Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 12. apríl 2000 18 Nógv ver›ur í hesum døgum tosa› um Whitney Houston. Tosi› byrja›i tá Whitney ikki møtti upp til árligu Oscar handanina, har ætlanin var at hon skuldi syngja. Í almennu grundgevingini frá Whitney var sagt, at hon hev›i trupulleikar vi› røddini, og tískil ikki var før fyri at syngja. Sagt var somulei›is at hon hev›i drigist vi› henda trupulleikan í fleiri mána›ar, og óvist var nær hon fór at vera at síggja á palli aftur. Amerikansku blø›ini hava eisini gjørt sær sína hugsan um hví Whitney Houston ikki møtti til Oscar handanina. Sagt ver›ur at ta› als ikki er naka› gali› vi› røddini hjá Whitney, hennara trupulleikar eru nógv álvarsamari enn so. Sagt ver›ur at hon møtti til venjingarnar á›renn Oscar handanina í einum slíkum standi, at har var einki at stilla upp. Tónlistarligi lei›arin fyri handanina, Burt Bacharach, helt seg ikki kunna brúka hana til naka›, og sendi hana heimaftur. Sagt ver›ur at Whitney Houston var tí›iliga rúsa›, og at hon illa nokk megna›i at halda eyguni opin. Enn verri gekk hjá henni at minnast or›ini hon skuldi syngja. Ilt er tó at siga um naka› hald er í hesum tí›indunum. Eitt nú hevur Garth Brooks sum var hjástaddur sagt, at Whitney Houston veruliga gjørdi eina roynd at syngja, men at har var álvorliga gali› vi› røddini. Tá ta› var sta›fest at Whitney Houston ikki megna›i at syngja vóru bo› send eftir country stjørnuni Faith Hill, sum til fulnar megna›i at loysa uppgávuna. Ta› hevur leingi veri› tosa› um at Whitney Houston skal hava rúsevnistrupulleikar, og enn meiri brenni var lagt til báli›, tá hon herfyri var handtikin á Kona flogvøllinum á Hawaii vi› 15,2 gram av marijuana uppi á sær. Hildi› ver›ur ikki at ma›ur hennara, tann buldraligi Bobby Brown hevur havt nakra gó›a ávirkan á Whitney sí›ani tey giftust. Hjúnarbandi› hevur fleiri fer›ir knirka›, og ta› hevur veri› um reppi› at tey fóru hvør til sítt. Sannleikans tími fyri Whitney Houston ver›ur í komandi viku, tá plátufelagi› hjá henni Arista Records fer at halda 25 ár fø›ingardag. Skipa› ver›ur fyri stórum gallakvøldi, har ætlanin er at gullfuglurin hjá teimum skal syngja. Sama dag er eisini ætalnin at ein n‡ggj savnsfløga vi› Whitney Houston skal sendast á markna›in. Ta› gongur rættuliga trupult vi› at fáa sangarar og tónleikarar at geva loyvi til at brúka teirra tónleik á ljó›sporinum til ógvusliga amerikanska filmin American Psycho. Filmurin sigur søguna um Patrick Bateman, sum er ungur og ríkur yuppie, sum í frítí›ini meinslar og drepur fólk frá hond. Filmurin er bygdur á skaldsøguna vi› sama navni hjá amerikanska rithøvundanum Brett Easton Ellis. Bókin er ein satirsk og ræ›andi l‡sing av amerika í áttatiárunum og serliga yuppie mentanini. Seinasti tónleikarin at nokta fyri at tónleikur hjá honum ver›ur n‡ttur í filminum er Huey Lewis sum í fyrsta umfari hev›i sagt ja til at sangurin hjá honum, Hip To Be Square, var vi› á ljó›sporinum. Ein talsma›ur hjá Huey Lewis sigur at ta› er allur tann óney›ugi har›skapurin í filminum, sum hevur fingi› Huey Lewis at broyta hugsan. Broytta hugsanin hjá Huey Lewis kemur sera dátt vi› hjá filmsframlei›arunum, sum longu hava gjørt eina rúgvu av fløgum vi› filmstónleikinum, og ein partur av hesum fløgum er eisini longu farin út til fløguhandlarnar. Afturat Huey Lewis so hevur Whitney Houston eisini nokta› fyri at naka› lag hjá henni ver›ur at finna á filmsfløguni. Bæ›i Whitney Houston og Huey Lewis eiga hvør sín kapittul í skaldsøguni hjá Brett Easton Ellis. Umframt hesi bæ›i, so eru eisini nøvn sum Genesis og U2 at finna í bókini, men einki er hoyrt um at hesir hava gjørt naka› um seg í samband vi› filmin. Á endaligu filmsfløguni finnast løg hjá millum ø›rum, David Bowie, New Order, The Cure, Eric B & Rakim og M/A/R/R/S Whitney Houston farin í hundarnar? Øll ræ›ast American Psycho