hósdagur 3. oktober 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 3. oktober 2002
15
Fríggjadagin heldur
handilin EL-IN 10 ára
føðingardag. Tann 19.
september vóru tað
tíggju ár, síðani eigarin
Hilmar Danielsen og
konan, Elin, lótu
dyrnar á handlinum
upp fyri fyrstu ferð.
Nógv er broytt
seinastu tíggju árini
FØÐINGARDAGUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Hilmar sigur, at
tað var sera hart at byrja,
serliga tá hugsað verður um
tíðina, sum tey valdu at lata
upp.
- Eg las niðri og plagdi at
koma heim at arbeiða í
summarfrítíðum, og tað
vardi ikki meg, at tað fór at
ganga so illa, tí tá var altíð
nóg mikið at gera. Eisini
tað, at vit búðu niðri,
gjørdi, at ein merkti ikki
niðurgongdina,
greiðir
hann frá.
Hann fyrireikaði sína
ætlan um at lata handil og
el-verkstað upp, meðan
hann var staddur í Dan-
mark. Og hóast tað ikki sá
so ljóst út, tá hann flutti
heim, so helt hann á.
- Ongin droymdi um, at
tað fór at verða so ringt,
sigur Hilmar og sipar til, at
ikki meira enn tríggjar
vikur eftir, at hann lat
handilin upp, tá fór bankin
á heysin.
Tað minnist hann, sum
tað var í gjár. Tí hann sigur,
at tað sást ikki fólk úti í
einar fjúrtan dagar, inntil
tað ringasta av skelkinum
hevði lagt seg. So byrjaðu
fólk at koma útaftur, men
so reyk hin bankin eisini,
og so var aftur heilt galið.
- So tað var avbera torført
at byrja tá.
Og
tríggjar
mánaðar
seinni, til nýggjárið, kom
so MVG lógin, og tað lætti
ikki um hjá Hilmari og
konuni. Tey bæði arbeiddu í
fyritøkuni, og so høvdu tey
ein at hjálpa til, um á stóð.
- Men hann fekk ikki
nógvar tímar her ta fyrstu
tíðina, tað er púra vist,
sigur Hilmar og samanber
umsetningin tá og nú.
- Umsetningurin tann
januar mánaðan, tað má so
hava verið í 1993, var tað
sama, sum vit hava upp á
ein dag í dag. Tað ber
næstan ikki til at hugsa sær
í dag, sigur Hilmar.
Bygt spakuliga upp
Tá var hølið, sum EL-IN
húsast í eisini munandi
minni.
Eitt bakarí var eisini á
somu hædd sum handilin,
so tey høvdu bert tað eina
hølið til kontór, verkstað og
goymslu. Og so var hand-
ilin afturat.
Men so lat bakaríið aftur,
og Hilmar hevur so spaku-
liga bygt upp gjøgnum
tíðina. Hann byrjaði við
100 fermetrum og í dag
ræður hann yvir 350 fer-
metrum og so hevur hann
flutt verkstaðin út. Í dag
leiga tey gamla verkstaðin
hjá Pomek til teirra verk-
stað.
Og Hilmar sigur, at 350
fermetrar hevur eisini víst
seg at vera ov lítið.
Tey hava úr at gera hjá
EL-IN, men Hilmar sigur
tó, at tað eru sera skiftandi
tíðir, kortini.
- Tað er sera ójavnt, men
tá tað er nógv at gera, so er
tað eisini sera nógv. So
kunnu tað koma einar tvær
vikur, har tað ikki er so
nógv og so umaftur.
Hilmar sigur, at tað sær
út til at fara at standa í stað
hjá teimum komandi ár,
men tað er so eisini fyrstu
ferð. Fyritøkan er vaksin
spakuliga upp gjøgnum
árini til tað, hon er í dag.
EL-IN
selur
lampur,
hvítvørur og el-lutir. Og so
hava tey verkstaðin afturat.
Tað arbeiða 10 fólk hjá
EL-IN í dag, sum nú heldur
sín 10 ára dag.
Klaksvíkar býráð
samtykti týskvøldið
einmælt fíggjarætlan-
ina fyri 2003
BÝRÁÐSFUNDUR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Tað var eitt ein-
mælt býráð í Klaksvík, sum
týskvøldið samtykti fíggj-
arlógina fyri 2003, sum
vísir eitt yvirskot upp á 4,7
milliónir krónur.
Býráðsfundurin
varð
settur kl seks týskvøldið, og
allir limir vóru møttir. Ein
av limunum søkti um far-
loyvi, og tók Hergerð Joen-
sen, næstvaldi limur sæti
fyri viðkomandi.
Steinbjørn Jacobsen setti
fundin og tað gekk sera
skjótt at fáa tey fyrstu mál-
ini í gjøgnum og samtykt.
Tvey mál vórðu tikin av
skránni, tí at borgarstjórin
segði seg hava fingið upp-
lýsningar um hesi mál, sum
vendu málinum, og tí tók
hann tey av aftur skránni.
So kom fíggjarætlanin
fyri 2003 fyri.
Eyðgunn Samuelsen var
fyrsti røðari og hon segði,
at eitt sum eyðkendi hesa
fíggjaætlanina var, at hon
er verulig. Her vísti hon á,
at tað verður roknað við
inntøkum upp á 110 milli-
ónir komandi ár, og tað
verður roknað við einum
yvirskoti upp á 4,7 milli-
ónir.
Hetta fegnaðist formað-
urin í sosialu nevnd sjálv-
sagt um, og hon segði eisini
speiskliga:
- Ikki fyri at reypa, men
hetta yvirskotið er also
dupult so stórt sum tað hjá
landinum, so tað má metast
at vera avbera gott.
Eisini tosaði hon um, at
sitandi býráð metir tað vera
av alstórum týdningi at
rinda skuldina hjá komm-
ununi, sum komandi ár
væntandi kemur niður um
eina álíkning, niður sum
skjótast, so teir pengarnir
kunnu nýtast til onnur
átroðkandi mál.
Klaksvíkar
Kommuna
rindar komandi ár 2 milli-
ónir meira niður av skuld-
ini, enn teimum er álagt, og
tað heldur Eyðgunn av-
speglar hugburðin hjá sam-
gonguni til at fáa skuldina
burtur so skjótt sum til ber.
Søgulig fíggjarætlan
Karl Heri Joensen kom
millum annað inn á, at
henda fíggjarætlanin er
søgulig, tí tað er fyrstu ferð
at roknað verður við inn-
tøkum omanfyri tær 100
milliónirnar. Hann segði, at
tað var ein øking farin fram
í rakstrinum upp á 5,7
milliónir, men vísti so sam-
stundis á, at av hesi øking
eiga IRF og barnaansingin
70%.
- Hetta slær fast, at tað er
ikki raksturin, sum hevur
galoperað avstað uttan eft-
irlit, segði Karl Heri Joen-
sen.
Hann mælti býráðnum at
taka einmælt undir við
fíggjarætlanini fyri 2003.
Hilmar Danielsen eftir-
lýsti ein skattalætta. Hann
helt, at borgarin í Klaksvík
hevði uppiborið at sloppið
at feira, at kommunu-
skuldin nú væntandi fer at
koma
niður
um
eina
álíkning við einum skatta-
lætta.
Rani Nolsøe tosaði mill-
um annað um havnaøkið í
Klaksvík. Formaðurin í
Havnanevndini segði, at
kaiøkið er í sera ringum
standi, tí tað er niðurslitið.
Allir limir tóku undir við
fíggjarætlanini,
og
eitt
minnilutauppskot frá Jógv-
ani við Keldu bleiv ikki
samtykt. Í hesum uppskot-
inum var millum annað, at
2 milliónir skuldu flytast
frá avdráttum av lánum til
tónlista og mentanardepil í
miðbýnum. Eisini skjeyt
hann upp, at 200.000
krónur skuldu flytast frá
Ósáin Rein til fyrireiking at
eini mentanarpark. Men
hetta uppskotið fall sum
sagt.
Allir limir fegnaðust tey
um, at tað nú aftur sær so
gott út hjá Klaksvíkar
Kommunu, og vóru á ein-
um máli um, at tað var
ábyrgdarfult og positivt at
raðfesta afturrindan av
skuld høgt. Men eisini var
greitt, at tað eru mong mál,
sum liggja á láni. Til dømis
báðir fólkaskúlarnir og
havnaøkið, sum treingja til
umfatandi umvælingar ella
útbyggingar, um tey skulu
vera nútíðarhóskandi.
Fundurin endaði við, at
Steinbjørn Jacobsen takk-
aði fyri eina serliga siðiliga
viðgerð av fíggjarætlanini.
Hann heitti á norðoyating-
menninar um at hava eyg-
uni eftir, at nakað hendir
viðvíkjandi
stuðuli
frá
landinum til ætlaða vegin
undir Kjøli, sum er stungin
út í kortið. Hetta við atlitið
til væntaða undirsjóvar-
tunnilin.
Eisini kom hann inn á, at
sum er, fær Klaksvíkar
Havn ongan stuðul frá
landinum.
- Tað er púra nátúrligt, at
um aðrar kommunur fáa
stuðul til havnaútbygg-
ingar, so eigur Klaksvíkar
Kommuna, sum størsta
fiskivinnuhavnin í landin-
um, eisini at fáa stuðul til
tílíkar útbyggingar, segði
Steinbjørn Jacobsen. Og so
var fundur lokin.
Fíggjarætlan hjá Klaksvíkar Kommunu samtykt:
4,7 milliónir í yvirskoti
EL-IN 10 ár
El-handilin EL-
IN heldur tíggju
ára føðingardag
fríggjadagin. Tað
er Hilmar
Danielsen, sum
eigur og rekur
handilin
15
14
Nr. 189 - 3. oktober 2002
Í næstum fer Canal
Digital at gevast við
at senda DR ókeypis.
Ynskir tú ikki at
gjalda 2.064 kr. fyri
DR1 og DR2 um árið,
so er einki at gera.
Nógvir føroyingar
hava longu gjørt av at
gjalda fyri almennu
donsku rásirnar
FYLGISSVEINA-
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
Áki Bertholdsen
Canal Digital sendi fyri
kortum sínum føroysku
kundum eitt bræv, har boð-
að varð frá, at Canal Digital
ikki longur fer at senda
DR1 og DR2, t.e. Dan-
marks Radio, ókeypis til
føroyingar.
Tað er nú liðugt við hes-
um, og nú skulu føroyskir
kundar hjá Canal Digital
gjalda 2.064 kr. um árið -
172 kr. um mánaðin – fyri
at síggja DR1 og DR2 tal-
gilt hjá Canal Digital.
Eftir røttum skuldi hetta
koma at virka frá 1. oktober
at rokna, men orsakað av
teimum teknisku broyting-
unum gongur ein tíð, áðr-
enn skíggin verður svartur,
tá TV Avisen er á skránni.
Peter F. From frá Canal
Digital sigur, at teir hava
merkt ein stóran áhuga úr
Føroyum fyri teirra nýggja
produktið – DR Internatio-
nal. Produktið er DR1 og
DR2, t.e. júst tað sama sum
áðrenn, men nú skal gjald-
ast fyri rásirnar. Áhugin
fyri DR International er
størri enn teir høvdu rokn-
að, sigur Peter From. Hann
dugir ikki enn at siga,
hvussu stórur áhugin er, tí
skipanin er ikki komin at
virka enn. Av somu orsøk
er heldur ikki sløkt enn fyri
DR1 og DR2 hjá Canal
Digital. Peter From vil ikki
siga, hvussu nógvar kundar
Canal Digital hevur í Før-
oyum, uttan tað, at talan er
um nógvar kundar í mun til
fólkatalið. Greitt er, at
áhugin fyri Canal Digital er
sera stórur í Føroyum.
Handlar, ið selja Canal
Digital í Føroyum, upplýsa
fyri Sosialinum, at talið
mestur liggur um nøkur
túsund, men tað er rættiliga
torført at koma við nøkrum
greiðum tali.
Peter From sigur, at teir
royndu at fáa DR at minka
prísin, men hetta eydnaðist
ikki. Prísurin, ið føroyingar
skulu gjalda, skal vera á
leið tað sama sum danir
gjalda í licens fyri at síggja
DR. Tískil heldur Peter
From, at prísurin er tað, ein
kundi roknað við.
Samanlagt hevur Canal
Digital 1,2 mió. kundar í
Norðanlondum. Sent verð-
ur í øllum teimum skandin-
avisku londunum. Tað er
norska Telenor, ið eigur
Canal Digital. Samlaði um-
setningurin liggur um 1,2
mia. um árið. Canal Digital
vóru teir fyrstu, sum fóru
undir at senda talgilt, t.e.
digitalt, í Norðanlondum.
Hetta gevur munandi betri
góðsku enn analog, og har-
umframt fæst meira burtur-
úr hvørjum signali sær.
Bíligt hjá SvF
Tað eru tó ikki øll, sum
noyðast so langt niður í
lumman fyri at síggja DR.
Almennu rásirnir hjá Dan-
marks Radio í syðra enda
av ríkinum loyva nevniliga
Sjónvarp Føroya at senda
alt teimum lystir av teirra
sendingum.
Mikkjal Helsmdal, stjóri
fyri Sjónvarp Føroya, sigur,
at SvF í fjør sendi, í rund-
um tølum, 2.700 tímar í alt,
t.e. 7,4 tímar um dagin í
miðal. Av hesum vóru 65%
ella 1.755 tímar sendingar
frá DR. Nevnast kann, at
sendingar frá TV2 eru 15%
av senditíðini hjá Sjónvarpi
Føroya, og føroyskar send-
ingar við endursendingum
av hesum eru 20 % ella um-
leið 540 tímar.
Tað vil so siga, at fyri
tínar 1.500 kr. í hyggjara-
gjaldi árliga fært tú, um-
framt føroyskar sendingar
og sendingar frá TV2,
1.755 tímar við sendingum
frá DR árliga.
Mikkjal Helmsdal upp-
lýsir, at teir í roynd og veru
gjalda eina fasta upphædd
fyri tær sendingar, ið teir
senda frá DR.
Danmarks Radio keypir
rættindi til sendingar av
ymsum slag, og teir gjalda
tá fyri rættindini fyri alt
kongaríkið.
Kostnaðurin
hjá Sjónvarpi Føroya fyri at
senda teir 1.755 tímarnar er
300.000 kr. Hetta svarar til
1,2% av samlaðu útreiðsl-
unum hjá SvF, og sum heild
sleppur SvF við bert at
gjalda tann avgreiðslu-
kostnað, ið DR hevur av fáa
sendingarnar til Føroya.
Fyri sendingar frá TV2
skal SvF gjalda 1.200 kr.
fyri hvønn tíma.
– Tú kanst siga, at tað er
DR, sum fyri ein sera stór-
an part fyllir sendiflatuna
hjá okkum. Øll fíggjarlig
orka fer til at framleiða
føroyskar sendingar, sigur
Mikkjal Helmsdal, tá spurt
verður, um tað ikki er DR,
sum stendur fyri fíggingini
av Sjónvarpi Føroya.
Tað er eisini Sjónvarp
Føroya, ið eigur rættindini
til Danmarks Radio í Før-
oyum. Tað skulu so geva
loyvi til Canal Digital, Tele-
varpið ella onkran annan,
um hesin ynskir at senda
DR í Føroyum.
Higartil hevur Sjónvarp
Føroya givið loyvið til
hetta, heldur enn at seta seg
upp ímóti.
Givið er, at hendan
nýggja støðan, har føroy-
ingar skulu gjalda 2.000
árliga
fyri
Danmarks
Radio, ger tað eitt sindur
meira forkunnugt at síggjar
endurvarpaðu
sendingar
hjá SvF.
Við hjá Televarpinum
Tróndur Djurhuus stjóri
fyri Televarpið, fyritøkan
hjá Føroya Tele, ið seinni í
ár ætlar at fara undir at
endurvarpa
útlendskar
fylgissveinarásir, sigur, at
teir miðja ímóti at hava
DR1 og DR2 við í teirra
programmpakka. í løtuni
samráðast teir við Dan-
marks Radio um prísin.
Peter From sigur, at teir
hava fingið greitt at vita frá
DR, at eingin sleppur at
senda DR uttanfyri Dan-
mark fyri minni enn tað, ið
Canal Digital sendir DR
fyri.Við øðrum orðum vil
Peter From vera við, at
føroyingar skulu av við
umleið 2.000 kr. árliga fyri
at síggja DR.
Televarpið
skal
eftir
ætlan byrja at senda í ár,
men nær tað verður er
framvegis ógreitt, tí sam-
ráðingar enn fara fram við
teir ymsu veitararnar. Trón-
dur Djurhuus hevur áður
sagt við Sosialinum, at ein
partur av rásunum eru kom-
nar undir land. Talan verður
væntandi um fleiri sokall-
aðar programmpakkar.
Sløkkja fyri DR
Ì næstum verður tað ikki eitt tekniskt brek, sum forðar føroyingum at síggja donsku sjónvarpsrásirnar DR1 og DR2
Mynd: Álvur Haraldsen
Mikkjal Helmsdal,
sjónvarpsstjóri, sigur, at teir
senda umleið 1.755 tímar
árliga frá Danmarks Radio
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14