hósdagur 15. september 1983síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 106 —
Í Porkeri
fáa tey
gamlan
post
Hetta er ein fyrispurn-
ingur til postmeistaran,
um tað ikki ber til at fáa
postflutningin til Porkeris
í eina fastari legu, soleiðis
at vit fáa postin fyrr.
Tað er mánadagur, men
Dimmalætting frá leygar-
degnum er ikki komin enn.
Hon kemur kanska seinra-
partin, men tað er hent
seg, at vit ikki hava fingið
hana fyrr enn týsdag.
Dimmalætting týsdag
kemur hósdag, meðan hós-
dagsblaðið kemur fríggja-
dag. Hetta ger, at skal
man hyggja eftir onkrum
sum fer fram í vikuskift
inum, má man ringja til
fólk í øårum bygdum fyri
at spyrja
(Tað skal viðmerkjast,
at Sosialurin kemur teir
dagar, tá hann skal).
Sum er fer posturin av
Tvøroyri til Vágs og so
norður aftur til Porkeris
Hevði tað ikki borið til at
lagt postin av í Porkeri, tá
bilurin er á veg suðureftir?
Tað harmar okkum, at
posturin kemur so seint.
Porkenningur
tif. 13434
tlf. 43038
tlf. 55454
tif. 71025
Torshavn
Leirvik
Klaksvik
Tvøroyri
SIDAN 1888
Eg havi altid ljós á
sukkluni.
15. september 1983 -
Gevið einasta
flakavirkinum
arbeiðsumsteður
Nú hevur so nógv verið frammi
um havnaviðurskiftini í Havn, at
eg fari eisini at siga nekur orð um
gongdina og steðuna, tí nógv
havi eg havt við havnina at gera
Um havnaseguna er at síga, at
fyrst fingu vit eystara brimgarð
Síðan atlegubryggjuna Av
bygningum varð havnarskriv
stovan fyrst bygd. Síðan komu
havnapakkahúsini og heiman fyri
pakkhúsini kolskúrarnir. Síðan
komu kontórbygningarnir og
goymslubygningarnir omanfyri
og vit fingu tveir timburhandlar.
Men nú er alt hetta burtur. Frá-
roknað einum kolaskúri, sum
endaði sum ein útleigubygn-
ingur. Nú hava vit fingið eina
stykkjagóðshavn eystanfyri. Alt
er rivið niður og ruddað burtur
og nýtt pakkhús bygt, soleiðis at
umsteðurnar til góðs eru góðar.
Men so koma vit til vestara
keiøki — sjálva fiskarihavnina.
Vestara keiøki hevur altíð verið
brúkt til fisk — líka frá tíðini, tá
Skibstedshandil og Restorff vóru
har til Evensen. Har varð nógvur
fiskur turkaður og Evensen hevði
stórt fiskahús har sum Fiska-
sentralurin stendur.
Mitt í hálvtrýssunum varð
nýtt fiskahús, Baccalao, bygt
sunnan fyri Fiskacentralin. Stutt
aftaná varð saltsela bygd longur
suðuri.
Tá nekur ár vóru gingin, sekti
Baccalao um at byggja ein bygn-
ing til flakavirki millum tann
fyrsta bygningin og Saltseluna.
Men Baccalao fekk ikki um-
sóknina játtaða. Tá mundi hesin
bygningurin, sum ifjør gav 23
milliónir krónur i arbeidsløn,
enda inni å Skålafjørdinum.
sjónarmið
Ídag
Martin Kúrberg, fyrrver-
andi formaður Havnar
Arbeiðsmannafelags,
nevndarlimur í Baccalao
Arbeiðsmannafelagið
legði trýst á
Men tá legði Havnar Arbeiðs
ímillum Eg var
Havnar Ar
tryst á
mannafelag
sjálvur formaður
beiðsmannafelag
býráðið og sló nevan í borðið.
Endin varð, at býráðið gav loyvi
legði
til byggingina.
Tá Saltselan, sum nógv hevur
verið skrivað um í seinastuni,
skuldi byggjast, var upp á sama
máta. Teir í stjórnini fyri Salt-
søluna komu til mín sum for-
mann í arbeiðsmannafelagnum.
Teir fortaldu, at ætlanin var at
byggja eina saltselu, men teir
fingu ikki játtandi svar frá bý-
ráðnum. Felagið, sum skuldi
byggja saltselu, kundi ikki fáa
meiri enn helvtina av ekinum,
har núverandi saltselubygningur
stendur. Teir segdu, at fingu teir
ikki alt hetta plássið, sum Salt-
selan í dag stendur á, fóru teir
antin til Vestmanna ella á Skála-
fjørdin við saltseluni, sum nú
verður brúkt til kontórir. Økid
varð teimum noktað, tí ætlanin
var at ein heilsela skuldi hava
ekið.
Tiltakið kom at skaffa nógv
arbeiði til fólkið, varð okkum
billað inn, og Havnar Arbeiðs-
mannafelag í hevdið á býráðnum.
Tá tunnuvirkið var á Saltseluni,
var nakað av arbeiði, men annars
hevur hon ikki givið nógv ar-
beiðspláss.
Stórt arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið var stórt í Havnini
Saltsolan á vestara havnaøkid. Meðan teir gera góðshauvn í
Klaksvík og á Tvøroyri, so flakavirkini fáa arbeidsumstødur.
flyta skrivstovur inn á fiskaríhavnina I
Kúrberg á í sjónarmiðnum
hálvtrýssunum
Aðrenn
Baccalao varð bygt, fór hver salt
fyrst
; 8 Á
fiskatrolari út á bygd. Vit hevdu
einki pláss ella virki. Ég minnist
einaferð í sjálvari jólavikuni
52 mans, sum royndu at sleppa
upp í at lossa Tjaldrið, noyddust
heimaftur. Tað var ikki stuttligt
at vera formaður í arbeiðsmanna-
felagnum tá
Hjá kommununi var tað soleið-
is, at tá tað kom út móti jólamán-
aðinum, átti hon ongar pengar
eftir, og skeiðaði fólkið út. Men
eg plagdi at biðja kommununa
sleppa monnum til arbeiðis
nakrar dagar undan jólum fyri at
teir og familjurnar kundu fáa
nakað at eta á jólum, tí fólk áttu
ikki nakað. Kommunan plagdi so
at seta arbeiðir í gongd og upp í
hundrað mans kundi biðja um
arbeiði.
Men henda steðan batnaði
nógv, tá Baccalao var komið. Um
summarið varð so nógvur fiskur
koyrdur inn sum tað yvirhevur
kundi sleppa fyri at hava hann til
vetrararbeiði. Eg haldi, at tað var
næsta árið Baccalao var í gongd,
at vit fingu tilboð um at senda
allar teir mans út sum vóru
treingjandi, tí so skuldi tann
stóri fiskurin sendast til vask-
ingar. Tað varð vaskað upp á
akkord, so teir fingu eina ordiliga
daglen. Hetta árið sekti bert ein
maður um arbeiði hjá kommun-
uni undan jólum.
Ringar umsteður
Sum nevnt varð saltsela bygd, og
seinri varð bygt uppí, men í dag
erðu brúkt m „leigt
kast 2 { fiska 7
y P sta flaka k
} t 5 vur ikki góð
ðurskifti at arbeiða indir
Munur er å. I Klaksvik skulu teir
gera góðshavn norðan fyri, á
Tvøroyri skulu teir gera góðs
havn á Drelnesi og Miðvági
skulu teir somuleiðis gera góðs
havn fyri at flakavirkini skulu
fáa pláss og frið. Men her er
evugt.
Tí mugu ell kontórini burtur av
vestara keiøki. Sum er, er lítið og
einki pláss til útgerð og til bil-
arnar hjá arbeiðsfólkinum.
Fólkið, sum kemur til arbeiðis á
Baccalao aftan á degurða,
sleppur ikki av við bilarnar.
Havnar kommuna átti at verið
góð við Baccalao, og givið virk-
inum betri arbeiðsumsteður, tí
hon eigur eisini part í tí. Hon
setti heilar 5000 kr. í virkið í síni
tíð!!!
Annars kann eg upplýsa, at
Baccalao hevur sekt um eki til
nýtt virki á Viðarnesi. Í ár verða
stórar investeringar gjerdar á
virkinum, so komandi ár fara
kanska uppaftur fleiri fólk at
arbeiða har. Gjert verður klárt
fyri 300 fólkum.
Vónandi tekur býráðið undir
við tilráðingini hjá meirilutanum
í havnanevndini, so kantórini
flyta út. Tað er nógv fyri at lesa
blødini — at ein klaksvikingur,
sum er valdur fyri Fólkaflokkin í
býráðið, skal koma og fortelja
okkum, gomlu havnarmonnum,
sum eru farnir um tey sjeyti,
hvussu forholdini hava verið her í
Tórshavnar havn.
Várharra hentur at hava
Sankta Pæturi
sleppa
Møsn í Tingakrossi
Góði gamli Tingakrossur,
ið tykist at vera hertikin
av andaligum mesnarum,
hevur aftur nú nakað, ið
ein Kefas hevur málað
upp-
Hesin »skriftkloki« er í
ferð við at seta sjálvan
bispin skák og mát, tí tað
skal vera hepnast honum
at finna í halgubók, at tað
er brotsgerð at lata ein, ið
fer til gravar, sleppa í
kirkjuna fyrst.
Men tað man neyvan
vera mikið at finna, sjálvt
hjá Kefasi, um kristnar
kirkjur í halgubók, av
góðum grundum.
Ein góður Vvitugur
maður hevur einaferð
sagt, at tað sum bagir
hesum modernaðu
himmalstormarum er
senugreði. Teir vilja vera
sæddir av monnum. Teir
vilja á senuna og so er
at rópa við — hann er tolin
maður.
Tá eg einaferð leggi eyg-
uni saman, ætli eg mær í
kirkjuna, um tey, ið eftir
eru, vilja gera mær tann
beina, og mín vón er, at
tað kemur at vignast væl
hinumegin. Men skal
maður sum Kefas í Tinga-
krossi koma at vera næst-
kommanderandi hjá
mong ikki inn. Tað er púra
vist — hvat so verður av
okkum. Men vónandi
tekur Várharra sær um
reiggj og gevur teimum
munnkurv, tí leika teir so í
haruppi sum teir gera her,
so verður ikki verandi í
teirra nánd. Men sum
sagt, vónandi fáa teir aðra
bók at lesa í tá.
cl.