Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1983síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Fyri nekrum degum síðani var stjórin á flakavirkinum — J&O, Jógvan Vågsheyg, i Orknoyggjunum, har hann hugdi at krabba- vinnuni har. Sosialurin hevur spurt Jogvan Vågs- heyg, hvat kom burtur úr hesi ferðini. Hann sigur, at viður- skiftini og um- steðurnar har eru nógv eðrvísi enn hjá okkum. Tí verður ikki talan um at kopiera nakað at brúka í Feroyum. Fyri tað fyrsta eru lønirnar har einans 20 kr. um tíman. Og tað, sum vit kunnu selja fyri á teirra marknadi, eru teir somu prísir, sum teir kunnu fáa. Jógvan Vágsheyg heldur fyri, at skulu vit í Feroyum fara í gongd við krabbavinnu, so verður neyðugt at mekanisera arbeiðs- gongd og viðgerð meira. Annars reka teir eisini krabbavinnu í USA og í Alaska, og har eru lenirnar hægri enn tær 20 kr. um tíman. So har man vinnan helst verða meira framkomin. Annars vísir Jógvan Vágsheyg á, at vit í Feroyum enn ikki hava fingið tey krabbasløg- ini, sum teir vanliga fáa í Orkneyoyggjun- um. Talan er serliga um taskukrabbar. Annars hava føroyskir fiskimenn fingið taskukrabba á línu undir Feroyum, men enn hevur tað so ikki eydnast Turid at finna hetta slagið. Royndarveiðan eftir krabba heldur fram. Turid, sum er á roynd- arveiðu fyri Fiskirann- sóknarstovuna, hevur roynt nakað eystan fyri Nólsoynna. Har var lítið og einki at fáa. Nú rigga teir so til at fara út aftur á djúpri vatn at royna. Har hava teir fyrr fingið væl av stórum krabba, og nú eru so gjørdar 10 nýggjar rúsur, sum eru betri hóskandi til størri krabba. Vánaligt veður hevur annars tarnað royndar- veiðuni. Meguliga er tað eisini skeivu árstíð at gera slíkar royndir í. Klaksvíkingur hugdi at krabbavinnu í Orknoyggjunum Í Alaska fiska teir King Crab, eitt slag, sum vit heldur ikki hava fingið undir Feroyum enn. Talan er um tvey krabbasløg sum eru fingin undir Feroyum. Jógvan Vágsheyg heldur, at tað enn er alt ov tíðliga at siga nakað um, aníin her kann verða talan um eina nýggja vinnu ella ikki. — Hvat gera teir við krabban i Orkney- oyggjunum: — Teir taka fiskin úr kjaftinum og frysta tað í pundspakkar. Síðani selja teir eisini heilar kjaftar og beinini. — Verður álvara gjørt av at viðgera krabba á landi her heima, skal tað so vera á einum flakavirki? — Eg dugi ikki at svara tí júst nú, men meguliga er tað rætt at hava slíka viðgerð fyri seg í eðrum bygningi. Jógvan vísir annars á, at fiskitíðin í Orkneyoyggjunum er frá sept. til mars. So meguliga hava vit valt skeivu árstíðina til royndarveiðuna. Mai og juni eru teir bestu veiðumánaðirnir i Orkneyoyggjunum. Hava gjørt størri rúsur Í Hetlandi har nógvur krabbi verður veiddur, royna teir millum mars og september. Millum september og mars skiftir krabbin skel og hesa tidina tekur hann ikki fødi til sin. Tå verður úrtekan ti alt ov lítil til at reka lenandi veiðu. Tað ber tó enn ikki til at sammeta viðurskift- ini í Hetlandi við teyher heima, tí vit hava sum er nærum ongan kunnleika um krabba á feroyskum eki. Turid er leigað til at gera royndir í 20 dagar. tíðindablaðið Nr. 107 — 17. september 1983 Føroyingar sum lesa í Norðanlondum fåa lestrarstuðul frá SU — hóast somu útbúgvingar eru í danska kongaríkinum Feroyingar, sum ynskja at fáa ein hægri útbúgv- ing uttanlanda og sum hava tørv á at fáa stuðul frá Statens Uddannelsesstette í Danmark, nýtast ikki at lesa í Danmark. Ynskja feroyingar heldur at fáa eina útbúgving í onkrum av hinum Norðan- londunum so er einki til hindurs fyri tí. S.U. letur nevniliga eisini stuðul til lestur í hinum Norðan- londunum. Fyri at upplýsa um hesar meguleikarnar er eitt tíðindaskriv sent blødunum Í hesum tíðindaskrivi stendur m.a., at danska kenslumálaráðið júst nú hevur sent út eina nýggja kunngerð um útbúgv- ingarstuðul til útlend- ingar og um útbúgvingar- stuðul til útbúgving og lestraruppihald í útland- inum. Kunngerðin varð sett í verk 1. august í ár. Fyri feroyingar, ið ynskja at fáa víðari út- búgving, hava greinarnar um stuðul frá S.U. til út- búgving í útlandinum og um stuðul frá S.U. til lestraruppihald í útland- inum áhuga. Stuðul frá Statens Ud- dannelsesstette verður givin til góðkendar út- búgvingar í útlandinum í sama mun sum stuðul til útbúgvingar í danska kongaríkinum. Í vissum forum ber til at fáa ymisk stipendiur umframt. Utbugvingar í hinum Norðanlondunum verða góðkendar, hóast hesar út- búgvingar finnast Í Danmark. Til útbúgvingar uttan- fyri Norðanlond ber bert til at fáa stuðul, um hesar útbúgvingar ikki eru í Danmark. Umsóknir um stuðul til útbúgving í útlandinum verða allar sendar til S.U Undir ávísum umsteð- um kunnu lesandi við ein danskan útbúgvingar- stovn, sum í stytri tíð ætla sær at lesa í útlandinum, fáa S.U. stuðul. Umsóknir um hetta verða sendar til stipendienevndina í tí lærustovni, sum ein gongur á í Danmark. Ynskjast fleiri upplýs- ingar um hesi viðurskifti, fáast teir við at venda sær til: Statens Uddannelses- stette, Danavej 30, 1910 København V. telf. 01- 214666. Pengar frá skotahjålp til foroying i Asia Umleið helvtin av teimum pengunum, sum kemur inn fyri hjálpararbeiðið hjá KFUM-skótunum Feroyum, fer til Óluvu Laksá í Bangladesh. Hon arbeiðir fyri Santalmissiónina, sum er ein fólka- kirkjuligur felagsskapur. Hann hevur 23 fólk í missións- og hjálpararbeiðinum í £ India, Bangladesh og Nepal. Í býnum Rajshahi í Bangladesh var í 1978 sett á stovn eitt skúla- heim fyri gentur. Leiðari á skúlaheiminum er Óluva Laksá, sum hevur virkað sum trúboðari í Santal- missiónini síðani 1966, ell árini i Bangladesh. Oluva Lakså hevur læraraút- búgving, og er fødd og uppvaksin á Hellunum. Í bygdaskúlanum i Bangladesh kunnu bernini einans ganga frá 1.—5. skúlaár, og tað eru tey fægstu, ið hava ráð at senda bern í skúla langt burtur frá heiminum. Skúlaheimið er soleiðis einasti meguleiki santal- genturnar hava fyri at fáa eina útbúgving. | Rajshahi, har Oluve er leidari, er ein kristin mill- umskúli 6.—9. skúlaár) og har er eisini meguleiki at fáa útbúgving sum sjúkra- systur ella lærari. Á skúlaheiminum er eisini frálæra í kristni- kunnleika og ymiskum hondarbeiði, sum annars ikki er vanligt millum kvinnur í Bangladesh. Gentuskúlaheimið hev- ur pláss fyri 50 gentum. Skótahjálpin, sum KFUM-skótarnir skipa fyri, verður í døgunum frá 19.—24. september. Eg havi altið ljós á súkkluni INDIEN „ tAO Víentiarie N g AN SYDVIETNA! ! CAMBO | Såigon uar % INDISKE ; oe vera Sérafak oERAN — MALAYSIA Så SINGAPO Tu 1 g ” INDONESIEN I Bangladesh búgva uml. 100 mill. fólk, og er tað land í heiminum, sum hevur flest íbúgvar í mun til steddina á landinum. Fólkatalið ekist við uml. 3 mill. um árið. Uml. helvtin er undir 15 ár. Uml. helvtin av arbeiðandi fólkinum arbeiða í landbúnaðinum, 15% innan ídnað og handil. og uml. 30% eru uttan arbeiði. Uml. 80% av fólkinum eru muslimar, 18% eru hinduar og uml. 0,25% (uml. 225.000) eru kristin. Minst 3/4 av fólkinum i Bangladesh duga hverki at lesa ella at skriva. Nógv bern koma ongantíð í skúla. —————p…—…|/