Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

' Mótmælti | at mál mangl- aði á dags- skránni | | | | | | | | Í - — Eg mótmælti harðliga, at málið um Saltseluna ikki er á skránni, segði Dánjal Larsen, býráðslim- ur fyri Uttanflokkalistan, tá býráðsfundurin varð settur hóskveldið. Hann upplýsti, at havnanevndin viðgjerdi málið mikudagin í sein- astu viku, og at málið var komið niðan á býráðið seinasta hósdag. Tá býráðslimir fingu skránna fyrst í vikuni, segði Dánjal Larsen seg hava gjert vart við seg týsdagin, tí eitt mál manglaði á skránni. Hann vísti á, at ofta hendir tað seg, at eitt upp- ískoyti kemur til skránna, tá nevndir halda fund í somu viku sum býráðs- fundur er. Mikudagin — dagin fyri býráðsfundin — hevði hann kravt málið fyri fundin. Men tað var kort- ini ikki komið á skránna. — Eg helt annars, at tað var ein sjálvfylgja, at málið fór at koma á skránna, og eg mótmælti, at málið ikki er komið við, segði formaðurin í havna- nevndini. Býráðsformaðurin, Poul Michelsen, hevði onga við- merking. jo-mo Bræv ikki millum brøvini A skrånni til nær um hvønn býráðsfund i Havn er fyrst eitt punkt, ið kall- ast »Mål beind i nevndir«. Frammanundan hava býráðslimir fingið ein lista yvir ell mál, og ofta brev og áheitanir, ið er komið til býráðið. Á listanum er tilskilað í hverja nevnd málið er beint. Býráðs- limir hava tá hevi at gera vart við seg, um okkurt mál heldur átti at verið farið í onkra aðra nevnd. Men hóskveldið fanst Leivur Johannesen, by- ráðslimur fyri Javnaðar- flokkin, at, at eitt bræv slettis ikki var á listanum. Tá hann ikki fekk nakað svar, visti hann á, at talan er um eitt bræv frá Poul Michelsen, býráðsfor- manni, ið longu hevur verið í figgjarnevndini, og Innlatingartíðir fyri viðgjert har. — Men brævið er ikki uppfert sum mál nakra- staðni, tí biði eg um eina frágreiðing frá býráðsfor- manninum, segði Leivur Johannesen. Poul Michelsen svaraði, at forkláringin liggur í sjálvum sær, og at tað var fyrsta málið á dags- skránni tað snúði seg um. Málið kallast: >Skriv frá býráðsformanninum til Tórshavnar byråd um røktarheimsbygging«. Tad var ikki å ti fyrstu skrånni til byrådsfundin, men å eini nyggjari skrå, id var gjørd til fundin, var tað við. Fíggjarnevndin hevði viðgjert tað týs- kveldið jo-mo lýsingar Smærri lýsingar mugu vera blaðnum í hendi í seinasta lagi kl. 12 dagin fyri blaðið kemur út. Størri lýsingar kl 9. Um íkki ber til at koma til at lata okkum lýsingina til ásettu tíðina, kann avtala gerast um tað Tíðindablaðið SOSIALURIN Postsmoga 76 — tif. 11820 3800 Argir Á ————w=wwwwwi SUÐURSÍÐA 18200 Tekning av røktarheimsbygningunum, soleidis sum arkitekturin kundi hugsa sær teir Byrådid setti gomlu røktarheimsnevndina frå Eftir at hava ligið á málinum í hálvt- annað ár er lands- stýrið knappliga raknað við, og hev- ur álagt býráðnum at velja nýggja nevnd — tríggjar av sjey limum, vísti Leivur Johannesen á á býráðsfund- inum. Hann segði, at nú er knappliga vent, og býráðið arbeiðir ikki við málinum, men bert ein partur av býráðnum Tórshavnar býráð valdi á fundi hóskveldið tríggjar limir í eina nevnd, ið skal gera kanningar og koma við tilmæli og uppskoti um bygging av einum røktarheimi = í Suður- streymoy. Saman við teimum trim- um limunum frá býráðn- um í Havn sita umboð fyri hinar kommunurnar í Suðurstreymoy í nevnd- ini, ið telur sjey limir. Býráðið valdi Leiv Johannesen, formann í sosialu nevnd, Inga Mohr og Ronald Poulsen í nevndina Men frammanundan valið avdúkaði orðaskift ið, at býráðið hevur verið rættuliga sundurspjatt í hesum máli Men á býráðsfundinum kundu kortini fleiri bý- ráðslimir ásanna, at málið um eitt rektarheim Suðurstreymoy er nærri eini loysn nú enn nakrantíð áður. Uttan um sosialu nevnd Tá málið kom fyri, upplýsti býráðsfor- maðurin, at hann eftir áheitan frá Sambands- flokkinum, Sjálvstýris- flokkinum, Fólkaflokk- inum og umboði fyri Uttanflokkalistan hevði tikið upp samráðingar við landsstýrið um málið Poul Michelsen segði, at f á fundi hevði hann gjørt landsstýrið varugt við, at gjerdi landsstýrið ikki nakað við málið nú, fór Tórshavnar býráð at taka málið í egnar hendur, tí gongdin í málinum var ikki góð. Men landsstýrið raknaði við. Og av skrivi, ið bý- ráðsformaðurin læs upp, skiltist, at fundur hevur verið millum komm- unurnar í Suðurstreymoy. Málið hevur verið fyri á fíggjarnevndarfundi. Nevndin samtykti at taka undir við uppskotinum og at seta 3,5 mill. kr. á bundna bók. Hesar 3,5 mill. kr. eru settar av á fíggjarætlanini. Landsstýrið ikki latið við seg koma Leivur Johannesen ásann- aði, at meðan hann hevur verið á feriu í Keypmanna- havn, er knappliga vend komið í málið um rektar- heim, uttan at hann hevði hoyrt eitt orð. — Nu er tað ikki býráðið meira, sum hevur arbeitt við málinum, men ein partur av býráðnum. Tað haldi eg vera legið. Og tað er legið, at hetta málið ikki er á listanum millum onnur mál, ið eru beind í nevnd, segði Leivur Johannesen. Hann greiddi frá gongd- ini í málinum: fundur við landsstýrið í februar 82 um málið. Landsstýrið lovaði svar. Men einki svar kom. Fundur hjá bý- ráðsformanninum. Hevdu rykt landsstýrið fyri svar. Men einki. Ein upphædd varð tí sett á fíggjarætlan- ina. Og tá landsstýrið fram- ikki lat við seg koma, samtykti býráðið at lata eitt skitsuprojekt gera, eins og býráðið valdi eina nevnd við m.a. um- boðum fyri áhugabólkin á landssjúkrahúsinum, læk- na, serkent fólk og tríggj- ar býráðslimir. — Eg roknaði tí við, at henda nevndin skuldi ar- beiða við hesum máli, men nú er vent, ásannaði for- maðurin í sosialu nevnd. Hann upplýsti, at skitsuprojektið, ið er gjørt, er sent býráðslim- um, men eingin resktion er komin frå býráðnum,. segði hann. vegis Ov lítil umboðan Leivur Johannesen helt tað somuleiðis vera legið, ta landsstýrið, ið hevur ligið á málinum í meira enn hálvt annað ár, nú knappliga dikterar, at Tórshavnar byråd bert skal velja tríggjar av sjey limum í eina nevnd. Hann vísti á, at Havnin telur umleið 90 prosent av følkatalinum í Suður- streymoy, men at hon bert skal hava tríggjar limir, samstundis sum hon helst skal gjalda einar 9/10 part- ar av teimum 10 prosent- unum, ið er kommunali parturin av byggikostnað- inum. Líkist meira íbúðar- projekti Um skitsuprojektið, ið er gjørt, segði býráðsfor- maðurin, at tað kann ikki brúkast. — Tað líkist meira einum íbúðarprojekti, segði hann, og upplýsti, at steddir og fasilitetir eru ikki lagið. Kortini helt hann, at nevndin kanska kann brúka tilfarið at arbeiða víðari við. Annars upplýsti býráðs- formaðurin, at hann hevði tikið stig at fáa gongd á málið, eftir ein fund saman við sosialu nevnd- ini hjá legtinginum. Á hesum fundi fingu umboð fyri býráðið tilfar og uppskot. Hetta hevði formaðurin í sosialu nevnd ikki koyrt víðari. Tí hevði hann gjert tað. Vit ynskja at loysa málið, segði hann Tveir valbólkar Fleiri býráðslimir tóku orðið. Allir tóku undir við uppskotinum. Petur F. Christiansen boðaði frá, at í samband við valið var Fólkaflokkur- in, Sambandsflokkurin, Sjålvstyrisflokkurin og Finnur Johansen, úr Tjóð- veldisflokkinum, gingnir í valbólk. Uppskotini hjá hesum bólkinum vóru Ronald Poulsen og Finnur Johansen. Síðan boðaði Petur í Gong frá, at Zakarias Wang var komin við i val bóik saman við Uttan- flokkalistanum og Javr- aðarflokkinum. Uppskot- "= ini hjá hesum bólkinum vóru Ingi Mohr, Leivur Johannesen. Hetta kom eitt sindur óvart á tann fyrra valbólk- in, tí tann seinri valbólk- urin hevði sjey limir, meðan tann fyrri hevði seks. Tí varð greitt, at tann seinri valbólkurin fekk tveir limir í nevndina. Petur F. Christiansen boð- aði frá, at uppskotið hjá tí fyrra bólkinum bert var Ronald Poulsen. Áhugabólkurin ikki við Frammanundan vórðu tvey uppskot fallin. Leivur Johannesen skeyt upp, at tann av býráðnum valda nevnd við umboðum fyri áhugabólkin á Lands- sjúkrahúsinum. Tyru Rervig, sjúkrasystur á rektarheimsdeildini, lækn- an, Andor Ellefsen, og býráðslimir helt fram, men fekk tríggjar limir frá hinum kommununum afturat sær. Uppskotið fekk bert tríggjar atkveður, Jákup Sune Jacobsen, Dånjal Larsen og læivur Jo- hannesen. Fyra atkvødur vóru ímóti, Poul Michel- sen, Petur F. Christian- sen, Essa Arge og Ronald Poulsen. Eitt uppskot frá Zaka- riasi Wang um at hækka nevndina upp í nýggju limir, soleiðis at Havnin fekk fimm limir og soleiðis meiriluta, fall eisini. Fýra fyri og fimm ímóti Allir vilja hava heiður Dánjal Larsen mátti ásanna, at nógv er hent í hesum máli, tí onnur (áhugabólkurin- á Lands- sjúkrahúsinum, avvarandi 0.0.) hava strongt á. — Og nú koma summir (byrådslimir), ið hava verið ímóti málinum, krúpandi fram fyri at fáa heiðurin, segði Dánjal Larsen ikki sert speirek- andi. Hann vísti á Svimjihell- ina, tí tá hon var liðug kappaðust menn um at fáa heiðurin, sjálvt teir, ið upprunaliga vóru ímóti. jo-mo