hósdagur 3. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 189 - 3. oktober 2002
Nr. 189 - 3. oktober 2002
9
Marjun Gaardbo,
bygdaráðsformaður,
segði, at tá ið tann
fyrsti Stapin kom, var
eitt flakavirki í bygd-
ini, sum keypti fisk frá
skipunum.
- Í dag hava vit fleiri
virkir og uppboðssølu,
har einum og hvørjum
stendur frítt at keypa.
Fiskur verður nú
koyrdur av Toftum og
út til meginpartin av
landinum
MÓTTØKA
Orð og myndir: Vilmund
Jacobsen
Nógv fólk var samankomið
á
bryggjun
niðanfyri
Kassamiðstøðina á Toftum
um 18-tíðina týskvøldið, tá
ið nýggja línuskipið hjá
toftamonnum, Stapin, legði
til bryggju. Skipið fekk
eina stórfingnað móttøku
við bæði sangi og røðum,
sum settu dám á hesa løtu
nú um heystjavndøgur.
Børnini hildu seg heldur
ikki aftur, men vóru nógv í
tali og bíðaðu saman við
teimum vaksnu spent eftir
at sleppa umborð at síggja
stásiliga skipið.
Bygdaráðsformaðurin í
Nes kommunu, Marjun
Gaardbo,
ynskti
vegna
kommununa skipinum væl-
komnum til bygdina.
Hon segði, at í ár eru 33
ár liðin, síðan gamli Stapin,
sum hin fyrsti við hesum
navn, kom til bygdina.
- Hetta skip hevur øll hesi
árini verið við til at myndað
okkara línuskipaflota, sum
í dag man teljast millum
teir frægastu í landinum.
Hon legði dent á, at uttan
skipaflotan og tey ar-
beiðsfólk, sum hava tilknýti
til fiskivinnuna, bæði á
sjógvi og landi, var Nes
kommuna neyvan tað, hon
er í dag.
- Hetta er ein kommuna í
menning, sum telist millum
fremstu fiskivinnubygdir í
landinum, bæði hvat við-
víkur tali av fiskiførum,
stórum og smáum og ym-
iskum veiðihættum, eitt nú
útróðrarbátum, línubátum
og trolbátum. Sama er gald-
andi á landi við fiskavirkj-
um og øðrum virkjum.
Marjun segði, at við
skipum, virkjum og øðrum
arbeiðsplássum í kommun-
uni, kann sigast, at her er
arbeiði til allar hendur.
Áræði og dirvi
- Tá ið vit nú standa her á
bryggjuni og taka ímóti
nýggja Stapanum, gleðast
vit yvir, at menninir aftan
fyri P/F Regn, ið eiga skip-
ið, hava áræði og dirvi at
fáa til vega eitt størri og
meira tíðarhóskandi skip
fyri gamla Stapan.
Bygdaráðsformaðurin
vísti á, at tá ið tann fyrsti
Stapin kom, var eitt flaka-
virki í bygdini, sum keypti
fisk frá skipunum.
- Í dag hava vit fleiri virk-
ir og uppboðssølu, har
einum og hvørjum stendur
frítt at keypa. Fiskur verður
nú koyrdur av Toftum og út
til meginpartin av landin-
um. Vit gleðast yvir ta
menning, sum hevur verið,
bæði á sjógvi og landi.
At enda ynskti Marjun
Gaardbo P/F Regn hjarta-
liga tillukku og góða eydnu
við nýggja Stapanum.
- Tað er okkara vón, at
hann, sum øllum valdar,
heldur hond sína yvir skipi
og manning, segði bygda-
ráðsformaðurin.
Bjóðaði umborð
Eftir at ein sangur varð
sungin aftrat á bryggjuni,
segði Anfinn Olsen, reiðari,
nøkur fá orð.
Hann takkaði fyri stór-
fingnu móttøkuna, sum
skipið hevði fingið og vísti
á, at hetta var eitt størri og
dýrari skip enn gamli Stap-
in. Men við tí fiskiskapi,
sum verið hevur og teimum
prísum, sum fáast fyri
fiskin - umframt tí góða og
raska fólki, sum hevur tænt
reiðarínum so væl , vónaði
hann, at raksturin av skipin-
um fer at hanga saman.
Anfinn Olsen segði, at
øll vóru vælkomin umborð
at síggja skipið, tá ið mót-
tøkan var liðug, men legði
eina við, at fólk turkaðu
sær væl um føturnar, tá ið
tey stigu inn í tey betru
rúmini umborð.
Hetta seinasta lýsir, at
hugburðurin seinastu árini
er nógv broyttur, og at
reiðaríini gera meira burtur
úr í dag, at manningar-
viðurskiftini eru góð og
tíðarhóskandi.
Tá ið reiðarin enn eina-
ferð hevði takkað fyri
móttøkuna, tusti hópur av
børnum umborð og aftaná
teimum tey vaksnu, sum
sjálvsagt eisini vildu síggja
nýggjasta
línuskipið
í
bygdini.
Nýggi
Stapin fekk
stórfingna
móttøku
Julius var ein teirra, sum tók ímóti nýggja Stapanum
týskvøldið. Navnið, Gandi, á skipssíðuni, verður broytt til
Stapin
Nýggi Stapin hevur júst lagt til bryggju á Toftum, og nógv fólk eru á veg at taka ímóti
Reiðarin, Anfinn Olsen, takkaði fyri stórfingnu móttøkuna,
sum nýggi Stapin hevði fingið
- Vit gleðast yvir, at menninir aftanfyri P/F Regn hava áræði
og dirvi at fáa sær størri og meira tíðarhóskandi skip fyri
gamla Stapan, segði bygdaráðsformaðurin, Marjun Gaardbo.
Andstøðan heldur lítið
um uppskotið til
fíggjarlóg fyri næsta ár
og skýrir uppskotið at
vera órealistiskt. Fleiri
útreiðslur eru als ikki
tiknar við í uppskotið,
og tí verður stórt hall á
fíggjarlógini, tá saman
um kemur, siga Sam-
bandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin,
sum als einki álit hava
á, at landsstýrið
megnar at spara tær 50
milliónirnar, sum
skulu veitast í skatta-
lætta næsta ár. Skal
skatturin niður næsta
ár, verður tað við
pengum úr Lands-
bankanum, eru
flokkarnir samdir um
FÍGGJARLÓG
Jón Brian Hvidtfeldt
Fíggjarlógaruppskotið hjá
Karsten Hansen fær kald-
liga móttøku í andstøðuni.
Fíggjarlógaruppskotið,
sum vísir eitt avlop uppá
150
milliónir
krónur,
áðrenn 148 milliónir eru
goldnar í avdráttum uppá
lánið úr danska ríkiskass-
anum, fer ikki at halda, og
tí verður stórt undirskot á
fíggjarlógini, tá avtornar,
eru Sambandsflokkurin og
Javnaðarflokkurin samdir
um.
Alfred Olsen, næstfor-
maður í Sambandsflokk-
inum, vísir harumframt á,
at inntøkurnar á fíggjar-
lógini eru mettar ov høgt.
- Tað eru fleiri tekin í
høvuðsvinnuni, sum benda
á, at vøksturin er við at
steðga, og tí meti eg, at inn-
tøkurnar eru mettar ov
høgt, sigur Alfred Olsen.
Hann leggur afturat, at
hóast inntøkurnar vaksa, av
tí at lønirnar sum heild eru
farnar upp, so kann vænt-
ast, at samlaðu inntøkurnar
frá høvuðsvinnuni fara at
lækka næsta ár. Tí mælir
hann til, at sama tal varð
sett á inntøkurnar næsta ár,
sum í ár.
Vilhelm Johannesen úr
Javnaðarflokkinum, sum
eisini er næstformaður í
Fíggjarnevndini, er tó ikki
heilt samdur við hesum.
Hann metir, at inntøkurnar,
sum eru settar í fíggjar-
lógaruppskotið, helst eru á
eini leið, kemur einki óvart
á. Heldur eru tað útreiðsl-
urnar, sum eru settar alt ov
lágt, vísir Vilhelm Johanne-
sen á.
- Samgongan hevur sett
sær fyri at fremja fleiri
yvirtøkur í næstum, men
ikki ein króna er sett av til
endamálið. Samtíðis sum
landsstýrið ætlar at yvir-
taka fólkakirkjuna, løg-
reglu, lógarmál osv. verður
als ikki lagt upp fyri hesum
í fíggjarlógaruppskotinum
fyri næsta ár, sigur Vilhelm
Johannesen.
Báðir andstøðuflokkarnir
vísa á, at hóast tað er rætt
sum landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum førir fram, at
fíggjarlógin
bara
tekur
hædd fyri teimum útreiðsl-
um, sum eru aktuellar í løt-
uni, og tí ikki nøkrum út-
reiðslum, sum væntandi
fara at koma seinni, so átti
kortini at verið lagt upp fyri
hesum útreiðslum. Til døm-
is við at yvirskotið á fíggj-
arlógini í minsta lagi skuldi
verið so stórt, at pengar
vóru til yvirtøkurnar. Men
á fíggjarlógini fyri næsta ár
er yvirskotið, tá avdráttirnir
eru goldnir, bara tvær mill-
iónir, og tí verður neyðugt
við eykajáttanum, skulu
yvirtøkur
fremjast.
Til
dømis verður tað mett at
kosta umleið 13 milliónir,
skal
fólkakirkjan
yvir-
takast.
Bæði Javnaðarflokkurin
og Sambandsflokkurin vísa
á, at í fíggjarlógaruppskot-
inum eru fleiri útreiðslur
als ikki tiknar við.
- Landsstýrið hevur nak-
rar skyldur, sum als ikki eru
tiknar við í fíggjarlógar-
uppskotið. Millum annað
hevur landsstýrið bundið
seg til at gera íløgur fyri
átta milliónir í havnagerð í
Vági, og so seint sum í
marts í ár samtykti løg-
tingið at játta 32,5 milliónir
um árið næstu seks árini til
Norðoyatunnilin.
Hesar
játtanir finnast als ikki í
fíggjarlógaruppskotinum
fyri næsta ár, vísir Alfred
Olsen á. Hann sigur seg tó
hava skilt, at ætlanin er at
finna pengarnar til Norð-
oyatunnilin av pengum,
sum leypa av á játtanum á
fíggjarlógini fyri 2002,
men tó sigur hann seg yvast
í, hvørt meiriluti verður fyri
tí.
Vilhelm Johannsen úr
Javnaðarflokkinum leggur
afturat, at eftir hansara
tykki er alt ov lítið sett av
til samferðsluhavnina í
Suðuroynni, eins og einki
er sett av til tunnilsgerð
millum Øravík og Hov.
Vilhelm Johannsen metir,
at sum heild er alt ov lítið
sett av til samferðsluøkið.
Einki uppskot til
sparingar
Hóast andstøðuflokkarnir
eru samdir um, at yvir-
skotið á fíggjarlógini fyri
næsta ár er alt ov lítið,
samtíðis sum útreiðslurnar
eru mettar alt ov lágt, so
hava teir ikki stórvegis hug
at gera viðmerkingar til,
hvar sparingar eiga at
fremjast. Vilhelm Johanne-
sen vísir á, at tann økta
játtanin til almanna- og
heilsuverkið er neyðug, og
røkkur bara til at vinna
innaftur nakað av tí, sum
økini eru forsømd síðstu
árini. Tí verður trupult, fyri
ikki at siga ómøguligt, nú
at fara at fremja sparingar á
hesum økjum, metir Vil-
helm Johannesen.
Vilhelm Johannesen met-
ir, at sum fíggjarliga støðan
sær út í løtuni, noyðast vit
helst at ásanna, at undirskot
verður á fíggjarlógini næsta
ár. Eftir at hava havt blaðað
ígjøgnum fíggjarlógarupp-
skotið, tó uttan at hava havt
stundir at nærlisið alt upp-
skotið, dugur hann illa at
ímynda sær, hvar sparingar
kunnu fremjast.
Alfred Olsen heldur, at
sparingar eiga at gerast,
men heldur ikki hann dugir
at siga, hvat møguliga eigur
at verða spart burtur á
fíggjarlógini. Tó vísa bæði
Sambandsflokkurin og Jav-
naðarflokkurin á, at al-
menna umsitingin er vaksin
nógv síðstu árini, og har
eigur at bera til at spara
nakað.
Skattalættin verður
goldin úr Lands-
bankanum
Andstøðuflokkarnir
eru
samdir um, at skattalætti
eigur at veitast næsta ár.
Men flokkarnir duga sera
illa at ímynda sær, at
landsstýrismenninir megna
at spara tær 50 milliónirnar,
sum skulu veitast í skatta-
lætta.
- Tað er púra órealistiskt
at ímynda sær, at lands-
stýrismenninir, nú aftan at
teir hava fingið sína játtan í
fíggjarlógaruppskotinum,
skulu hava áhuga í at skerja
sítt egna málsøki, og tí
vænti eg ikki, at nakað upp-
skot um sparingar kemur
frá landsstýrinum í heyst
ella vetur, sigur Alfred
Olsen.
Vilhelm
Johannesen
heldur lítið um mátan,
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum nýtir í samband
við skattalættan, sum sam-
gongan hevur lovað og
skrivað undir uppá.
- Tað er eingin logikkur í,
at landsstýrismaðurin ein
dag játtar nakrar pengar í
einum
fíggjarlógarupp-
skoti, fyri síðan at fara út
aftur og taka pengarnar inn-
aftur við at fremja spar-
ingar – hetta er tann øvugta
mannagongd, sigur Vilhelm
Johannesen. Hann leggur
afturat, at tað er lítið sann-
líkt, at landsstýrismenninir
fara at skerja sína egnu
játtan, nú fíggjarlógarupp-
skotið er lagt fram.
Andstøðan er tí samd um,
at skattalættin, sum skal
veitast næsta ár, verður
goldin av gjaldførinum hjá
landskassanum, tvs. úr tí,
sum stendur í Landsbank-
anum. Báðir flokkar taka
undir við, at neyðugt er at
lækka skattin.
- Er einasti møguleiki
fyri at veita skattalætta at
fara í Landsbankan eftir
pengum, so eiga vit at gera
tað, sigur Alfred Olsen.
Vilhelm Johannesen tek-
ur eisini undir við at veita
skattalætta næsta ár. Hann
er ikki so avgjørdur, hvørt
tað er rætt at fara í Lands-
bankan eftir pengunum,
men vísir í hesum sam-
bandi á, at tað helst verður
neyðugt at fara í Lands-
bankan eftir pengum kort-
ini, tí hall verður á fíggj-
arlógini næsta ár, óansæð
um skattalætti verður veitt-
ur ella ein.
Fíggjarlógaruppskotið
er órealistiskt
- Tað eru fleiri tekin í høvuðsvinnuni, sum benda á, at vøkst-
urin er við at steðga, og tí meti eg, at inntøkurnar eru mettar
ov høgt, sigur Alfred Olsen
- Samgongan hevur sett sær fyri at fremja fleiri yvirtøkur í
næstum, men ikki ein króna er sett av til endamálið. Samtíðis
sum landsstýrið ætlar at yvirtaka fólkakirkjuna, løgreglu,
lógarmál osv. verður als ikki lagt upp fyri hesum í fíggjar-
lógaruppskotinum fyri næsta ár, sigur Vilhelm Johannesen
C
M
Y
K
9
8
v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
grønur, 5 hurðar,
árg. 1996.
89.000
Nissan Almera 1,6 SR
gulur, 3 hurðar,
árg. 1996, 89.000 km.
78.000
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
reyður, 4 hurðar,
árg. 1998, 119.000 km.
110.000
Nissan Primera 1,6 A/C
reyður, 4 hurðar,
árg. 1998, 70.000 km.
125.000
Nissan Primera 2,0 SLX
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 45.000 km.
95.000
Peugeot 306 DT 1,9
bláur, 4 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
90.000
Peugeot 306 Diesel
bráur, 5 hurðar,
árg. 1996, 134.000 km.
78.000
Peugeot 106 Diesel
bláur, 3 hurðar,
árg. 1997, 71.000 km.
65.000
Peugeot 406 ST 2,1 DT
beige, 4 hurðar,
árg. 1997, 136.000 km.
143.000
Peugeot 406 ST 1,9 DT
grønur, 4 hurðar,
árg. 1998, 77.000 km.
145.000
Peugeot 406 ST 2,0 Hdi
vínreyður, 4 hurðar,
árg. 1999, 120.000 km.
164.000
Opel Astra 1,7 DT
brúnur, 4 hurðar,
árg. 1998, 91.000 km.
95.000
Opel Astra 1,7 DT
bláur, 5 hurðar,
árg. 1998, 82.000 km.
78.000
Opel Astra 1,6 16V
bláur, 4 hurðar,
árg. 1999, 30.000 km.
125.000
Opel Astra 1,6
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 60.000 km.
67.000
Opel Astra 1,7 DT
brúnur, 4 hurðar,
árg. 1996.
75.000
Opel Astra 1,7 DT
vínreyður, 5 hurðar,
árg. 1997, 101.000 km.
89.000
Opel Astra 1,6 Club Station Car
reyður, 5 hurðar,
árg. 1996, 98.000 km.
70.000
Opel Astra 1,6 St. Car
bláur, 5 hurðar,
árg. 1993, 116.000 km.
55.000
Opel Astra 1,6
beige, 4 hurðar,
árg. 1997.
78.000