Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. 115 — 6. oktober 1983 tíðindablaðið Utgevari; p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjåri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 SOSIALURIN hevur enn einaferð fingið rætt. Hesaferð viðvíkjandi ætlanum landsstýrisins at privati- sera lastbilarnar hjá Strandferðsi- uni. Tað var seinasta tysdag, vit seinast skrivaðu um hetta mál, og vit hava eisini gjørt tað fyrr. Vit vístu á ætlanir landsstýrisins um at privatisera strandferðslurut- urnar eftir landi og ávaraðu ímóti hesi ætlan. SERLIGU orsøkir okkara til at mótmæla ímóti hesum er, at tæn- astustødid fer at lækka. Kommu- nikatiúnin millum bygdirnar, sum er so sera neyðug, verður neyvan so góð sum í dag eftir at privatir yvirtaka ruturnar og reka hesar eftir peningaligum fortreytum 0.s.fr. EINKI er at ivast i, at høvudsor- søkin til, at landsstyrid fer at privatisera hesar rutur er, at ver- andi borgarliga samgonga ikki tolir at siggja ein vælvirkandi al- mennan stovn. Ein stovn, sum veruliga rgkir sínar skyldur. Harnæst = kemur hin mikið umreddi vina- og kenningapoli- tikkur landsstyrisins. OG VIÐVÍKJANDI hesum sein- asta liggur nú kanska væl fyri at hjálpa sínum egnu. Sambært Dag- blaðið skulu »Reydu« lastbilarnir seljast til áhugaðar fyri ein rættan prís. Hver man skula avgera hver hin rætti prísurin verður? SAMSTARVID millum teir privatu skal vera í neyvari samvinnu við Strandferðsluna sigur Dagblaðið, og leggur aftrat, at ætlanin er at brúka pakkhúsini hjá ST. sum goymslu og uppskipanarstød. Tá er lagað manni. Í DAGBLAÐNUM sigur lands- stýrismaðurin, sum hevur Strand- ferðsluna um handi, at lastbilarnir hava fyrr givið hall, men nú fer iva- leyst at bera betur til. Miðað verður ímóti, at farmaflutningurin skal bera seg og gevur avlop fram- eftir. Tað ljóðar gott, men hugsa vit so um, hvussu hetta skal lata seg gera, so er tað minni gott. Einasti máti er sjálvsagt at seta farmagjaldið munandi upp, og tað fer so sanniliga at ganga serliga útyvir tær bygdir, sum ikki liggja sentralt. Tað vil siga, at tær bygdir, sum frammanundan eru illa fyri, skulu revsast enn meira. Hetta er tað borgarliga samgongan kallar bygdamenningarpolitikkur. Teir hava spart men teir hava rikið klassapolitikk Dimmalætting slær týs- áriðfyri, bar uppaftur dagin í síðstu viku stórt upp, at teir borgarligu eru farnir at gjalda skuldina, sosialdemokratarnir legdu eitir seg Í greinini verður m.a. sagt, at tað var tað stóra hallið á fíggjarlógini og hallið á gjaldsjavnanum sum gjerdu, at tað var torfert hjá sosialdemo- kratunum at varðveita stjórnarleiðsluna. Lagt verður afturat, at sjálvt um stjórnin sá álvarsemi í eyguni, so hevði hon við sínum innaru linjum ikki megu- leika at koma til tær steðutakanir, ið skuldu til. Tað er ikki nakað nýtt, at donsku sosialdemokrat- arnir í nógv ár sóu, hvenn veg tað bar. Longu fyrst í sjeytiárunum arbeiddi m.a. sokalladi »spariband- in« hjå Per Hækkerup, såla. Og gjøgnum sjeyti- árini vóru mangar semjur gjørdar við teir borgarligu um skerjingar og spar- ingar. fyrraárið, Men ella skjótari á skeiva borðið. Og Knud Heinesen,sum tá helst ikki sat í stjórnini, vísti á, at helt henda gongdin fram, kom landið móti tromini — og poli- tiska orðaskiftið um »Dan- mark nær afgrunden< kyknaði. Til hetta skal kortini til- skilast, at ell árini seinast í 70-unum og fyrst í 80- unum arbeiddi danska stjórnin av øllum alvi fyri at betra um kappingarføri og búskapin yvirhevur. Og tey, sum fylgja við, minnast, at danska stjórn- in fekk rós — ella »ug« sum tað stóð í donskum blødum — frå OECD fyri einum tveimum árum síð- ani (búskaparligi felags- skapurin hjá vestanlond- unum). Teir borgarligu segdu nei Um teir stóru trupul- leikarnar ifjør, so er tað ikki rætt, at tað var av innanhýsis-orsekum, at politisk viðmerk- ing javnaðarstjórnin ikki rekk. Danska stjórnin kom við eini spariætlan, sum miðjaði ímóti at spara 10 milliardir. Harafturat vildi hon leggja skatt å rentutilskrivingina i pensiónsgrunnunum, so- leiðis at nakrar milliardir fingust tann vegin. Men teir borgarligu flokkarnir segdu nei. Teir vildu spara 20 milliardir. Vildu ikki hoyra talan um 10. Og blankt avvístu teir skattin á rentutilskrivingina hjá pensiónskassunum. Tí sá stjórnin ongan meguleika at halda fram, og legði frá sær. Danmark fekk eina borgarliga stjórn. Hyggja vit eftir sparingunum hjá hesi stjórnini, sum hevur ført ein óhugnaligan * klassapolitikk, so hevur hon klárað at spart 17 milliardir Men tað sum hon ikki vildi hoyra grett ónskassaskatt hevur hon framt. Vit minnast allar tær egiligu skriftirnar við sitatum hjá borgarligum politikkarum móti pensiónskassunum. Við pensiónsskattinum hevur stjórnin fingið fýra milliardir Við eðrum orðum hevur hon bert klárað at sparað nakrar heilt fáar milliardir meira enn boðið hjá sosialdemo- kratunum. pensi- yvir Sparingin rakt tann veikara Men tað er eitt stórt men. Hvussu hevur hon fingið hesar milliardirnar og hverjum hevur hon tikið tær frá, og hverji merkja avleiðingarnar av hesum isakalda > klassapolitikk- inum: tær barnariku fam- iljurnar, tey undir útbúgv- ing, tey arbeiðsleysu, pensionistarnir og sjúk! Barnatilskot er skert, barnagarðsgjald er fleir- faldað í summum komm- unum, fólk hava ikki ráð at gerast sjúk vegna so- kallaða »karens-dagin« og viðurskiftini hjá teimum arbeiðsleysu teimum samfelagið ikki hevur brúk fyri eru versnað fleiri vegir. A hesum ekjum vildu sosialdemokratarnir ikki spara, soleiðis at vit aftur kunnu tosa um eitt sam- felag, sum ikki rúmar ell Sosialdemokratarnir vildu ganga við til at rudda upp, men ikki til at gera lívið hjá teimum veikaru upp- aftur verri. Afturat hesum skal leggjast, at arbeiðsloysið sjálvt er vaksið og útlitini eru avgjert ikki góð. Talið veksur steðugt. Politikk- urin hjá sosialdemokrat- unum at minka um arbeiðsloysið kostaði dýrt búskaparliga, men hetta valdu teir so Teir borgarligu eiga sín lut At enda verður sagt í Dimmu, at tað er teirra ósketni (hjá sosialdemo- kratunum), sum nú má gjaldast. Tað verður ofta kastað eftir sosialdemo kratunum, at Danmark er fíggjarliga hart koyrt. Kanska serliga í fer- oyskum bleðum. Fyri stuttum læs eg eina viðmerking frá borgar- ligum, politiskum eygleið- ara. Hesin segði m.a., at vit kunnu als ikki bara geva sosialdemokratunum skyldina, tí ein ella annar borgarligur flokkur, og ofta fleiri, hava altíð luttikið í ellum avgerð- unum. Tí er tað ov bíligt bert at kasta eftir sosial- demokratunum, vísti hesin á. Donsku sosialdemokrat- arnir hava ikki runnið undan ábyrgdini. Teir standa við tað, sum teir hava framt, og vilja enn sum áður fremja sína stevnu um at skapa javn- bjóðis kor og meguleikar fyri ell, hóast búskapar- ligu vánirnar ikki eru góðar í letuni. Um Dimmalætting ikki veit tað, so skal upplýsast, at tað eru ikki javnaðar- menninir, sum vilja privatisera, og t.d. áleggja teimum, ið verða innløgd á sjúkrahús, eitt gjald fyri hvenn sjúkradagin. Har- afturímóti ideologisku — um man so kann siga — breður Sambandsfloksins, teir borgarligu flokkarnir jóhann Óhugnaligar avleiðingar — eisini fyri útbúgvandi »Ohugnaligar avleið- ingar“, soleiðis skrivaði málgagn Sjálvstýrisfloks- ins einaferð í august mánaði, — tá tosað var um tey ólukkudýr, sum ikki vóru fer fyri at greiða sær úr skattaeftirsteðunum, til nýggja skattaskipanin kemur í gildi. Og víst vera tær óhugnaligar. Og Vit útbúgvandi verða at telja ímillum tey, fyri hvønn samtíðar- skattaskipanin, í tí líki, hon er sett fram í, fer at fáa alt annað enn hugna- ligar avleiðingar Nógv eru tey, ið noyðast at arbeiða — antin áðrenn, ella ímeðan tey ganga í skúla, fyri at fáa ráð at liva. Og so ljóðar tað so skemtiliga: >Tit, ið hava stríðst fyri at forvunnið til dagsins breyð fyri at fáa ráð at ogna tykkum eina útbúgving — og sum hig- artil hava fingið loyvi at útsett skattin, til tit eru liðugt útbúgving; og fáa meguleika at gjalda tað, tit skylda tí samfelagi, (sum sjálvandi onki skyld- ar tykkum, tí tað saktans kann liva uttan útbúgvið fólk) — nú skulu tit sleppa at gjalda allan henda skatt, uttan mun til, um tit enn hava eina innteku ella ikki«. >Komið úr skattaeftir- steðuni; tað er best fyri tykkum sjálvi, so våa tit ikki trupulleikar av tí seinni!< ljóðaði tað so ljómandi frá Jógvani Sundstein Hetta var óivað meint til tey, sum beinleiðis skylda skatt, og ikki til okkum, ið lógliga hava fingið hann útsettan, til vit eru liðug við skúlan. Men, hallelujah, nú kemur tað sama at galda fyri okkum eisini Tann óbeinleiðis áheit- anin, vit hava fingið, ljóð- ar: »Loypid úr skúlanum, arbeiðið sum um ein ávís- ur var í hølum tykkara, fyri at tit ikki fáa, (ja, eg veit ikki hvønn), uppá kropp tykkara, at krevja at tit gjalda tað, tit iva- leyst ikki hava eitt oyra til nu!« Ja, so royna vit at lýða boðum teirra altvaldandi: Umsóknir í eyst og í vest: hvar er arbeiði at finna? „Ongin hevur brúk fyri tykkum, tí tit onga út- búgving hava!“ — Tað er púra logiskt: — Antin ganga tit í skúla; kanska tí, tit onki arbeiði finna, ella tí sam- felagið ikki hevur brúk fyri teimum, ið onga út- búgving hava. — Ella ganga tit á kroppin á hverjum ar- beiðsgevara — fyri at fáa ráð at gjalda henda væl- signaða skatt. So einfalt er tað. Hvussu stórt, arbeiðsloysisprosentið í Feroyum er í dag, hava okkara hegu fyri stutt síð- ani almannakunngjert, at teir ikki hava tíð og ar- beiðsmegi (7!) at rokna út! Eins og teir heldur ikki hava tíð at lata uppskotið til samtíðarskattaskipan- ina fáa eina rættuliga við- gerð á tingi. Var hon so illa gjerd, at teir ikki tordu at lata hana annað enn hurrast igjøgnum Livst, so spyrst Nú hava teir so fyribils útsett at seta hesa skipan í gildi Vónandi kemur okkurt skilagott uppskot fram, sum gevur okkum betri livitreytir Men av ti, tad tykist, sum um ongin vil taka sær av okkara máli, latið okkum gera okkurt sjálvi eisini! Vit næmingar hava eitt felag, LFU. Vónandi tekur hetta felag okkara sær av hesum spurningi, ongan- tíð ov skjótt, um ongin annar vil lata við seg koma. Men vit eiga ell at stuðla teimum. Tit næmingar vita best sjálvi, hvussu steða tykk- ara er. Vísið at tit eru til! (Hóast okkara fólkavaldu royna at gloyma tað). Takk fyri upptekuna. „Optimistiskur næmingur hóast alt«