hósdagur 3. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 189 - 3. oktober 2002
Nr. 189 - 3. oktober 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Flutningsmálaráðharrin í
Senegal hevur lagt frá
sær aftan á ferjuvanlukk-
una í síðstu viku, sum
kravdi
næstan
1.000
mannalív. Bara 64 av
teimum 1.034, sum vóru
við ferjuni, vórðu bjarg-
að á lívi.
Ferjan "Le Joola" var
góðkend til 550 ferða-
fólk. Forsetin í Senegal
hevur upplýst, at ferjan
var ikki bygd til at sigla á
víðum
havi.
Kortini
sigldi hon millum tvær
havnir við Atlantshavið,
og á hesari seinastu ferð-
ini vóru næstan tvær
ferðir ov mong ferðafólk
við henni.
Ferjan sakk á 15 favna
dýpi, og mánadagin góv-
ust bjargingarliðini at
leita eftir teimum, sum
við vóru.
Fór frá eftir
ferjuvanlukku
Í Danmark verður javnan
tosað um, at fólk stjala
vørur í handlum, men nú
vísir ein kanning, at í
veruleikanum
stjala
starvsfólkini í handlun-
um meiri enn viðskifta-
fólkini.
Felagið hjá donsku
handlunum vil vera við,
at vørur fyri einar seks
milliardir krónur hvørva
úr handlunum á hvørjum
ári. Sagt verður, at tey,
sum lata handlunum vør-
urnar, snýta ella stjala
fyri 1,2 milliard krónur,
viðskiftafólkini
stjala
fyri 2,3 milliardir, og
starvsfólkini í handlun-
um taka sær vørur til hús
fyri einar 2,5 milliardir
krónur um árið.
Amerikanskar kann-
ingar hava fyrr víst, at
har stjala starvsfólkini í
handlunum umleið ein
triðing av tí, sum hvørvur
úr handlunum. Sambært
donsku kanningini stjala
starvsfólkini í donsku
handlunum meiri venn
teirra amerikansku fe-
lagar.
Starvsfólk stjala illa
Árið í ár er tað heitasta í
Noregi, síðani norðmenn
í 1866 fóru at máta hitan.
Sambært veðurstovuni
hevur meðalhitin higartil
í ár verið 2,2 stig oman
fyri meðalhitan seinastu
136 árini.
Norsku veðurmenninir
siga, at verður veturin
ikki væl kaldari enn van-
ligt, fer hitin í Noregi
helst at seta met í ár.
Orsøkin er tað sera heita
summarið, sum serliga
kom teimum í Trøndelag
og á Vesturlandinum til
góðar. Men eisini í
september var hitin væl
oman fyri tað vanliga
nógvastaðni í Noregi.
Men norðmenn fáa
ikki bara gagn av tí góða
veðrinum. Tað hevur
regnað minni í ár enn
vanligt, og tí er minni
vatn í vatngoymslunum
hjá orkuverkunum enn
onnur ár, og tað fer at
hava við sær, at norð-
menn noyðast at rinda
meiri fyri elorkuna teir
næstu mánaðarnar.
Hitamet í Noregi
Tey, sum í framtíðini
koma
til
USA
við
flogfari úr Iran, Irak,
Libya, Sýrialandi ella
Sudan, skulu kannast, so
skjótt tey hava sett fótin á
amerikanska jørð.
Amerikansku myndug-
leikarnir siga, at tað
nýggja stigið hevur til
endamáls at forða fyri, at
yvirgangsmenn ótarnaðir
skulu sleppa til USA. Tað
hevur ofta víst seg, at
y v i rg a n g s m e n n i n i r
mangan
ferðast
sum
vanlig ferðafólk, uttan at
nakar kann fáa illgruna
um, at teir hava ætlanir
um yvirgang.
Amerikanska avgerðin
hevur møtt harðari mót-
støðu frá arabarum, sum
búgva í USA. Teir vilja
vera við, at avgerðin
leggur allar arabarar og
allar muslimar undir at
vera
yvirgangsmenn.
Myndugleikarnir í Ma-
laysia eru heldur ikki
fegnir um avgerðina. Har
hevur forsætisráðharrin
sagt, at USA roknar nú
allar muslimar sum yvir-
gangsmenn.
Muslimar kannast
Amerikanska stjórnin
er ikki serliga hug-
tikin av, at Irak og ST
eru vorðin samd um
at taka vápnaeftirlitið
uppaftur
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Sambært ST-samráðingar-
manninum Hans Blix og
iraksku samráðingarmonn-
unum kunnu teir fyrstu
vápnaeftirlitsmenninir fara
til Irak um einar fjúrtan
dagar, men hetta er USA
ikki serliga fegið um.
Tvørturímóti var ameri-
kanski uttanríkisráðharrin,
Colin Powell, skjótur at
gera vart við, at eftirlits-
menninir eiga ikki at fara
til Irak enn.
- Vit hava ta áskoðan, at
teir eiga ikki at fara til Irak,
so leingi tær gomlu ST-
samtyktirnar og tann gamla
eftirlitsskipanin eru gald-
andi. Tí eiga teir at bíða, til
teir fáa nýggj boð í einari
nýggjari samtykt í trygd-
arráðnum. Eg eri sann-
førdur um, at ST eigur at
samtykkja nýggjar áset-
ingar og treytir, sum skulu
hava við sær, at vit ikki
koma aftur í somu støðu
um eitt ár, segði ameri-
kanski uttanríkisráðharrin.
USA og Bretland hava
lagt eitt uppskot um eina
nýggja samtykt fyri hinar
føstu limirnar í trygdar-
ráðnum, sum eru Kina,
Russland og Frakland, men
enn hevur eingin teirra
viljað tikið undir við upp-
skotinum, tí tað setur Irak
alt ov harðar treytir, halda
tey.
Sambært tíðindastovuni
Reuter fer amerikanska
uppskotið at hava við sær,
at kanningarnar hjá eftir-
litsmonnunum skulu út-
setast. Irak skal fyrst góð-
taka treytirnar í samtyktini,
og innan 30 dagar skal
landið lata ST eitt fullkom-
ið yvirlit yvir tær verkætl-
anir, sum viðvíkja kjarn-
orkuvápnum, biologiskum
vápnum
og
kemiskum
vápnum. Ikki fyrr enn ST
hevur fingið hetta yvirlitið,
kunnu vápnaeftirlitsmenn-
inir fara til Irak. Skuldi tað
hent, at Irak sýtir fyri at
góðkenna treytirnar ella at
lata ST yvirlitið yvir land-
sins
vápnaverkætlanir,
stendur tað øllum ST-
limalondum frítt at fremja
neyðug tiltøk fyri at endur-
reisa frið og trygd í økin-
um, stendur í amerikanska
uppskotinum.
Irakska stjórnin hevur
longu sagt, at hon góðtekur
tær gomlu samtyktirnar hjá
trygdarráðnum, men at hon
fer ikki at góðtaka nýggjar
og harðari treytir. Stjórnin
hevur eisini gjørt greitt, at
samráðingarnar í Wien um
at taka vápnaeftirlitið upp-
aftur vóru grundaðar á, at
tær gomlu samtyktirnar
verða verandi í gildi.
Forsetaborgirnar
Ein trupulleiki, sum stend-
ur eftir, eru tær átta for-
setaborgirnar hjá Saddam
Hussein.
Amerikanarar
hava kravt, at eftirlits-
menninir skulu sleppa at
kanna borgirnar, men tí
hevur irakska stjórnin víst
aftur. Leiðarin á eftirlits-
monnunum, Hans Blix,
segði aftan á samráðing-
arnar í Wien, at har høvdu
teir als ikki tosað um
borgirnar. Hans Blix vísti
tó á, at í 1998 gjørdi ST-
aðalskrivarin Kofi Annan
eina avtalu við irakar um
tær átta borgirnar, og at
eftirlitið har verður skipað
eftir teirri avtaluni.
Franska stjórnin sigur, at
hon umhugsar at leggja eitt
neyðsemjuuppskot
fyri
trygdarráðið. Jacques Chi-
rac, forseti hevur sagt, at
Frakland er ikki hugað fyri
at taka undir við uppskot-
inum hjá amerikanarum og
bretum. Í Moskva hevur
Vladimir Putin, forseti
sagt, at Russland fer ikki at
geva USA standandi loyvi
til at leypa á Irak, og
kinesiska stjórnin hevur
somu støðu.
Rættiliga óvæntað
slakaði svenski Um-
hvørvisflokkurin fyri
trýsti frá sosialdemo-
kratunum gjáranátt-
ina og gekk við til at
stuðla stjórnini hjá
Gøran Persson
SVØRÍKI
Árni Joensen
Gøran Persson heldur fram
sum svenskur stjórnarleið-
ari. Tað varð greitt gjára-
náttina, tá Umhvørvis-
flokkurin rættiliga óvæntað
slakaði og gekk við til at
atkvøða ímóti misálitis-
uppskotinum, sum tann
borgarligi Fólkaflokkurin
legði fyri ríkisdagin mána-
dagin.
Upprunaliga kravdi Um-
hvørvisflokkurin at fáa
ráðharrasess í stjónrini
aftur fyri at stuðla hana,
men fyrrakvøldið slepti
flokkurin brádliga kravin-
um. Ístaðin fekk flokkurin
tilsøgn um átta ella níggju
ráðgevar á teimum ymsu
ráðstovunum. Hetta var eitt
krav frá flokkinum, sum
vildi hava ávirkan á tey
ymsu málini, áðrenn tey
verða løgd fyri ríkisdagin.
Men tað var ikki tað ein-
asta,
sum
Umhvørvis-
flokkurin fekk burturúr.
Stjórnin hevur bundið seg
til at steðga svenska tosk-
afiskiskapinum í Eystra-
salti frá ársskiftinum fyri at
verja stovnin, hon skal
eggja kommunum til at
avmarka bilferðsluna, og
harafturat skal stjórnin
kanna, hvat kann gerast fyri
at skerja útreiðslurnar til
verjuna.
Talsmaðurin hjá Um-
hvørvisflokkinum,
Peter
Erikson, segði í gjár, at
ávirkan floksins fer at
síggjast aftur í politikkin-
um hjá stjórnini, sum
verður meiri umhvørvis-
vinarligur.
Gøran Persson verður sitandi
USA vil hava eftirlitið útsett
ST-samráðingarleiðarin
Hans Blix og irakski
samráðingarleiðarin Amir Al
Sadi greiða frá semjuni um
at lata vápnaeftirlits-
menninar hjá ST sleppa
aftur til Irak at leita eftir
hópoyðingarvápnum.
Mynd: Reuters
Ávegis verja í Kirkjubø
Nevndin, sum lands-
stýrismaðurin við
mentamálum í fjør
setti at gera eina ætl-
an fyri verju og varð-
veiting av Kirkjubø-
múrinum, hevur latið
landsstýrismanninum
eina ávegis ætlan fyri,
hvussu hetta kann
gerast
MÚRVERJA
Edvard Joensen
Kirkjubø: Múrnevndin er
samd um tað ávegis til-
mæli, hon í gjár lat lands-
stýrismanninum við menta-
málum um verju og varð-
vetiting av Kirkjubømúri-
num. Anliss Bjarkhamar,
landsstýrismaður, takkaði
fyri tilmælið og lovaði at
gera sítt til, at arbeiðið
heldur fram.
Áðrenn hann handaði
landsstýrismanninum til-
mælið, greiddi Petur Zach-
ariasen, formaður í Múr-
nevndini, frá tí, nevndin
hevur gjørt og gjørt av.
Hann segði frá, at ætlanin
er at leggja eina sonevnda
veðurverju yvir múrin.
Hetta er í grundini sama
ætlan, sum løgd varð fram
av
Fornminnissavninum
longu í 1997 við onkrum
smávegis broytingum. Men
ætlanin byggir kortini á
eina tillaging av teirri verk-
lýsingini, segði Petur Zach-
ariassen.
Í fyrsta uppskotinum var
ætlanin at binda veðurverj-
una inn í múrin, meðan
hendan seinna ístaðin fer at
festa verjuna í fundamentið
undir jørð. Fyrireikingarnar
til tað eru longu byrjaðar,
og grivið er út fyri nøkrum
av festunum.
Veðurverjan skal setast
upp til at byrgja fyri regni
og vindi eins og øðrum,
sum virkar við til at bróta
múrin niður.
Í fyrsta umfari verður tó
bert gjørd ein lutvís veður-
verja, segði Petur Zach-
ariassen. Sett verður ein
fýra faks verja upp á suður-
síðuni á múrinum. Hendan
skal so standa komandi vet-
ur, meðan fylgt verður við,
hvørja ávirkan hon hevur á
niðurbrótingina, ella um
hon steðgar hesari.
Komandi vár verður so
verja løgd um allan múrin,
har bygt verður á tær eyg-
leiðingar, sum fara at verða
gjørdar í vetur.
Ein fyribils tíðarætlan er
løgd fyri arbeiðinum við at
turka og granska múrin, og
heldur hon, veðru veður-
verjan væntandi tikin niður
aftur á sumri 2007.
Men tað er ikki bara
regn, sum fer illa við múri-
num. Eisini vindurin tekur
sín part, og tí verða gjørdar
vindmátingar í Kirkjubø
fyri á tann hátt at finna
fram til, hvussu verjast
kann í móti teirri ávirkan-
ini.
Nevndin mælir eisini til ,
at kunningaátøk verða sett í
verk soleiðis at áhugin fyri
múrinum sum fornminni
verður styrktur. Tann kunn-
ingin kann gerast bæði við
skelting á staðnum, eins og
faldarar, sum greiða frá
múrinum og ørðum forn-
minnum á staðnum, verða
gjørdir, segði Petur Zach-
ariassen.
Seks fólk manna Múr-
nevndina. Tey eru umframt
formannin, Petur Zacharia-
sen, Símun Arge, fornførð-
ingur, sum er næstformað-
ur, Kirstin Eliasen, savns-
stjóri, Marita Weihe, arki-
tektur, Jóannes Patursson,
kongsbóndi og Jákup Thor-
steinsson ráðgevi, sum eis-
ini er skrivari hjá nevndini.
Petur Zachariassen handar
Anliss Bjarkhamar ávegis
tilmælið um verju av
Kirkjubømúrinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Veðurverjan skal leggjast oman yvir
múrin og festast undir jørð
Læknaloysi í Sandoy
Sandoyggin liggur í
læknaloysi, og einki
røkist fyri, at nakar
lækni verður aftur í
oynni fyrr enn í fyrsta
lagi um eina viku ella
so. Fólk mugu so bara
klára seg sum best,
siga sandoyingar
HEILSUMÁL
Edvard Joensen
Sandoyggin liggur í lækna-
loysi. Kommunulæknin er
burturstaddur, og fólk fáa
einki annað at vita, enn tað,
sum stendur á einum lepa í
vindeyganum hjá lækna-
num.
Tá sandoyingar koma til
lækna, stendur ein pappír-
lepi fyri teimum klistraður
á ein rút, sum sigur, at
læknin er burturstaddur.
Tað er so tað, og tí kunnu
vit ikki liva við, sigur Ger-
hard Lognberg, løgtings-
maður fyri Sandoynna.
Hann er ógvuliga mis-
nøgdur við støðuna og sig-
ur, at fólk eru ótrygg. Tey
vita sær einki annað enn at
ringja til læknarnar í Havn,
um eitthvørt er, og so bara
vóna, at teir forbarma seg
yvir tey, sigur løgtingsmað-
urin.
Men tað er ikki tí, at tey
hava fingið nakra ávísing
til havnarlæknarnar. Tað er
bara nakað, tey sjálv mugu
finna útav.
Ein einsamallur lækni er
í Sandoynni og Skúvoy, og
tað er alt ov lítið, sigur Ger-
hard Lognberg. Nú hann
hevur verið burturstaddur,
hevur onkur avloysari verið
soleiðis eina viku í senn
ella so. Men nú er knapp-
liga eingin, og so standa
fólk á berum.
–Hendir eitthvørt, so sum
ein bilvanlukka ella annað,
sum krevur viðger á stað-
num, kann ein rættilig
ólukka standast av, heldur
hann.
Fólk kenna seg bæði
ótrygg og hjálparleys, og
tað kann undir ongum um-
støðum halda fram soleiðis,
siga sandoyarfólk.
Tað eydnaðist ikki at fáa
viðmerking frá Heilsu-
málaráðnum, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
Gerhard Lognberg,
løgtingsmaður, sigur, at
læknaviðurskiftini í Sandoy
og Skúvoy eru út av lagi og
mugu greiðast beinanveg
Tann, sum áhugaður er, kann eisini hyggja á
heimasíðuna www.skulin.fo/peturz/avegis.pdf
og har síggja tað ávegis tilmælið, sum gjørt er.
C
M
Y
K
13
12