Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 189 - 3. oktober 2002 Nr. 189 - 3. oktober 2002 3 Leygardagin 5. okto- ber kl. 11.30 verður matiné i Havnar kirkju. Hesa ferð við trimum unglinga- bólkum frá Tórs- havnar Musikkskúla MATINÉ Havnar kirkja Floytubólkurin er bólkur við eitt sindur á leið kom- num næmingum, sum hava luttikið við ymisk almenn høvi - eitt nú seinast til handanina av M.A. Jacob- sens virðislønum. Í fram- tíðini er ætlanin, at bólkur- in skal vera meira virkin og spæla til konsertir. Leiðsla: Andrea Heindriksdóttir. Guitarbólkurin Fyri tveimum árum síðani flutti Ólavur Jakobsen, guitaristur til Føroyar, og síðani tá hava guitarnæm- ingar hjá honum luttikið á tí árliga guitarvikuskiftinum og annars spælt konsertir. Føroya Klarinettorkestur er mest etableraði bólkurin. Tey vóru í summar ein væl- eydnaðan konserttúr í Ber- gen. Tað er Peder Riis-Jen- sen, sum setti bólkin sam- an, og er javnan boð eftir teimum at spæla við ymisk høvi. Matiné við trimum unglingabólkum Leygarkvøldið verður Nósa Barna- prix aftur á skránni – hesaferð verður tað 2. innleiðandi umfarið fyri Havn- ina BARNAPRIX Tíðindaskriv Leygakvøldið komandi kl 19 verður 2. innleiðandi umfarið í Nósabarna- prix2002 fyri Havnina. Áhugin er stórur fyri tiltakinum, og er aftur fullteknað til hetta umfar- ið, sum verður í Badmin- tonhøllini, og sum vant eru tað tey bæði, Angela og Baby James, sum eru frásøgufólk. Seinni verður so vinn- arin kosin, sum skal vera við í stóru finaluni tann 9. november í høllini á Kambsdali. Fyrireikarar- nir hava tosað við nøkur av børnunum, sum skulu á pallin leygarkvøldið, og tey siga seg verða sera spent. Summi av teimum hava vant leingi saman við dansigentum og kór- sangarum, og tey siga, at tey vilja geva áskoðara- fjøldini eitt »show«, sum tey ikki hava sæð áður. DANSUR Tíðindaskriv Leygarkvøldið 5. oktoner kl. 23 verður eitt stórt DJ- Show í Badmintonhøllini. – Skal eitt tílíkt tiltak verða fullkomið, má man hava ein góðan DJ. Og sjálvandi er tað Mr. Dj- COOL »himself«, sum kemur at standa fyri tón- leikinum, siga fyrireikar- arnir. Hann er sera kendur um alt landið fyri at kunna seta lív í, so ney- van má tað vera øðrvísi hesaferð. Fyrireikararnir siga, at bussar koyra úr Eystur- oynni í sambandi við til- takið. Barnaprix í Havn leygarkvøldið DJ Show í Badmintonhøllini í Havn Mikkjal er umbiðin Nýggi gittarspælarin í Kjølum hevur fingið fleiri tilboð um at koma upp í bólkar, men næsta hálva árið ætlar hann at brúka alla sína tónleikaliga orku í Kjølum TÓNLEIKUR Pop.fo Mikkjal Hvannastein telist millum teir bestu gittar- spælararnar her á landi, og síðani hann fór burtur úr gospelbólkinum I AM, hev- ur hann fingið fleiri tilboð um at koma upp í aðrar bólkar. Hann hevur valt at taka av kjansinum í Kjølum, sum ætlar sær at spæla fram til jóla. – Nú ætli eg mær at leggja alla orku í Kjølar næstu mánaðirnar, men eg rokni við, at eg fari í gongd í okkurt annað í februar, um vit ikki framvegis spæla í Kjølum, sigur Mikkjal. Hann er fallin væl til í Kjølum, har hann spælir saman við Signar í Hom- rum, Henning Nicodemus- sen og Jens Tummasi Ness. – Teir eru nakrar framúr góðir, festligir og seriøsir tónleikarar, og saman við teimum havi eg møguleik- an at spæla nakað av tí, sum mær dámar best. Vit spæla sera ymiskan tónleik, og vit hava eisin jammað okkurt stykki, sum eg havi gjørt, sigur Mikkjal. Fyrrverandi politi- ovastin í Klaksvík hevur seinatu dag- arnar verið virkandi løgmaður STARV Heri á Rógvi Onkur skal stýra føroysku skútuni. Til hesa uppgáv- una hava vit landsstýris- menninar, sum hvør sær umsita ein part av landsins áhugamálum. Fíggjarmálini umsitur Karsten Hansen, og tað hevur hann gjørt nú síðani 1998, tá hann fór í farloyvi sum politiovasti í Klaksvík, og legði leiðina til Argir, har hann skuldi stjórnað búskapinum. Seinastu dagarnar hevur hann stjórnað øllum land- inum. Tómligt hevur verið í landsstýrinum. Løgmaður hevur verið í Danmark í sambandi við setanina av Fólkatinginum. Varaløg- maður, Høgni Hoydal, er eisini staddur í Danmark. Eyðun Elttør, sum er næstu í røðini, er farin til Skot- lands. Hetta merkir so, at nýggjur á ovastu rók í Føroyum er 58 ára gamli Karsten Hansen. Glæstritíðin á ovastu rók verður tó stutt, tí bæði løgmaður og varaløgmaður eru skjótt aftur á klettinum og skumpa harvið Karsten av rókini. Sjálvur sigur Karsten skemtandi, at tað einasta, hann higartil hevur merkt til starvið, er, at hann skuldi á fjall týsdagin, men kundi ikki fara orsakað av arbeið- inum. Karsten virkandi løgmaður Karsten Hansen hevur seinastu dagarnar verið virkandi løgmaður í Føroyum C M Y K 3 2 styttri veg til fullkomið úrslit NÝGGJHEIT Lady Once 4,5 ltr. Lady Once dekkar fyrstu ferð Nýggj superdekkandi, kann vaskast og matt máling, ið dekkar fyrstu ferð. Gevur tað besta úrslitið Vegl. prísur 699,- Lady Vegg 10 4,5 ltr. Frálíka gott dekkievni og hefti. Lætt at arbeiða við, tornar skjótt og gevur eitt flott úrslit Vegl. prísur 569,- Lady Vegg 25 4,5 ltr. Frálíka gott dekkievni og hefti. Lætt at arbeiða við, tornar skjótt og gevur eitt flott úrslit, sera lætt at vaska Vegl. prísur 629,- Lady Interiør 1 ltr. Hálvblonk træ- og jarnmáling, ið gevur flatu, sum um hon var sproytumálað Vegl. prísur 229,- SPAR 100,- Vegl. kampagnuprísur NÚ 599,- SPAR 100,- Vegl. kampagnuprísur NÚ 469,- SPAR 100,- Vegl. kampagnuprísur NÚ 529,- SPAR 30,- Vegl. kampagnuprísur NÚ 199,- Konsulenttænasta - ring og fá góð ráð ókeypis Kom inn og fá tað nýggja "Farver & Ideer" www.profa.dk Profa á Hálsi á Tvøroyri í Saltangará tlf. 319220 371081 449149 Profa heuvr nú eina spennandi nýggjheit til tey, sum hava ringt við at taka seg saman til at mála! Lady Once er ein nýggj máling, sum inniheldur 40% fleiri litevnir (pigment) enn vanligt. Tí er bert neyðugt at mála veggin eina ferð uttan at tað gongur út yvir úrslitið, sigur Profa. Málingin hevur ein kremuttan tættleika, og ein serlig málirulla verður nýtt til at smyrja uppá við. Sjálvt um málingin hevur ein mattan glans, tolir hon at veggurin verður turkaður við einum vátum klúti, uttan at liturin fer av. Tað er nú freistandi at skifta lit á vegginum, tá hetta er so lætt við Lady Once, siga tey hjá Profa. Tað nýggja, vakra Lady Once-litkorti ger í hvussu so er sítt til at freista við ikki minni enn 64 vælvaldum, bleytum, ljósum mótalitum. Kortið fæst ókeypis í Profa-handlinum.