Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 189 - 3. oktober 2002 Nr. 189 - 3. oktober 2002 5 Mikladalur er temaði á framsýningini hjá Amariel Norðoy í Galleri Focus, sum letur upp í morgin LISTAFRAMSÝNING Eirikur Lindenskov Í morgin, fríggjadagin 4. oktober, letur Ameriel Norðoy upp listaframsýn- ing í Galerie Focus í Havn. Mikladalur er tema fyri hesi framsýning. Amariel er hugtikin av tí skiftandi ljósinum. Ar- beiðshátturin, hann brúkar er at líkna við radering – Amariel kallar myndirnar »skravumyndir«. – Tá eg sigi, at tað er at líkna við radering, so er tað tí, at eg skravi í plátuna, sum eg máli á. Tá vit tosa um radering, so er tað prent. Men tað er tó ikki í hesum føri, sigur Amariel. Amariel Norðoy hevur serligan alsk til Mikladal, og er javnan í Mikladali, har hann hevur summarhús. Konan, Marianna, er ættað úr Mikladali, tó at familja hennara flutti til Klaks- víkar. Amariel sýnir fram 29 listarverk, harav fýra akva- rellir, sum eru skitsur, hann brúkar til at arbeiða víðari við. Framsýningin við Amari- el Norðoy er tann fjórða í Galleri Focus, sum lat upp fyrr í heyst. Tann fyrsti, ið sýndi fram har var Bárður Jákupsson. Síðani var Eyðun av Reyni og seinast Jóna Rasmussen. Framsýningin hjá Amar- iel Norðoy í Galerie Focus í Gríms Kambans Gøtu 20 í Havn verður frá 4. til 19. oktober og opið er týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18, leygardag kl. 16 til 18. Fernisering er fríggjadag 4. oktober kl. 16 til 18. Mikladalur í fokus í Focus Tey fimm tilboðini, sum komu inn upp á arbeiðið at gera parkeringspláss við flogvøllin, líkjast nógv og liggja øll rímiliga nær at pen- ingajáttanini, sum tøk er SAMFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Fimm tilboð komu inn upp á ger av par- keringsplássi við flog- vøllin. Øll fimm feløgini, sum halda seg til, bjóða sær til at gera arbeiðið í hesum árinum. – Tilboðini líkjast rími- liga nógv og liggja øll rættiliga tætt at samlaðu játtanini, sum er fimm milliónir krónur brutto, sigur Kristian Rasmussen, á Landsverkfrøðingsstovn- inum, sum varðar av ar- beiðinum. Tá er íroknað projektering og eftirlit við arbeiðinum. Hann sigur, at hetta útboðið var eitt í Føroyum heldur óvanligt útboð, við tað at boðið varð út í to- talenterprisu. Tað vil siga, at tað er ikki bara sjálvt arbeiðið, sum skal gerast, men feløgini skuldu lata eitt liðugt projekt inn. Seks feløg vórðu biðin at bjóða upp á projektið, men eitt teirra lat einki boð. Tey fimm, sum boðið hava eru: Arcticon, Byggitec, J. & K. Petersen, M. T. Højgaard (sum er gamla Højgaard & Schultz), og NCC. E. Pihl & Søn , sum eisini varð boðið við, gav einki boð, sigur Kristian Rasmussen. Hann sigur, at tað tykist, sum feløgini høvdu gingið út frá tí samlaðu játtanini, og síðan arbeitt eftir hæli haðani, til komið var fram til endaliga prísin, tey hildu seg kunna gera arbeiðið fyri. Nú verða boðini kannað, sigur Kristian Rasmusen, og so væntar hann, møgu- liga í næstu viku, at kunna lata einum teirra arbeiðið at gera. Enn er kortiini okkurt formelt at fáa upp á pláss, áðrenn farast kann til verka. So sum loyvi frá friðingarmyndugleikum, sigur Kristian Rasmussen. Sumbiar Kommuna hevur fingið eitt fyribilsloyvi at brúka vatnið, sum rennur úr Sumbiartunlinum, til húsarhald og virki í Lopra VATNLEIÐING Edvard Joensen Eftir drúgva viðgerð hevur Sumbiar Kommuna nú fingið loyvi at brúka av tí góða vatninum úr Sum- biartunlinum, sum annars hevur runnið á sjóvgv øll hesi árini, síðan tunnilin varð boraður. Talan er í fyrstu syftu tó bert um eitt fyribilsloyvi, sigur Gunnar Holm Jacob- sen, sum umsitir málið í Vinnumálaráðnum. Sumbiar Kommuna hevur sambært lóg, ið gevur Vinnumálaráðnum heimild til tess, fingið loyvi at binda í frárenslið frá tunlinum til gagnnýtslu í Lopra. Tað er annars langt síðan, sumbingar bóðu um at fáa vatnið til bygdina í Lopra. Men tað hevur drigið óneyðuga leingi út, verður sagt. Vatnið hevur í longri tíð runnið burtur, tí ósemja hevur verið millum lands- myndugleikarnar og eigar- arnar í Lopranshaga um, hvør eigur ognarrættin til vatnið. Hesin tvídráttur er komin í, tí tlan hevur verið um at nýta vatnið í vinnu- ligum høpi. Hagastýrið í Loprans- haga stevndi Vinnumála- stýrinum, sum vann málið í Føroya Rætti. Men málið varð kært til Landsrættin, og er ikki liðugt haðani enn, sigur Gunnar Holm Jacobsen. Og tí er loyvi bara givið fyribils. Í Lopra er fyri ikki so langari tíð síðan komið fiskavirki, sum brúkar rættiliga nógv vatn, og lítið er til frammanundan. Tað hevur so aftur gjørt turk í nógvum húsum í Lopra, og tað ber heldur ikki til. Umframt er so tað, sigur Jacob Vestergaard, borgar- stjóri í Sumbiar Kommunu, at vatnið, sum hevur verið, var ikki tað reinasta heldur, meðan tað í tunlinum er so óalmindiliga gott og reint. Nú kunnu lopransfólk so fyribils gleðast um bæði nógv og gott vatn í kranan- um. Men enn er eingin endalig støða tikin til, um tey sleppa at brúka hetta vatnið eisini í framtíðini. Bíðað verður við at taka ta støðuna, til ein úrskurður er komin frá Landsrættinum. Hava nú loyvi at brúka vatnið Tilboðini líkjast nógv Vatntrot hevur av og á verið í Lopra, síðan fiskavirkið í Ónavík lat upp. Nú er tann trupuleikin loystur við nógvum og góðum vatni úr Sumbiartunlinum. Men loysnin er enn bara fyribils Mynd: Edvard Joensen Fyrsta tilboðini eru gjøgnumgingin, verður farið undir at gera parkeringsplássini oman fyri flogvøllin í Vágum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 5 4 INNANDURASKÓGVAR Ítróttur Á Glyrum Tel. 447399 355300 Vendetta 3 Vendetta 3 Vendetta 3 J Vendetta 3 J std. 31/2-51/2 std. 31/2-51/2 Clima Cool Maze Clima Cool Maze Clima Cool Maze Encompass Encompass Downroar 2 Downroar 2 Stabil 4 Stabil 4 Stabil Stabil 599,95 599,95 399,95 399,95 std. 32-35 std. 32-35 349,95 349,95 299,95 299,95 399,95 399,95 999,95 999,95 1199,95 1199,95 499,95 499,95 TIL TIL BØRN RN TIL TIL BØRN RN TIL TIL BØRN RN