Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 189 - 3. oktober 2002 Nr. 189 - 3. oktober 2002 7 – Tað er nógv at síggja og hoyra hjá Vinnunevndini hjá Løgtinginum, sum nú er farin á upplýsandi ferð til Skotlands VÍÐKAÐUR SJÓNARRINGUR Áki Bertholdsen Tað er ikki á hvørjum sinni, at Vinnunmevndin hjá Løg- tinginum er og ferðast. Men Hendan vikan er eitt undantak, tí nú eru limirnir í Vinnunevndini farnir til Skotlands. So vítt, sum Henrik Old, formaður í vinnunevndini minnist, er hetta bara aðru ferð í lívinum, at vinnu- nevndin er og ferðast. Fyrra ferðin gekk til Noregs fyri fleiri árum í sambandi við oljuvinnuna í Føroyum. – Annars er tað longsta, vit hava verið, ein ferð nið- an á Marinustøðina við Hoyvíkstjørn, sigur Henrik Old. Nú eru fleiri limir í vinnunevndini nýggir og Henrik Old heldur avgjørt, at tað hevur stóran týdning fyri nevndarlimirnar, at teir fáa høvið at víðkað sjónar- ringin og at síggja og hoyra, hvussu onnur skipa seg og, hvussu onnur samfeløg leggja ymisk viðurskifti til rættis og, ikki minst, hvørj- ar royndir, tey hava av yms- um viðurskiftum í øðrum samfeløgum. Á ferðini fara almennu umboðini úr Føroyum at síggja støð og tosað við fólk, sum bæði hava við fiskivinnu, oljuvinnu, alternativar orkukeldur og útjaðaraspurningar at gera, so skráin er rættiliga fjøl- broytt. Millum annað fer Vinnu- nevndin at hyggja at Fiska- marknaðinum í Peterhead og har tey fáa eina frágreið- ing um havnina í býnum og um fiskamarknaðin, ið er ein av teimum heilt stóru í Evropa. Vitjað verður eisini á hjá oljufeløgum, ið hava áhug- að í Føroyum og frá teim- um fer føroyska sendi- nevndin at frætta um virk- semið hjá teimum vestan fyri Hetland og í føroyskum øki og um virksemið í Norðsjónum annars. Hetta heldur formaðurin í vinnunevndini eigur at hava serstakligan áhuga hjá nevndarlimunum í Vinnu- nevndini, nú ein føroysk oljuvinna alsamt nærkast. Vinnunevndin fer eisini at vitja á eini trygdarvenj- ingarstøð og hjá einum felag, ið fæst nógv við alduorku. Henrik Old sigur, at aðra- staðni fáa tey nyttu burturúr alduorkuni og tað eru tey, sum halda, at tað átti eisini at borið til í Føroyum, tí er nakað, vit hava nóg mikið av, er tað alda og streymur. Útjaðararnum til góðar Ein týðandi partur av ferð- ini skal brúkast til at kunna Vinnunevndina um útjað- araspurningar. – Nú eru vit so heppin, at tað er sami landsstýrismað- ur, sum umsitur bæði olju- mál og útjaðaramál og hann verður við á ferðini. À ferðini skulu føroysku gestirnir hoyra um, hvønn sosialan og fíggjarligan týdning, oljuvinnan í Bret- landi hevur havt fyri útjað- aran og, hvørja ávirkan hon hevur havt. – Í mínari verð, er tað sjálvsagt, at ein føroysk oljuvinna skal koma útjað- aranum til góðar, tí í miðj- uni í Føroyum er nóg mikið av virksemi kortini, sigur Henrik Old. Kann ein før- oysk oljuvinna ikki gera umstøðurnar betri kring landið, er spurningurin, hvat er vunnið, sigur Hen- rik Old. Men nevndin fer eisini at hoyra um aðrar útjaðara- spurningar og um, hvørjar royndir, skotar hava av økismenningarpolitikki. Við á ferðini eru allir limirnir í vinnunevndini, uttan Gerhard Lognberg, sum mátti geva avboð. Um- framt teir seks limirnar í Vinnunevndini, verða eisini ymisk fólk úr umsitingini við, eitt nú Kristina Samu- elsen, skrivari hjá nevndini, Eyðun Elttør, landsstýris- maður í olju- og útjaðara- málum, Herálvur Joensen, aðalstjóri í oljumálaráðn- um, John Rajani, føroyskur sendimaður í London og harumframt verður eisini gamli umboðsmaður okk- ara í Aberdeen, Sofus Poulsen, við ein part av ferðini. Stóran týdning at síggja landið við øðrvísi eygum Seinastu árini er játtanin til tey trý sjúkrahúsini hækkað yvir 50 milliónir og Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, vil hava at vita, hvat vit hava fingið fyri pengarnar HEILSUVERKIÐ Áki Bertholdsen Hesi seinastu seks árini er játtanin til tey trý sjúkra- húsini í Føroyum hækkað 52 milliónir. Og nú vil Jógvan við Keldu, løg- tingsmaður fyri fólkaflokk- in í Norðoyggjum, hava at vita, hvat vit hava fingið fyri peningin. Tí hevur hann sett lands- stýrismanninum í heilsu- málum, Bill Justinussen, nakrar spurningar í tingin- um um sjúkrahúsverkið. Teir 10 spurningarnar, hann vil hava landsstýris- mannin at svara, eru hesir: 1. Hvussu síggja bíðilist- arnir út ídag fyri hvørt sjúkrahús sær, sammett við 1997 eftir hækking frá 1997 til 2002? 2. Hvat er kostnaðurin fyri føroyska sjúkrahús- verkið fyri hvønn íbúgva, sammett við hini Norðan- londini? 3. Hvussu stórur er lønar- parturin av hækkanini frá 1997 til 2002 á hvørjum sjúkrahúsi sær? 4. Hvussu stórur partur av lønarhækkanini er farin til fyrisiting, sammett við viðgerðarpartin frá 1997 til 2002? 5. Hvat er orsøkin til, at kostnaðurin fyri at senda sjúklingar til Danmarkar so brádliga er øktur? 6. Er verulig faklig met- ing gjørd av hvørjum sjúkl- ingi sær, tá teir verða sendir til útlendsk sjúkrahús? 7. Er nøkur yvirskipað ætlan viðvíkjandi býtinum fyri tey trý sjúkrahúsini, hvussu karmarnir skulu fyllast út í sambandi við út- byggingarnar? 8. Fyriliggur nøkur rasjonaliserings- og spari- ætlan fyri Landssjúkrahús- ið eftir útbyggingina? Um so er, hvør er hon, og hvat gevur hon í skerjingum og/ella í betri tænastu? 9. Hvussu er viðgerðar- talið økt á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir útbygging- ina? 10. Er nøkur eftirmeting gjørd av, at »ferðandi« læknar koma úr Danmark? Og hvussu verður henda útreiðsla goldin sjúkrahús- verkinum? Bygt út fyri 530 milliónir Jógvan við keldu vísir á, at hesi seinastu árini er sjúkrahúsið í Suðuroy bygt út fyri 120 milliónir og nú verður bygt bæði út og um á Landssjúkrahúsinum fyri einar 350 milliónir í fyrstu syftu. Klaksvíkar Sjúkrahús stendur fyri eini útbygging fyri umleið 80 mió krónur Tilsamans er sostatt talan um útbyggingingar fyri 550 milliónir. Seinastu tíðina hevur verið frammi, at seinastu árini eru útreiðslurnar av at senda sjúklingar á donsk sjúkrahús, helst Ríkis- sjúkrahúsið, nógv vaksnar og eftir stuttari tíð skulu tær verða øktar 40 milliónir krónur upp í 70 milliónir krónur. Fyri at bjarga einum parti av hesum, hevur verið tosað um í staðin at fáa læknar úr útlondum til Landssjúkra- húsið, tí »bíligari er at flyta ein lækna, enn at senda fleiri sjúklingar til Danmarkar«. Men tað hevur eisini ver- ið frammi, at skulu útl- endskir læknar fáast henda- vegin, skal játtanin helst økjast 40 milliónir krónur afturat til høli og tól, ella kanska meiri. Jógvan við Keldu heldur, at tað er ein spurningur, um tað ikki eigur at vera farið eitt sindur varisliga til verka á hesum øki, og heldur eftirmett tær roynd- ir, ið eru gjørdar í sjúkra- húsverkinum, við at fáa læknar til Føroya, og at Løgtingið fekk eina nærri frágreiðing um, hvussu hetta hevur vignast. At enda vísir hann á, hvussu játtanirnar til tey trý sjúkrahúsini hava verið síðani 1997: * +13 mill. krónur av tí at Sjúkrasystraskúlin varð tikin burtur úr rokn- skapinum hjá Landssjúkra- húsinum. Hóast hann veit, at bæði lønir og aðrar útreiðslur eru hækkaðar, heldur Jógvan við Keldu, at tað kundi ver- ið áhugavert at fingið at vita, hvat meira vit hava fingið burtur úr hesum hækkingum, um fram- leiðslan er økt, um bíðilist- arnir eru skerdir, ellaum tænastan er vorðin betri. Vil hava at vita hvat vit fáa fyri pengarnar – Tað hevur stóran týdning, at limirnir í vinnunevndini fáa høvið at víðkað sjónarringin, heldur Henrik Old, formaður 1997 2002 Hækking mió. kr. mió kr. mió kr. Landssjúkrahúsið 213 243 + 13* 43 Klaksvíkar Sjúkrahús 37 42 5 Suðuroyar Sjúkrahús 27 32 5 Útreiðslurnar til sjúkrahúsverkið eru ógvuliga nógv hækkaðar seinastu árini og nú vil løgtingsmaðurin, Jógvan við Keldu, hava at vita, hvat vit hava fingið fyri peningin Umfatandi broytingar í Prix Føroyar kappingini Fyri fimtu ferð verður Prix Føroyar kapp- ingin á skránni. Tað er Norðurlandahúsið, sum saman við FUT og Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum skip- ar fyri. Hesuferð eru umfatandi broytingar gjørdar. Millum ann- að verða øll innleið- andi umførini í Ment- anarhúsinum í Fugla- firði TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Prix Føroyar, sum er Før- oya størsta tónleikakapp- ing, verður aftur á skránni í 2003. Hetta er fimta ferðin skipað verður fyri landsins størstu tónleikakapping. Norðurlandahúsið skipar fyri saman við FUT – Før- oya Undirhaldstónleikara- felag – og Mentanarhúsi- num í Fuglafirði. Umfatandi broytingar eru gjørdar í kappingini í ár. Ein broyting er, at øll tey innleiðandi umførini verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. – Mentanarhúsið í Fugla- firði egnar seg stak væl til pop/rock tónleik, og tað hevur verið stórur tørvur á einum slíkum húsið her í Føroyum. Tí hava vit valt at leggja øll tey innleiðandi umførini har. Tónleikarar hava áður havt trupuleikar við, at kring landið hava teir ofta verið noyddir til at fara út við ljóðførunum, og tá tey so koma inn aftur, so hava tey ljóða falskt. Hes- um sleppa vit nú undan, sigur Fróði Vestergaard, sum er ein av fyriskiparun- um av Prix Føroyar. Fyri at tað ikki skal ger- ast dýrari hjá teimum, ið ikki búgva á miðstaðarøki- num at sleppa til Prix Før- oyar, verður í løtuni arbeitt við eini avtalu við Strand- ferðsluna um avsláttur til tey, ið ætla sær til Fugla- firðar. 30 bólkar Ein onnur broyting hesu- ferð er, at bert 30 bólkar sleppa við. – Áhugin fyri kappingini er vaksin ár fyri ár, og tað vísir seg at vera ein trupul- leiki. 10 bólkar kunnu ikki spæla eitt kvøld, tí tað er alt ov nógv, vísir Fróði Vester- gaard á. Fimm innleiðandi umfør verða, har bara nummar eitt sleppur víðari. Fyri at geva nummar tvey ein møgu- leika afturat, so verður enn eitt umfar við bólkunum, sum gerast nummar tvey, har tann besti av teimum sleppur víðari. Sostatt verða seks bólkar í finaluni í mun til átta, sum tað var áðrenn. Sum undanfarin ár, so verður sjálv finalan í Norð- urlandahúsinum. Hon verð- ur, eisini eins og áður, send beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi. Fyrireikararnir hava hesuferð gjørt av, at hvør tónleikari kann bara vera við í einum bólki. – Ein tónleikari kann ikki vera seriøst við í meira enn einum bólki. Serliga ikki, tá tað er á amatør støði. Tí hava vit gjørt av, at hvør tónleikari bara kann vera við í einum bólki, sigur Fróði Vestergaard. Eisini er gjørt av, at alt tilfarið, ið spælt verður skal verða nýtt. Onki av tilfari- num skal vera spælt áður. Væntað verður, at Menta- málaráðið letur høvuðs- vinningin, sum helst verður peningur til upptøkur. Men hetta er ikki rættiliga komið upp á pláss enn. Fyrireikararnir hava longu fingið avtalu um av- sláttur í lag við Atlantic Airways. Á henda hátt verður møguligt at bjóða lyklapersónum uttanlanda frá til finaluna, og eisini prix-luttarkarar, ið búgva uttanlands fáa avsláttur við Atlantic Airways. Fyrsta Prix Føroyar um- farið fer av bakkastokki tann 25. januar 2003. Til- meldingarfreistin er tann 3. januar 2003 klokkan 18.00. Harafturat skal ein live- upptøka verða Norður- landahúsinum í hendi í seinasta lagi 10. januar klokkan 18.00. Hesar verða nýttar fyri at styrkimeta bólkarnar. Finalan verður í Norðurlandahúsinum tann 26. apríl 2003. Norðurlandahúsið rundar tey tjúgu 8. mei 2003 fyllir Norðurlandahúsið í Føroyum 20 ár. Hetta verður hátíðarhildið gjøgnum allan vetur og nógv fjølbroytt er á skránni FØÐINGARDAGUR Ingrid Bjarnastein Norðurlandahúsið fyllir komandi vár 20 ár, og hetta verður hátíðarhildið ígjøgn- um allan veturin, har nógv spennandi tiltøk eru á skránni. Á tíðindafundi miku- morgunin bjóðaði Karin Kjølbro, formaður í stýri- num fyri Norðurlandahús- ið, vælkomin. Hon greiddi frá nøkrum av teimum mongu stóru tiltøkunum, sum hava verið á skránni hjá Norðurlandahúsinum tey seinastu 20 árini. Eisini gjørdi hon greitt, at Norð- urlandahúsið í Føroyum er tað norðurlandahúsið í Skandinavia, sum hevur flest vitjanir um árið. Eins nógvar vitjanir og tað eru fólk, og hetta er sjálvsagt at gleðast um. Í vetur hava Orfeus og Klipp nógv spennandi á skránni. Fram til mei mán- aða skipar Orfeus fyri seks ymiskum konsertum. Tann fyrsta verður longu um minni enn eina viku, miku- dagin 9. oktober, í Norður- landahúsinum. Tá faraa Maria Malmsten Steinkopf, messosopran og Einar Steinkopf, gittarleikari á pallin. Skráin hjá teimum inniheldur millum annað klassisk løg fyri rødd og gittara og renessannsutón- leik. Henda konsertin verð- ur eisini at hoyra í Stóra Pakkhúsi í Vági sunnudag- in 13. oktober. Umframt hesa konsertina verða ymsar aðrar konsertir eisini í november, februar, mars, apríl og mei. Her er talan um Aldubáruna, solo- klaverspæl, floytutónleik og violin. Allar konsertir- nar verða í Norðurlanda- húsinum, og harafturat verður eisini spælt á einum øðrum plássi í landinum. Filmar Klipp – filmsfelagið í Norðurlandahúsinum – vís- ir sjey filmir fram til apríl mánaða í ár. Aftur í ár røkka filmirnir víða. Fyrsti filmurin er ein danskur filmur, sum eitur »Smærri óhapp«, og hann verður vístur mánadagin 7. oktob- er. Umframt at hava norður- lendskar filmar sýnir Klipp í Vetur ein film úr Taiwan og ein film úr India. Birgir Kruse vissar um, at hesir báðir asiatisku filmarnir eru eksotiskir og skipað verður eisini fyri serligum tiltaki í sambandi við indiska filmin. Indiski filmurin, ið ber heitið La- gaan, er heili 224 minuttir til longdar. Men tá hesin filmur verður vístur tann 2. desember, verður skipað fyri einum indiskum kvøld- ið. Í steðginum verður borðreitt við indiskum mati, so áskoðarin veruliga kann liva seg inn í indisku mentanina. Harumframt verða filmir bæði úr Noregi, Íslandi, Svøríki, Danmark og Fin- landi. Um mánaðarskifti jan- uar-februar 2003 verður skipað fyri stórari ung- dómsmentarstevnu. Her er ætlanin, at ung í øllum Før- oyum, sum fáast við eitt- hvørt listarligt virksemi, savnast og fáa høvi at vísa, hvat tað er, tey fáast við. Á stevnuni verða fram- førslur, listaframsýningar, filmur, skriving, sjónleikur og so framvegis. Eisini verður sjónleikur fyri ung við serligum tørvi. Hetta fyri at gera greitt, at øll ung kunnu verða við. Seinast á skránni, Norð- urlandahúsið legði fram í gjár, var so Prix Føroyar, sum er at lesa um aðra- staðni í blaðnum. Sjálvan føðingardagin, tann 8. mei, verður skipað fyri serligum hátíðarhaldið. Hvat tað verður, er ikki endaliga avgjørt enn. Umfatandi broytingar eru gjørdar í Prix Føroyar kappingini í ár. Millum annað sleppur hvør tónleikari bara at vera við í einum bólki Mynd: Jens Kr. Vang Norðurlandahúsið rundar komandi vár tey 20. Hetta verður hátíðarhildið ígjøgnum allan vetur við ymsum tiltøkum. Helga Hjørvar legði í gjár skránna fram saman við øðrum arbeiðsfólkum í Norðurlandahúsinum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6