Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. oktober 1983síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA Á ——— Nr. 115 — 6. oktober 1983 Forn- minni og vand- alisma Land okkara kann neyvan sigast at vera rikt uppa tað ein vanliga skilir við fornminni. Og kanska er tað eins gott at so er, tí synd er at síga at vit hava farið væl um tað, undan farnar ættir hava latið okkum at umsita Frá fornminnunum talar segan til okkara, meir enn á nakran annan hátt, og hvat er eitt fólk við ongari segu? tað er eitt deytt fólk Sterstu og sjónskastu fornminni okkara munnu uttan kjak vera Kirkju- bøur og so Skansin i Havn. Um Skansan er at siga, at hann longu tå fyrsta havnabygging for fram, fekk sini feigdarhøgg. Heyggjurin, stødi hann stendur å, var mest sum alt sprongt burtur, og síðan eru ljótir og illa hóskandi bygningar bygdir tætt upp at honum Henda vandalisma hev- ur gjert at ein í dag illa dugir at ímynda sær hvussu Skansin við um- hvervi sínum hevur borðið seg í landslagnum Men sama ger, farið er farið. Eftir tí blaðkjaki ið verið hevur hesar seinastu dagarnar, sær tað út sum at Kirkjubeur nú stendur fyri terni Uttan at evunda sand- ingum gott ferðasamband, og uttan at hava skil å samferåslu og ferjulegum, so må eisini hetta metast at vera vandalisma av versta slag. Ti ikki bert múrurin, kirkjan, stokkastovan men bygdin og umhvervið alt sum tað er, má metast sum okkara dýrasta forn- minni. Tá ein nútímans ferjulega við ellum tí hon hevur uppi við sær verður legd á hesum stað, vil hon gera eitt grefligt og ógreð- andi sár í hetta hugnaliga miðaldar seguumhvervi. Ein fatar ikki at hetta óátalað kann fara fram. Hvat sigur fólkið á staðn- um, hvat siga fornfreð- ingarnir, hvat siga frið- ingar og yvirfriðingar- nevnd, og hvat sigur Náttúru og Umhvervis- verndarfelagsskapurin, he- sin sá á fyrsta sinni dags- ins ljós í roykstovuni Framhald á síðu 13 Hevði Folka- flokkurin lurtað var rektarheimið i Havn i gerð Javnaðarflokkurin fekk umboðan á tingi hevur aðal- uppgáva floksins verið at virka fyri bettum sosialum korum fyri fjøldina. Henda grundhugsan er tann grundvellur javnaðar- politikur byggir á. Sjónarmiðini vunnu so hvert haldgott festi. Og nú er tað eisini ein veruleiki, at allir flokkarnir beinleiðis hava tikið upp í stevnuskráir sínar sosialar málsetningar, sum ofta eru skræddaraseymaðir burtur úr stevnuskrá Javnaðarflokksins Menn sum Essa Arge og Óli Breckmann leypa í hesum døgum a leistum við nevanum á lofti moti Javnadarflokkinum ti tad skal ikki henda, at Javnaðarflokkurin, hverki í býráðnum ella á tingi, skal sleppa at nerta nakran sosi- alan spurning í Suðurstreymi Eisini her skal Fólkaflokkurin hava patent — og monopol Fyri stuttum sóu vit í Sosialin- um, at landsstýrismaðurin, Eilif Samuelsen, á aðalfundi í landsfel- agnum Javna hevur sagt, at eingin er so sosialur sum hansara flokkur. Tó at sannroyndin er, at øll tey sosialu málini, sum sitandi land- stýri hevur viðgjert í hesum skjótt lidna valskeiði, eru loyst úr lagdi av undanfarna landsstýri undir Javnaðarleiðslu og sostatt meira og minni liðugtseymað til stødutakan. Henda samgongan hevur i mongum førum forhálað hesimål. Í politikki er tað nú einaferð so, at menn gerast argir, tá teir fáa at vita, at aðrir hava lagt til rættis málini. Kjakið um rektar- heimsbyggingina i Suður- streymoy hevur nú koyrt í longri tíð. Uttan at nakað veruligt Síðan sjónarmið Idag Jákup Lindenskov, logtingsmaður hendir. Men nú tykir sum tað rivar fyri eygunum á teimum, nú valskeiðið er komið út í tað síðsta árið. Aður hava bert verið speis- glósur og fruktarleysar atfinn- ingar, tí røktarmål eru loyst I Tórshavn vildu hesir somu ikki vita av, at kommunan skuldi hava nakra medábyrgd av rekt- arheimsbyggingini og als ikki av rakstrinum av rektarheimi. Teir vildu loysa ellisheimsmálið (við aftratbygging), meðan hin partin vildu teir ikki koma sær uppí Tað skuldi landsmál Soleiðis var hugsanin í mong ár verða burturav millum borgarligar politikarar i Tórshavnar byråd. Ti var bert ellisheimsmálið loyst. Hin partin skuldi heimahjálparskipanin greiða fultút Tá Essa Arge í Dagblaðnum leggur eftir Javnaðarflokkinum, sum hann fráskrivar alla med virkan í loysnini av rektarheims málinum í Havn, er bert at siga at byggispurningurin liggur nokk so greiður fíggjarliga. Tí hevur Javnaðarflokkurin fyri mongum árum síðani syrgt fyri og lagt so vísuliga tilrættis, at peningur hvert einasta ár fellur til tílík endamál. So púrt sleppur hann ikki frá tí veruleika, at einki rektarheimsmál í Havn verður loyst uttanum Javnaðar- flokkin og eftir hansara resept. Haraftrat veit hann fullvæl, at býráðslimir i sjeytiårunum høvdu ta steðu, at býráðið skuldi vera uttan fyri loysnina av rektarheimsmálinum. Hóast allar aðrar kommunur hava góðtikið at taka 15% av rakstrinum, meðan landið tekur 45% og stat- urin 40%. Tá Oli Breckmann leggur eftir Fólkaflokkurin og borgarliga samgongan hava ábyrgdina av, at deild 5 á statshospitalinum enn stendur gapandi tóm. Jaun- aðarflokkurin hevur fleiri ferðir víst á hesa loysnina, skrivar fyrrverandi landsstýrismaðurin í almannamálum í sjónar- miðnum idag Dagny Joensen, tí hon hevur skrivað um røktarvidurskifti í Havn, og í sama andadrátti leggur hevuðsábyrgdina á undir- ritaða fyri ta byggireð, sum hig artil hevur verið fylgd í rektar- heimsbyggingum, er at siga, at Javnaðarfloksins lutur til at loysa hesar sosialu spurningar hevur ongantíð ligið eftir. Tað er meguligt, at eitt og annað átti at verið loyst eðrvísi, men vit hava tó loyst meginpartin av rektar heimsmålunum kring í ovyggj- unum tær lidnu byggingarnar og tær sum nú standa í gerð Uttan Javnaðarflokksins sterku medvirkan vóru hesi mál ikki loyst enn Í býráðnum hevur Leivur Jo hannesen víst á haldgóðar loysn ir. Í løgtinginum hevur Javnaðar- flokkurin áhaldandi skorðað á at fáa loyst rektarheimsspurningin í Havn. Men hverjaferð, Javnað- arflokkurin hevur sett fram uppskot um loysn í málinum, hava borgarligu samgonguflokk- arnir gjert tað, teir hava kunnað, fyri at forhála eini skjótari loysn Okkara uppskot um at taka 30 milliónir krónur í láni til rektar- heimsbygging í Havn fekk ikki semdir. Longu áðrenn andveikrafor- sorgin flutti út úr helunum á deild 5 hjá statshospitalinum hevði flokkurin greitt spurningin (í 1980) um at brúka hesi heli til uppihaldsdeild fyri rektarsjúkl- ingar. Sitandi landsstýri gjerdi einki við hetta mál í meira enn 3 ár. Nústani, eftir at Javnaðar- flokkurin ferð eftir ferð hevur biðið landsstýrið fremja hesa loysn, seinast á Olavsøku i ár, hevur landsstýrið nú ætlanir um at fara undir hetta mál. Men ikki fyrr enn aftaná 1. apríl 1984. So statt vita vit í dag, at landsstýrið hevur forhálað hetta átroðkandi mál í meira enn 4 ár. So góður hevur viljin verið frá samgongu- flokkunum Raðfylgjan av rektarheims- byggingunum var sjálvandi í samsvari við tær kanningar og metingar um tørv, sum hann var Í í la Men tað eigur ikki at verða lagt burturúr, at í hesum millumbili var eisini málið um heimarektar skipanina loyst í hesum mánaða síðani. Henda staðið sínar fyri 10 árum skipan hevur nú royndir. Og vóru stig, sum tá vórðu tikin, ikki í samsvari við krevini í dag, so er at taka teir spurningarnar upp til nýggja um- hugsan Eg havi sjálvsagt hevuðs- ábyrgdina av teimum bygg- ingum av røktarheimum sum higartil eru loyst, tað viðurkenni eg fult út. Men Oli Breckmann hevur eina stóra medábyrgd av, at helini á deild 5 á landssjúkra- úsinum enn tann dagin í dag standa gapandi tóm og óbrúkt. Tey kundu nú virkað sum uppi- haldsdeild fyri árum síðani um nakar vilji var Rektarheim i åtrodkandi. Tað er at fegnast, at eisini Essa Arge og Oli Breckmann nu vilja ganga inn fyri, at málið verður loyst við ella uttanum Javn- aðarflokkin. Men hevdu tit lurta eitt sindur meira eftir Javnaðarflokkinum í býráðnum og á tingi so var rektarheimið í Havn longu nú í gerð Havn er Ferðalíkindi í Sandoynna Av tí at eg verið hildin fyri at vera tann ið hevur skrivað ímóti havnagerð í Kirkjube, fari eg at siga, at so er ikki. Men tað, ið skrivað er, er púra rætt. Við teimum skipum, vit hava í dag, er ein framtíðarrensling um Kirkjube eitt afturstig. Tað er rætt sum sagt er, at eru ráð til eina ovur- dýra havn í Kirkjube, og síðani til eina breiða »autostradu« til Havnar, so eru råd til istadin at gera eina góða havn í ræðuligt Skálavík. Skopun liggur so fyri, at tá ikki er lendandi har av vestanbrimi, er altíð kyrt í Skálavík, um fjerðurin ikki er óferur. Menn hava ofta lyndi til at vilja gera eitt og annað, og tað er alla æru vert, men tað ið umræður er, at tað ið gjørt verður er til bata, og ikki afturstig. Eftir sum hoyrist, so er alt hetta nokk til onga nyttu at mótmæla, men vist er tað, at tann ið ikki kann fara um Kirkjubenes við teimum góðu skipum, vit hava idag, í ellum van- ligum líkindum, er ikki liv- ferur. Og skal berast skjótt at, so verður helikoptarin til at taka. Tað er eitt frálíka gott tiltak, at hann kemur Nú verða tveir at heita á við tí, ið danska sjóverjan eigur, sum mangan hevur hjålpt, tá rátt hevur um lív. 2.10.83 Viggo Dalsgaard