leygardagur 17. september 1983síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
frælsi
javnaður
brødralag
Nr. 107 + leygardagur 17. september 1983
56. årg. % kr. 5,
—— Gamla
Nýggj nevnd vald
røktarheimsnevndin
Sosiala
nevnd tikin
av ræði
avsøgd.
gjort fyri Torshavr j nmur? 5
Hóast Torshavnar byråd tykist ógvuliga sundurspjatt i røktar
heimsmålinum, so máttu fleiri byrådslimir á fundi hósdagin
ásanna, at málið er nærri eini loysn nú enn tað hevur verið fyrr
200 fólk til 10
ára fødingardag
Síða 7
Síða J
Føroyar — framtidar ferðamannaland !
Í næstu viku fær landsstýrið eitt rúgvismikið álit
um turismu í Feroyum. Ein arbeiðsbólkur hevur
arbeitt við at kanna turismuna nú í skjótt tvey ár.
Urslitið er ein hópur av tilfari, sum eisini leggur
upp til, hverjir meguleikar eru fyri at menna
turismu sum vinnu í Feroyum.
Tað er eingin loyna, at vit í dag eru á einum
vegamóti: har vit skulu gera av, um vit ynskja
eina skipaða ferðamannavinnu ella ikki. Sum
staðan er í dag, stinga fleiri og fleiri hotel og gist-
ingarhús seg upp kring oyggjarnar m.a. við tí
endamáli at hýsa fremmandum ferðafólki. Ferða-
mannaskipið Norrøna skapar nú meguleikar fyri
at flyta stórt tal av ferðafólki higar.
At Feroyar kunnu vinna pening burtur úr at fáa
fremmandafólk higar er einki at ivast í. Spurning-
urin er nú, hvussu nógv fremmandafólk vit
ynskja skulu koma til Feroyar, og hvussu vit
skulu taka ímóti teimum. r
Tað er m.a. hetta, sum landsstýrið nú skal taka
stødu til úr tilfarinum frá arbeiðsbólkinum.
Tíðindablaðið Sosialurin hevur biðið Trúgva
Royn-kæran vist aftur
Johansen, formann í arbeiðsbólkinum um eina
viðmerking til álitið, sum nú verður gjert liðugt
Hann sigur, at tað er skeivt at koma við viðmerk-
ingum nú, tí landsstýrið eigur fyrst at fáa hetta
til at ganga igjøgnum.
— Men, leggur hann aftrat, — nógv arbeiði
liggur aftanfyri tilfarið. Nógvir áhugaverdir upp-
lýsingar koma fram og eisini verða metingar
gjørdar. Nú vóni eg bert, at hetta tilfarið verður
brúkt, endar Trúgvi Johansen.
Síða 2