Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. september 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 106 — 15. september 1983 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosiaturin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Ein neyðturvilig yvirtøka Á ALMENNUM fundi um viðurskifti hjá evnaveikum i Føroyum upplýsti umboð javnadarflokksins, at flokkurin var fyri at yvirtaka andveikraverndina i Føroyum. Somu stødu høvdu allir flokkar uttan sambandsflokkurin HVÍ GONGUR flokkurin júst inn fyri hesari yvirtøku og hvat er tað sum ger at tað er neyðugt at júst henda yvir- tøka verður framd jú fyrr jú betur? SVARIÐ er heilt einfalt hetta, at vit hava frammanundan yvirtikið umsit- ingina av øllum ødrum almannamál- um. Av grundum, sum vit ikki heilt duga at skilja, vard umsitingin av for- sorgini fyri evnaveik hildin uttan fyri yvirtøkuna av almannamålum. EIN FYLGJAN av hesum er tann, at meðan øll almannamál verða umsitin av einum stovni og eru í eini og somu skipan, so er umsorganin fyri teimum evnaveiku heilt uttan fyri hesa skipan. Sostatt verður henda forsorg fram- vegis stýrd úr Danmark, meðan øll hin forsorgin verdur styrd her i Føroyum. TAD ER upplagt, at henda skipan er eitt mistak og hevur óhepnar fylgjur við sær. Vit eiga tí at virka fyri at ein broyting verður gjørd í hesa skeivu skipan HETTA verður ikki sagt fyri at klikkja niður á starvsfólk í andveikraverndini, men bert fyri á vísa á principiellar skeivleikar. SAMSTUNDIS ivast vit onga løtu í, at veljarar javnaðarflokksins av fullum huga taka undir við hesari yvirtoku ikki minst, tá teir vita at foreldur og avvarandi at evnaveikum ynskja hana. SITANDI samgonga hevur í sam- gonguskjali sínum ein setning sum ljóðar nakað soleiðis: »Målid um and- veikraverndina verður loysta. Sam- stundis ljóðar frá almenna pallfund- inum, at einki mark var fyri tí vælvild, sum flokkarnir vilja sína teimum evna- veiku og teirra avvarandi og boða varð frá samgongusíðu frá, at nú skuldi nakað henda. VIT HAVA tí loyvi til at vænta, at landsstýri kemur við uppskot um yvir- tóku av andveikraverndini og øðrum itøkiligum tiltøkum í trá við ta vælvild, sum flokkarnir sýndu á omanfyri- nevnda pallfundi. Javnaðarflokksins studul skal ikki skorta, um uppskotini eru i trå vid ynski teirra evnaveiku og teirra avvarandi. Hendir einki, tå tingið kemur saman, hava flokkarnir enn einaferð skapt vónir og forvæntn- ingar, sum teir ikki kunnu uppfylla, og so er stødan bert verri enn hon var áður. Aftursvar til Óla Svenn Nolsøe Tað er mær ein frøi, at tað júst er umboð fyri FORD bilarnar i Føroyum, sum i gjár so harðliga i Sosialin- um trinur fram å pallin og kunnger sannleikan um beinleidis innflutning av japanskum bilum fyri Feroya fólki. Tey, sum hava nærri innlit til gongdina í málinum, vita, at tað júst er tolluppskot- ið hjá P/F Wenzel Pet- ersen, sum fíggjarmála- ráðharrin — við ávísum broytingum — hevur tikið til eftirtektar og lagt til grund fyri egna uppskoti sínum. So ikki ger tað petti, at upphavsmenn- irnir til tollbroytingarnar nú koma fram í ljósið og boða frá tí mikla órætt- vísi, ið teimum er fyri or- sakað av verandi tolllóg. Hjartaliga vælkomnir! Ég ræddist annars fyri, at tit trívdust best í tí dulda aftanfyri ávísar hentar persónar. Eg má viðganga, at tað er ikki uttan stuttleika, at undirritaði lesur illgit- ingarnar hjá Óla Svenn Nolsee um viðurskiftini hjá okkum, ið flyta inn beinleiðis. Tað man hava elvt til mikið høvudbryggj og kanska svevnleysar nætur at finna útav, hvussu í verðini tað ber til hjá okkum fámentu at skaffa eina bíligari veru úr so fjarskotnum landi, sum Japan nú einaferð er. Sum ein reyður tráur gjøgnum grein hansara gongur sannferingin (vónin) um, at eitthvert óregluligt virksemi man liggja aftan- fyri. Tað ræður tí um at kasta ljós á ymisk viður- skifti (eykalutir, service- bøkur o.a.) sum á ein ella annan hátt tykjast óskilj- andi fyri Ola Svenn Nolsø- og hansara menn. Halt tú bert fram við ill- gitingum tínum, Óla Svenn Nolsøe. Eg hugsi at framferå tin bert gagnar okkara søk. Tad munnu vera mong ið hveppast við greinaviðgerð tíni og loksins fáa eyguni upp fyri tí evundsjúku og smálig- heit, ið býr aftanfyri sum verulig orsek til hetta tingmál. Fyri at tippa ómetaliga forvitni títt um bilbekur okkara, kann eg upplýsa, at vit í hesum døgum lata prenta feroyska bók til viðskiftafólk okkara. Henda bók verður prentað á feroyskari prentsmiðju og verður liðug um stutta tíð. Eyðvitað skilur tú, at hetta er ólíka lættari enn at læra viðskiftafólki okkara japanskt. Tað undrar meg at tit, sum selt hava bilar síðani 1923 enn ikki hava tikið hetta stig. Tað er ikkijúst fram- burðsond ið sermerkir virki tykkara. Tú vilt vera við, at einasta, ið vunnið verður við beinleiðis innflutningi, Fíggjarmálaráðharrin aftur verið við glúpinum Tað er ikki smávegis ágrýtni, ið kemur til sjóndar hjá okkara fíggj- armálaráðharra, tá ið tað snýr seg um at fáa pening til landskassan. Hann drívur á, bæði á ein og annan hátt, kagar og lúrur, um ein meguleiki skuldi givist at fingið nøkur oyru til lands- kassan. Samstundis sum hetta verður gjert, kemur týðu- liga til sjóndar, at meiri verður hugsað um hitt so- kallaða betra slagið, enn um hini sum strevast og stríðast fyri at fáa end- arnar at rekka saman. Nú komu aftur óvæntað tíðindi um, at fíggjarmála- ráðharrin hevur verið úti við glúpinum fyri at royna eftir nøkrum milliónum til landskassan. Hóast tað, at tað verða ímillum 90 og 100 milliónir tiknar meira inn við skattinum. Í hesi góðu inntekulóg, sum legd er fyri tingið, er ímillum annað tann broyt- ingin, at fólk ið hava hug at fáa sær fínan drykk aftur við, tá ið farið verður til borðs, nú skulu fáa hann bíligari. Hetta má sigast at vera ein legin lækking i toll- inum. Tí hetta er neyvan dagligur drykkur hjá teimum stóru húskjunum, ella hjá teimum við teimum nógvu bernunum. Hetta er neyvan vanligur drykkur hjá teimum, ið dag og dagliga strevast fyri at klára eitt húsarhald. Hesir drykkir munnu heldur finnast í vinskåp- inum hjá teimum, ið halda seg kunna teljast ímillum hitt frægara slagið. Helst hjá teimum ið stóran part av lívinum hava kleyrað asfalt í fremmandum landi. Og sum haðani koma við atburðum og livihátti, sum ikki er í ætt við gamlan feroyskan livi- hátt. Heldur átti at verið hugsað um øll tey arbeið- araheim kring land okkara, har ið fólk strev- ast fyri at kunna keypa mjólk og annað neyðsynt til bernini. Álvaratos var tað ikki meiri neyðugt, at vit hugsaðu um at funnið fram til eina ella aðra lækking ella stuðul til hesi, heldur enn at eggja fólki til at drekka borðvín. Nakað sum á ongan hátt er neyðugt, og tað so langt politisk viðmerk- ing ífrá. Ein kundi havt hug at sagt, at tey, ið vilja hava borðvín til máltíðirnar, eisini hava ráð at gjalda fyri hesar drykkir. Tey, ið hava bern, og tí noyðast at keypa mjólk, vitaminir og annað neyð- synt. Eisini um ráðini ikki eru. Sama hjá teimum, ið megu hava medisin, meguliga hvenn dag. Hesi munnu uttan iva undrast yvir, at spurning- urin um borðvínið er ov dýrt ella ikki, skal vera nakað vandamál yvir hevur. Tíansheldur nakað vandamál sum fíggjar- málaráðharrin má taka sær av. Rættuliga sjónskt er kortini, hvat í stavnhaldið hjá sitandi samgongu er, og tað serstakliga hjá »fina-flokki«. Jørgen Thomsen ÉÉÉÉ|[[ er, at fraktrokningin úr Japan veråur tollfri. Hetta er skeivt Óla Svenn. Kanska ert tu so naivur, at tu tryrt, at danir ikki seta vinning á veru, ið seld verður víðari til Feroyar, men so er ikki. Meguliga er FORD fyritekan í Dan- merk komin til hesa niður- steðu — ongantíð betur um so er. Men ikki skalt tú trúgva, at aðrir gera tað sama. Tað stendur óreingi- liga fast, at danir vinna nógvan pening upp á mill- umhandil við Feroyar. Tú tosar um handils- moral. Er tað góður hand- ilsmoralur at noyða føroy- ingar at keypa frá millum- handlarum av tí at hetta gagnar kappingarferi tykkara, men ikki kapp- ingarferi hjá eðrum? Er tað góður handilsmoralur at tvinga feroyingar at keypa úr europeiskum londum sum framman- undan hava at kalla allan útflutningin til Feroyar og stóran handilsligan fyri- mun av hesum? Er tað góður handilsmoralur at bera fram illgitingar um kollegar ið flyta inn á annan hátt enn tit av góðum grundum íikki megna? Er tað góður handilsmoralur at Óla Svenn Nolsøe førir seg fram sum serkunnleiki i handilsvidurskiftum, sum hann ikki hevur minsta innlit i og sleingir út høpisleys og skeiv tel og skammleysar illgitingar? Eg skilji ikki, at tu yvir- hevur dittar tær at tosa um handilsmoral. Ein stubba i grein tini, ið eyðkennir såttleika tin, fari eg at loyva mær at endurtaka: Ola Svenn (til min): Tu hevdar, at nyggja lógin vil verða til skaða fyri brúkaran, tí úrslitið verður hægri bilprísir. Hetta eru beinleiðis ósannindi! * Um teir av landsstýrin- um ásettu prosentsatsir fyri virdisavgjaldid og vektavgjaldið geva sama krónutal í landskassan sum áður, so verða bilarnir ikki eina krónu dýrari. Tað sum hendir er bert, at Mazda og Datsun mugu rinda nakað meir og allir aðrir nakað minni. Meðal- prísurin broytist ikki! At Landsstýrið so »nyt- ir høvid« til at taka eina storri upphædd enn fyrr inn fyri bilsøluna, er ein reint politiskur spurn- ingur, sum eg ikki her skal leggja meg út í Svar: Sært tú nakra smálvmótsegn í hesum broti? Er tað ósatt at bil- prísirnir verða hægri? So fær út ti Torbjørn Poulsen og bið um eitt eintak av hansara útrokn- ingum. Tá sært tú, at jap- ansku - bilarnir = hækka nógv í prísi, teir flestu europeisku eitt sindur, men tað besta av øllum er, at tað bert eru tvey bil- merkir ið fáa stórvegis uppskotinum. heldur tú um hetta: Annað av hesum biimerkjunum er júst FORD! Eitt væl smíðað uppskot, tað slepst ikki uttanum! Og mín sann um tú ikki eisini vilt vera við at meðalprísurin íikki hækkar! Sig mær, hví heldur tú at meginpart- urin av limunum i bil- handlarafelagnum alment hava vent sær frå upp- skotinum? At enda Ola Svenn Nolsøe: Tú sigur uttan at blunka, at „nýggja lógin viðferir, at smáir bíligir og lættir bilar — alt annað líka — lækka í prísi og ger- ast atkomiligari fyri mein- iga mannin«. Tú skuldi heldur sagt í samsvar við veruleikan, at smáir og lættir FORD bilar — alt annað líka — lækka í prísi og gerast atkomiligari fyri meiniga mannin. Tað er júst tað sum hendir, ikki satt? frama av Og hvat Finnbogi Arge Til Kefas Hann ið demir onnur hevur longu demt seg sjálvan. Hjálp