Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

spæla aftur. So hjá teimum sum leingjast eftir at hoyra Aria aftur, ræður um at møta upp á Kambs- dali leygarkvøldið. Teir í Aria siga víð- ari at tónleikurin teir fara at spæla hetta kvøldið verður eitt bland at heimagjørd- um og læntum tilfari. Spæld verða løg úr fløguni, umframt at nøkur coverløg eisini vera at hoyra. Cover- løgini ið Aria vanliga spæla er tónleikur, ið er frammi í tíðini, umframt at eldri og vælkend løg eisini sleppa upp í part. Flux aftur at hoyra Bólkurin Flux við tí ungu manningini, tók øll av bóli, tá teir gjørdu vart við seg til Prix Føroyar kapp- ingina í 1999. Ungu menninir úr Eystur- oynni raktu plett við teirra hartsláandi ný- mótans rokktónleiki, og sangurin Mr Headless gjørdist nærum ein landa- plaga. Eitt nú var hann nummar eitt í fimtan teimum bestu hjá útvarpinum í fleiri vikur. Fleiri vóru tey sum hildu at Flux vóru einasta veruliga boðið uppá ein bólk sum hevði tað sum skuldi til fyri at klára seg uttanlanda. Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt til Flux seinastu tíðina, og verður tað tí so mikið fork- unnugari at hoyra bólkin aftur nú. Eftir Prix Føroyar lut- tøkuna spældu Flux dúliga til dans, men seinastu tíðina hevur verið púra friðarligt rundan um bólkin. Eftir hvat skilst so hevur bólkurin verið nógv í venjingarhøl- unum har teir hava arbeitt við nýggjum tilfari. Eisini eru onkrar broytingar farnar fram í mann- ingini í bólkinum, eitt nú hava teir verið í Klaksvík og leita sær eftir nýggj- um trummusláara. Spennandi verður at hoyra leygarkvøldið hvat tað er teir hava putlast við seinastu mánaðarnar, og hvørja leið teir eru farnir tónlistarliga. Eisini eru tíðindi far- in at ganga um at Flux eru á veg í upp- tøkuhølini. Spenn- andi verður at síggja hvat fer at koma burtur úr hesum. Arnfríð og Aria Eftir at hava sungið við Kular Røtur um dagin, verður Arnfríð eisini at hoyra til til- takið um kvøldið. Arnfríð sum gjørdist ársisns songrødd í 1998, hevur líka síð- ani verið allsamt meiri at hoyra, sjálvt um tað enn ikki er blivið til nakra út- gávu frá henni. Arn- fríð hevur fyrr roynt seg á palli saman við Aria, har hon bæði hevur sungið kór, umframt at hon eisini royndi seg sum forsangara saman við Jógvan Hansen. Eftir hvat skilst, so er ikki óhugsandi at tað júst verður saman við Aria, at Arnfríð verð- ur at hoyra, umframt at hon møguliga eis- ini sjálv fer at fram- føra okkurt sjálv. Hetta verður helst okkurt tilfar frá kul- ar røtur útgávuni, og møguliga eisini onk- ur nýggjur sangur, men nærri fæst at vita um hetta í høllini á Kambsdali leygarkvølið. ftur at hoyra hoyra Aria