Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 1983síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Røsk børn hjålpa sjukum børnum Skótahjálpin hjá KFUK-skótunum 1983 verður frá 19.—24. september tíðindablaðið I fjor ga hjálpar-arbeiðið hjá foroy sku KFUK-skótunum 24.000 kr iftur i ár skipa KFUK skótarnir Feroyum saman við ellum teimum donsku skótaliðunum fyri Skótahjálp undir slagorð- inum: »Røsk børn hjálpa sjúkum bernum< Í ár rður skótahjálpsvikan frá 19.-24. september vikuna skótar í ellum aldri sær til at arbeiða fyri fólk ímóti peningaligari samsýning Allur tann innsavnaði peningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál, sum betra um livikorini hjá bernum og ungum. Hver genta — sum eigur at vera í búna fær út- flýggjað eitt arbeiðskort við nummari, navni og aldri á, og hetta kort skal hon hava við sær og vísa fram, tá ið hon biður um arbeiði. Hetta arbeiði kann vera av ymiskum slag, so sum rudding, rein- gering, vaska upp, ganga erindir, busta skógvar, vaska bil, lúka havan, taka upp eplir og hvat tit annars hava brúk fyri. Arbeiðsgevarin skal síðan skriva á kortið, hvat ið genturnar hava gjert, hvussu nógv tær hava fingið afturfyri og sína undirskrift. Fyri at ongin misskiljing skal vera, ella nakað mistak vera gjert, heita vit á fólk um ikki at geva nakað, uttan at tað samstundis verður skrivað á kortið. Skótahjálpin í ár skal stuðla 5 sterri tiltøkum. Fyrst og fremst stuðla vit getuskúlunum í Cal- cutta í Indien. Í Calcutta búgva meira enn 10 mill fólk, og ein stórur partur av teimum livir í størstu neyð og fátækrademi. Fyri at beta um korini hjá teimum, ið eru ringast fyri, eru stovnaðir sokall- aðir getuskúlar. Hesir skúlar geva bæði handa- liga og andaliga undirvís- ing, og næmingarnir fáa eina sunna máltíð hvenn dag. Tað kostar 20.000 kr. um árið at stovna og reka ein getuskúla, sum hevur 80 næmingar. T.v.s. fyri 250 kr. kann ein næm- ingur fáa undirvísing og eina máltíð um dagin í eitt heilt ár. Í Sudan eru bernini eitt bjóða Hesa sindur betri fyri enn í Cal cutta, við tað at tey flestu meguleika fyri at í skúla, men tá ið so hava gange skúlin er gott sum ongin meguleiki at sleppa víðari. Ti hava skótarnir har saman við donskum skótum tikið sær um reiggj og bygt ein skóta-farm í suður Sudan við tí endamáli, at geva ungdóminum útbúgving innan handverk og jarðar- brúk. so tey ungu har eru før fyri at skapa sær betri liviumsteður. Eitt avmål- unum, teir hava sett sær, er, at framleiða nóg mikið av grenmeti til alt fólkið í Rejaf umráðnum í Suður Sudan. Ein slík lærlinga- útbúgving kostar nógv tí umframt vanligt undirvis- ingartilfar, skulu brúkast nógv amboð, ikki minst til jarðarbrúkið, og ein partur av Skótahjálpini fer eisini til fígging av hesum. Í Sierra Leone í Afrika skal Skótahjálpin vera við til at bera útreiðslurnar av einum landbúnaðarskúla, sum skótarnir har saman við KFUM-skótunum í Danmark hava sett á stovn. Hesin skúli hevur skeið, sum vara í 4 1/2 mánaða. Hver skeiðlut- takari fær umframt prakt- iska og teoretiska undir- vísing í jarðarbrúki eisini tillutað ein jarðarteig, sum hann sjálvur ræður yvir. Her kann hann dyrka grenmeti, meis ella rís, og tá ið hann fer heim aftur, fær hann bæði amboðini, hann hevur nýtt, og fræ frá avgreðini heim við sær, so hann beinanvegin er ferur fyri at byrja sítt egna jarðarbrúk og eisini læra onnur. Harafturat verður stórur dentur lagdur á undirvísing í rein- fori og kostlæru, so heilsu- steðan kann gerast betri. STOP POLIO-tiltakið hjá Landsforeningen for Bernelammelse og Red Barnet fer eisini í ár at fáa dyggan stuðul frá Skóta- hjálpini 1983. I triðja heiminum fáa árliga umleið 500.000 bern polio ella barnalamming. 10% doyggja av sjúkuni, meðan 90% í. a mein fyri lívið. Vaccinatión er besta liðugur, er so og bíligasta hjálp í hesum føri hon virkar hverja ferð, ikki ein dropi fer til spillis. Við vaccination kann sjúkan útruddast, og bert 3 sproytur, sum kosta ialt 15 kr., skulu til fyri at vera eitt barn fyri lívið ímóti polio Tað 5. og seinasta stóra tiltakið, ið fær stuðul frá Skótahjálpini, er Pind- strup Centrið í Danmark. Hetta er ein miðsteð, sum skótafelegini hava latið bygt, og har brekað og ikki brekað bern og ung fáa hevi til at hittast í góðum vinarlag og undir somu korum til venjingar, frítíðarítriv og skeiðvirk- semi I fjør komu 1,2 mill. krónur inn gjøgnum Skótahjálpina í Danmark, og blivu tær býttar so- leiðis: Getuskúlarnir í Cal- cutta 250.000 kr., Dansk Unicef 95.000 kr., Spedalskheitsmissiónin til arbeiði í Indien 55.000 kr., DMS til malaria hospital í Orissa í Indien 50.000 kr. u-landshjálp til Sierra Leone 50.000 kr., Sudan- missiónin til arbeiði fyri deyv í Nigeria 40.000 kr., Dansk Baptistsamfund til jarðarbrúk í > Rwanda 40.000 kr., Luthersk Missionsforening til 2 heilsumidstødir 35.000 kr., Brødremenighedens dan- ske Mission til barnagarð í Sikonge 25.000 kr., Reydi Krossur til summarlegur fyri brekad børn 20.000 kr. Musklasvinn-iondid 20.000 kr., Felagið Kirkjan í Pakistan 15.000 kr., Santalmissiónin 15.000 kr. og Ethiopia- missiónin 15.000 kr. At ráða yvir til bráneyðuga hjálp fram til næstu skóta- hjálpsviku vóru avsettar 400.000 krónur. Av teimum 1,2 mill. kr., ið inn komu, arbeiddu teir foroysku KFUK-skótarnir fyri góðar 24.000 kr. Vit takka hjartaliga fyri góða undirteku í fjer, og fara við góðum treysti og vónum í holt við Skóta- hjálpina 1983. Við skótakveðu f. Feroya KFUK-skótar Eyðgerð Abrahamsen Nr. 106 — 15. september 1983 Fólk undir útbúgving verri fyri av samtíðarskatti: Hava sekt landsstyr- ið um útbúgvingar- frádrátt men einki svar komið Landsfelag Feroyinga í Utbugving hevur m.a. seinasta árið arbeitt við skatting av fólki í útbúgv- ing. Utbugvandi hava í gald- andi skattalóg havt ávísar meguleikar sum í stóran mun hava verið fíggjarliga grundarlagið hjá fólki í út- búgving. Mong eru tey, ið hava nýtt hesar meguleikar og helst eru nógv, ið als onga útbúgving hevdu havt í dag uttan somu megu- leikar. Nú, talan er um at leggja um til samtíðar- skatt, er vandi fyri, at hesir møguleikar detta burtur og tí er samstundis eisini vandi fyri, at fíggj- arliga grundarlagi hjá út- búgvandi versnar mun- andi. Sum skipanin hevur virkað, hevur verið van- ligt, at fólk eftir t.d. lokna studentspróvteku hava arbeitt eitt ár áðrenn farið var víðari í skúla ella læru. Hetta eina árið hevur ongin skattur verið at goldið og tí hevur eisini verið meguligt at spart munandi av peningi upp til framhaldandi útbúgv- ing, læru ella skúlagongd. Umframt henda fyri- mun hevur verið meguligt hjá útbúgvandi at sekt landsstýri um at fáa álíkn- aðan skatt útsettan til eftir lokna útbúgving. Hesin meguleiki hevur ikki bert verið galdandi tað eina árið, men alla út- búgvingartíðina. Vert er her serliga at nevna, at tað at fáa skatt útsettan á henda hátt hevur verið ein serskipan fyri útbúgvandi. Sum áður nevnt eru mong, ið als onga útbúgv- ing høvdu havt i dag uttan skipanina og tí hevur skip- anin eisini verið ein serliga tíðandi partur av fer- oyskum útbúgvingar- politikki. Orsekin til at útbúgv- andi ongar trupulleikar hava havt av útsettum skatti er sjálvandi, at út- búgvandi vanliga ongan skatt hava fyrsta árið eftir lokna útbúgving og tí hava fingið goldið útsetta skattin áðrenn skattur aftur hevur verið álíkn- aður. Argumentini fyri at leggja um til samtíðar- skatt vóru góð og serliga tá dentur var lagdur á, at eingin samfelagsbólkur skuldi gerast verri fyri av samtíðarskattaskipanini. L.F.U. hevur fyrr í ár gjørt vart við tær avleið- ingar, ið samtíðarskatta- skipanin kann fáa fyri út- búgvandi og samstundis eisini víst á, at t.d. ein út- búgvingarfrádráttur kundi loyst spurningin. Onki er kortini frætt aftur, og tí fer L.F.U. hervið at heita á øll fólka- vald umboð landsins um, at taka málið upp til við- gerðar soleiðis, at útbúgv- andi ikki koma at standa sum ein bólkur í samfel- agnum, ið gjerdist verri fyri av tí at lagt var um frá núgaldandi skattaskip- an til samtíðarskatt. Per Kallsberg, formaður í L.F.U.