí í síðstu viku
góðkendi fíggjarnevndin eitt til
mæli frá landsstýrinum, og málið
skuldi bert avgreiðast endaliga í
landsstýrinum. Men í seinri helvt í
somu viku slær Ásbjørn Joensen,
úr Sjálvstýrisflokkinum, nevan í
borðið, og tað sá ikki mætari út,
enn at samgongan fór at slitna. Í
einum skrivi til løgmann boðaði
tingmadurin fyri Nordoyggjar frå,
at avgreiddi landsstyrid helikopt-
aramálið sum tað var samtykt, tók
hann seg úr samgonguni. Men
leygardagin ljóðaði so í útvarp-
inum, at hann hevði tikið orðini í
seg aftur.
Í EINA TÍÐ hevur ein annar sjálv-
stýrismaður, Frederik Olsen, hótt
við samgonguslitið, um lands-
stýrið avger at leggja brennistød-
ina við Toftavatn. Hetta hevur
uttan iva gjørt, at málið er drigið
út. Bæði Frederik Olsen og tey, ið
hava mótmælt at leggja Brenni-
staðina við Toftavatn, hava rætt í
ti, at tað er vitleyst at leggja eine
brennisteð á so náttúruvgkrur:
stað og so tætt við eitt vatn, /3
verður brúkt sum drekkivatn. Men
hví mótmælti eysturoyartingmað-
Opið bræv til Finnboga Arge,
urin ikki fyrr?
IKKI NÓG mikið við Ásbirni og
Frederikki. Eisini formaðurin i
Sjálvstýrisflokkinum, Hilmar
Kass, hevur sagt í viðtalu við eitt
blað, at hann skuldi langt síðan
havt slitið. Í andstødutid síni gjørdi
Sjálvstýrisflokkurin nógv burtur
úr skatta- og fíggjarmálum. Hann
legði harðliga eftir undanfarna
landsstyri, men hvat? Verandi
samgonga hevur í nógvum av tí,
Hilmar Kass fanst at undanfarna
samgongu fyri, rikið sama
politikk. Hilmar Kass tók harðan
til, tá kreppulánini til Gullfinn vóru
fyri í fjør. Um hann ikki hótti við
fliti almennt, gjørdi hann tað uttan
iva millum tingmenn. Men endin
var, at tingið gekk beint móti
Hilmari. Og tað er hent seg síðani.
Sjálvstýrisflokkurin vann sær
undirtøku í andstødutid síni við
áhaldandi í skrivt og talu at vísa á
skeivleikar í avskrivingum o.g.
skattaspurningum og fíggjar-
málum annars. Men lítið er komið
burtur úr, nú flokkurin eigur sjálv-
an landsstýrismannin í fíggjar-
málum.
TAÐ ER GREITT, at er tað nakað,
sum er drepandi fyri ein tinglim,
so er tað tøgnin. Um ikki fjølmidl-
arnir ella fólk vísa honum/henni
ans, má viðkomandi gera tað
sjálvur. Tað hava sjálvstýrismenn
gjørt í ólukkumát i seinastum.
Sjålvstyrisflokkurin er vorðin
greidur yvir, at hann bert hevur
havt leiklutin sum universal-kitt
hjá Paula Ellefsen og Jógvani
Sundstein. Men álvaratos, at gera
seg upp í slíkum málum, tá nógv
onnur álvarsmál liggja fyri at
loysa, tykist heldur barnsligt.
Harmiligt, at so langt er millum
orð og avrik hjá hesum flokki,
sum í síni tíð kundu teljast
millum flokkar við ábyrgdar-
kenslu. Men trúverdugheitin er
horvin fyri langari tíð síðani. Sein-
astu dømini staðfesta hetta.
Landskassastuðlað
Datsun-umboð
útvarpi, bæði áðrenn og
aftaná at landsstýrið setti
Sum nevndarlimur i P/f
Wenzel Petersen, sum
m.a., síðan 1923 hevur selt fram
FORD, havi eg við áhuga
og stórari undran fylgt
tínum skolum í bleðum og
nýggja tolllóg fyri bilar.
Tá eg undrist, er tað í
hevuðsheitum
bilselumaður,
limur í
tí eg veruligi viðurskiftini
roknaði við, at tú — sum
nevndar-
bilhandlarafel-
agnum og ágrýtin luttak-
uppskotið = um ari í orðaskiftinum um
viðurskiftini innan hetta
eki, var kunnugur við tey
: Feroyum, og í útheim-
„ inum.
Ég vil tó pástanda, at tú
a) antin er óvanliga ókunn-
ugur, ella b) fyri egnan
vinnings skuld, kenslu-
leyst og atfinningarleyst,
og við ósakligur argu-
mentum, avskeplingum
og dyljan, roynir at lumpa
tann feroyska bilkeyp-
aran.
Handilsmynstrið
Tin umtala av »dyrkandi
donskum millumhandl-
arum« er heilt burturvið.
Tað er ein veruleiki, at
tá talan er um innflutn-
ingsprísir á bilum, er Dan-
mark nógv tað bíligasta
landið í Europa. Hetta
hevur viðfert at danir í
fjør endurútfluttu uml.
10.000 bilar til onnur
europeisk lond, sambært
»Motor-Magasinet«, sum
tu óivað lesur, ella
hvussu?
Tað hevur næstan altíð
innan handil verið so, at
smáar negdir viðfera ein
ávísan stykkjaprís, og
stórar negdir ein lægri
stykkjaprís.
Í 1982 var selan:
í Feroyum: 224 Mazda
og 213 Datsun=437 stk.
í Danmark: 8.064 Mazda
og 4.403 Datsun=12.467
stk.
Eg havi ógvuliga ilt við
aqt hugsa mær, at miðal
stykkjaprísurin á teimum
437 bilunum er lægri enn á
teimum 30 ferðir so
nógvu, sum danir innflyta.
Rinda tit sama prís sum
ein danskur innflytari —
ella lægri — so er her talan
um dumping ella um
okkurt sera »6vanligt«.
Tað »évanliga« skuldi
væl ikki verið, at tit, vís-
andi til ríkisfelagsskapin,
fáa somu semdir sum teir
donsku innflytararnir?
(Teir sokallaðu dýrkandi
millumhandlararnir!)
Tá samstundis verður
hugsað um, at millum-
handlaraavansan ikki er
meir enn nakrar fáar
hundrað krónur fyri
hvenn bilin, og at flutn-
ingsútreiðslurnar fyri
hvenn bilin, nú tit sjálvir
skullu flyta fáar bílar
ísenn, mugu vera hægri
enn tær, tann danski
millumhandlarin = hevur
við at flyta nógvar
hundrað bilar ísenn, so
kann eg hugsa mær, at tað
tit spara við beinleiðis inn-
flutningi, ikki kann vera
nakað stórt krónutal —
kanska verður bilurin dýr-
ari, tá alt verður tikið við.
Men tað er jú als ikki
hetta, at innflutningsprís-
urin er ein annar (hægri
ella lægri?), um bilurin
kemur um ein millum-
handlara ella ikki, sum
hevur nógv at týða.
Nei — Finnbogi, tað ein-
asta tú vinnur við at inn-
flyta beinleiðis, er at fáa
fraktrokningina Japan-
Danmark fyri seg sjálva,
og harvið tollfría, smb.
galdandi tolllóg. T.v.s. at
Nr. 105 — 13. september 1983
til tey bilframleiðandi EF-londini
til Sveríkis
til Portugals
til Spania
til USA
til tey vestligu, bilframl. londini
til onnur lond
til Japans
Sum »tøkk fyri handilin« seldu vit í 1982 hesar bilar í
Feroyum:
úr teim vestligu, bilframl. løndunum
úr eðrum londum
úr Japan
orsekin til at japanskir
bilar er vorðnir bíligari í
Feroyum, nú tit innflyta
beinleiðis, er tann at gald-
andi tolllóg óbeinleiðis
hevur landskassastuðul til
Datsunumboðið í Fer-
oyum. Og gloym so alt um
millumhandlarar.
Fáa tit somu ella lægri
avsláttrar í samband við
keyp av eykalutum?
Heilt uttan týdning er
tað jú ikki, tá vit skulu av
við 48% í avgjøldum fyri
eykalutir og útvið 200%
fyri bilarnar. Hvaðani út-
vega tit tykkum annars
verkstaðshandbekur, bro-
sjurur, servisefráboðanir,
garantiveitingar 0.1.? Hjá
okkum er alt við í inn-
flutningsprísinum frá tí
»dyrkandi danska millum-
handlaranum«, og vit
gjalda toll av ti heila!
Gera tit tað, ella skilja tit
og vidskiftafolk tykkara
japanskt?
Handilsmoralur
Tú nevnir m.a., at »vit
árliga keypa fyri góðar
200 milj. kr. meira úr EF
enn teir keypa frá okkum
(1981)«.
Tá Sveríki (Volvo,
Saab), Spania og Portugal
(GM, Ford o.fl.) og USA
mær kunnugt ikki eru
limir í EF, er tú aftur úti í
avskeplingarerindum.
Skeitti tú í Arbók fyri
Feroyar 1982, so hevði tú
fingið at vitað, at útflutn-
ingurin var:
Tabel
Upp í henda »verdins-
rekord-kenda« japanska
marknaðarpartin = innan
feroyska bilselu skulu so
skoytast video-útgerð,
sjónvarpstól og onnur
elektronisk útgerð fyri
milj. og aftur milj. krónur.
Frakland hevur fyri
langari tíð síðan álagt jap-
anarum eina kvotu upp á 4
3% av samlaða bilmarkn-
aðinum, bretar hava eitt
hámark upp á 9%, og
somuleiðis hava ltalia og
Vesturtýskaland verið
noydd at gera avtalur um
avmarkingar í innflutn-
inginum úr Japan,
orsakað av ógvusligu
skeivleikunum í sam-
handlinum. Eitt er tann
Kr.
590.083.000
28.013.000
8.874.000
92.749.000
217.970.000
1.246.192.000 (100%)
596 (57,5%
1.037 (100%)
munandi lægri livistand-
ardurin i Japan, sum er ein
avgerandi treyt fyri teim
lægru prisunum, men frå
eðrum virksemi her i
Feroyum hava vit eisini
royndir av, at japanskir
vitjandi bert eru áhugaðir
fyri selu. Royna vit at
nevna útflutning av know-
how og feroyskari fram-
leiðslu, so er als ongin
áhugi!
Sjálvur eri eg prinsipielt
ímóti protektionismu,
men tað minsta vit kunnu
gera, er at seta bilfram-
leiðandi handilspartnarar
okkara javnt í kappingini
við Mazda og Datsun —
tað er okkara handils-
moralska skylda!
Annars tykir tað mær at
vera super-naiv hugsan at
halda, at vit kunnu sita
her á 62” Norður og 7*
Vestur og gera mismun á
bilunum frá teim londum,
sum keypa allan útflutn-
ing okkara, uttan at hetta
fyrr ella seinni fær avleið-
ingar fyri útflutning
okkara.
Tað er ábyrgdarleyst at
taka sjálvt tann minsta
kjansin í so máta, bert fyri
at halda lív í nekrum
frammíhjárættindum, sum
2 (tveir) bilhandlarar hava,
og sum teir ongantíð
skuldu havt fingið!
Hægri bilprísir?
Nei, ikki neyð-
turviliga!
Tú hevdar, at nýggja lógin
vil verða til skaða fyri
brúkaran, tí úrslitið
verður hægri bilprísir.
Hetta eru beileiðis
ósannindi!
Um teir av landsstýrin-
um ásettu prosentsatsir
fyri virðisavgjaldið og
vektavgjaldið geva sama
krónutal í landskassan
sum áður, so verða bil-
arnir ikki eina krónu dýr-
ari!
Tað sum hendir er bert,
at Mazda og Datsun
mugu rinda nakað meir og
allir aðrir nakað minni.
Meðalprísurin broytist
ikki!
At Landsstýrið so
„nýtir høvid« til at taka
eina sterri upphædd enn
fyrr inn fyri bilseluna, er
ein reint politiskur spurn-
Framhald á síðu 15
937.688.000 (75,2%)
308.455.000 (24,8%)
49.000 { 0,0%)
423 (40,8%)
18( 1,7%)
——————
Me