Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. september 1983síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A OEEEEEE UA Nr. 105 — 13. september 1983 Tjaldavik — eitt tad besta aliplåssid i landinum: Laksurin í Suðri veksur skjótari Royndirnar at ala síl og laks í Suðuroynni hava higartil givið góð úrslit. Tað vísir seg, at fiskurin veksur skjótari í Suðri enn aðrastaðni i Føroyum. Hetta kemst helst av ti, at hitin i sjånum serstak- liga um veturin er hægri enn noråanfjørds. Knút Nygaard, ið dagliga arbeiðir á alisteðini í Tjaldavík, sigur, at hitin í sjónum liggur kanska 1,5 til 2 stig omanfyri tað, sum verður mált norðan- fjørds — vetrarmán- aðirnar. Sjálvur heldur hann, at hetta meguliga kemst av tí, at teir hava lagt alihyljarnar so langt úti á fjerðinum, har streymasjógvur er. Hitin í sjónum Í Tjaldavík var seinasta vetur millum 5 og 6 stig. Kemur hitin niður móti 4 Á Er stigum, so tekur fiskurin ikki fødi til sin. So i Tjaldavík hevur borið til at geva fiskinum alt árið. Hetta er eisini orsekin til, at Tjaldavíkslaksurin veksur kanska dupult so skjótt sum annar laksur. Feir fingu 2700 laksar í fjórsummar. Tá vigaði laksurin í miðal 43 gram. Nú vigar hann í miðal millum 2,5 og 3 kilo. T.v.s. at veksturin eftir einum ári hevur verið umleið 2 kilo. Aðrastaðni er vanligt at hann liggur um 1 kilo um árið. Seks hyljar aftrat Suðringar hava tí alla orsek til at fegnast um hetta úrslitið. Umframt laksin frá í fjør hevur ali- steðin fingið 8000 laks í summar. Haraftrat hava teir 10.000 síl. Ikki bert Her er pláss fyri nógvum hyljum. Bygt verður út stig fyri stig laksurin veksur væl. Sílini, sum vóru í meðal 100 gram, tá teir fingu tey oktober í fjør, eru nú 1300 gram. Ætlanin er at drepa fyrsta alifiskin einaferð í heyst ella tíðliga næsta vár. Fiskurin gongur í fýra hyljum. Ætlanin er í vikuni at seta út seks hyljar aftrat. Tveroyrar Laksaaling, sum felagið eitur, hevur loyvi til at seta 20 hyljar út. Annars hevur felagið havt ætlanir at seta út 30 hyljar. Gongst sum ætlað verður steðin liðugt útbygt um eini 3 til 5 ár. Tá skuldi hon kunnað givið 150 til 200 tons av alifiski, sum í dagsins prísum hevur eitt virkið uppí 10 til 15 mill. kr. Í nevndini í Tveroyrar Laksaaling eru umframt Knút Nygaard, Sverri Jacobsen, sum er formaður og Bjarni Thom- sen Nevndin leggur stóran dent á, at árinið frá alingini á umhvervið verð- ur kannað. Ti verður staðin eisini bygt út stig fyri stig. elsinl Hagreida i Tjaldavik Knut Nolsøe sigur annars, at gongst væl við alingini, er ætlanin at gera iløgur i ymisk aliendamål i fram- tidini. Ætlanin er at fram- leiða fóður í Suðri istadin fyri sum nú, har alt fóð- urin verður innflutt úr Noregi. Eisini skal gerast ein vegur oman í Tjalda- víkina." Her skal so goymsla til fóður byggjast umframt heli til at hagreiða fiskin í. Hvat viðvíkur sjálvari alingini sum framtíðar vinna í Feroyum, so heldur Knút Nygaard, at her liggja stórir meguleik- ar. Men neyðugt er við samarbeiði. Hann heldur annars fyri,a t tað kann ikki vera rætt at smoltprísurin knappliga skal verða farin úr 13 kr. upp í 19,50 stk. — Tað kann ikki vera rætt, at smoltstødirnar skulu liva uppá bekostn ing< av alisteðunum Sjálvandi skulu bæði smolt- og alisteðir hava pengar inn fyri veruna tær selja. Men eg dugi ikki at skilja, hvussu tað kann bera til, at prísurin á einum smolti skal vera vaksin úr 13 kr. uppí umleið 20 kr. stk. frá i fjør tili år Onøgdur vid smoltpris Knut visir å, at prisåset- ingin átti at verið ein heilt onnur I dag fáa smoltfram- leiðararnir pengarnar i hondina, tå vit fåa smolt ini og hava so ikki meira við tey at gera. Eg haldi tað hevði verið meira rætt- víst, um teir fyrst fingu ein minstaprís. At teir síð- ani fingu restina alt eftir, hvussu gekk við alingini á sjónum. Tá hevdu teir verið noyddir at gera alt fyri at lata bestu góðsk- una. Vit vita, at tað í dag er eitt svinn uppá umleið 25% frá tí, at vit fáa smolt til tað verður til stóran laks. Tá avtornar liggur tí prísurin pr. smolt millum 25 og 26 kr. — Smoltsteðirnar skulu ikki útnyttast og heldur ikki vit, sum hava alisteð- irnar. Men ein ávís rímilig- heit má vera í prísinum. Alarar útihýstir Knút Nýgaard er eisini nevndarlimur i Føroya Havbunadarfelag. Vit spurdu hann, hvørja vid merking hann hevur til ut- talilsini hjá landsverk freð- inginum um arbeiði í teirri nevndini, sum landsstýrið á sinni setti til at ráð- leggja í fiskaaling — Vit í Havbúnaðarfel- agnum, og tað eru allir teir, sum ala í dag, hava ferð aftaná ferð víst á, at alararnir eiga at verða umboðaðir i nevndum, sum rådleggja vidvikjandi fiskaaling. Vit hava skrivað til landsstýrið um hetta, men vit fáa als einki svar. Vit verða annars ongantíð eftirspurdir Tað kann ikki vera rætt, at vit, sum ala, verða úthýstir frá eini nevnd sum skal ráðleggja um lagnuna hjá júst okkara egnu vinnu. Annars haldi eg, at loyvini til fiskaaling hava verið givin alt ov tilvildarligt. Her er tervur á eini betri stýring. T.d haldi eg tað er skeivt beinanvegin at lata ov nógvar alarar sleppa at ala á einum ávísum fjerði Tí vit vita, at hetta er ein nýggj vinna, har vand- arnir lúra Eitt nú meguleikin fyri sjúkum Liggja tí fleiri alisteðir nærhendis hverjari aðrari tá kann ein steð, sum er meiri líkasæl enn granna steðin, lættari fáa sjúkur sum so kunnu raka hina eisini Djóralækni! Knut Nygaard vísir i hesum vidfangi å, at tad hevur tydning, at ein djóralækni burturav verður settur til at taka sær av fiskaalingini. — Vit mugu vera ansnir, tí hetta er ein nýggj vinna Nógvir pengar standa uppá spæl. Vit hava rætt og slætt ikki ráð til at vera ein djóralækna fyriuttan Og hví ikki heldur fyri byrgja enn at noyðast at koma afturum, tá tað kanska er ov seint, endar Knút Nygaard jan Eg havi altid ljós á sukkluni Tórshavnar Skipasmiðja Smiíða nu skip eftir stedg i utvid fyra år Aftaná ein steðg i útvið fýra ár eru teir á Tórs- havnar Skipasmidju nú farnir undir aftur at smíða nýggj skip. Tað er góð vika síðani, at kjølurin varð strektur til ein 106 fót hekkutrol- ara. Hann verður bygdur i fleiri sektiónum, og longu nú sæst skapilsi av tí fyrstu sektiónini. Tað er felagið Festu- varði í Miðvági, ið skal hava hetta nýggja skipið, ið ætlandi verður liðugt einaferð í 1985. Skipið fer at kosta einar 19 mill. kr. Seinasta skipið, sum teir smíðaðu á Tórshavnar Skipasmiðju, var Ternan. Hon var liðug í 1980. jan Nú sleppa teir aftur at smíða nýggj skip í Havn — og ikki bert umvæla gomul skip