hósdagur 3. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 189 - 3. oktober 2002
18 ára gamla Angelika
Nielsen er úr Vest-
manna lesur tónleik í
Íslandi. Um ein líltan
mánað kemur hon til
Føroya at leika, sum
partur av altjóða
bólkinum Network
North Traditioanal
Music. Unga vest-
mannagentan fór ung
at læra seg violin og
helt ung fram á somu
leið á tónleikaskúla í
Reykjavík. Hon leikar
við Føroya Symfoni-
orkestri og er eisini
kend innan spæli-
manstónleikin og nú
verður høvi at hoyra
hana saman við tón-
leikasnillingum uttan
úr heimi
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Myndir: Jan Muller
Spælimenninir, sum onk-
untíð eisini høvdi heitið ”í
Hoydølum”, eru kendir
millum manna í Føropyum.
Spælimenninir hava givið
út útgávur, spælt víða um
heim og spælt nógv í Før-
oyum.
Seinnu árini hevur ein
ungur violinleikari gjørt
vartvið seg sum partur av
bólkinum. Angelika Niel-
sen úr Vestmanna er 18 ár.
Mamman er violinlærari og
Angelika fór blaðung at
leika violin. Eftir lokan
fólkaskúla leitaði hon sær
til Íslands at lesa tónleik og
hon hevur nú í trý ár lisið
tónleik í Reykjavík og vón-
ar hon at gera sig lidna við
útbúgvingina komandi ár.
Fleiri kenna eisini An-
geliku sum part av Føroya
Symfoniorkestri.
Hóast
ung, so hevur hon drúgvar
royndir inna klassiskan- og
fólkatónleik og hon telist
millum teir av okkara
tónleikarum, ið hava leikað
nógv úti í heimi.
Í fjør var hon í Aberdeen
við Kára Sverrisson til
Fiddle Convention, hon
hevur leikt í Stavanger og
verið í Finnlandi sum in-
struktørur.
Eina mest hoyra vit um,
tá popp- og rockbólkar, ella
einstaklingar innan hesar
tónleikagreinar, gera vart
við seg uttan fyri landodd-
arnar, men Angelika Niel-
sen er ein av okkara ungu
tónleikarum, ið hevur ferð-
ast nógv í norðara parti av
Europa og sum hevur leikt
nógv í Føroyum. Longu
sum 13 ára gomul gjørdist
hon partur av Spælimonn-
unum.
Network North
Traditional Music
Og um lítlan mánað kemur
Angelika til Føroya at
leika. Og hesaferð er Ange-
lika partur av bólkinum
Network North Traditional
Music, ið er settur saman
av tónleikarum úr átta
londum: Danmark, Noreg,
Svøríki, Finnlandi, Ong-
landi, Írlandi, Wales og
Angelika umboðar Føroyar.
Føroya Fólkatónleikara-
felag er limur í Norður-
lendsku
Nevndini
fyri
fólkatónleik og dans. Nord-
isk Kulturfond hevur fíggj-
að verkætlanina Network
North Traditional Music og
sum limur í Norðurlendsku
Nevndini er Føroyar eisini
boðið við.
Bólkurin ella verkætlanin
Network North Traditional
Music er á ferð og vitjar øll
londini, ið limirnir koma
úr. Bólkurin hevur leikt í
Oxford og tann 21. oktober
verður bolkurin at hoyra í
Norðurlandahúsinum í Før-
oyum.
Endamálið við verkætl-
anini er millum annað at
menna samstarvið millum
londini, eins og kunnleikan
til fólkatónleikin í ymsu
londunum. Fólkatónleik-ar-
ar skulu samansjóast og
áhoyrarar í londunum skulu
hava møguleika at hoyra
ymsan fólkatónleik. Økjast
skal um arbeiðsmøgu-leik-
arnar hjá yrkisfólkatón-
leikarum í londunum. Hetta
er nakað av tí, sum stendur
í endamálsorðingini fyri
verkætlanina.
Bærentsen og Svabo
Írland stendur frammaliga,
tá hugsað verður um tón-
leik. Hvat føroyskur fólka-
tónleikur hevur at bjóða
violinini er heldur avmark-
að. Men Ívar Bærentsen
hevur gjørt tonleik til violin
og eisini er ein gomul nóta-
bók hjá Svabo funnin í
Pætursastovu á Reyni í
Havn. Úr hesi bók hevur
Angelika funnið sær ym-
iskt at leika. Júst serstakan
dám innan fólkatónleik
eiga vit ikki í Føroyum, tí
langt hevur verið millum
ljóðførini í gomlum døg-
um. Men vit eiga sangir,
sálmar og góð løg og júst
Svabo sigst vera ein, ið
gjørdi nógv við violinspæl.
Í Network North Tradi-
tional Music eru rutineraðir
og eins og ungir og dugna-
ligir tónleikarar og mong
ymisk ljóðføri. Nakrar vio-
linir eru, ein hardangerfiól,
guitari, ein tin whistle,
kantele, ið er minnir um
harpu, og ein viola d’amo-
ur, ið er strúkiljóðføri úr
barokktíðini og var nógv
frammi fyri eini 300 árum
síðani.
Av tí, at manningin í
bólkinum er úr ymsum
londum, hevur verið trupult
at venja, Men bólkurin
hevur verið saman í Oxford
og nótatilfar er sent millum
limirnar og einstakir limir
hava eisini vant í smærri
eindum.
Nógv ferðing er fyri
framman hjá limunum í
Network North Traditional
Music, hóast ein stuttur
steðgur er miðskeiðis á
rundferðini til ymsu lond-
ini.
Spennandi bólkurin vitjar
Norðurlandahúsið í Føroy-
um tann 21. oktober. Tá fáa
spælimannavinir
møgu-
leika at hoyra eina altjóða
blanding av fólkatónleiki,
ið hevur ein skvamp av
føroyskum við eisini. Tey
leikandi í Network North
Traditional Music eru:
DANMARK
Henrik Jansberg
(violin)
Føroyar
Angelika Nielsen
(violin)
NOREG
Synnøve S. Bjørset
(hardanger fiól)
ONGLAND
Chris Wood
(fiól / sang)
FINNLAND
Timo Väänänen
(kantele)
SVØRÌKI
Sophia Eriksson
(viola d'amore)
ONGLAND
Robert Harbron
(concertina / guitar)
ÍRLAND
Gavin Whelan
(whistle / low whistle)
WALES
Dylan Fowler
(guitar)
Meira fæst at vita um
Network North Traditional
Music við at hyggja á
heimasíðuna
www.folkogdans.no/networ
knorth
Føroysk violin
vitjar við góðum
harkakaliði
Angelika fór blaðung at leika violin. Eftir lokan fólkaskúla leitaði hon sær til Íslands at lesa
tónleik og hon hevur nú í trý ár lisið tónleik í Reykjavík og vónar hon at gera sig lidna við
útbúgvingina komandi ár
Bólkurin ella verkætlanin Network North Traditional Music er á ferð og vitjar øll londini, ið limirnir koma úr
Hyundai Getz er eitt
ítøkiligt prógv uppá,
at koreanarnir av
álvara hava fingið
fótin fastan í Evropa.
Bilurin er gjørdur
beinleiðis til kapping
á evropeiska
marknaðinum
BILAR
Magnus Gunnarsson
Meira enn 300 motorjour-
nalistar úr meginpartinum
av heiminum vóru herfyri
samlaðir í Kolding, har
Hyundai Getz alment varð
sýndur fram. Tað var ikki
av tilvild, at koreanarnir í
hesum føri, valdu eitt evro-
peiskt land, tí endamálið er
heilt greitt at kappast á
evropeiska marknaðinum.
Ein triðingur av øllum seld-
um persónbilum í Evropa
eru bilar hesum klassanum.
Hyundai Getz fær góðar
karakterir í ymiskum test-
um, har hann verður sam-
anlíknaður við aðrar evro-
peiskar og japanskar bilar.
Koyrieginleikarnir eru á
hædd við teir evropeisku
kappingarneytarnar. Navn-
ið Getz er ein stytting av
"get it", við øðrum orðum
at bilurin er verdur at ogna
sær.
Smartur og praktiskur
Hyundai Getz fæst við
trimum ymiskum bensin-
motorum. Tann minsti er
1,1 litur við 62 hk, síðan
ein 1,3 litur við 82 hk og
tann størsti er 1,6 litur við
105 hk.
Styrkin hjá Hyundai Getz
er innrættingin. Designið
innan er smart og praktiskt,
og alt er í evropeiskum stíli.
Bilurin er góður at sita í og
rúmligur bæði framman og
aftan. Beinplássið framman
og aftan er líka gott sum í
nógvum størri bilum. Við-
víkjandi plássinum á bak-
setrinum setur bilurin heilt
nýggjan standard í hesum
klassanum. Um man hevur
brúk fyri størri viðføris-
rúmi er tað lættasta sak av
verðini at leggja ryggin á
baksetrinum niður uttan at
taka nakkastútturnar úr.
Dúrkið verður tá heilt slætt.
Sum standard er Getz út-
gjørdur við fýra el-síðu-
rútum, el-síðuspeglum við
hita, sentrallási, radio við
bandavspælara og 6 hátal-
arum og forsetrið kann
stillast allar vegir. Í bílig-
astu útgávuni kostar Hyun-
dai Getz 1,1 litur GL við 3
hurðum kr.112.750 og tann
dýrasti, ið er ein 1,6 litur
GL við 5 hurðum, kostar
kr.134.750.
Nr. 189 • hósdagur • 3. oktober 2002 • 76. árg.
Hyundai Getz – koreanari
í evropeiskum stíli
Hyundai Getz 1,3 GL 5/h
Motorurin
1,3 litur 4 syl. 82 hk
0-100 km/t
11,5 sek.
Bensinnýtsla
16,1 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
175/65-14
Stødd og vekt:
Longd
381,0 cm
Breidd
166,5 cm
Hædd
149,0 cm
Eginvekt
1000 kg
Totalvekt
1500 kg
Viðførisrúm
312 / 977
Prísur
kr. 125.750
Søluumboð
Sp/f Norðbil
Oyggjarvegur
FO-100 Tórshavn
Tlf. 313707
Birgir og Frits Dam Jacobsen frá Norðbil halda seg hava góð kort á hondum, nú teir hava fingið Hyundai Getz bæði hvat viðvíkur sjálvum bilinum og prísunum
Hyundai Getz fæst bæði við 3 og 5 hurðum.
Design í
evropeiskum
stíli innan
C
M
Y
K
17
16