Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 189 - 3. oktober 2002 Nr. 189 - 3. oktober 2002 11 Vit vita av royndum í Føroyum, hvussu óheppið tað kann vera, tá landið letur rakstrarstuðul til vinnulívið. Rakstrarstuðul latin yvir ein kamb er skaðiligur, óansæð, um talan er um 8% endurgjald til skipasmíð ella talan er um kilostudning til flakavinnuna. Man kann siga, at vit føroyingar vóru í rennuni aðru megin vegin, tá almennur studningur var regulin, held- ur enn undantakið í føroyskari vinnu. Hvussu er so nú? Fyriuttan at studningur framvegis verður latin, eitt nú til skipasmíð, so eru framvegis óbetalt lán við landskassaveðhaldi. Gamaní er hetta ikki so nógv, sum fyri 10 árum síðani, men til eru tey. Sitandi samgonga ger nógv fyri at látast verða móti al- mennum stuðuli, men ikki er altíð so góður saman- hangur millum orð og gerðir. Í undanfarna valskeiði var skuld hjá ávísum rækjubátum avskrivað, og var hetta gjørt fyri skattgjaldarans kostnað, uttan at landið, les skattgjaldarin, fekk nakað afturfyri, sum t.d. ávirkan ella partabrøv. Ein rein forering, ið Fólka- flokkurin stóð á odda fyri. At forera landskassans pening fyri einki er ikki rætt, men harvið er ikki sagt, at allur stuðul er av tí ringa. Líka so skeivt, sum tað var konsekvent at lata stuðul til so at siga allar nýíløgur, sum støðan var fyri 20 árum síðani, líka so skeivt er tað, konsekvent at siga nei. Tað kunnu vera feløg ella ætlanir, ið hava so stóran týdning fyri samfelagið, at landið hevur ein egináhuga í fram- haldi. Marknaðurin klárar ikki alt. Hvussu hevði t.d. verið við undirstøðukervinum, um marknaðarkreftir- nar skuldu rátt út í odd og egg? Føroyskir nýliberalistar hava lyndi til at siga nei til allan form fyri almennan stuðul yvir ein kamb. At landið t.d. setir partapening í feløg meta hesir verða skeivt. Er hetta skilagott? Støðan í dag, har man konse- kvent sigur nei til almennan studning, merkir at vit eru farin úr rennuni aðru megin vegin, tá studningur var regulin heldur enn undantakið, í rennuna hinu megin vegin, har studningur konsekvent ikki verður latin. Vit eiga at minnast til, at um landið ikki slóðaði fyri við egnum pengum, so var neyvan nakar sjóvegis ferða- fólkaflutningur á føroyskum hondum í dag. Tað er ikki meiri enn nakrar vikur síðani týska stjórnin bjargaði einum mobiltelefonfelagi undan húsagangi. Amerikanska stjórnin, fyrimyndin hjá føroyskum liberalistum, bjargaði stóra bilframleiðarnum Chrysler fyri nøkrum árum síðani við einum láni, ið seinni var afturgoldið av Chrysler. Flogídnaðurin um allan heim- in dúvar uppá statsveðhald eftir yvirgangsatsóknunum í fjør. Tað er uppá tíðina, at man í Føroyum kann hava eitt fjøltáttað kjak um almennan leiklut, uttan at enda í einum svart hvítum kjaki um konsekvent ja ella konse- kvent nei til studning. Eisini mugu allar studnings- skipanir, ið verða nýttar í dag fram í ljósið. Einki er so ódámligt, sum politikarar og vinnulívsmenn, ið látast verða ímóti studningi, men fegin lata og taka ímóti í allari stillheit. DAGSINS MEINING Sosialurin Studningsdupultmoralur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kristina Háfoss Framsøgufólk Tjóðveldis- floksins í fíggjarmálum Ynskir Sambandsflokkurin at førdur verður ein varligur fíggjarpolitikkur, er neyðugt at hildið verður aftur við útreiðslunum. Ynskir Sambandsflokkurin ein sjálvberandi føroyskan búskap, er neyðugt at gera búskapin óheftan av danska ríkisstuðlinum. Men sein- astu útsagnirnar frá Sam- bandsflokkinum bera hvørki brá av varligum fíggjarpolitikki ella einum ynski um sjálvberandi bú- skap - hvat vil Sambands- flokkurin ? Vil hava fleiri og færri rakstrarútreiðslur Næstformaður Sambands- floksins - Alfred Olsen - gjørdi týsdagin í Útvarpi Føroya greitt, at rakstrar- útreiðslur landsins vóru ov stórar. Samstundis segði hann, at tað var ein van- lukka at ríkisstuðulin varð skerdur, tí tørvur var á m.a. at nýta henda til at økja rakstrarútreiðslurnar. Fleiri íløgur - hóast búskaparstøðu og stórar íløgur Somuleiðis gjørdi næstfor- maðurin greitt, at tørvur var á fleiri íløgum - eitt nú á heilsu- og ellisøkinum. Hesi bæði økini verða rað- fest sera ovarlaga á kom- andi fíggjarlóg, men hóast hetta, metir næstformaður- in, at vit skuldu nýtt ríkis- stuðulin til at gjørt enn fleiri íløgur á hesum økj- um. Hetta samstundis sum stórur mangul er uppá arbeiðsmegi í byggivinnuni og at íløgukarmurin er størri enn áður. Nýta blokkin og spara hann upp ísenn Men tað mest ótrúliga var, at samstundis sum tær 366 mió. kr., sambært næstfor- manninum, skuldu verið nýttar til øktar rakstrarút- reiðslur og fleiri íløgur, ja, so skuldi tær samstundis setast til viks til verri tíðir. Kreativ bókføring neyðug Eisini hevur Sambands- flokkurin gjørt seg til tals- mann fyri, at skerjingin í ríkisstuðulinum skuldi verið nýtt til framtíðar pen- siónsskipan ella niður- gjalding av skuld, men ongin ivi er um, at Sam- bandflokkurin má nýta kreativa bókføring, um tær 366 mió. kr. skuldu verið nýttar bæði til uppsparing, pensiónsskipan, niður- gjalding av skuld, øktar rakstrarútreiðslur og fleiri íløgur v. m. Inntøkurnar á fíggjarlógini kunnu nevn- liga bert nýtast einaferð um árið. Hvat vil Sambands- flokkurin ? Sambandsflokkurin hevur ferð eftir ferð gjørt greitt, at hann vil arbeiða til frama fyri varligum fíggjarpoli- tikki og einum sjálvberandi føroyskum búskapi. Hetta reisir nakrar áhugaverdar spurningar. Skal ríkisstuðulin ikki miðvíst slúsast út úr før- oyska samfelagsbúskapin- um í bestu tíðum - nær skal hetta so henda ? Metir Sambandsflokkur- in at rætt er at økja rakstrar- útreiðslur landsins meira enn tær 182 mió. kr. kom- andi ár (í mun til fíggjar- lógina 2002) - serstakliga tá hugsað verður um, at rakstrarútreiðslur landsins eru øktar við um 800 mió. kr. seinastu 4 árini ? Metir Sambandsflokkur- in ikki, at hægri raðfesting av eldra-, serforsorgar-, heilsu-, útbúgvingar- og granskingarmálum á kom- andi fíggjarlóg eru rættar raðfestingar ? Metir Sambandsflokkur- in tað verða rætt at íløgur verða gjørdar fyri meira enn tær 260 mió. kr. frá almennari síðu - sjálvt um byggivinnan í Føroyum hevur stóran tørv á ar- beiðsmegi og tað almenna harvið er við til at økja prís- og lønarstøðið óneyð- ugt ? Hetta eru bert nakrir av teimum spurningum, ið kundu verið áhugaverdir at fingið svar uppá. Tí møguligt er “ikki bæði at blása og at hava mjøl í munninum”. Ynskir Sam- bandsflokkurin ein sjálv- berandi búskap - eins og samgongan - er neyðugt hjá Sambandsflokkinum eitt nú at taka undir við, at gera føroyska búskapin alsamt meira óheftan av danska ríkisstuðlinum. Hvat vil Sambandsflokkurin? Mourits Mohr Viderø Tvøroyri Vónandi hava ikki øll, sum góvu sína undirskrift, lisið yvirlýsingina ígjøgnum, sum varð prentað í Sosialinum 21. sept. 2002. Minni enn 1% av føroya fólki hava skrivað undir, at ávísar átrúnaðarligar skrift- ir – Bíblian – ikki skulu verða grundarlag undir landsins lógum. Skulu so restin av føroyingum, 99% góðtaka tað? Ikki eg. Bíblian er grundarlagið undir øllum, sum fer fram í kirkjum og samkomum í Føroyum. Eg eri vælvitandi um, at ikki allir føroyingar eru umvendir, frelstir, føddir av nýggjum, ella hvat nú Bíblian kallar tað at vera ein kristin. Men flest allir føroyingar, um teir ikki hava skrivað tað í bløðun- um, ganga inn fyri at tann kristna læran er røtt og at Bíblian er Guðs orð. Vit síggja á listanum av undirskriftum, at nógv kend nøvn eru ímillum, fyri tað mesta menta fólk. Verð- ur ikki sagt at: Kristindóm- ur er mentan? Strangt tikið siga tit at tjóðsangur okkara – Tú al- fagra land mítt – ikki heilt gongur eftir tykkara vild. Triðja vers tosar um frelsufrið, um andans dóp, ið gevur kraft til at bera merkið, sum eyðkennir verkið; Jesusar deyða á krossinum. Og hetta varðveitir Føroyar okkara land. Ynskja tit ikki eisini tað? Alt bygt á Bíbliuna. Gera vit landsins lógir ímóti Guðs orði, kann krossins merki/verki, ikki varðveita Føroyar okkara land. Guðs verju kunnu vit sum land og sum einstak- lingar velja ella vraka. Ávísar átrúnaðarligar skriftir Torfinn Hentze Vegna Javna Allir politisku flokkarnir skrivaðu grein í blaðnum Javni upp undir seinasta løgtingsval. Nógvar góðar hugsanir og ætlanir vóru lýstar í vøkrum orðum og festar á blað. Men nú, ið fólk við menningartarni renna seg í óvæntaðar trupulleikar, tá tey eru í ferð við at seta búgv í ein- um vanligum sethúsum í einum vanligum íbúarøki í landsins høvuðsstaði, hoyr- ist onki til hesar lands- politikararnar, hóast trupul- leikarnir hava verið væl lýstir seinastu tíðina í teimum skrivaðu fjølmiðl- unum, og hóast rættar- trygdin hjá hesum minni mentu borgarunum nú er í váða. Sum fólk flest vita so merkir rættartrygd, at øll fólk verða viðgjørd eins eftir almennum lógum og reglum. Seinasta heyst, tá upp- skotið til fíggjarlóg fyri árið í ár var framlagt, vísti tað seg at ongin játtan var í uppskoti til rakstur av nýggjum bústøðum til borgarar við menningar- tarni, hóast Serstovnadeild- in undir Almannaráðnum hevði eina vælgrundaða umsókn um slíka játtan. Tað eydnaðist tó felagnum Javna við tógvi stríð, at fáa landsins myndugleikar til at viðganga tað órímiliga í at nokta hesi játtan, soleiðis at tá fíggjarlógin fyri árið í ár var endaliga samtykt á Føroya Løgtingi, var pen- ingur játtaður til rakstur av nøkrum nýggjum bústøð- um í sambýlum til fólk við brekinum menningartarni. Øll vóru glað og eisini sera takksom fyri, at hetta við bit og slit eydnaðist um- síðir. Nú ið árið í ár fer at halla, vísir tað seg, at eini sethús í Smærugøtu í høvuðsstaði okkara Tórshavn, sum vóru keypt til sambýli hjá nøkr- um fólkum við menningar- tarni, bert hava 2 fólk búgv- andi í staðin fyri 5, sum annars ætlað, at rakstrar- játtanin á fíggjarlógini m.a. eisini skuldi nýtast til. Orsøkin tykist óvanliga fløkt smb. tað innlit Javni hevur fingið í skjølini í sakini - men orsøkin er, at summir av borgarunum í grannalagnum hava klagað til Tórshavnar Kommunu. Fyrst var tað um, at hesi sethúsini í heila tikið skuldu brúkast til sambýli hjá fólki við menningar- tarni. Tey høvdu ta áskoð- an, at nýtslan av sethúsun- um stríddi ímóti byggisam- tyktini fyri økið. Tey meintu eisini, at teirra egnu hús fóru at missa virði av nýggju menningartarnaðu grannunum. Og endiliga at hetta skapti ótryggleika fyri børn teirra. Hóast hesa klagu hava sethúsini verið nýtt til sambýli hjá hesum 2 fólkunum alt hetta árið. Tíðliga í summar varð farið at tillaga innrætting- ina av sethúsunum, so at tey kundu "útnyttast" betri - soleiðis at 3 fólk afturat kundi búleikast har í sam- býli. Nakrir heilt fáir av somu grannunum klagaðu nú aftur til Tórshavnar Komm- unu, hesuferð um at tillag- ingin av innrættingini í set- húsunum stríðir ímóti byggisamtyktini, sum krev- ur byggiloyvi í slíkum føri. Tórshavnar Kommuna steðgar nú arbeiðinum við at tillaga innrættingina í sethúsunum og hóttir við fútaforboð, um ikki steðgað verður alt fyri eitt. Fyri at kunna halda fram krevur Tórshavnar Kommuna byggiloyvi. Fyri frið skuld verður søkt um hetta byggiloyvið, men á fundi í byggi- og býarskipanarnevnd Tórs- havnar Býráðs fyri á leið 14 døgum síðani, kom byggi- og býarskipanarnevndin til ta niðurstøðu, at sambýlið bert kundi fáa byggiloyvi til tillagingarnar av innrætt- ingini treytað av, at sam- býlið kundi fáa granna- váttan. Hetta vil sambýlið ikki av teirri einfaldu orsøk, at tað ongantíð fyrr, sovítt man hevur kunnað fingið uppspurgt, hevur verið kravt byggiloyvi til broytingar av innrættingini í vanligum sethúsum. Eftir tí, sum avvarðandi b ý r á ð s p o l i t i k a r i r eftirfylgjandi hava úttalað og smb. tey skjøl í sakini, Javni hevur fingið innlit í, eru teir nú eisini farnir at ivast í, um hesi somu sethús í Smærugøtu kunnu verða nýtt til sambýli hjá fólki við menningartarni smb. byggisamtyktini. Soleiðis er nú hetta mál fløkt upp í ein ellibita. Tað sum Javni nú vinar- liga loyvir sær at spyrja avvarðandi landspolitisku myndugleikarnar um er: 1. Kann eitt bygda- ella býráð, hava eina byggi- samtykt, sum kann tulk- ast tann vegin, at menn- ingartarnaðir borgarar ikki fáa loyvi at búgva í vanligum sethúsum í einum vanligum set- húsaøki, tá hesi verða brúkt sum sambýli? 2. Kann eitt eigarafelag ella nakar annar gera reglar, sum kunnu tulk- ast soleiðis, at teir úti- hýsa menningartarnað- um borgarum at seta búgv í sambýlum í vanligum sethúsaøki? 3. Kann eitt bygda- ella býráð praktisera byggi- reglar og seta krøv um byggiloyvi á ein strangari hátt í teimum sethúsunum, har menningartarnaði fólk búgva, enn í teimum sethúsunum, har "vanlig" fólk búgva? 4. Um svarið er ja uppá nakran av hesum trimum spurningunum, er so ikki talan um m i s m u n (diskriminering)? Og brot á grundleggjandi mannarættindi? 5. Um talan er um mismun í nøkrum av hesum førum, hvør myndugleiki hevur so evstu ábyrgdina av at verja hesi fólk móti slíkum mismuni? Og endiliga - hvat ætlar hesin myndugleiki í so fall at gera fyri at forða fyri, at slíkur mismunur nakrantíð kann verða framdur aftur? Hóast Javni ikki er bein- leiðis partur í hesum mál- inum, so umboða vit tey fólk, sum bera brekið menningartarn, t.v.s. teir av okkara borgarum, sum eru allarveikast og ikki kunnu svara fyri seg sjálvan. Javni metir hetta sum eitt sera grundleggjandi ("prin- sipielt") mál, eftirsum tað snýr seg um rættartrygdina hjá hesum okkara veikastu borgarum. Og - einaferð afturat - rættartrygd merkir jú, at man viðgerð øll fólk eins eftir almennum lógum og reglum. Og ikki ger mismun, soleiðis sum Tórs- havnar Býráð eftir okkara bestu sannføring hevur gjørt í hesum málinum. Vónandi fáa vit rætta viðkomandi at svara øllum hesum 5 spurningunum al- ment sum skjótast, soleiðis at vit og øll onnur greitt fáa at vita, hvar fólk við menn- ingartarni eru í okkara rættarskipan. Veraldar dansur Dagur dettur av degi Hin bleiki skuggi mín uggi Heystarvindar blása um hól Summardagur komin og farin Brátt fýkur fúna leyv í garði. Veraldar dansur tykist so menskur Tó skjótt troyttast mannabarn Har manndómur treystliga steig Styðjar oldingin seg við jarðarvegg Deyðakvæðið menskast í kvirruni. Tú eg og øll hini í verð Brátt komin og farin um sýn Dansurin úr jarðarglitur heldur fram Fýkur eins og fon í jarðarvindum. Rituvík: Eyðálvur Kári Nielsen VIÐMERKINGAR Hergeir Nielsen løgtingsmaður Tá økismennigarálitið var framlagt suðuri í Vági fyri 2 árum síðan, góvu allir flokkar á tingi lyftið um at stuðla ætlaða havnalagnum har. Í mars mánaða í ár sam- tykti so eitt nærum samt løgting at gera havn í Vági. Hetta var efti tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum. Í september mánaða sam- tykti aftur eitt samt løgting at játta pening til projek- tering av hesi somu havn í Vági – eisini eftir uppskoti frá sama landsstýrismanni. Løgtingsins vilji kom til sjóndar í eini verklagslóg, sum landsstýrismaðurin hevði fyrireika av eins- listum, og løgtingsins vilji kom aftur til sjóndar seinni, tá sami landsstýrismaður bað um játtan til projek- tering av sínum egna upp- skoti. Eitt løgtingsval lá ímill- um hesar báðar samtyktir. Allir flokkar hava í val- stríðnum erpað sær av tí, og skuldi málið sostatt verið væl tryggjað. Í september mánaða skjóta tveir andstøðumenn upp at avtaka hesa somu løgtingslóg um Vágs havn. Teir halda ikki, at løg- tingsins viljia, so sum hann var staðfestur ikki minni enn tvær ferðir av tveimum løgtingum, vera í nóg góðum hondum. Fyribils úrslitið av hesi uppílegging í gjørdar semj- ur er, at landsstýrismaðurin er lopin frá sínum egna máli og hevur tikið tað av fíggjarlógaruppskotinum. Fyri stuttum royndi hann at selja suðringum ein tunnil millum Øravík og Hov fyri 100 mió.kr. Hesuferð skuldi hann koma í staðin fyri Vágs havn, sum kostar lands- kassanum 16 mió.kr. Fyrru ferð ætlaði hann at selja suðringum Norrønu í staðin fyri nýggja Smyril, og tá skuldu teir fáa sama Øravík Hov - tunnil afturat Norrønu, um teir tóku av tí tilboðnum. Tað ferðina støðgaðu vit landsstýrismanninum, og tað fara vit at gera hesuferð eisini, hvar bæði havnalag og tunnil eru sópaði av borðinum. Andstøðumenninir hava gjørt málinum um Vágs havn óbótaligan skaða. Har vit aðrir hava gingið á naglinum á stórutá fyri at bjarga tí, og hava bjarga tí, royna teir at forkoma tí. Teir koma á ting við ein- um málið, sum er samtykt ikki minni enn tvær ferðir, og billa tinginum inn, at tað sum tingið hevur gjørt, ikki er nóg gott. Harafturat møtir annar teirra upp á tingi við full- fíggjaðari privatari kostn- aðarmeting av einum al- mennum projektið og pro- filerar seg soleiðis, sum um hann eigur havnalagið sjálvur. Samanrenning av privat- um og almennum áhuga- málum, og uppílegging í gjørdar og lógarfestar semjur, hevur so higartil verið nógmikið til, at landsstýrismaðurin er lopin frá síni ætlan við Vágs havn. Aðrar verkætlanir í Suðuroy og kring landið annars liggja fyri framman, og eru hesar allar partur av eini langtíðarætlan, sum vit áløgdu okkum sjálvum at halda, um fíggjarlig ábyrgd annars skuldi ráða. Nú túrurin er komin til Suðuroyar sleppa vit ikki teimum samtyktu málun- um, tá spakin skal setast í tey. Gera vit tað, sleppa vit stavnhaldinum, og eingin fær nakað burturúr nøkr- um. Eftir einari viku hoyra vit úr Vági, at læknin er frá- settur, uppboðssølan stongd, fjørðurin vrakaður og laksavirkið afturlatið. Landsstýrismaðurin skal taka at sær, at hann sleppur ikki at leggja stein oman á byrðu við sínum persónliga stríði móti teimum virðis- skapandi átøkunum so sum at kolldøma fjørðin og strika havnalagið. Tá hevur hann sett seg upp móti løgtingsins vilja, og tað fer at svíða sum svøllir. Landsstýrismaður loypur frá gjørdum avtalum í fíggjarlógaruppskotinum Sambýlið í Smærugøtu einaferð enn Hvør hevur ábyrgdina, tá myndugleiki fremur mismun (diskriminering) móti fólki við menningartarni? C M Y K 11 10